Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. desember 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 238 - 11. desember 2002 Nr. 238 - 11. desember 2002 11 JÓLATILTAK Vilmund Jacobsen Í kvøld kl. 19 verður eitt fjølbroytt og áhugavert tiltak í Mentanarhúsin- um í Fuglafirði við fe- lagssangi, sjónleiki, jólatræi og jólamanni. Kvøldið byrjar við fe- lagssangi, har Jan Rúni spælir guitar, og Lív og Nicolina syngja fyri. Hugsandi er, at onkur situr við klaverið, með- an sungið verður. Sjónleikur verður eis- ini á skránni, og meðan leikurin verður fram- førdur, spælir Jan Rúni guitar. Jólamaður kemur Síðan verður dansað um jólatræið, og tá ið tíðin gongur, kemur jólamað- ur uppí ringin. Tá ið liðugt er at dansa og syngja jóla- sangir, fara jólamaður, vættrar og onnur at býta út bomm og sodavatn. Í Mentanarhúsinum hava fólk eisini høvi at keypa sær kaffi og epla- skivur. Jólamaður í Mentanar- húsinum í Fuglafirði Ætlanin er at fara nýggjan túr aftur, 2. januar FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tíðliga týsmorgunin kom verksmiðjutrolarin, Næra- berg, aftur av túri, sum upprunaliga byrjaði, 17. oktober. Síðan túrurin byrjaði, hevur skipið tvær ferðir verið inni og bunkrað; fyrru ferð í Klaksvík og seinnu ferð í Fuglafirði. Fyrri parturin av túrin- um, áðrenn bunkringina í Klaksvík, var fiskiskapurin slakari, og svartkjafturin verri, men tá ið teir fóru útaftur, fekst meira burtur úr. Í samrøðu við Sosialin herfyri, segði skiparin, sum fór í land, tá ið teir bukraðu á Fuglafirði, at seinni parturin av túrinum hevði hildnast betur. Væl at fáa Í Fuglafirði kom Mann- bjørn í Grund umborð sum skipari, og sum skilst, hevur væl verið at fingið, til teir nú góvust at fiska. Nú Næraberg kom aftur, hevði skipið umleið 600 tons av surimi og góð 200 tons av mjøli. Ætlandi fer Næraberg nýggjan túr, 2. januar. Manningin á risatrolar- anum telir umleið 80 fólk á hvørjum túri. Næraberg komin aftur av túri FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Herfyri ljóðaði, at norski ríkmaðurin, Kjeld Inge Røkke, ið er tengdur at felagnum, sum eigur Næraberg, skuldi koma higar til lands at vitja umborð á Nærabergi, nú skipið verður í havn til 2. januar. Áðrenn Næraberg kom á Klaksvík tíðliga týsmorgunin, hevði manningin vaskað skip- ið bæði uppi og niðri. Vit spurdu tí á JFK- Troli, um nakað var í tíðindunum um vitjanina hjá Røkke. - Tað verður nokk ikki á hesum sinni, at hann kemur higar til lands, men ivaleyst verður tað einaferð, siga tey á JFK- Troli. Tá ið eitt verksmiðju- skip, sum annars er í vinnu, verður lagt nakrar vikur, er neyðugt undir øllum umstøðum at vaskað verksmiðjuna, har fiskurin verður ar- beiddur, ógvuliga væl. - So, hetta arbeiði skuldi gerast kortini, sigur JFK-Trol. Eingin Røkke hesaferð Í kvøld verður stórt jólatiltak í Mentanarhúsinum í Fuglafirði Verksmiðjutrolarin, Næraberg, kom aftur av túri tíðliga týsmorgunin við umleið 600 tonsum av surimi og góðum 200 tonsum av mjøli. Mynd: Rúna Sivertsen TÍÐINDASKRIV Restorffs Á Restorffs eru eru tey fegin um ta góðu móttøku, sum teirra nýggja øl, Vargur, hevur fingið. – Sølan hevur gingið væl, og tá henda vikan er komin at enda, er øll framleiðslan, 65.000 fløskur væntandi farin, sigur bryggjaríið í tíðindaskrivi. – Reaktiónirnar hjá kundum hava verið positiv- ar. Ølurin, gjørdur av Mun- chener Malti, er vælsmakk- andi og sniðið við úlvinum og Óðføra frá norrønnu gudalæruni hevur vakt stóran áhuga manna millum. Restorff letur eisni væl