mikudagur 11. desember 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 238 - 11. desember 2002
Nr. 238 - 11. desember 2002
19
Fólk, ið fáast við siða-
bundi handverk í
Føroyum, eru ikki í
iva um, at føroyskt
handverk kann fáa
eina bjarta framtíð.
Hetta varð staðfest
eftir stóra stevnu í
Íslandi, har føroyskt
handverk og ikki
minst føroyski
báturin skaraðu
framúr
STEVNA
Heri á Rógvi
Tað ber ikki til at siga ann-
að enn, at føroysku luttak-
ararnir á West Northern art
and craft framsýningini í
Íslandi. Framsýningin, sum
óivað eisini kann kallast
fyri ein stevna, varð hildin í
Laugardalshøllini í Reykja-
vík í døgunum 20-25 nov-
ember.
Sum navnið eisini sigur,
so snúði stevnan seg um
handverk – listahandverk
av øllum sløgum.
Tiltakið varð hildið á
fyrsta sinni, hóast okkurt
líknandi hevur verið fyrr.
Stevnan varð hildin í
Reykjavík, men tað var
Akureyrar kommuna, ið
eigur heiðurin fyri at fáa til-
takið upp á beinini.
À stevnuni varð dentur
lagdur á Útnorður londini
Føroyar, Íslandi og Grøn-
land. Hesi trý londini fingu
mesta gólvplássið.
Hini luttakandi londini
vóru: Kanada (North Terri-
tory), Norra, Svøríki, Dan-
mark, Finnland, Áland og
Baltisku londini.
Stevnan hevði í alt um-
leið 10.000 vitjanir, og
semja var um, at tiltakið út-
frá skuldi endurtakast.
Føroyska ferðalagið taldi
sekstan fólk. Tær fýra,
Randi Vang, Poula Søren-
sen, Jórun Vang og Anna
Louis Joensen hava tikið
alla fyrireiking í sambandi
við ferð og stevnu upp á
seg. Fyrireikingarnar fóru
ígongd fyrst í juni mánaði,
greiða tær frá, tá vit hittast
til eitt prát í hugnaliga um-
hvørvinum í kjallarinum í
Tilhaldinum í Havn.
—Tað hevur verið gjørt
út av áhuga. Tað hevur ver-
ið strævið, og illa hevur
gingið at fingið nakran
stuðul, siga tær.
Øll handverk
Í allar mátar legði stevnan
dentin á at vísa eitt so breitt
úrval av handverk og hand-
verkslutum sum gjørligt.
Tey ymsu londini høvdu
sjálvandi ógvuliga nógv
ymiskt at sýna fram.
Nógvir lutir á stevnuni
vóru eisini til sølu.
Frá føroysku fyrireikar-
unum frætta vit, at flest øll
høvdu hug at rósa føroying-
ar. Ikki minst fyri klædna-
pløggini.
—Hyggja vit eftir prísun-
um, so vóru vit langt eftir
tey baltisku londini. Men
fyri desing og góðsku fingu
vit góð skoðsmál.
Eitt nú varð havt á orði,
at føroyingarnir vóru langt
frammanfyri íslendingar-
nar.
Hyggja vit eitt sindur eft-
ir, hvørjir føroyingar vóru
við, so var eisini her lagt
dent á breiddina.
Miðpunktið á føroyska
bátinum var føroyski bátur-
in. Feðgarnir Marius Clem-
entsen og Jóan Petur Clem-
entsen høvdu strekt kjølin á
einum báti, áðrenn teir
komu og á stevnuni arb-
eiddu teir so við at gera bát-
in lidnan.
Elisabeth Kruse og Guð-
run Ludvig eru báðar
designarar, og tær sýndu
nakað av teirra nýggjasta
fram. Tær vístu bæði vørur
úr skinni og bundnar vørur.
Inga Maria Vang og Anna
Mortensen og Dania Dan-
ielsen frá Pau vístu moder-
nað klædnapløgg úr ull.
