mikudagur 11. desember 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 238 - 11. desember 2002
Nr. 238 - 11. desember 2002
13
Í gjár var ein stórur dagur, fyri ikki bara Vágoynna, men
fyri allar Føroyar. Undirsjóvartunnilin er, hóast parta-
felagsform við óneyðugari umsiting, eitt stórt frambrot í
føroyskari samferðslusøgu. Hetta er fyrstu ferð síðan
brúgvin við Streymin varð gjørd miðskeiðis í sjeyti-
árunum, at miðstaðarøkið í Føroyum verður víðkað.
Lat okkum hugleiða eitt sindur um føroyska samferðslu
og flokkmentalitet. Fyri góðum 10 árum síðani gingu –
primert havnafólk – og savnaðu undirskriftir móti undir-
sjóvartunnilinum. Svend Aage Ellefsen, táverandi lands-
stýrismðaur í samferðslumálum gjørdist ársins ulka, ti
hann noktaði at taka ímóti hesum undirskriftum. Sjálvandi
skuldi Svend Aage Ellefsen havt tikið ímóti undirskrift-
unum, og tað skerst ikki burtur, at ráðini ikki vóru til
undirsjóvartunnilin, júst meðan kreppan var uppá tað
hægsta.
Men hvørji vóru argumentini tá? Argumentini vóru fyri
ein stóran part ikki, at tunnilin skuldi útsetast, ti ráðini
ikki vóru til tess. Argumentini vóru, at "tað var púra vilt"
og "tað búgva bara tvey túsund fólk i Vágum". Undir allari
kreppuni varð grenjað um, hvussu vilt tað var við hesum
undirsjóvartunnili. Hetta bleiv eisini mangan endurgivið í
donskum fjølmiðlum sum eitt ørvitisprojekt av teimum
heilt stóru. Ein yvirgang var ringt at finna ein tann einasta
unga persón í Havnini, ið tordi at siga hart, at undirsjóvar-
tunnilin var ein skilagóð íløga fyri Føroya land.
Hvat vilja vit siga við hesum? Hetta vísir, at vit føroyingar
eru herviligir at fylgja einum ráki, ið ikki altíð er líka
vælfunderað. Tað vísir seg, at er rákið sterkt ein veg, so
eru tey fá, ið alment tora at siga nakað annað. Undir-
sjóvartunnilin var einmælt samtyktur á Føroya Løgtingi í
1988. Trý ár seinni vóru ógvuliga fáir politikarar, ið
alment tordu at halda fast um tað skilagóða í ætlanini,
hóast ráðini ikki vóru til tess júst tá. Nú 10 ár seinni finnur
man ongan, ið heldur, at undirsjóvartunnilin er eitt
ørvitisprojekt, hóast nógv munnu vera tey, ið róptu upp
um hetta. Alt var ikki púra vilt í 80’unum, hóast nógv var.
Á sama hátt er ikki alt so gott og sunt, ið verður framt í
dag, hóast nógv er.
Føroyingar mugu læra at føra ein fjølbroyttan dialog um
mál, heldur enn at hoppa uppá eitt "alt ella einki" rák.
Hetta kenna vit eisini frá fullveldismálinum. Ongastaðni
er felagsnevnarin lægri millum føroyingar, enn tá tað
ræður um samferðslu og lønir hjá øðrum.
Ein dagur sum í gjár minnir okkum á farna tíðir, tá sam-
ferðslunetið var hægst prioriterað í landinum við risa-
íløgum uttan brúkaragjaldi – hugsið bert um Oyggjar-
vegin og brúnna um Streymin. Føroyingar kunnu allir
gleðast um hetta samferðsluframbrot, men her skal
ávarast ímóti at síggja tunlar sum rakstrargøgn, ið skula
gjalda seg sjálvan aftur við til dømis bummpengum. Teir
gjalda seg sjálvan fleirfalt aftur til samfelagið í spardari
bíðitíð og tryggari farleið. Trivnaður og trygd kann ikki
gerast upp í pengum, og tí skal ein landsvegastubbi heldur
ikki síggjast isolerað. Byrjar man konsekvent uppá slíkt ,
so er framtíðin ikki bjørt hjá útjaðarnum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Undirsjóvartunnilin eitt
samferðsluframbrot
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hergeir Nielsen
30. september fingu vit
uppskotið til løgtingsfíggj-
arlóg fyri 2003 á tingborð.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinumálum,
hevði tá havt allar møgu-
leikar, men onga loysnir
funnið á Vágs havn og onga
loysnir funnið á tunnils-
sambandinum Øravík Hov.
