mikudagur 11. desember 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 11. desember 2002
23
Meðan summi runnu
undir Vestmanna-
sund, nýttu fýra
svimjarar høvið til at
kappsvimja millum
Vestmanna og Oyrar-
gjógv
SVIMJING
tíðindaskriv
Sum ein partur av tiltakin-
um »Opið undir Sundi«
varð eisini skipað fyri
svimjing um Vestmanna-
sund. Tá byrjað var at tosa
um at svimja yvirum, vóru
fleiri, ið ætlaðu sær við,
men m.a. kuldi og ein
svimjikapping í Klaksvík
gjørdu,
at
svimjararnir
blivu bara fýra.
Áðrenn kappingina var
eitt sindur tosað um hitan í
sjónum, um tað ikki var ov
kalt, nú á hávetri, men hetta
vísti seg ikki at vera nakar
trupulleiki,
svimjararnir
søgdu seg ikki merkja til
kuldan, kanska heldur hin-
vegin.
Tá svomið verður um
firðir og sund, er alneyðugt
at hava eina drakt ið bæði
er løtt at svimja í, og sum
eisini heldur hitanum. Allir
svimjararnir høvdu draktir
av tí slagnum, sum verða
brúktar til triathlonsvimj-
ingar á sjónum, og hóast
hesar bara eru 3 mm tjúkk-
ar, so bilaði kuldin sum
sagt ikki.
Hvør svimjari skuldi
sjálvur skaffa sær bát, við
minst skipara og lívbjarg-
ara umborð, hetta fyri at
trygdin skuldi vera í lagi.
Vestmannabátar fylgdu
við svimjarunum, og vóru
tað staðkendir og streym-
kendir menn, ið førdu bát-
arnar, nakað ið er eins týdn-
ingarmikið og tað at svimj-
arin er væl fyri.
Byrjað var kl 11:30 við
Norðurgjógv, nakað sunnan
fyri Vestmanna. Kyrrindir
vóru, og tí bar til at leggja
beint á sundið, og ikki kann
sigast annað enn at hetta
hepnaðist sera væl, tí allir
svimjararnir komu yvirum,
tveir teir fyrstu svumu beint
á Oyrargjógv, meðan hinir
báðir komu á land eitt
sindur syðri á, og runnu
teinin til ferjuleguna, har
málið var.
Úrslitið av svimjingini
um sundið var hetta:
Kappingin um at
gerast sterkasti
talvútisetin stendur í
ár millum John Arna
Nilssen og Eyðun
Nolsøe
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Árliga kappingin um at
finna besta talvútiseta á
flatlondum, er nú komin
langt áleiðis. Bert tveir
telvarar kunna nú ogna sær
heitið, og eru teir ikki
óvæntað ratingfavorittarnir
John Arni Nilssen og
Eyðun Nolsøe. Bert Heini
Olsen manglar av topptelv-
ararnum í felagnum, so tal-
an er tískil um sterka kapp-
ing.
Kappingin varð skipað
soleiðis, at fimm telvarum
vóru í tveimum bólkar, har
tveir teir fremstu í bólkun-
um báðum vunnu seg í
hálvfinalur. Hesir vórðu
John Arni og Carl Eli N.
Samuelsen í tí eina bólkin-
um, og Eyðun og Terji
Petersen (sum vann í fjør) í
øðrum bólkinum. Teir sum
ikki komu víðari vórðu
Heini Danielsen, Dannie
Nielsen og Martin N.
Simonsen ið leiktu í bólk-
inun, sum Eyðun vann, og
Finn Nøhr, Rógvi Olsen og
Suni Egholm í seinna
bólkinum.
Bæði John Arni og
Eyðun vunnu tryggar sigrar
í
hálvfinalunum
móti
ávíkavist Terja og Carl Eli.
Terji misti tíðliga í báðum
talvinum materiali, og tað
revsar John Arni við harð-
astu viðferð. Seinna talvið
millum teir er við í blaðn-
um. Eyðun fekk eisini góð-
an fong eftir smáar fimtan
leikir í fyrra talvinum móti
Carl Eli. Frúgv fyri rók og
tríggjar finnur, og varð
hetta nóg mikið til sigur.
Seinna talvið kundi har-
afturímóti fara báðar vegir,
men eisini her var Eyðun
kaldari, og avgjørdi talvið
tá báðir høvdu uml. 10 sek
eftir á talvklokkuni. Ein
gysari, og í roynd og veru
rætti vinnari av hesari hálv-
finalu.
