mikudagur 11. desember 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 238 - 11. desember 2002
Nr. 238 - 11. desember 2002
21
MINNINGARORÐ
Jona Henriksen
Tað er ikki lætt at skriva
um pápa okkara, og um tað
stríð og alla ta orku, hann
ofraði innan arbeiðararørsl-
una. Men við øllum, sum
vit sóu, at hann avrikaði,
hevur hann sanniliga uppi-
borið at vera mintur við eitt
slíkt høvi av okkum, sum
stóðu honum nær.
Babba, sum vit øll systk-
ini kallaðu hann, misti páp-
an bert 3 ára gamal. Hann
doyði av gasseitran umborð
á "Surprise", sum Vágs-
botnhandilin átti. Abbi
hansara, Palli í Skotinum,
gjørdist sjúkur av heila-
bløðing umborð á hesum
sama skipi.
Einkjurnar vóru
hetjurnar
Fyri stuttum var eg á eini
samkomu, har ein setti
spurningin, hví ongir minn-
isvarðar vórðu reistir yvir
sjómannaeinkjurnar sum
eina
viðurkenning
fyri
teirra
ómenniskjansliga
stríð. Hetta er ein góður
spurningur, sum eg eisini
taki fult undir við.
Í heiminum á Áarveg-
num vóru fýra smábørn og
ein mamma, sum mátti út at
arbeiða fyri at lívbjarga
teimum. Mamman, Ange-
lica, arbeiddi úti í Havn á
apotekinum, har hon vask-
aði fløskur. Afturat hesum
fekk hon sær bindimaskinu
at binda fyri fólk. Fyrsti av-
dráttur til bindimaskinuna
var fingin inn við sjónleiki.
Síðan guldu tey avdráttir-
nar so við og við. Bindi-
maskinan var fíggjað av
einum grunni, sum Dahl
próstur hevði ábyrgdina av,
og babba fortaldi, at hann
sjálvur fór út í Sandagerð at
gjalda avdráttirnar.
Sigast skal, at hóast
trongar umstøður, so megn-
aði mamman at gera tað
hugnaligt
fyri
børnini.
Fyrst í 20. øld kom jólatræ-
ið til Føroyar. Tey vóru til
sølu, men fá høvdu ráð at
keypa. Men mammurnar
pyntaðu ymist í húsinum í
staðin fyri jólatræ. Omma
hevði ein stóran garnvind-
ara. Og hon klæddi hann
við mosa og lyngi. Síðan
hongdi hon jólapynt á og
setti ljós í. Altíð royndi hon
at hava okkurt smávegis til
gávur. Tað er óneyðugt at
siga, at hetta bjargaði jól-
ini!
Babba dámdi væl at
spæla sum aðrir dreingir.
Serliga stuttligt var at vassa
á Eystaruvág, og hetta førdi
sjálvsagt karm við sær.
Dreingirnir plagdu at fylgja
honum heim at vita hvat
mamman segði, tá hann
kom heim við karmi. Men
hon tók væl ímóti honum
hvørja ferð. Eisini tá hann
kom heim aðru og triðju
ferð í sama skili. Men triðju
ferð varð hann koyrdur í
song, tí nú vóru ikki fleiri
klæði at fara í.
Babba dámdi væl at
ganga í skúla, og við sein-
astu roynd fekk hann virð-
isløn frá skúlastjórnini.
Ikki ráð at taka
úbúgving
So var skúlin liðugur og
hvat so? Babba hevði stór-
an hug til sjógvin, men
mamma hansara orkaði
ikki at lata hann fara tann
vegin. Orsøkin var, at sjálv
hevði hon mist pápan sum
trý ára gomul. Hann fórst
undir Íslandi við "Løwen-
ørn" í 1882. Síðan misti
hon sum umrøtt sjálv
mannin, tá børnini vóru
smá.
Babba vildi ikki ganga
henni ímóti. Tey vóru sera
góð alt lívið, og tað var
altíð eitt serligt samband
teirra millum. Hann var
inni hjá henni hvønn dag,
og kundi hann ongatíð
takka henni nóg mikið fyri
hennara stríð og strev.
Babba var sera hegnigur.
Men ikki vóru ráðini til
eina lærlingutbúgving, so
tað var ikki annað at gera
Hugleiðingar um
J. P. Henriksen
Hugleiðingar um pápa okkara Johan Pauli Henriksen
á 100 ára degi hansara 2. desember 2002
Frá silvurbrúdleypinum 15/11-48. Ovast frá vinstru: Arnold, Jona, Kirstin, Andrias. Fremst frá vinstru: Jákup, mamma og babba
enn at fáa sær eitt lønandi
arbeiði.
Hann fekk pláss í Sápu-
húsinum, og var hann har í
7 ár.
Sofía Joensen, sum var
stjóri har, var eisini kassa-
meistari hjá sjúkrakassan-
um. Babba, sum hevði evni
fyri bókhaldi, hjálpti henni
við hesum, og fekk hann
stóran ans fyri sjúkrakass-
an. Hann gjørdist nevndar-
limur og seinni formaður
fyri framhaldskassan.