Ikki eitt klovið oyrað setti
hann av til hesi mál, tá ið
hann slepti teimum, og lat
tey upp í hendurnar á løg-
tinginum.
Síðani løgtingsfíggjar-
lógaruppskotið loysnaði úr
landsstýrinum,
hevur
meirilutin í fíggjarnevndini
arbeitt víðari við tí.
Hesin meiriluti umboðar
landsstýrisflokkarnar, hesin
meiriluti hevur samskift við
sínar flokkar, og tað er
haðani uppskotið kemur
framaftur á tingborð.
Har situr eingin Bjarni
Djurholm, og annars eingin
av teimum andstøðumonn-
um, sum landsstýrismað-
urin er so forliptur í.
Landsstýrismaðurin
er
skilliga firtin yvir, at Suð-
uroyggin fekk eina loysn
tvørturyvir høvdinum á
honum.
Harafturat er hann ovur-
firtin yvir, at hann ikki
náddi í sjónvarpið at boða
frá henni.
Har vit onnur gleðast
yvir, at málið er loyst, leik-
ar landsstýrismaðurin í, tí
at sjónvarpið hevur dittað
sær til at tosa við ein ting-
mann, sum, tá uppskotið frá
landsstýrismanninum kom
fram, segði seg vera ónøgd-
an við prioriteringina av
íløgunum.
Suðuroyggin hevur nú
fingið eina loysn, sum vit
øll fegnast um. Eina loysn,
landsstýrismaðurin ikki var
førur fyri at koma við, tá ið
hann hevði møguleikan fyri
at koma við henni.
Í staðin fyri at gleðast, so
leikar hann í, og sigur seg
sjálvan og fleiri andstøðu-
menn fram hava bjargað
íløgunum í Suðuroynni.
Hergeir Nielsen eigur
ongan lut í nøkrum sum
helst, ja, hann hevur bein-
leiðis mótarbeitt framburð-
inum í Suðuroynni, heldur
landstýrismaðurin fyri.
Hetta og annað møsn
kennir hesin fjølmiðla-
fiskeraði landsstýrismaður
seg kallaðan til at bera fram
í berari øði, tí hann ikki
slapp í sjónvarpið við tí
úrsliti, ið fíggjarnevndin
saman við okkum øðrum
var komin til.
Mær vitandi hava, hvørki
eg sjálvur ella nakar annar,
tikið nakað frá landsstýris-
manninum.
Tann loysnin, ið funnin
er, kravdi ikki nógvan
tekniskan førleika í fyrstu
atløgu, og als ongan peda-
gogiskan, so har var ikki so
nógv brúk fyri Bjarna
Djurholm.
Talan var fyrst og fremst
um ein góðan vilja, og um
skilagóðar
raðfestingar,
sum
landsstýrismaðurin
vónandi fer at lata vinnu-
málastýrið og landsverk-
frøðingin umsitað á skyn-
samiligan hátt.
Skilja
vit
landstýris-
mannin rætt, so heldur
hann seg eiga monopol upp
á tíðindastovnarnar, og tað
fatan hava helst fleiri havt í
fleiri ár. Antin tað er útvarp
ella tað er sjónvarp, vit
tendrað, so fáa vit júst
hendan landsstýrismannin
9 av 10 ferðum.
Nú er hann vorðin firtin,
tí hann ikki er komin upp á
10 av 10 ferðum.
