mikudagur 11. desember 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagin fór
seinasti posturin úr
Vágum um sundið, og
nú er koyringin á
Oyragjógv eisini
hildin uppat. Tage
Jørgensen hevur
koyrt buss í Vágum
síðan 1987, tá hann
tók yvir eftir verfaðir
sín, og hann koyrdi
seinasta postin til
Ternuna
FAST SAMBAND
Jón Brian Hvidtfeldt
Millum
tíðum
nógvu
ferðsluna við ferjuleguna á
Oyragjógv
eru
bláu
bussarnir hjá Bygdaleiðum.
Væl heilsaðir av ferðafólki
av Ternuni uttan egnan bil,
meðan onkur eiðurin helst
er sagdur yvir teir, tá teir
hendingaferð hava smoygt
sær fram við langu bíðirøð-
unum og umborð á ferjuna,
ið langt frá rúmaði øllum.
Ein av teimum, ið hevur
havt sína koyring á Oyrar-
gjógv er bussførarin Tage
Jørgensen. Hann byrjaði at
koyra buss í 1987, tá hann
tók yvir eftir verfaðir sín,
og hann hevur eisini koyrt
buss síðan. Nú eru túrarnir
á Oyragjógv ein farin tíð.
- Eg veit ikki, hvussu
verður nú. Eg havi enn ikki
fingið at vita neyvt, hvussu
eg skal koyra, men onkran
túr skal eg helst til Havnar,
sigur Tage Jørgensen.
Ein av hansara uppgáv-
um hevur verið at flyta
postin úr Vágum umborð á
Ternuna. Mánadagin fór
síðsti posturin umborð á
Ternuna.
Oyrargjógv
í søguna
Bussførarin Tage Jørgensen
letur manninum á Ternuni
seinasta postin, ið skal flytast
um Vestmannasund
Nú fasta sambandið verður tikið í nýtslu, steðgar somuleiðis
koyringin hjá bygdaleiðum á Oyragjógv
4
Nr. 238 - 11. desember 2002
Nr. 238 - 11. desember 2002
5
Týsdagin stóð Sofus
Jacobsen á brúnni,
seinasta túrin hjá
Ternuni um
Vestmannasund. Í 22
ár hevur farleiðin um
sundið verið hansara
arbeiðspláss
FAST SAMBAND
Jón Brian Hvidtfeldt
– Jú, tað kennist óveruligt,
at eg nú skal leggja bátin
við bryggjuna fyri seinastu
ferð. Sundið hevur verið
mítt arbeiðspláss í útvið 22
ár. 59 ára gamil Sofus
Jacobsen er annar av skip-
arunum á Ternuni. Mann-
ingin arbeiðir í tveimum
vaktum, eina viku umborð
og eina í landi, og hesa
vikuna eigur Sofus tørn
sum skipari, meðan Karmal
Olsen er í landi.
Sofus Jacobsen byrjaði
hjá
Strandferðsluini
á
Krossmessu í 1968 og hev-
ur sostatt verið í reiðarínum
í útvið 35 ár. Hann byrjaði
umborð á gamla Smyrli,
var síðan við »nýggja«
Smyrli, men seinastu 22
árini hevur farleiðin um
Vestmannasund verið hans-
ara arbeiðspláss. Nú fasta
sambandið undir sundið
verður tikið í nýtslu, verður
siglingin niðurløgd. Og nú
fer Sofus so aftur umborð á
Smyril.
– Ja, vit hava allir fingið
bræv frá Strandferðsluni.
Eingin er uppsagdur, og tað
er sjálvandi at gleðast um.
Men nú fara vit so í hvør
sína ætt. Nakrir fara at sigla
um Leirvíksfjørð, onkur fer
til Skálafjarðarleiðina, og
sjálvur skal eg umborð á
Smyril. Fleiri av okkum við
Ternuni hava arbeitt leingi
saman. Millum annað hava
eg og meistarin siglt saman
øll árini. Tí kennast vit,
bæði uppá gott og ringt,
leggur Sofus afturat.