Finalistarnir báðir hava
vunnið øll síni talv í kapp-
ingini higartil. Fyrst teirra
fýra talv í bólkaspølunum,
og síðani bæði tvey í hálv-
finaluni. Tískil er eingin ivi
um, at røttu mennirnir eru í
finaluni.
Nr. 1 í 2. deild
Trý umfør eru leikt í
donsku liðkappingini, og
føroyska talvfelagið, sum
leikar í næstbestu deildini,
hevur fingið eina góða
byrjan. Somikið góða, at
liðið hevur tikið leiðsluna
við hálvum stigi.
Í vikuskiftinum vunnu
føroyingarnir (sum tó hava
tveir danir á liðnum, sum
telur átta telvarar) stórsigur
á Odysseus. 5,5 - 2,5. Teir
sum vunnu sunnudagin
vóru IM Nicolaj Borge,
John Arni Nilssen, Heini
Olsen og Carl Eli N. Samu-
elsen. Eyðun Nolsøe, Heini
Danielsen og Finn Nøhr
leiktu javnt, meðan Terji
Petersen tapti. Við IM
Borge á liðnum er liðið
alsamt styrkt, og av tí sama
er uppflyting til bestu
deildina sera realistiskt.
Næsti dystur er ímóti Hille-
rød, og verður leiktur tann
12. januar.
Støðan:
Talvf. Føroyar
15 stig
Hillerød
14,5
Helsingør
14,0
Fredriksberg
13,0
Skakspilleren
11,0
Odysseus
10,0
AS 04
9,5
Øbro
9,0
John Arni Nilssen — Terji Petersen
FM í útisetu, hálvfinala 09.12.2002
1.d4 d5 2.c4 e6 3.Rif3 Rif6 4.g3 c6 5.Fc2 Bd6 6.Bg2 0—
0 7.0—0 Ribd7 8.b3 (John Arni dámar væl hesa
uppstilling móti svarta byrjanarspælinum) 8...dxc4 9.bxc4
c5 10.e3 Rb8 11.Bb2 cxd4 12.exd4 Fc7 13.Ria3 a6 14.c5
Be7 15.Ric4 Rid5 (Terji er komin so nøkunlunda frá
byrjanarspælinum. Stendur kanska nakað kroystur, men
javnvágur er í støðuni) 16.Rac1 Rd8 [16...b6 er helst
betri] 17.Fe2 Ri7f6 18.Rife5 Bd7 19.Rixd7 Fxd7 20.Rie5
Fc7 21.Ff3 b6 22.Ba3 b5 23.g4 g5?! (ivasamur leikur,
23...b4 24.Bb2 Rf8 vildi verið tryggari] 24.Rcd1 Rif4?
(Terji yvirsær her næsta leik hjá hvítum, sum gevur
hvítum ein kvalitet og vinnandi støðu) 25.Ric6 Rixg2
26.Fxg2 Rid5 27.Rixb8 Rxb8 28.Bc1 (nú er bara
spurningur um tíð nær John Arni vinnur. Ger
skopuningurin ongan stórvegis feil er lætt vunnið. Terji
ger tó eina roynd at berja seg aftur) 28...b4 29.Fg3 a5
30.Fxc7 Rixc7 31.Rd3 Rid5 32.Bd2 a4 33.Rb1 Kg7
34.Ra3 Bf6 35.Rxa4 Bxd4 36.c6 Rb6 37.c7 Rc6 38.Bxb4
Rxc7 39.Bd6 Rc6 40.Rxd4 Rxd6 41.a4 Ra6 42.Kf1 Kf6
43.Rc4 Ke5 44.Rb5 Kd6 45.a5 h6 46.Ke1 Ra7 47.Kd2
Ric7 48.Rb6+ Kd7 49.a6 1—0
Tær sleppa ikki heilt
undan at sigla, men
fyri fyrstu ferð kunnu
kvinnurnar hjá Drátti
koyra av oynni, tá tær
fara til útidyst
KVINNUFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Fyri fyrstu ferð sleppa
skulu
kvinnurnar
hjá
Mjølnir royna, hvussu tað
er at fara av oynni, uttan at
skula sigla um Vestmanna-
sund, tá tær mikudagin
skulu spæla dyst í meistara-
deildini.
Heilt
undan
sigling
sleppa tær tó ikki, tí enn er
undirsjóvartunnilin so ikki
komin undir Leirvíksfjørð,
men hvør veit, kanska
verður landfast av Giljanesi
til KÍ-høllina um nøkur ár.
Umframt at dysturin so-
leiðis er eitt sindur søgulig-
ur fyri Drátt, so hevur hann
samstundis eisini stóran
týdning fyri, hvørt liðið fer
at megna at leggja seg út í
heiðursmerkjastríðið í ár.