Sjálvur fari eg at nýta
høvið til at takka øllum
góðum kreftum, íroknað
landsstyrismanninum, fyri
at vit eru komin á mál við
hesum íløgum.
Fjølmiðlafikseraður landsstýrismaður
BÓKAÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Hellan er ein skaldsøga,
men samstundis meira enn
tað. Hon sigur eina søgu,
men ikki uttan at seta
spurnartekin við trúarlív og
-læru hjá bæði leikum og
lærdum, og hon er í tráð við
vísdómsorðini sum Prædik-
arin ber fram, at einki er
nýtt undir sólini.
Upprunaliga er skaldsøg-
an svensk, skrivað av
svenska biskupinum Bo
Giertz (1905-1998), um
svensk kirkjulið í trimum
tíðarskeiðum, við góðum
hálvthundrað ára millum-
bili.
Søgan er um prestarnar í
sóknini, og viðurskiftini
teirra millum, og við fólkið
á staðnum. Vit fáa nógvar
góðar og rámandi persóns-
lýsingar, sum ikki eru
okkum ókendar, og vit fáa
fatan av, at gjøgnum allar
tíðir eru nakrir spurningar,
sum vit øll, meira og minni,
stríðast við, tó uttan altíð at
koma til sama svar.
Vit lesa eisini um, hvussu
prestar og onnur, bæði í
andaligari armóð og í yvir-
andaligheit, møta Guðs
náði, og fáa møguleikan at
byrja av nýggjum.
Hellan kann onkuntíð
órógva og arga okkara
moralsku áskoðan, m.a. tí
at onkur prestur kann
drekka sær eitt glas, men
helst er tað tilvitað, tí stórur
dentur verður lagdur á
treytaleysu náði Guðs, sum
hvørki er uppiborin ella
treytað av okkara gerning-
um, men júst er náði. Hetta
kann óiva av onkrum skil-
jast sum ein umbering fyri
ikki at ganga so høgt upp í
lívsførsluna.
At bókin í støðum kann
tykjast í so kirkjutrúgv, og
er ikki sørt litað av hug-
sjónum høvundans, tekur
ikki dýpdina og dygdina frá
henni. Hellan kann lesast
bert sum ein skaldsøga,
men hon hevur eitt hægri
mál, enn bert at stytta um
stundir. Hon kann lesast av
øllum, og øll hava brúk
fyri, og kunnu fáa gott av, at
venda teimum spurningum,
bókin tekur upp.
Bókin er álvarsom, men
avgjørt ikki keðilig at lesa,
tí hon er als ikki uttan
humor.
Samanumtikið ein sera
góð bók, viðkomandi og
hugvekjandi.
Og at vit hava fingið
hana á egnum máli, er bert
at fegnast um, og eg vil
mæla øllum til at lesa hana,
havandi í huga orð Paulusar
í 6. kapitli í Rómverjabræv-
inum.
Hellan - Eitt slag av eini andaligari trilogi
í einari bók!
Schandorff Vang
Eg havi fyrr funnist at
kringvarpsskattinum - og
harvið eini hækking av
sjónvarpsgjaldinum.
Tá heitti eg á mentamála-
ráðharran um at leggja ÚF
og SvF saman í ein stovn.
Hesa meining havi eg styrkt
eftir avgerð mentamálaráð-
harrans um at hækka hyggj-
aragjaldið og eisini eftir
viðmerking
Mikkjal
Helmsdals í bløðunum í
farnu viku.
Sjálvandi kunnu tey á
SvF ikki vera ónøgd við
eina hækking av hyggjara-
gjaldinum - eini meirinn-
tøku á umleið 5 mió. kr. -
uttan so mikið sum at rætta
hond frá síðu.
Sjálvandi leggur tað trýst
á stovnin. Umleið 2/3 skal
brúkast til loypandi tøkni-
íløgur, og kravi er enn um-
leið 3 mió. kr. fyri at halda
somu framleiðslu.
T.v.s. at hesar 3 mió. kr.
skulu brúkast til lønir - ella
hvussu?