Samtíðis sum teir 12
menninir fara umborð á
hini skipini hjá Strand-
ferðsluni, verður Ternan
løgd á Vestmanna.
– Eg veit ikki, hvat fer at
henda, men fyribils verður
hon so løgd í Vestmanna.
Tað
er
eitt
sindur
»vemodugt« at hugsa sær,
at hon nú bara fer at liggja
við bryggjuna. Har hevur jú
verið eitt sindur av lívi í.
Vit hava pendlað eini 15
ferðir aftur og fram um
dagin, og eitt sindur av
aktiviteti hevur tað ført við
sær, sigur Sofus Kacobsen.
Í mong ár var Sam álitið
um Vestmannasund, men
síðan 1994 hevur Ternan
burturav verið nýtt til hesa
farleið.
– Eg minnist, at í fyrstani
hildu menn ikki, at tað fór
at ganga at sigla við Tern-
uni um sundið um veturin.
Men eg má siga, at hon
hevur roynst væl. Eisini
hevur hon skift høvuðsmot-
orar, og tað gjørdi stóran
mun, greiðir Sofus Jacob-
sen frá. At talan hevur verið
um eitt gott arbeiðspláss
ivast hann ikki í.
– Ja, eg má siga, at vit
hava havt nógvar góðar
løtur umborð. Her ferðast
40-50 fólk fast aftur um
fram hvønn dag, umframt
onnur, sum sigla ofta, og
tað skerst ikki burtur, at vit
sum frálíður koma at kenna
tey. Sjálvur búgvi eg í
Kvívík, og hóast arbeiðs-
plássið er á sjónum, so
sleppi eg heim hvørt kvøld
– tað er ikki so galið, leggur
skiparin afturat.
Tíðarpress
Skiparin á Ternuni greiðir
frá, at serliga um sumrarnar
hevur verið nógv sigling. Í
meðal hava teir siglt 100
túrar um mánaðin afturat
teimum, ið standa í ferða-
ætlanini, tí bíðirøðiðrnar
hava verið langar, og fólk
ótolin.
– Eg vil siga, at tíðin hev-
ur blást okkum í nakkan
alla tíðina, men kanska
hava vit sjálvir skyldina. Tá
ferðslan hevur verið nógv,
hava vit roynt at siglt oftari
– at kroyst onkran túr
innímillum í ferðaætlanini.
Av tí sama hava vit kanska
ikki altíð siglt so neyvt til
tíðina, leggur Sofus afturat.
Hann greiðir frá, at mill-
um ár og dag er onkur skol-
an komin frá ferðafólki, ið
hava staðið eftir á bryggj-
uni, tá Ternan hevur loyst.
– Onkuntíð hava fólk ver-
ið óð ella kedd, tí tey hava
hildið, at vit hava siglt
undan. Men eisini er komið
fyri, at fólk hava verið fegin
og takkað fyri, tí vit hava
bíðað eftir teimum.
Sofus Jacobsen leggur
afturat, at eisini hava fólk
viðhvørt ilskast inn á, at
bussarnir skulu við, samtíð-
is sum bíðirøðin av persón-
bilum hevur verið kilo-
metralang.
– Men eg haldi tó, at
kanska serliga vágafólk
hava dugað væl at passa seg
eftir túrunum, og nær
møguleikin hevur verið
bestur at sleppa við. Eisini
hava vágafólk, ikki minst
vinnulivið, dugað at skilja
støðuna, eisini tá teirra bil-
ar hava staðið eftir á
bryggjuni.
Seinastu ferð á brúnni um Sundið
Trúgv hevur Ternan flutt fólk og bilar um sundið, men við
fasta sambandinum er siglingin og eisini langu bíðirøðirnar á
Oyragjógv farnar í søguna.
Mynd: Jan Múller
Í nærum 22 ár hevur farleiðin um Vestmannasund verið arbeiðsplássið hjá Sofusi Jacobsen. Hann stóð á brúnni, tá Ternan legði at bryggju í Vestmanna fyri
seinastu ferð týsdagin, og har kemur hon at liggja fyribils
Mynd: Jan Múller
C
M
Y
K
5
4