mikudagur 11. desember 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 11. desember 2002
15
Robert Thomassen og Jan Erik Simonsen
Edvard Joensen, Rósa Samuelsen, borgarstjóri og Jan Müller, blaðstjóri
vera ein partur av tykkara
nærumhvørvi hvønn dag í
vikuni. Harvið koma tit
eisini øllum Føroya fólki
meira við og øvugt. Nýggi
tunnilin ger landið minni
og vónandi kann nýggja
blaðdeildin eisini vera eitt
íkast til tað sama. Eins og
Vágatunnilin bindur saman
Vágoynna og restina av
Føroyum, vil Vágaredak-
tiónin binda saman vága-
fólk og restina av fólkinum.
Blaðstjórin á Sosialinum
vísti eisini á tann týdning,
sum Vágoyggin hevur sum
knútapunkt millum Føroyar
og umheimin. Eini 150.000
fólk ferðast árliga um flog-
vøllin, og her liggja mangar
søgur og tíðindi hvønn tann
einasta dag. Tað eru m.a.
tey, sum blaðið eisini vil
troyta. Hann krógvaði so
heldur ikki, at blaðið vil
vera meira sjónligt kring
landið fyri at kunna fáa
fleiri lesarar. - Kunnu vit
við hesi deildini vísa tykk-
um og tykkara gerandisdegi
størri ans, so vóna vit
sjálvandi eisini, at tit fara at
vísa blaðnum størri áhuga.
Vit hava brúk fyri hvørjum
øðrum. Vónandi hava vit
við hesum stigi víst, at vit
vilja gera orð til veruleika.
Eisini
nevndarfor-
maðurin hjá Sosialinum,
Eyðfinn Jacobsen takkaði
fyri stórfingnu móttøkuna.
Sjálvur er hann vágamaður,
so hann kundi ikki dylja
fyri, at júst henda seinasta
redaktiónini í røðini var
kanska tann, sum hann var
mest fegin um. Tó legði
hann stóran dent á, at
blaðið tekur stig til at gerast
meira sjónligt úti um
landið.
-Blaðið
og
blaðfólkini á Sosialinum
hava eina skyldu til at vera
har fólk búleikast, og tað er
ikki bara í høvuðsstaðnum.
Kann hetta tiltakið vera við
til at gagna demokratisku
tilgongdini her á landi, so
hevur blaðið gjørt okkum
øllum
ein
beina
helt
nevndarformaðurin fyri.
Sjúrður Poulsen, Hans Pauli í Horni og Hervør Hergudóttir
Blaðstjórin bjóðar foreldrunum hjá blaðmanninum á Vágaredaktiónini vælkomnum
Vágatingmaðurin Jóannes Nielsen, vælhýrdur á nýggju Vágaredaktiónini
Eisini umboð fyri løgregluna í oynni stakk inn á gólvi´ð
15
14
Nr. 238 - 11. desember 2002
FJØLMIÐLAR
Myndir: Jens K Vang
Nærum hálvtannað hundr-
að vágafólk leitaðu sær
týsdagin til hátíðarhaldið í
snotuligu
og
vælrøktu
kommunuhúsunum
í
Sandavági, tá Sosialurin lat
upp blaðredaktión í ovaru
hæddini. Har vóru fólk úr
øllum búplássunum í oynni
og umboðandi nærum øll
yrki, frá arbeiðsfólki, hand-
verkarum, fólki í framleið-
andi vinnuni, fólki frá
handilslívinum, kommunu-
stýrislimir, fyrrv. og nú-
verandi tingmenn, prestur,
løgregla, pensionistar osfr.
Sosialurin hevur tikið
stig til at leiga eini stór og
rúmlig høli frá Sandavágs
kommunu í kommunu-
húsunum, sum eisini húsa
kommunuskrivstovuni,
læknaviðtaluhøli og sjúkra-
kassa. Í fyrsta umfari fer
blaðmaðurin Edvard Joen-
sen at standa fyri arbeiðin-
um á redaktiónini, men ætl-
anin er eisini, at onnur fólk
frá hinum redaktiónunum
hjá Sosialinum kring landið
skulu arbeiða har, tá tørvur
er á tí.
Nógv varð gjørt burtur úr
til móttøkuna, nú ein før-
oyskur fjølmiðil fyri fyrstu
ferð í Vága søgu letur upp
sjálvstøðuga deild í oynni.
Hotel Vágar hevði dekkað
búgvið borð og Vakstrar-
húsið í Sandavági prýddi
hølini við blómum og
plantum. Alt gekk uppá stás
og vóru fólk á einum máli
um, at hetta er eitt sera
skilagott tiltak.
Jan Müller, blaðstjóri
beyð vælkomin og takkaði
fyri tann sera stóran áhug-
an. Hann helt fyri, at
Sosialurin ynskti eisini at
vísa Vágoynni og vágafólki
størri áhuga. Við hesi
redaktiónini hevur blaðið
fingið blaðdeildir í øllum
teimum stóru plássunum
kring landið: í Suðuroynni,
í Norðoyggjum, í Eystur-
oynni og nú loksins í Vág-
um. Næsta málið vil so
verða Sandoyggin. Hetta er
so partur av strategiini hjá
blaðnum at koma út í
hvønn krók av landinum.
Blaðstjórin fegnaðist um
tann sera stóra blíðskapin
og beinasemið, sum blaðið
møtti í oynni og her ikki
minst í kommunuhúsinum,
frá borgarstjóra og skrivara
og fólkinum har. Hann rósti
teimum fyri eina skjóta og
positiva viðgerð av ynskin-
um um at fáa innivist og
ivaðist ikki í, at tann sann-
roynd, at eitt blað hevði
fingið skrivstovu í bygdini
eisini fór at hava "av-smitt-
andi" ávirkan á lívið í
økinum.
- Tað kann kanska tykjast
øvugt, at vit lata upp re-
daktión í Vágum um somu
tíð sum tunnilin letur upp
og tað verður skjótt og lætt
at koma vestur. Men nýggja
tøknin gevur okkum eina-
standandi møguleikar at
arbeiða her vesturi frá. At
vit eru so heppin, at eitt av
okkara blaðfólkum býr her,
gevur bæði blaðnum og
blaðfólkinum góðar um-
støður
og
møguleikar.
Hvussu gjarna vit sum
fjølmiðil í høvuðsstaðnum
enn vilja vísa bygdunum
ans og virðing, so verður
tað ongantíð fullgott, um tú
ikki hevur fólk á staðnum
segði Jan Müller, sum eis-
ini vísti á týdningin tað
hevur hjá Vágafólki at
kunna støkka inn á gólvið í
Sandavági við heilsanum
og myndum, lesarabrøvum
og tilfari til blaðið sum
heild. Teimum nýtist ikki at
brúka postverkið ella koyra
til Havnar. -Vit vilja fegin
Vágafólk fegnast um nýggju
blaðredaktiónina hjá Sosialinum
Eivind Gudmundsen, fremst, og Osmund Joensen
Durita Jacobsen, Rósa Samuelsen og Eivin Jacobsen
Jan Müller og Edvard
Joensen á nýggju og sera
rúnmligu og snotuligu
blaðdeildini í Sandavági
C
M
Y
K
14