Undan dystinum eru hesi
bæði liðini ájøvn á triðja
plássinum við 10 stigum,
men írestandi dystarskráin
fyri grundspælið vísur, at
Mjølnir hevur teir á pappír-
inum lættari dystirnar, og tí
er einki at ivast í, at Dráttur
má hava stig heim aftur við
sær, um tær skulu hava fat-
ur á triðja plássinum í
grundspælinum.
Dysturin verður leiktur í
KÍ-høllini kl. 19.30.
Evald fyrstur um Sundið
Nr. Svimjari
Bátur/skipari
Lívbjargari
Tíð
1.
Evald Rasmussen
Barbara/Bjarki Skúvadal
Rói Eysturdal
0:21:26
2.
Sigurd Lamhauge
Urðardrangur/Jóhann á Rógvi
Jákup Jacobsen
0:22:23
3.
Erlendur Simonsen
Silja/Jákup A Lamhauge
Palli Lamhauge
0:27:39
4.
Niclas Olsen
Símin Olsen
Elsa Olsen
0:27:59
Vátdraktirnar, sum nýttar
vórðu, vóru góð verja í kalda
sjónum, og var tað so ikki
kuldin, ið gav svimjarunum
trupulleikar
Søguligur dagur hjá Drátti
John Arni og Eyðun í finaluni
Talvið hesa vikuna
23
Nr. 238 • mikudagur • 11. desember 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Uppleggið, sum FSF
skal taka støðu til, er,
at tveir landsdystir
verða spældir í
Føroyum síðst í apríl
næsta ár. Tilboðið er
ikki treytað av, at
Føroyar seinni skulu
spæla í Kasakstan
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Í hesum døgum tyggir Fót-
bóltssambandið upp á eitt
tilboð um at tveir lands-
dystir verða spældir í Før-
oyum síðst í apríl komandi
ár. Tað er Kasakstan, sum
hevur bjóðað sær at koma
higar at spæla tveir dystir.
Um
tilboðið
gerst
til
veruleika, so er møguleiki
fyri, at Føroyar og Kasak-
stan fara at spæla lands-
dystir í Føroyum flaggdag-
in 25. apríl, sum er fríggja-
dag, og sunnudagin 27.
apríl.
– Vit hava akkurát fingið
tilboðið. Venjararnir og
leiðslan í FSF og landsliðs-
nevndin eru kunnað um til-
boðið, og allir partar halda,
at talan er um áhugaverdan
fyrispurning. Vit fara seinni
í hesi vikuni at geva fót-
bóltssambandinum
í
Kasakstan eitt positivt svar.
So fáa vit at síggja, hvat
úrslitið verður. Treytirnar,
sum teir hava givið til kenn-
ar, at teir eru sinnaðir at
koma henda vegin eftir, eru
avgjørt at liva við hjá okk-
um, sigur Ísak Mikladal,
aðalskrivari í Fótbóltssam-
bandinum.
Tilboðið hjá Kasakstan
er, at teir sjálvir rinda ferð-
ina til og úr Føroyum, og at
føroyingarnir rinda fyri
uppihaldið hjá teimum her.
Tað er upp á tal, at teir
skulu koma henda vegin
hósdagin 24. apríl, og at
teir fara av aftur landinum
sunnudagin 27. apríl, ella
beinanvegin eftir at seinni
dysturin er spældur.
Sambandið millum FSF
og Kasakstan spurdist í
Manchester í síðstu viku.
UEFA skipaði fyri stevnu
um samskifti. Ivan Egins-
son, sum seinastu ferðirnar
hevur havt ábyrgdina av
tíðindafundunum í sam-
bandi við landsdystirnar í
Føroyum, var á fundinum.
Hann hitti umboð fyri
kasanska
fótbóltssam-
bandið. Teir vístu beinan-
vegin áhuga at koma henda
vegin. Vikuskiftið 25.–27.
apríl er landsliðsvikuskifti.
Tí varð tann møguleikin
beinanvegin nevndur, og
mánadagin kom almennur
fyrispurningur til FSF frá
kasanska fótbóltssamband-
inum.
UEFA limur
Kasakstan er ein av gomlu
statunum í Sovjetsamveld-
inum. Víddin er rættuliga
stór, tí talan er um næst-
størsta av gomlu Sovjet
londunum. Vestasti parturin
av landinum liggur ímóti
Russlandi og suður ímóti
Kaspiska havinum. Landið
fer um markið millum
Europa og Asia. Millum
grannatjóðirnar eru Turk-
menistan, Usbekistan, Kir-
gisia, Kina og Mongolia.
