Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. desember 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 238 - 11. desember 2002 Nr. 238 - 11. desember 2002 7 Við sorgblídni fóru seinastu pendlararnir um Vestmannasund týsmorgunin. Um- borð á Ternuni var borreitt við morgun- mati, sum Atlantsflog hevði latið ENDIN Orð og myndir: Edvard Joensen á Vestm,annasundi: Sorgblídni og fráfaringar- dámur var umborð á Tern- uni týsmorgunin. Fólk, sum í áravís dagliga hava ferðast um Sundið og hitst í sal- ongini, søgdu farvæl. Á Oyrargjógv er einki óvanligt at síggja, tá Ternan umleið hálvgum sjey legg- ur at, sum hon i áravís hev- ur gjørt. Kortini er kenslan eitt sindur øðrvísi, tí vit vita, at hetta er seinastu ferð, farið verður umborð á hetta skipið, sum líkasum er vorðið ein partur av ger- andisdegnum. Uppi í salongini er heldur øðrvísi, enn vanliga dagar hevur verið. Har eru borð dekkað við rundstykkjum, og kaffimaskinurnar standa á einum borðið mitt á dúrk- inum. Karamellur og man- darinir standa í íløtum á ymsu borðunum, eins og ein stór samanplanting stendur á einum borði. Hon er frá einum av flutnings- feløgunum, sum regluliga hevur sent sínar stóru last- bilar um Vestmannasund. Ein heilsan og tøkk til manningina á Ternuni. Fólk koma upp av dekk- inum. Rættiliga nógv av vanligu ferðafólkunum mangla í dag. Tey hava tik- ið sær frí hendan stóra dag- in. Vilja vera til staðar, tá tunnilin verður latin upp. Tey, sum við eru, eru ikki so mælsk, sum onkuntíð hevur verið. Onkur undrast á borreiðingina, meðan onnur hava havt ein var- huga av hesum. Fólk fáa sær rundstykki og kaffi og setast við van- ligu borðini. Tosað verður sjálvandi um dagin og um tað, sum verið hevur, og fer at verða. Tað er heilt greitt, at her er ein onnur kensla í dag, enn hinar morgnarnar hevur verið. Her er nakað, sum fólk fara at sakna, sum eisini onkur hevur á orði. Lagt verður at, og fólk fara. Siga hátíðarliga far- væl. Sum tá menn fara til skips, og eingin veit at siga, nær komið verður aftur. Ternan fær nýggj fólk umborð í Vestmanna og fer yvirum aftur. Sama søgan endurtekur seg, tá tey, sum fara við aðru rutu um Sund- ið møta. Farið verður í land aftur, tá Ternan triðju ferð leggur at á Oyrargjógv klokkan gott átta. Fleiri bilar eru við, sum gera seinasta túrin við Ternuni. Teir heilsa allir, tá koyrt veru í land. Ein konsert, sum hoyrist víða hendan stilla morgun- in. Leið meg einaferð enn Borðið er dekkað við rundstykkjum og kaffi, sum pendlararnir fáa sær av seinasta túrin við Ternuni So er Magni komin seinastu ferð til Tingborðið at krevja inn Seinasti jólabollin umborð So er »ballið bui«. Fólk eru farin í land, og Eyðun turkar borðið eftir teimum seinastu Eitt vágaverk er liðugt, og tað spældi væl av. Einaferð varð tað ørvitistos og stór- læti at tosa um ein undirsjóvartunnil. Tá tú nú stendur á slætta botninum langt undir Vestmannasundi kennist tað, sum tað natúrligasta í verðini VÁGAVERKIÐ Ingi Rasmussen Undir Vestmannasundi gongur ein tunnil, sum bindur Vágar saman við Streymoy. Tað eru ein veruleiki, nú Vágatunnilin loksins er lat- in fyri almenninginum. Snórurin varð klipptur seinnapartin týsdagin tann 10. desember 2002, og hes- in dagurin fer altíð at standa sum ein merkisdag- ur í føroyskari samferðslu- søgu. Hetta var dagurin, tá føroyingar bókstaviliga