at søluni av teirra Jólabryggi og sjálvandi Pilsnarinum og Gullølinum sum er á flestu jólaborðum hesa tíðina. Næsta nýggja øl- fram- leiðsla frá Restorff verður til várs, tá ein lættur Vár- pilsnari kemur á markn- aðin. Onki navn er enn funnið til henda øl, so navnauppskot og viðmerk- ingar eru sera vælkomin. Annars kemur Restorff skjótt við einum nýggjum Cola á marknaðin. Bryggjaríið vil fegið koma í samband við nakrar skúlaflokkar kring landið, sum hava hug at verða royndar-smakkarar. Fegnast um Vargin UTTAN ÚR HEIMI Illveður í Brasil Gloprarregn, stormur og skriðulop hava kostað minst 34 mannalív í Brasil síðani vikuskiftið. Í býnum Angra dos Reis sunnan fyri Rio de Janeiro eru 40 fólk horevin í einum stórum skriðulopi, og sambært myndugleikunum eru smáar vónir um at finna nakran aftur á lívi. Brasilska veðurtænastan sigur, at tað hevur regnað óvanliga illa á leiðini. Mánadagin varð avfallið mált til 129 millimetrar eftir einum samdøgri, og tað er meiri enn ein triðingur av tí vanliga árliga avfallinum har um vegir. Angra dos Reis er eitt nógv avhildið frítíðarstað. Har eru 365 smáar oyggjar og umleið 2.000 baði- strendur. Nú sleppur eingin hagar, tí myndug- leikarnir hava lýst økið vanlukkuøki. Sleppur undan sak Amerikanska stjórnin vann ein týðandi løgfrøði- ligan sigur mánadagin, tá ein dómstólur gjørdi av at vísa burtur einum máli, sum grannskoðanarskriv- stovan hjá kongressini hevði lagt ímóti Dick Cheney, varaforseta. Grannskoðanardeildin hjá kongressini kravdi, at Dick Cheney skuldi greiða frá, hvørjar fyritøkur stjórnin hevði ráðført seg við, áðrenn stjórnin legði sín orkupolitikk til rættis. Umhvørvisfólk og onnur hava leingi kravt, at varaforsetin skal upplýsa, hvønn hann ráðførdi seg við, men stjórnin hevur alla tíðina sýtt fyri at siga tað. Hetta er fyrstu ferð, at grannskoðanardeildin hjá kongressini hevur lagt eina tílíka sak ímóti einari sitandi stjórn, men sambært dómaranum kann deildin ikki krevja at fáa tær upplýsingar, sum hon vil hava. Tríggir tiknir Franska løgreglan hevur tikið tríggjar menn, sum eru undir illgruna fyri at hava havt ætlanir um at søkja at amerikanskum málum í Fraklandi. Franska løgreglan sigur, at teir tríggir menninir eru limir í einum bólki, sum Djamel Beghal stendur á odda fyri. Hesin Djamel Beghal situr í fongsli í Fraklandi, eftir at hann varð tikin í Sameindu Arab- isku Emiratunum og útflýggjaður. Í fongslinum hevur hann greitt frá, at bólkur hansara skuldi søkja at amerikansku sendistovuni í París. Hetta hevði við sær, at fleiri aðrir limir í bólkinum vórðu tiknir ymsastaðni í Evropa. Fýra teirra vórðu tiknir í Niðurlondum og koma fyri rættin har fyrsta dagin. Løgreglan í Fraklandi sigur, at ein av teimum fýra, sum vórðu tiknir mánadagin, er ein telduserfrøð- ingur, sum rýmdi úr Bretlandi í fjør, tá bretska løg- reglan leitaði eftir honum. Gamli Bush uppkallaður Ein flogberi, sum amerikanski herflotin letur byggja á einari skipasmiðju í Newport News í statinum Virginia, hevur fingið navn eftir fyrrverandi forsetanum George Bush, sum er faðir núverandi forsetan. USS "George H. W. Bush" verður ikki liðugt at taka í nýtslu fyrr enn í 2009. Skipið er 97.000 tons stórt og verður tann størsti flogberin í amerikanska herflotanum. Tann 79 ára gamli fyrrverandi forsetin segði á einum hátíðarhaldi í Pentagon, at hann kendi seg ikki sum nakra hetju. Sjálvur sigldi hann við herflotanum undir seinna heimsbardaga. Seinni gjørdist hann flogskipari í herflotanum, men varð skotin niður