Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. desember 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 238 - 11. desember 2002 Nr. 238 - 11. desember 2002 17 Jól eru bara einaferð um árið, men stendur valið millum Eivør og jólamannin, er lítið at ivast í, hvat konsert- fólkið tekur fram um, tá ið jólamánaðin kemur aftur um eitt ár Orð: Eyðun Klakstein Myndir: Tom Laursen – Hey, hallo. Vit skulu hava eina ljóðroynd við Eivør. Ljóðmaðurin rópar á brúnni, nú hann hevur skrúvað knøttar, so kórið á konsertini fer at ljóða væl. – Hvar er Eivør, spyr onkur niðri í salinum. – Hon er uppi á. Klokkan er farin at nærk- ast átta, og út i í gongini standa fólk spent og bíða eftir at sleppa innar at lurta. Høvið er jólakonsert við Eivør Pálsdóttir, og pallurin er í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. – Steingrund, vit hava bara fimm minuttir. – Ja, men hetta mugu vit hoyra. Spæl okkurt saman við henni. Eg eri klárur. Og so ljómar fagrasti jólatónleikur alt í einum. Eivør og Felagskórið Gøta/Leirvík tríva í ein sang saman, og tað skal ikki skrúvast og flytast nógv, fyrr enn ljóðmaðurin er nøgdur. Klokkan er nakrar min- uttir í átta. – Eivør, ert tú nøgd, spyr maðurin á brúnni. – Ja. – Tað eri eg eisini. So er leyst og liðugt. Ei- vør og hinir sangararnir fara úr salinum, og so verða dyrnar í hinum endanum latnar upp, so fólkið kann streyma innar at finna sær sessir. Stríð um eyguni Nógv fólk er komið í snotu- liga Mentanarhúsið í Fuglafirði hetta kvøldið í desember mánaði. Myrka og kalda vetrarveðri skapar góðan karm um jólakon- sertina, men inni í húsinum er hvørki kuldi ella myrkur. Har er lagt í eldin til eina stórsligna konsert við evna- ríku songkvinnuni úr Gøtu, sum hevur ferðast úti og heima og hugtikið fólk. Eivør Pálsdóttir. Hóast talan er um blað- unga kvinnu, ljóðar navnið longu sum nakað heilt ser- stakt í mongum knokki her á landi. Nakað sum hevur verið har leingi. Nakað sum øll vita um. Her er ein kvinna við eini undurfagr- ari rødd. Ein sannur song- fuglur. Eivør hevur seinastu árini havt jólakonsertir, og tær hava verið nakað serstakt. Fólk eru farin hugtikin heimaftur, og tað eru kanska royndirnir av hesum konsertum sum gera, at fólk hava so góðan hug at leita aftur til jólakonsert við Eivør. Eivør er ikki meira enn farin úr salinum eftir ljóð- royndina, tá ið hon kemur inn aftur. Nú er hon í fylgi við trimum íslendskum tónleikarum, sum skulu spæla undir hjá henni. Gittarspælarin minnir um ein blíðsníðaðan fólka- skúlalærara, sum hevur for- sovið seg, tá ið hann válar inn á pallin, men tað er meira enn »Ása sá á« á skránni, tá ið hann fer at spæla. Og soleiðis er eisini við hinum báðum monnun- um. Teir eru dugnaligir tón- leikarar og ikki minst bass- spælarin, Birgir Bragarson, hevur eina dragandi megi. Hann livir seg fullkomiliga inn í tónleikin, strálar av spæligleði og gevur stund- um Eivør – stjørnuni sjálv- ari – dyst um eyguni í sali- num. Fitt og friðarligt Eitt bland av egnum sang- um, jólasangum og sálmum er á skránni hetta kvøldið. Tað er vakurt, mjúkt og hugtakandi. Alt frá teimum kendu sangunum til teir minni kendu, sum Eivør sjálv hevur skrivað. Eina løtu fær Eivør hjálp frá Felagskórinum Gøta/- Leirvík, og tað riggar óføra Dragandi og hugtakandi væl. Eivør dugir bæði at draga nakað í land, so kórið sleppur fram at, men hon nýtir eisini onkur høvi til at leggja seg frammarliga í myndina sum tann opinlýsi solisturin. Pie Jesus kemur rættiliga í hæddina, og áðr- enn fólk verða send út úr salinum at leska sær á við kaffi og rísgreyti, syngja Eivør og kórið sálmin Halga Nátt – yndisligt og reint. Stílurin á konsertini er ikki at fara skeivur í. Tað skal vera passaliga stilt, hó- ast onkur uppøsing er at hóma á pallinum. Eg rósu upp sá næla stendur sera sterkur í myndini. Eivør sang hendan sangin framúr væl – sum hon annars gjørdi alla konsertina – og teir frálíku tónleikararnir á pallinum komu rættiliga til sín rætt, tá tónleikur gjørd- ist eitt sindur meira lívligur og svingandi. Kanska var tað bara hetta, tú saknaði eitt sindur á hesi frálíku konsert. Kanska kundu ein ella tveir sangir afturat ver- ið, har ferðin var eitt sindur hægri. Skrivar sjálv Eivør hevur dirvið. Hon dugir at hertaka salin, at liva við í tónleikinum og smitta áhoyrararnar við síni avlopsmegi. Hon torir eis- ini at brúka sína egnu sang- ir. Og tað er eingin orsøk at smæðast. Eivør skrivar góð løg, og hon dugir eisini at seta orð á sína tankar og kenslur. Hon spælir fleiri av sín- um egnu sangum, og hon endar konsertina við einum spildurnýggjum lagi. Hon tekur til, at lagið kanska ikki er liðugt enn, men hon vil royna at spæla tað. Og tað gera hon sannførandi. Enn eitt hugtakandi lag, ein tekstur, sum ikki fjalir út yvir nakað, hóast heitið ikki er sett á feska sangin enn. Eivør er eitt upplivilsi, hvørja ferð hon er á palli- num. Hon er sum eitt gos- fjall, tá hon er á palli saman við rockbólkinum Click- haze, og hon er sum tann ein litføgur fløta, tá hon sum hetta kvøldið syngur teir friðarligu jólasangirnar. Dragandi, hugtakandi og fjølbroytt. Jól eru bara einaferð um árið, men stendur valið millum Eivør og jólamann- in, er lítið at ivast í, hvat konsertfólkið tekur fram um, tá ið jólamánaðin kem- ur aftur um eitt ár. Eivør og Birgir vóru dragandi og fangandi á pallinum Eivør saman við kórinum. Tey sungu tveir sangir saman Ein fittur flokkur av gentum settu eitt flott punktum á konsertini, tá tær gingu Lucia- gongd og sungu saman við Eivør Gittarspælarin Edvarð Lárusson spældi sum hinir báðir landsmenninir á pallinum – Petur Gretarson og Birgir Bragarson – framúr væl Áhoyrararnir vóru nógvir í tali Ein framúr songkvinna, men eisini ein dugnaligur komponistur C M Y K 17 16