mikudagur 11. desember 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 238 - 11. desember 2002
Nr. 238 - 11. desember 2002
3
Seinasta heilsan til
Marthu Johansen,
Klaksvík
Ógvuliga tungt var at fáa boðini um, at nú var
Martha farin frá okkum. Vit vónaðu og vónaðu til
tað síðsta, at Martha enn einaferð fór at reisa seg,
men so var ikki. Sjúkan vann, og Martha slapp
burtur frá allari pínu.
Men sorgin og saknurin er ómetaligur stórur.
Martha var ein sólstrála. Hon lýsti upp, har hon
var. Altíð glað og blíð við øll. Minnini eru so mong
og góð, og tey vil eg altíð goyma í hjartanum. Vit
spældu saman frá tí vit vóru lítlar smágentur, og
vóru nærum dagliga saman allan uppvøksturin.
Tá vit møttust seinnu árini, elskaðu vit at práta
og flenna saman,og ofta kom prátið inn á gamlar
dagar. Sjálvt um eg havi búð niðri seinastu nógvu
árini, føldi eg ongantíð, at langt var okkara millum.
Vit tosaðu ofta í telefon saman, og hon dugdi
serliga væl at fortelja frá, og fáa meg at føla at eg
ikki forsømdi nakað, sjálvt um avstandurin var
langur.
Tá vit komu heim at ferðast saman við børnun-
um, hevdi Ternan ikki meira enn lagt at bryggju, so
var Martha í telefonini og ynskti okkum vælkom-
num heim. Altíð gleddu vit okkum til at koma út at
vitja, og nógvar góðar og hugnaligar løtur høvdu
vit saman við tær og Egil. Børnini elskaðu eisini at
vitja Marthu. Tað var nakað heilt serligt. Martha
var so góð við børnini og tey við hana.
Góða Ingrid, Jákup Eli, Marnar og Gerd við
familjum tykkara. Eg hugsi eisini um tykkum, sum
hava mist eina elskaða dóttir og systir. Góði Egil!
Ringt er at seta orð á, hvat tú hevur mist. Tú hevur
mist hana, tú elskaði allarmest her á jørð. Vit hava
teg ofta í tonkunum.
Friður verið við minninum um vinkonu mína,
Marthu.
Oddbjørg
Frá 1. desember 2002 er
eingin Kjartan Dalsgaard at
hoyra í Tryggingarfelag-
num, hvørki í telefonini, ei
heldur »fysiskt«. Síðsti
arbeiðsdagur hansara var
30. november.
35 ár vóru tá liðin, síðani
Kjartan saðlaði um og varð
tryggingarmaður og 35
áramálsdagin valdi hann at
gevast. Kjartan byrjaði sum
tryggingarumboð fyri Før-
oya Lívstrygging 1. de-
sember 1967, hevði sína
egnu umboðsstovu, nógvu
árini á Hoyvíksvegnum, í
KFUM-húsinum og seinni í
húsunum hjá Heina í Kjøt.
Seinni í Quillingsgarði,
høvuðssæti
hjá
Føroya
Lívstrygging – og eftir
umskipanina
var
hann
partur av Tryggingar-felag-
num Føroyar.
Eldsálin
Kjartan
var
sýnisgluggin, sølumaðurin
– og í nýskipaða Trygg-
ingarfelagnum hann, sum
alt visti um trygging.
Tað kom eisini til sjóndar
á fráfaringarhaldinum á
Kongabrúnni fríggjadagin
30. november. Vóru vóru
komin at siga Kjartani far-
væl.
Nestor á skrivstovuni
Elinborg Johannesen, hev-
ur starvast á Kongabrúnni
síðani 1959, segði í røðu
síni, at Kjartan fór at verða
saknaður, »eg tori at siga, at
vit øll hava havt okkurt við
teg at gera, hevur tú við
tíni breiðu vitan innan
tryggingar altíð verið góður
við ráðum og givið tær
stundir til okkum, tá heitt
hevur verið á teg«.