yvir Kyrrahavinum. Tað eydnaðist honum at leypa út í fallskíggja. Danir siga seg vera fyri veksandi ágangi í Grønlandi, og tað fær nú fleiri til at fara aftur til Danmarkar GRØNLAND Árni Joensen - Slepp tær til Danmarkar tín býtti dani. Hetta orðalagið er vorðið meiri vanligt í Grønlandi seinastu tíðina, siga danir, sum búgva og arbeiða í Grønlandi. Og tað hevur fingið summ ar teirra til at rýma haðani. Eitt nú Jesper Skovgaard, sum seinastu 14 mánaðarnar hevur arbeitt á grønlendsku hagstovuni. Hann sigur við Berlingske Tidende, at hann hevur valt at fara heimaftur orsakað av tí, sum hann kallar veks- andi rasismu millum alt fleiri og fleiri grønlend- ingar. Sambært dønum, sum eru kønir í grønlendskum viðurskiftum, eru danir vorðnir minni og minni umtóktir í Grønlandi tey seinastu fimm árini. Lise Lyck, lektari á hand- ilsháskúlanum í Keyp- mannahavn, sigur við Berlingske Tidende, at tann politiska kósin, sum vinnur fram í Grønlandi í løtuni, er m. a. grundað á at skapa andstøðu ímóti tí, sum er danskt. Hon heldur, at hetta fer serliga at gera seg gald- andi, tá tað snýr seg um málið, samleikan og hugsa- nina um Danmark og danir. Anders Nilsson, sum er dani, og sum fyrr hevur verið limur í grønlendska Landstinginum, flutti aftur til Danmarkar fyri tveimum árum síðani eftir at hava búð í Grønlandi í 25 ár. Við Berlingske Tidende sigur hann, at danir í Grønlandi eru fyri veksandi rasismu í gerandisdegnum, á arbeiðs- plássinum og í skúlanum. - Nú eru danir við at troyttast av hesum, og so rýma teir úr Grønlandi, sigur Anders Nilsson. Fordómar reka danir úr Grønlandi Meiri enn hundrað kendir amerikanarar hava skrivað undir eitt mótmæli ímóti ætlanini um kríggj við Irak IRAK-KREPPAN Árni Joensen Tað eru ikki bert ameri- kanskir andstøðupolitik- arar, sum ivast í ætlanini hjá George W. Bush, for- seta at leypa á Irak. Nú hava meiri enn hundr- að kendir amerikanarar skrivað undir eitt mótmæli ímóti ætlan forsetans. Mill- um teirra, sum hava skrivað undir mótmælisskrivið, eru Hollywood-stjørnurnar Kim Basinger, Matt Da- mon, Ethan Hawke, Sam- uel L. Jackson, Uma Thur- man, Martin Sheen og Jessica Lange. Eisini fyrrverandi admi- ralurin Eugene Carroll og fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Irak, Edward Peck, hava skrivað undir mótmælið. Mótmælisskrivið varð almannakunngjørt á einum tíðindafundi í gjár. Tað er ein felagsskapur ímóti kríggi, sum stendur fyri tiltakinum, Á odda fyri fe- lagsskapinum standa films- leikararnir Anjelica Huston og Mike Farrell. Kend mótmæla kríggi Í frágreiðingini, sum Irak hevur latið ST, eru eisini upplýsingar um útlendskar fyritøkur, sum hava selt landinum vápn IRAK-KREPPAN Árni Joensen Tað hevur vakt ans, at irak- ar nú kunngera, hvaðani teir hava fingið vápnini, sum teir hava kunnað keypt úr øðrum londum, sjálvt um ST hevur bannað allari vápnasølu til Irak. Eygleiðarar siga, at hetta kann koma fleiri londum illa við - eisini londum, sum sita í trygdarráðnum hjá ST. Higartil hevur trygdar- ráðið bert almannakunn- gjørt innihaldsyvirlitið í iraksku frágreiðingini, og har eru eingi nøvn á fyri- tøkum, sum hava selt teim- um vápn. Diplomatiskar keldur á ST-høvuðsborgini í New York ivast kortini ikki í, at fyritøkurnar og londini eru nevnd við navni í sjálvari frágreiðingini. Irakar avdúka ólógligar vápnahandilsmenn Tað er ikki bara í USA, at fólk mótmæla ætlanini at leypa á Irak. Her mótmæla fólk í suðurkoreanska høvuðsstaðnum Seul amerikansku álopsætlanini Mynd: Reuters C M Y K 11 10