Ikki kann sigast annað,
enn landið ljóðar heilt
fremmand, sum FSF er
komið í holtur við. Størsti
parturin av landinum er í
Asia, men tólv prosent av
landavíddini er í Europa.
Íbúgvaratalið liggur um
fimtan milliónir. Helming-
urin er kasahar og hin
helmingurin nýtir russiska
málið. Nøkur hundrað tús-
und av teimum eru etniskir
týskarar.
Eftir at Sovjetsamveldið
datt sundur, fekk Kasakstan
fullveldi í 1992. Í fótbólts-
høpi høvdu teir eitt lið í
bestu sovjetisku deildini. Í
1994 fingu teir limaskap í
FIFA og í AFS (Asiatian
Football Confederation). Í
2001 tóku teir seg burturúr
AFS. Teir søku í staðin um
limaskap í UEFA, og í apríl
í ár fingu teir europeiskan
limaskap, tá ið UEFA hevði
fund í Stokhólmi.
Ríkt land á Europa
ferð
Kasakstan er ikki serliga
kent land á okkara leiðum,
men talan er um eitt land,
sum er rættuliga væl fyri.
Orsøkin er oljan, sum tey
seinastu árini hevur givið
landinum ógvuliga stórar
inntøkur.
Forsetin í fótbóltssam-
bandinum eitur Rakhat
Aliev. Hann er versonur til
forsetan, sum hevur sitið øll
árini, síðani landið fekk
fullveldi. Hesin eitur Nur-
sultan Nasarbaev, og hann
sigst vera ein tann ríkasti
maðurin í øllum Asia. For-
setin í fótbóltssambandin-
um starvast dagliga sum
sendimaður hjá Kasakstan í
Eysturríki.
Teir settu nýggjan lands-
liðsvenjara fyri kortum.
Hann eitur Leonid Paha-
mov. Hann er ein av roynd-
astu fótbóltsmonnunum í
Russlandi. Hann hevur í
mong ár verið venjari hjá
russiskum unglinga lands-
liðum.
Síðani fullveldistøkuna í
1994
hevur
Kasakstan
spælt 50 landsdystir. Størsti
sigurin hjá teimum var í
undankappingini til HM í
1998. Tá vunnu teir ikki
minni enn 7–0 á útivølli
ímóti Pakistan. Størsta tap-
ið var í somu kapping. Tá
taptu teir á útivølli 4–0
ímóti Sameindu Emirríkj-
unum.
Higartil hevur Kasakstan
bara spælt tríggjar ferðir
ímóti UEFA limalondum.
14. november í 2001 megn-
aðu teir málleysan javnleik
í Tallinn í Estlandi. 17. apríl
í ár taptu teir 2–1 í Riga í
Letlandi, og 7. juli í ár var
aftur javnleikur ímóti Est-
landi. Hesin dysturin var á
heimavøllinum í Almaty.
Flestu
spælararnir
á
landsliðnum eru dagliga í
heimligu kappingini. Einir
fimm ella seks spæla í
bestu og næstbestu russisku
deildunum.
Í
summar
spældu feløg úr Kasakstan
fyrstu ferð við í Europa
Cup. Einki av teimum trim-
um feløgunum megnaði at
spæla seg víðari í næsta
umfarið.
– Tá ið talan er um vinar-
dystir, verður ofta lagt upp
til, at liðið, sum vitjar, skal
fáa vitjan aftur. Í hesum
førinum er einki sovorðið
inni í myndini. Kasakstan
er áhugað í at koma henda
vegin, og teir tosa einki um,
at vit skulu vitja teir aftur,
sigur Ísak Mikladal.
Í
føroyska
fótbólts
álmanakkanum
er
eitt
punkt á dagsskránni sunnu-
dagin 27. apríl. Tá er dyst-
urin ásettur at vera í Íslandi
millum HB og íslendska
meistaraliðið.
– Enn er alt so nýtt, at vit
ikki hava havt stundir at
gera nakað við tann spurn-
ingin. Men verður møgu-
leikin um vitjan úr Kasak-
stan veruleiki, so ivist eg
onga løtu í, at vit eisini fara
at loysa spurningin, hvussu
tað verður við HB og lands-
liðnum, sigur Ísak Mikla-
dal.
Kasakstan bjóðar Føroyum av
Møguleiki røkist nú fyri, at Kasakstan verður eitt av næstu mótstøðuliðunum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum
C
M
Y
K
22