Á myndini síggja vit
Kjartan saman við »fost-
brøðrum«, KFUM-skóta-
ovastarnir Trúgvi Sigurð-
son, Klaksvík og Palli
Mortensen av Argjum, sum
eisini vóru komnir at heiðra
Kjartan, nú hann legði
kongin.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum
at okkara elskaði maður, pápi, verfaðir og abbi
Leivur Elias Joensen
Oyri
andaðist í heiminum mánadagin 9. desember,
59 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr heiminum í kirkjuna
hósdagin 12. desember kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Knúdina, Anna, Jóannis, Sámal, Maria og Elias
Tey, ið vilja minnast Leiv kunnu lata eina gávu til
Føroya Felag móti Krabbameini. Konto í peningastovnunum.
Kjartan Dalsgaard
leggur frá sær
SEYÐAHALD
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Meðan kjøtið hongur ræst í
hjallinum, og bøgirnir á
teim hagagóðu krovunum
hava fingið átiliga grønliga
litin, fyrireikar náttúrar seg
til næsta skurð. Brund-
seyðirnir eru nú sleptir út
og teir hava úr at gera
næstu vikurnar.
Myndin sýnir ein veðra-
gjólving á Norðtoftum í
Hvannasundi seinasta hós-
dag. Hann var júst út-
sloppin og var sera ágrýtin.
Men ærnar vóru ikki til-
reiðar enn og lítið kom
burturúr.
Tað sæst, tá ein ær er á
brundi. Hon tveitir høvdið
aftur við síðuni og letir við
halanum,
næstan
sum
lomb, tá tey súgva. Og
hvussu skjótt brundingin
gongur fyri seg er ymiskt.
Skjótast gongur við teim
eldru óðnum. Tá er brund-
urin sjálvdan longur enn
tríggjar tímar hjá henni.
Við teim yngru gongur
drúgvari tíð.
Fyrr vóru veðragjólving-
ar flettir, tá teir vórðu tiknir
inn aftur í januar. Tá hevði
mann
ikki
hoyggj
til
veðragjólvingar, hoyggið
fór í neytini. Tað varð ikki
hildið at verða nakað serligt
slakt í verðagjólvinum.
Høvdu teir verið til nakra
nyttu, so vóru teir diddarak.
Men áðrenn fyrstikassin
kom, var forkunnugt við
feskum, og tí smakkaði eis-
ini tað sindrið, sum var á
einum verðagjólvingi væl.
Ær á brundi
Ein verðagjólvingur roynir seg á Norðtoftum syðst á vestursíðuni í Hvannasundi
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
3
2
Ber tað til at gera
sjónleik burtur úr
ongum? Tveir sjón-
leikarar hava bert eitt
kuffert við sær, tá teir
fara á pallin á Leik-
húsinum Grímu hós-
dagin og leygardagin
við ævintýrleikinum
»Risans Hjarta«
Leikurin snýr seg um ein
fátækan drong og eina
bóndadóttur, sum hava ver-
ið góð síðan tey vóru smá,
hóast bóndanum ikki dám-
ar at tey spæla saman. Men
tá Risin av Gráfjalli tekur
gentuna, og rýmir við
henni, avger drongurin at
fara at bjarga henni. Nógv
løgið hendir honum á vegn-
um, áðrenn hann kemur
vegin fram til Gráfjall, og
finnur
gentuna.
Men
hvussu skulu tey fáa lívið
av risanum, tá hann onki
hjarta hevur í kroppinum?
Gunnvá Zachariasen og
Hans Tórgarð hava gjørt
leikin, og tey spæla sjálvi
bæði børnini og risan,
bóndan og allar hinar ver-
urnar, ið koma fyri í leik-
inum – uttan hjálp av ljósið,
ljóði, búnum ella kulissum!
Eitt kuffert við ymsum
løgnum í, er tað einasta tey
hava við sær á pallin, so
hugflogi sleppur at standa
sína roynd, bæði hjá leikar-
unum og áskoðarunum.
Tey hava spælt nú í
knappar tvær vikur fyri
barnagørðum og frítíðar-
skúlum, og hevur leikurin
verið sera væl umtóktir
millum bæði børn og vaks-
in. Øll børn ganga ikki í
barnagarð, so tí hevur
Gríma nú sett tvær almenn-
ar sýningar á skránna, hós-
dagin kl. 17.00 og leygar-
dagin kl. 15.00. Er áhugin
stórur verða kanska fleiri
sýningar.
Leikurin er serliga væl
egnaður til børn frá 3 til 10
ár, men annars eru allar
barnsligar sálir vælkomnar
oman á Meiaríið til ein
knappan tíma, har hug-
flogið verður sett í sentrum.
Barnaleikur á Meiarínum