fóru nýggjar leiðir í roynd- unum at knýta allar føroy- ingar tættari saman. Miðskeiðis undir sundin- um er púra slætt og turt, og tú kanst ikki annað enn undrast á, at tú stendur 105 metrar undir sjóvarmálan- um og hevur einar 40 metr- ar av bergi og 60 metrar av sjógvi uppi yvir tær. Her langt niðri í upphavi Føroya kennir tú teg onkursvegna tryggari enn ómaná, har trúgvu tænararnir umborð á Ternuni og SAM hava siglt sínar seinastu túrar við ferðafólkum og bilum. Eitt hall og annað Hallið í tunlinum er onki at tosa um, hóast vit hava ferðast so langt niður í undirgrundina. Vegurin er mjúkur, tað er vítt til veggja og høgt til loftið. Kann ikki lata vera at hugsa, at tað var gott tað sama, at sunnara tunnilslinjan varð vald, heldur enn tann norðara, sum einaferð var upp á tal. Stórt hall hjá landskass- anum var annars orsøkin til, at tann fyrsti føroyski undirsjóvartunnilin varð steðgaður í í 1989. Men tíbetur hasaði kreppan skjótt av, so hol aftur kundi setast á arbeiðið. Byrjað varð streymoyarmegin hin 28. september 2000, og vágamegin varð fyrsta skotið latið 27. februar 2001. Fólk hildu tað vera óða- mannaverk at seta sær sum mál, at tunnilin skuldi verða liðugur longu við árs- lok 2003, men nú tá avtorn- ar, hava tunnilsknassarnir sprongt og knossað so mik- ið væl, at vágaverkið er lokið langt áðrenn ætlað. Og tað eru ikki smáar nøgdir av gróti koyrdar úr fimm kilometrar langa tunlinum. Omanfyri 300.000 kubikkmetrar er sprongdir, og tað er komið havnargerðini í Kollafirði til góðar. Tað krevur nógv- an lóður, og heili 850 tons av spreingievni eru brúkt. Sorgblítt framstig Gleðin er stór, men tað kennist eisini sorgblítt, nú túrurin um Vestmannasund ongantíð aftur verður tann sami. Tá tú hevði verið uttan- lands, fekst tú aftur sam- band við tínar røtur úti á dekkinum umborð á SAM ella Ternuni. Nústaðni tá tú andaði og merkti frísku og vátu føroysku luftina fáa lív og lit aftur í kjálkarnar, vart tú heimafturkomin. Tað er søga. Síðsti kaffi- munnurin úti á streyma- sjógvi um Sundið er drukk- in, men afturfyri verður tað lættari og skjótari at koma heim. Nógv skjótari. Við Vágatunlinum eru bara smáir 50 kilometrar uttan forðingar millum Havnina og Sørvág, so hendan lívæðrin millum høvuðsstaðin og flogvøllin tekur bara umleið trý korter at koyra. Áður tók túrurin líka leingi, sum flogferðin til Keypmannahavnar. Føroyar vaksa Størstu gleðina eiga vága- fólk í hesum tunnilsdøgum. Tey fáa teir dagligu fyri- munirnar, merkja økta frælsið, tryggleikan og framburðin, sum kann spyrjast burturúr. Styttri er til meginsjúkrahúsið, til út- búgvingarnar í Havn og til marknaðin hjá vinnuni. Her eg standi á lægsta punkti, tykist tað, sum Før- oyar eru vorðnar størri. Slættaratindur er vorðin hægri. Oyggjarnar víðari. Vegirnir longri. Nú eru tríggjar tær størstu oyggjarnar knýttar saman, har tríggir fjórðing- ar av fólkinum býr. Kemur fast samband um Leirvíks- fjørð, verða 85 prosent av føroyingum knýttir saman í eitt veganet. Kanska er tað nakað tíðliga at droyma um tað, men her á botninum gongur bara ein veg. Uppeftir. 105 metrar undir sjóvarmálanum Vágatunnilin er mjúkur og nossligur. Lítið merkist til hall, og á botninum er púra slætt Vágatunnilin Longd: 4,9 metrar Fríhædd: 4,6 metrar Breidd: 10 metrar Akbreyt: 7 metrar Dýpi: 105 metrar Fakta C M Y K 7 6