Seinni fór hann at ar-
beiða á meiarínum, har
m.a. tók mjólkaroyndir. Her
arbeiddi hann eisini saman
við Rasmus á Háskúlanum,
eitt annað stórmenni í Før-
oyum. Hansara lívsstarv
gjørdist tó á Havnaskriv-
stovuni, har hann arbeiddi
sum bókhaldari í meira enn
30 ár, og her fekk hann eis-
ini besta ummæli.
Bergtikin av arbeiðara-
rørsluni
Tá kongligi handilin varð
avtikin í 1856 broyttist tíðin
nógv frá einum bóndasam-
felag til eitt fjøltáttað ídn-
aðarsamfelag.
Menn fingu sær skip,
ofta vóru tað handilsfyri-
tøkur, sum gingu á odda
her. Húskallarnir fóru til
skips við teimum. Fiskaar-
beiði gav nógv arbeiði til
heimafólkið. Onkur vega-
stubbi varð gjørdur, og
munaði hetta eisini væl.
Arbeiðsmenn høvdu bert
seg sjálvar at líta á, og
longu í 1876 royndu ar-
beiðsmenn at skipa ein
felagsskap at verja síni
rættindini og at tryggja sær
betri kor. Teir stovnaðu
felag, ið nevndist Thors-
havns
Arbejderforening.
Henda roynd kom ongantíð
at virka av álvara, tí hon var
sligin niður við harðari
hond av afturhaldinum og
fíggjarligu
yvirstættini.
Nakrir menn mistu arbeiðið
og fingu tað ikki aftur.
Smeiturin var so dyggur, at
arbeiðararnir vágaðu sær
ikki at gera nakra roynd
fyrr enn 40 ár seinni, tá
Havnar Arbeiðsmannafelag
varð sett á stovn 16.januar
1916.
Hjarta fyri
arbeiðarum
Hetta hendi, tá babba var
um konfirmeringsaldur, og
hann fekk frá heilt ungum
árum hug at gera sítt til at
bøta umstøðurnar hjá ar-
beiðarum. Og fekk hetta
hann inn í arbeiðararørsl-
una.
Tað var eisini ofta heitt á
hann til ymsar uppgávur,
og hetta førdi hann inn í
sovæl
kommunu-
sum
landspolitikk.
Í
býráðsarbeiðnum
gloymdi hann heldur ikki
hvønn hann umboðaði. Eitt
av hansara avrikum var, at
tað gjørdist møguligt at
keypa grundstykki uppá
avbetaling. Tað vóru jú
ringar tíðir hjá arbeiðs-
monnum
við
nógvum
arbeiðsloysi tá í tíðini og
ikki minst undir krígnum.
Hetta gjørdi tað sera trupult
hjá arbeiðsmonnum at fáa
síni egnu hús, men við
umrøddu treytum gjørdist
hetta munandi lættari.
Tá 1 oyra verkfallið var,
fekk babba í uppdrag at
fara til amtmannin at fáa
hann at kalla tingið saman.
Hetta eydnaðist og semja
spurdist burtur úr.
At standa á odda hjá
arbeiðarum var nakað sum
kravdi sín mann, og ofta
kundi ágangurin vera stór-
ur. Men hetta dugdi babba
eisini at taka sum ein mað-
ur.
Roknaði amtmannin
av
Hóast "bert" vanliga skúla-
gongd, so var babba ein
meistari í tølum. Til eitt
løgtingsval hevði hann
roknað út, at javnaðarflokk-
urin hevði fingið ein mann
eykavaldan í Suðurstreym-
oy. Men tá boðini komu frá
amtmansborgini, sum av-
greiddi val tá, var eingin
valdur. Babba setti seg í
samband við valumsiting-
ina, og at enda var hann
biðin um at koma niðan til
amtmannin. Og endin var,
at babba hevði rætt, og at
hann var valdur. Og úrslitið
varð rættað samsvarandi.
Babba tók ímóti kongi, tá
hann var í Føroyum í 1952 í
samband við 100 ára dagin
fyri, at løgtingið var endur-
reist. Tá fekk hann í boði
riddarakross, men sum
rættur javnaðarmaður segði
hann nei takk. Hann fekk at
vita, at í Danmark vóru
javnaðar
borgmeistarar
byrjaðir at taka ímóti
"krossinum". Men tað legði
hann ikki petti í. Hann
skuldi so ongan hava.
Babba var ein góður og
umhugsin
pápi.
Hann
signaði okkum hvørt kvøld.
Hann vildi fegin, at vit tóku
víðari skúlagongd, men tað
var heilt upp til okkum hvat
vit gjørdu.
Mamma og babba vóru
sera lesandi fólk, og tí vistu
tey eisini nógv. Tað var
eisini tosað við okkum
børn um tað, sum lisið
varð, og hetta kjakaðust vit
øll um.
Mamma var ein sera
góður stuðul hjá babba, og
hesum duldi hann ikki fyri.
Eg minnist babba við
virðing sum eitt stórt og
hjartagott menniskja, sum
hevði hjarta fyri øllum.
J.
Johan Pauli sat á tingi í fleiri ár
Býráðið frá 65-68. Johan Pauli fremst nr. 2 frá høgru. Myndin er tikin í 66, tá Havnin gjørdist sjálvstøðug kommuna
Tá Johan Pauli Henriksen tók ímóti kongi í 1952
C
M
Y
K
21
20