Tí sama framleiðsla má
merkja tað sama sum líka
nógvar endursendingar og
líka nógv útlendskt tilfar.
Eg haldi als ikki vit
kunnu liva við hesum!
Ljóspunktið í viðmerking
Mikkjal
Helmsdals
er:
”…hevði niðurskurðurin av
bæði starvsfólkahópinum
og virkseminum verið so
ógvusligur, at rættast hevði
verið at tikið málið upp,
hvørt tað yvirhøvur gevur
eina meining framhaldandi
at hava eitt alment føroyskt
sjónvarp.”
Tað er júst tað!
Er yvurhøvur nøkur sum
helst meining at hava SvF
sum egnan stovn í framtíð-
ini?
Lat okkum nógv heldur
fáa lagt ÚF og SvF í ein og
sama stovn. Tað fyrsta vit
høvdu spart var ein stjóra-
løn, tað næsta er ein niður-
skurð í umsitingini til minst
2/3 av tí hon samlað er í
dag - og so eru bæði út-
varps- og sjónvarpsfólkini
før fyri at gera bæði sløgini
av sendingum (flestu hava
álíkavæl arbeitt á báðum
stovunum), og helst hevði
ikki verið neyðugt við øll-
um fólkunum, sum í dag
eru á stovnunum.
Munnu ikki einar 5 mió.
kr. longu vera spardar her?
Samanlegging
krevur
fleksibilitet hjá starvsfólk-
unum, men við víðkaðum
møguleikum fyri at breiða
seg fjølbroyttari, trúgvi eg,
at ein samanlagdur stovnur
hevði havt nøgdari starvs-
fólk - og størri møguleika
fyri at yvirliva við sama
samlaða hyggjara-/lurtara-
gjaldi, sum vit hava í dag -
og enntá kanska við nakað
minni.
Fleiri eru tey, sum høvdu
valt SvF frá um møguleikin
var fyri tí. Eg eri ein av
teimum heilt fáu, sum bert
havi SvF at taka til, men eg
eri fyri langari tíð síðan
vorðin troyttur av endur-
sending av endursending-
um, og uppafturtøkur av
sjónvarps raðsendingum og
gomlum filmum.
Hygg bara í SvF m.a. 14.
december, tá verður sendur
filmurin ”Eitt jólaævintýr”
og 15. december ”Tá jóla-
menn eru ringast”.
Nær vóru hesir filmar
sendir seinast?
Í fjør?
Eg meini tað!
Kringvarpsskattur - enn einaferð
Svenning Borg
Vágur
Tillukku við væleydnaða
skatta- og avgjaldspoli-
tikkinum, tit hava lovað
Føroya fólki skattalætta,
men ongin skattalætti er at
hóma, men eitt økt skatta-
trýst er veruleiki.
Sjónvarpsgjaldið, sum jú
er ein skattur, er hækkað úr
1500 kr.upp í 2000 kr.,
hettar skulu Føroyingar
gjalda, sjálvt um teir ikki
hyggja at SVF, tí teir hava
aðrar sjónvarpsstøðir at
hyggja at, og har halda teir
seg fáa meira fyri peningin.
Hví ikki lata føroyingum
hava frælsi til at velja sjálv-
ir, um teir vilja gjalda fyri
at síggja SVF, tað kann ger-
ast við at keypa ein kassa
og eitt kort frá SVF, tann
sum ikki er áhugaður at
hyggja at, tí sum SVF hev-
ur at bjóða, keypir sær ikki
henda kassa, og er tí ikki
tvingaðaur at gjalda fyri
nakað sum hann ikki hygg-
ur at.
Serstakliga góðar tíðir
hava verið í Føroyum nú í
nøkur ár, men hesar góðu
tíðir hava mest sum bert
verið fyri tað almenna, hjá
tí vanliga fólkinum verður
bara minni og minni eftir
av
hvørjari
forvunnari
krónu, sjónvarpsskatturin
er eitt talandi dømi um
hettar, nú arbeiðir føroy-
ingurin meira fyri tað al-
menna enn fyri seg sjálvan,
hetta má vera tað, sum sit-
andi samgonga kallar fyri
frælsi.
