Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. desember 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 11. desember 2002 9 Avloysaraskip fyri Smyril er nú tryggjað Nógv aftra seg við at fara við Smyrli tí tað er komið út í orð, at stabilisatorarnir ikki virka, men tað er ein misskiljing SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Seinastu vikurnar hevur veðrið verið skubbut. Tað hevur ikki minst ferðafólk- ið við Strandferðsluni ásannað. Ikki minst hevur Smyril havt nakrar ófantaligar ferðir ímillum Havnina og Suðuroynna og ta einu ferð- ina fór ein lastbilur á dekki- num á glið og gjørdi eitt sindur av skaða frá sær. Tá var okkurt galið við stabilisatorunum, so at bara tann eini virkaði. Og síðani er vanliga fatanin, at brekið ongantíð er rættað og at Smyril framvegis bara sigl- ur við einum stabilisatori. Men hetta er skeivt, sigur Magnus Magnussen á Strandferðsluni. Hann sigur, at bæði um- borð á Smyrli og á Strand- ferðsluni annars, frætta tey javnan frá fólki sum kæra seg um, at stabilisatorarnir ikki virka og tey frætta eis- ini frá fólki sum rætt og slætt setast aftur av tí sama, tí tey halda, at Smyril rullar nógv verri enn hann plagar. Men Magnus Magnussen sigur, at brekið varð rættað stutt eftir ferðina, tá ið last- bilurin fór á glið. –Fólk skuldi koma uttan- eftir at rættað brekið og nú er nakað síðani, at maðurin kom og tá varð brekið rætt- að. Tað er nú ein mánaði síðani, at brekið varð rætta. Sostatt virka stabilisator- arnir á Smyrli sum teir eiga, so tað skal ikki vera orsøk til at setast aftur, tí hann rullar ikki verri enn hann plagar, sigur Magnus Magnussen. Hann sigur, at eitt heilt annað er, at veðrið hevur verið ógvuliga ringt at kalla í fleiri vikur út í eitt og at tað tí hava verið nógv- ar ringar ferðir um Suður- oyarfjørð, hóast stabilisa- torarnir virka, sum teir eiga. Suðuroyingar verða ikki aftur við sviðu- soð, nú Smyril skal í dokk eftir nýggjár í nakrar vikur SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Tað er nú heilt vist, at tað verður estlendska ferjan, St. Ola, sum skal sigla fyri Smyril, tá ið hann fer í dokk beint eftir nýggjár. Fyri nøkrum vikum síð- ani gjørdi Strandferðslan ávegis avtalu við Est- lendska reiðaran um at leiga ferjuna og í farnu viku varð endalig avtala undir- skrivað. Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strand- ferðsluni sigur, at manning frá Strandferðsluni fer eftir skipinum ímillum 11 og 21 januar og tá fer hon at sigla fyri Smyril í nakrar vikur ímillum Suðuroynna og Havnina Strandferðslan kann leiga St. Ola í 75 dagar frá tí at hon kemur og samstundis sum hendan ferjan kemur, fer Smyril í dokk. Stjórin á Strandferðsluni hevur fyrr upplýstfyri Sosi- alinum, at estlendska ferjan kostar 6.750 evrur um dag- in, tað eru umleið 50.300 krónur í okkara peningi. Tá er flaggskipari og maskinmeistari við, men allar hinar útreiðslurnar til manning, olju o.a. rindar Strandferðslan. Tá ið Smyril ferí dokk, verður tað í nakrar vikur, tí arbeiðið er umfatandi, eitt nú skulu ábøtur gerast á stabilisatorarnar, fyri at forða fyri at teir fara so lætt einaferð afturat, og somu- leiðis skal nokk so fitt av stáli skiftast. Ikki verri enn Smyril Suðuroyingar hava mangan ilskast inn á tey skipini, sum hava loyst Smyril av, tá ið hann hevur verið í dokk, tí tey hava verið ov vánalig. Men tað verður neyvan støðan hesuferð, tí St. Ola skuldi ikki verið verri skip enn Smyril og hon lýkur øll tey krøv, sum Strandferðsl- an setir til eina slíka ferju. Hon hevur siglt í fastari rutu ímillum Scrabster og Stromness á Orknoyggjum og tað er minst líka ringt sum í Suðuroyarfirði og ferjan er gjørd hareftir. Hon er smíðað í 1971 og hon hevur stabilisatorar bæði aftan og framman . Hon siglur 16 míl, hon tekur 120 bilar og 500 fólk, hon er góðar 86 metrar long og góðar 16 metrar breið, so munurin ímillum hana og Smyril er ikki stórur. RÆTTING Áki