Susan Johansen og Mi-
kala Gullklett høvdu hond-
Føroyskt handverk vakti
Feðgarnir Jóan Petur og
Marius Clementsen
høvdu strekt kjølin á
hesum føroyska
bátinum, áðrenn teir
komu til Íslands. Teir
dagarnar, framsýningin
vardi, smíðaðu teir
bátin. Fólk fingu so
møguleikan at síggja í
verki bátasmíð
handverkið í Føroyum.
Við sær aftur til Føroya
høvdu teir tvær
bíleggingar — frá
tveimum konum úr
Norra og Íslandi.
À myndini sæst økið, ið før-
oyingar fingu at húsast á
stevnudagarnar. Hundrað
fermetrar vórðu tillutaðir
føroyska partinum av tiltaki-
num.
Ása Hátun vakti kanska
meira enn nakar annað ans
av føroyingunum í Íslandi.
Hon sýndi fram nógvar av
sínum egnu lutum, og hon
helt ein fyrilestur um før-
oysku ullavinnuna í Føroy-
um. Sagt verður, at hon rún-
arbant stóran skara í Lauger-
dalshøllini við sínum egna
stíli.
ans í Íslandi
Dania Danielsen t.v. og Anna Mortensen frá Pau sýndu fram á stóru framsýningini í
Íslandi. Tær eru vorðnar kendar í Føroyum fyri teirra design og vørur.
Guðrun Ludvig sýndi veitslukjólar og annað fram, ið hon formgevur og bindur sjálv
Súsan Johansen (avmyndað) og Mikala Guldklett sýndu fram bundnar barna-
troyggjar, ið tær báðar hava latið úr hondum
bundnar barnatroyggjur við
sær til Íslands.
Borgny Patursson og
Diana Borgnyardóttir frá
Snælduni vístu ymiskt hjá
teimum fram.
Andras Joensen sýndi
fram húsarokkar og aðra
trælist. Sjúrður Poulsen
vísti prýðislutir úr horn og
træ, ið hann hevur gjørt.
Prýðislutir úr silvuri frá
Finni Olsen og 3´aranum
vóru eisini við.
Ein tann best umtókta á
allar stevnuni var Ása
Hátún. Hon bæði vísti
fram, lærdi frá sær og helt
fyrilestur um siðvenjuna
innan ullavinnuna.
Høvuðsyvirskriftirnar í
fyrilesturinum vóru hesar:
Um mentanarliga førningin
frá forfedrunum, søguliga
og handaliga. sum í tídini
eftir 2. veraldarkríggj var
hóttur. Men sum nú í
nýggja ártúsundinum tykist
at vera í sterkari menning,
sum henda stevnuframsýn-
ing bar bod um.
Báturin
Sum nevnt vóru feðgarnir
Jóan Petur og Marius
Clementsen við á stevnuni
fyri at vísa føroyskt báta-
smíð.
Teir vaktu kanska meira
enn nakar annar ans. Tá
íslendska Morgunblaðið, ið
er mest lisna blaðið í Ís-
landi, var á vitjan, so valdi
blaðið at fokusera uppá før-
oysku feðgarnar. Áhugin
frá stevnugestunum bilar
heldur einki.
Við sær aftur til Føroya
høvdu teir báðir tvær bí-
leggingar. Ein kona úr
Norra og ein kona úr Ís-
landi vildu hava teir báðar
at smíða sær bátar.
Hóast tað kravdi nógva
tíð og nógva orku, so eru
teir føroysku fyrireikararnir
ógvuliga væl nøgdir.
—Vit sóu serliga, hvussu
stórur áhugin er fyri før-
oyskum handverki, og hvør
dygdin á handverkinum er.
Útfrá áhuganum at døma,
so er eingin ivi um, at før-
oyskt handverk og føroyski
lutir kundu sligið ígjøgnum
uttanlands, um rætt varð
borið at, siga føroysku fyri-
reikararnir.
Tær ynskja at takka Fitur,
Nora, Nordisk Ministerråd,
Atlantic Airways og Norð-
urlandahúsið fyri stuðulin.
Her eru nakrir av lutunum hjá Ásu
Hátún avmyndaðir. Hóast hon er
komin væl til árs, so smæðist hon ikki
burtur við at royna nýggjar leiðir.
C
M
Y
K
19
18