Til Føroya Landsstýri
Marjus Dam
Løgtingsmaður
Sambandsfloksins,
Vágarnar
Tíðin gongur og stórar
broytingar eru hendar við
farleiðini um Vestmanna-
sund.
Í dag verður seinasti túr-
urin sigldur, og sjóvegis
farleiðin avloyst av føstum
sambandi.
Sum ein av teimum, ið
hevur nýtt hesa farleið
nógv, fari eg at takka tykk-
um fyri eitt gott arbeiði. Tit
royndu altíð at gera tykkara
besta. Fyri tey sjúku vórðu
tit ein trygd, tá tit um
kvøldi og á náttartíð fluttu
sjúklingar um sundið. Ser-
stakliga minnast vit teir av
manningunum, ið fórust av
vanlukku.
Túsund tøkk og alt gott
ynskist tykkum framyvir.
Eg vil eisini nýta høvi at
ynskja tykkum eini Gleði-
lig Jól og eitt av Harranum
signað og gott Nýttár.
Tøkk til manningarnar
um Vestmannasund
Hvat vilja Astrup og
Javnaðarflokkurin?
Rúni Hentze,
løgtingsmaður
Fyrst í 90-unum flutti Før-
oya Banki alt sítt EDV-sam-
skifti til Danmarkar, og
vandi var fyri, at Elektron
var niðurlagt. Tá tók tingið
ta avgerð, eftir uppskoti frá
Finnboga Ísaksoni, at for-
bjóða at persónsupplýsing-
ar vóru fluttir av landinum.
Hetta forðaði fyri, at tann
vitan og tann førleiki sum
føroyingar høvdu uppbygt
fór fyri skeyti. Henda av-
gerð førdi eisini til, at Før-
oya Banki mátti flyta sítt
samskifti heim aftur. Eg
havi ikki hoyrt annað enn
rósandi orð fyri ta avgerð,
ið tá var tikin. Elektron
yvirlivdi og hevur ment seg
síðan eins og áður.
Fyri eini tíð síðan fái eg
eitt bræv sendandi frá Før-
oya Banka, sum spyr um eg
vil hava mínar flytingar
gjørdar gjøgnum eitt ið
kallast PBS í Danmark. Eg
helt tá, at hetta var ein løgin
spurningur. Hví skuldu
mínar rokningar knappliga
flytast
gjøgnum
eina
danska skipan? Tað fyrsta,
sum rann mær til hugs, var
tann, eftir míni fatan sera
ódámliga avgerðin, sum
Føroya Banki tók fyrst í 90-
unum, tá hann flutti alt sítt
EDV-samskifti av landi-
num.
“Er ætlanin nú aftur at
flyta EDV-virksemið av
landinum og taka grundar-
lagið undan Elektron?” var
mín fyrsti tanki. Tá eg har-
aftrat ikki var ónøgdur við
mína avgreiðslu í banka-
num, so sum hon var farin
fram, gav eg bankanum
boð um, at mínar flytingar
ikki skuldu gerast gjøgnum
PBS. Í seinastuni hevur tjak
verið í bløðunum um hetta
sama evni. Tað sum hevur
eyðkent kjakið er, at tað er
bankin, sum gjarna vil
sleppa av landinum við sín-
um virksemi. Eg havi ikki
lagt merki til nakra ónøgd
hjá kreditorum ella debitor-
um við verandi skipan.
Tvørturímóti hava kreditor-
ar givið til kennar, at teim-
um ikki dámar, at av-
greiðslan verður flutt.