Bertholdsen Í Sosialinum í gjár hava vit samrøðu við borgar- stjóran í Havn um viður- skiftini í millum Havnina og Kollafjørð eftir at báð- ar kommunurnar vórðu lagdar saman. Undir yvirskriftini " Hol í høvdið at tey eru misnøgd í Kollafirði" lótu vit borgarstjóran vísa á, at hann hann helt ikki, at atfinningarnar ímóti býráðnum vóru rættvísar. Jan Christiansen held- ur, at yvirskriftin kann tykjast eitt sindur niður- gerandi og tað avgjørt ikki var ætlanin hjá hon- um. Men hann leggur aft- urat, at hann heldur fram- vegis, at misnøgdin hjá kollfirðingum er ógrund- að og tað var hetta, hann greiddi frá í blaðnum - og greinina annars er hann væl nøgdir við. Borgarstjórin í Havn ósamdur við yvirskriftina Kommunurnar í Suð- uroy ætla nú at seta felags verkfrøðing fyri alla oynna KOMMUNALT SAMSTARV Áki Bertholdsen Hvørja ferð tær flestu kommunurnar í Suðuroy hava tekniskar trupulleikar av týdningi, noyðast tær norður um fjørð fyri at fáa teir loystar. Vágs Kommuna er nevniliga einasta kommuna í oynni, sum hevur verk- frøðing. Men tað er mang- an brúk fyri verkfrøðingi til alskyns uppgávur, men tað er ein tvørleiki, at ongin er í oynni. Borgarstjórarnir í oynni hittast av og á at tosa leyst og fast um ymisk viður- skifti í oynni. Og á einum av hesum fundum varð trupulleikin, at oyggin er so illa stødd við verkfrøðing- um, umrøddur. Men tað vísir seg heldur ikki at vera lætt at fáa verk- frøðing í oynna. Eitt nú hevur Tvøroyrar Kommuna søkt eftir býar- verkfrøðingi, men ongin søkti. Finnleif Guttesen, borg- arstjóri á Tvøroyri, sigur, at kommunurnar eru tí samd- ar um at søkja eftir verk- frøðingi í felag. Hetta verður ein verk- frøðingur, sum allar komm- unurnar skulu brúka, tó at Vágur ikki verður so nógv uppi í av tí at hon hevur sín egna verkfrøðing. Borgarstjórin á Tvøroyri sigur, at ætlanin er at søkja eftir einum verkfrøðingi, sum skal arbeiða sjálvstøð- ugt. Hinvegin skulu kommun- urnar í oynni binda seg til at brúka hann eitt ávíst tímatal so at honum altíð er tryggjað nóg mikið av arb- eiði. Økt samstarv ímillum kommunur í Suðuroy Tað er nú púra vist, at hetta verður ferjan, sum skal sigla fyri Smyril, tá ið hann fer í dokk í januar. Ferjan lýkur tey krøv, sum Strandferðslan setir og skuldi ikki verið verrið enn Smyril Stabilisatorarnir á Smyrli virka aftur sum tær eiga Smyril hevur mangan bratt- an farið síðani hann kom til landið í 1975. Men seinastu tíðina hevur verið verið ser- stakliga ólagaligt, so tað hev- ur mangan verið ófantaligt. Hesa myndina tók Leivur Nygaard av Smyrli á veg út av Trongisvágsfirði nú ein dagin í heyst. Myndin talar fyri seg, men stabilisatorarnir virka sum teir eiga og í so ringum veðri slepst ikki und- an rulli 9 8 Nr. 238 - 11. desember 2002 Norðoya Kunningarstova er farin undir fyrireikingar til ein gongutúr undir Leir- víksfjørð, tá Norðoya tunn- ilin einaferð letur upp. Frá Kunningarstovuni siga tey, at um tað kemur so langt og tá so tunnilin eina- ferð letur upp, so verða tey tilreiðar við einum tiltaki líkum tí, sum var í Vága- tunlinum sunnudagin. Tað fer at verða eitt tiltak, sum verður fyriskipað í sam- starvi við øll ítróttarfeløg í Norðoyggjum. – Tá tað einaferð kemur so langt, so ganga vit útfrá, at tað verður gingið úr Lei- rvík í Norðoyggjar, verður sagt frá Norðoya Kunning- arstovu. -sae- – Tað sigur seg sjálvt, at tað verður munandi lættari at ferðast úr Norðoyggjum vestur á flogvøllin, tá Norðoya tunnilin eisini er komin, sigur Jákup Ziska- son, sum ferðast nógv utt- anlanda. Hann vísir á, at nú slepst undan at standa í bíðirøð á Oyrargjógv, og til ta tíð slepst eisini undan tí í Leir- vík, so tá fara fólk at vinna nógva tíð í ferðing. – Um ein skal við flúgv- aranum klokkan 11 úr Vágunum, so verður tað ikki neyðugt at fara úr Klaksvík fyrr enn um hálv- gum níggju tíðina tá. Sum er noyðast vit at fara klokk- an eitt korter til átta, so tað verður bara gott, sigur Ják- up