leygardagur 21. mars 1987síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Prinsessurnar tolv
Tridi partur
Tá ið tann elsta prinsessan bjóðaði
Mikal við í dansin, bukkaði hann fyri
henni, og segði vinarliga við hana, at
hann vildi fegin koma. Síðani fór hann
til træið og segði: >Ég havi givið tær
vatn, og verið góður við teg. Gev mær
nú klæðir sum prinsar ganga í.<
Beinanvegin fekk hann eina lítla
vakra ljósareyða blómu, og so skjótt
hann hevði slitið hana, fekk hann tey
vakrastu klæðini, hann nakrantíð hevði
átt. Í hesum klæðunum gekk hann til
kongsins, og spurdi hann, um hann ikki
kundi royna at loysa loyndarmálið.
Mikal hevði so vekur klæðir, og sá so
væl út, at ongin kendi hann aftur, og ell
dámdu hann beinanvegin. Hesa náttina
kundu øll síggja hann, og hann dansaði
við ellum prinsessunum, men tá ið
hann skuldi dansa við Linu, bleiv hann
smæðin, og kundi onki siga.
„Ert tú nú ov stoltur at tosa við meg,
nú ið øll fara við tær sum einum prinsi,
og ikki einum manni ið arbeiðir í garð-
inum fyri pápa mín?< segði Lina arg-
andi.
„Ver ikki bangin fyri tí,< segði Mikal.
„Tú skalt ikki giftast einum garðyrkis-
manni,< segði Mikal blídliga við hana.
Lina hugdi bangin at honum, og var
tað ringt hjá henni at tosa.
Skjótt blivu skógvarnir hjá teimum
slitnir, og tá ið hanin gól, settust tey øll
og byrjaðu at eta. Men hesa ferð var
maturin so góður, og nógv var vínið, ið
Mikali varð boðið, men hann ansaði eft-
ir og drakk einki av tí, sum honum var
bjóðað.
At enda var honum givið eitt vinglas
av gulli, og tann elsta av prinsessunum
segði: »Heksa-høllin hevur nógvar
loynidómar at goyma. Kom til mín og
drekk henda drykkin, og tá ið tú hevur
gjert tað, kanst tú koma her so ofta tær
lystir.
Mikal tók glasið og segði: >Prinsess-
ur. Tá ið eg var ósjónligur, tá hoyrdi eg
hvat tit segdu um meg, og eg veit væl,
at hatta vínið fær meg til at gloyma alt.
Men kortini ætli eg mær at drekka tað,
ti Lina vil, at eg skal drekka tad.«
Mikal lyfti glasinum og ætlaði at
drekka, men so knappliga rópti Lina:
„Nei, drekk ikki. Eg vil heldur giftast
einum garðyrkismanni.< Lina fór at
gráta, men Mikal blakaði glasið frá sær
og leyp tvertur um borðið, har Lina sat.
Síðani fóru tey heim, tvey og tvey.
Tey sigldu yvir vatnið, og so skjótt
sum tey vóru farin yvirum, hvurvu
hellin og vatnið. Lina og Mikal fóru til
kongin og Mikal segði kongi frá,
hvussu tað bar til at skógvarnir hjá
prinsessunum altíð vóru so slitnir um
morgunin.
„Tú hevur vunnið,< segði kongurin,
„hverja vilt tú hava?<
Sølrun H. Njálsdóttir
„Ég havi valt,« segði Mikal, og tók i
hondina á Linu.
Men Mikal bleiv ikki garðyrkismað-
ur, hann bleiv ein prinsur. Og eftir
hetta vóru tey altíð eydnusom, og fingu
tey seinni seks gentur, og seks dreingir.
UU