Tað vil v.ø.o. siga, at tað
eru bankarnir og ikki kund-
arnir, sum vilja hava viður-
skiftini broytt. Mín spurn-
ingur er HVÍ. Í Fregnum
22. nov. fær Jørn Astrup
Hansen tað at síggja út,
sum um at orsøkin til at
flyta avgreiðsluna av landi-
num er at geva kundunum
eina betri tænastu. Men
seinni í greinini gevur hann
til kennar, at tað dreygar
seg um pengar, sum eru at
spara fyri bankan. Men
ringt er at fáa eyga á, hvar
sparingin er, og hvussu stór
hon er. Orðarætt sigur
hann: “Under V&T (Eek-
tron) har pengeinstitutterne
ikke hidtil beregnet sig et
særskilt gebyr for automat-
iske opkrævninger”. Út-
reiðslurnar hava ikki verið
størri enn so, at rentumar-
ginalurin hevur kunnað
borið útreiðslurnar. Víðari
sigur Astrup, at skal rentu-
marginalurin “fastholdes,
forudsætter det, at omkost-
ningerne ved betalingsfor-
midlingen inddækkes ved
gebyrer.” T.v.s., at eftir at
avgreiðslan er flutt av
landinum, verður neyðugt
at gjalda fyri flytingarnar
og tað má so aftur merkja,
at avgreiðslan verður dýr-
ari, og at hesi “gebyrer”
fara beinleiðis í danskan
EDV-stovn.
Hetta var so eitt sindur
um, hvussu eg sum vanligt
viðskiftafólk havi upplivað
støðuna.
Orðaskiftið á tingi um
fyrispurningin
hjá
K.
Magnussen um viðgerð av
persónsupplýsingum var,
sum eg upplivdi tað, meir
ein viðgerð av landsstýris-
manninum Høgna Hoydal
enn av málinum. Høgni
Hoydal vísti á, sakligur
sum altíð, at tingið fyri ein-
um ári síðan hevði samtykt
lóg, sum í § 16 sigur, at
meginreglan er, at persóns-
upplýsingar skulu varðveit-
ast og viðgerast í Føroyum.
§17 loyvir so nøkrum und-
antøkum eftir ávísum treyt-
um, um tann skrásetti og
dátueftirlitið geva loyvi. At
enda verður í hesi §
heimilað landsstýrismanni-
num at áseta reglur um
flutning av persónsupplýs-
ingum, herundir at steðga
ella avmarka flutningi til
útlond.
Eftir viðgerðini hjá rætt-
arnevndini av hesi lóg at
døma, er ongin ivi um, at
nevndin er samd um, at
byrgjast skal fyri,at pen-
ingastovnarnir flyta sítt
EDV-samskifti av landi-
num, men nevndin vil ikki
sjálv áseta í lógini, hvussu
hetta skal fremjast, men
áleggur landsstýrismanni-
num at gera hetta við kunn-
gerð.
Tá so Høgni Hoydal skal
fremja henda vilja tingsins
í verki, eru javnaðarmenn í
øðini og leggja Høgna Hoy-
dal undir at taka tingið av
ræðið! Vit vita, at trýstið frá
peningastovnunum er hart
at sleppa av landinum við
EDV-samskiftinum, ja so
hart, at tá dátueftirlitið
noktaði
bankunum
at
fremja hesa ætlan, bleiv
trýst lagt á henda stovn, so
hann at enda mátti geva
loyvi. Hetta virkar eitt sind-
ur ódámligt og minnir ikki
sørt um støðuna í 1994. Hví
peningastovnarnir eru so
altráir at flyta sítt samskifti
av landinum er líka óskilj-
andi í dag sum fyrst í 90-
unum. Hvør so enn orsøkin
er, tykist tað løgið, at javn-
aðarflokkurin so heilhjart-
aður setir tingsins vilja til
viks til frama fyri eina
ógvuliga ivasama banka-
ætlan, sum kanska kann
føra til, at okkara egni data-
stovnur bert verður ein rein
avgreiðsluskipan.
Hesin
stovnur sum eftir míni
meining hevur víst stórt
hegni og nýskapan. Onki er
at ivast í, at hesin stovnur
kann vera eitt gott íkast til
menning av eini framtíðar
KT-vinnu í Føroyum.
C
M
Y
K
13
12