Ziskason, sum seinast tá hann var burtur, noyddist heimafturkomin at bíða fyrst á Oyrargjógv ein túr, og síðani yvir tveir tímar eftir Dúgvuni, sum tá vegna veður sigldi á Fugla- fjørð. -sae- – Eg vænti, at eg um 21/2 ár fari at kunna verða vitni til, at Norðoya tunnilin verður tikin í nýtslu, sigur Steinbjørn Jacobsen, borg- arstjóri í Klaksvík. Hann vísir á, at álitið um Norðoya tunnilin verður lagt fram í hesi vikuni, og signalini rundan um tað hava verið sera positiv. – Tí haldi eg, at ein væl kann loyva sær at vera bjartskygdur, tá tað kemur til Norðoya tunnilin, sigur Steinbjørn í stuttari við- merking. Hann leggur tó afturat, at um tað verður við honum sum borgar- stjóra, tað kann tíðin bara fara at vísa. -sae- Nú Televarpið er farið at senda, og fleiri fólk hava ognað sær ein av móttakarunum, hevur ein annar trupulleiki stungið seg upp TELEVARPIÐ Solby A. Eliasen Aksel Haraldsen, dagligur leiðari á Televarpinum sig- ur, at tað hevur víst seg, at tær antennurnar, sum fólk hava, í fleiri førum ikki megna at taka signalið frá Televarpinum niður. Fyrst hildu tey á Televarpinum, sum av hesi somu orsøk setti eykafólk inn at ar- beiða, at trupulleikin var við teirra skipan. Men tað vísti seg í teimum flestu førunum, at tað vóru antennurnar hjá fólki, sum ikki megna at taka signalið frá Televarpinum, sum sen- dir frá tí hægra endanum av UHF-bandinum. Tað var ikki ein trupulleiki við Rás Tórshavn, tí hon sendi frá tí lægra endanum. – Vit hildu, at tær nýggj- aru antennurnar, sum fólk hava ognað sær til tess at kunna síggja Rás Tórshavn kundu taka alt UHF bandið í nógv størri mun, men tað hevur so víst seg nú, at tað gera tær ikki, sigur Aksel Haraldsen, sum sjálvandi harmast støðuna. Men hann leggur afturat, at tað kann í flestu førum verða nóg mikið hjá fólki at ogna sær eina inni antennu, tí signalið frá Televarpinum er so mikið sterkt. Hann sigur eisini, at tey vóru greið yvir, at tað møguliga fór at verða ein trupulleiki við antennun- um, men tey vistu ikki av, at trupulleikin fór at vera so umfatandi, sum hann nú hevur víst seg at vera. Eini gott 500 fólk høvdu inntil mánadagin ognað sær ein móttakara frá Televarp- inum, og um vikuskiftið var rættiligur telefonstormur, tí fólk gjørdu vart við, at tey ikki sóu nakað. Televarpið setti eykafólk inn, sum so fóru út til viðskiftafólkini at kanna viðurskiftini, og tað kom so fram, at tað vóru antennurnar í flestu førunum, sum eru trupul- leikin. Aksel Haraldsen ásannar, at hetta er ein strika í rokn- ingini í boðskapinum um at fólk bara nýttust at ogna sær ein móttakara fyri at síggja Televarpið, men nú mugu fólk, sum ikki síggja, so eisini keypa eina antennu. Tryggja góða byrjan Televarpið hevur keypt 5.000 móttakarar inn, og 3.000 eru komnir til landið. Hinir 2.000 koma síðst í árinum. Tað hava tey valt at gera fyri at tryggja eina so góða byrjan sum møguligt. – Vit hava tí valt fyri fyrst at siga, at hetta er móttak- arin, tí vit vita frá kanning- um, at hesin virkar til okk- ara skipan, sigur Aksel, sum tó leggur afturat, at um fólk hava ein nýtiligan móttakara, so kann hann væl nýtast, men haldið má keypast frá Televarpinum. Hann væntar, at fólk fara at hugsa seg um, áðrenn tey gera av, hvat tey nú vilja síggja, og hvar tey keypa tænastuna. – Tey eru von við, at tað hevur verið Sjónvarp Før- oya og Rás Tórshavn, men nú standa fólk í høvuðs- staðarøkinum við valinum millum parabol og Tele- varpið. Eg trúgvi tey fara at viga fyrimunir og vansar móti hvørjum øðrum, og síðani taka avgerðina út frá tí, sigur Aksel Haraldsen, dagligur leiðari á Televarp- inum, at enda. Fleiri antennir taka ikki Televarpið Trupulleiki við antennunum hevur stungið seg upp, nú Televarpið er farið at senda. Tað vísir seg í fleiri førum, at antennurnar ikki megna at taka signalið frá Televarpinum niður Norðoya tunnil um 2 1/2 ár Fyrireika gongutúr undir Leirvíksfjørð Tað verður munandi lættari C M Y K 8