týsdagur 24. mars 1987síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 35 — 24. mars 1987 ;
Hovuðkambalyndi
má nú vikja
Tórfinn Smith, býráðslimur gevur býráðsformanninum
góð råd: Slepp hasum »eg veit alt«-politikkinum og slepp
negativa tvangstankanum mótvegis ollum tí, sum liggur
uttan fyri Havnina
Hin einaráðandi í bý-
ráðnum hevur nú boðað
frå, at býráðið (hann) fer
at steðga arbeiðinum á
Sundi. Harafturat hevur
hann boðað frá, at um
býráðið ikki innan rímiliga
tíð fær góðkenning av
upprunaligu Sundsætlan-
unum, má býráðið fara
undir samráðingar við E.
Pihl á Sen fyri heilt at
sleppa burturúr gjerda
sáttmálanum. Tað verður
ikki kostnaðarleyst, legg-
ur hin einaráðandi afturat.
At tað ikki verður
kostnaðarleyst at taka seg
úr einum sáttmála, ein
hevur gjert, átti hesin
sami einaráðandi hevuð-
kamburin, Poul Michel-
sen, at hugsa um eitt
sindur fyrr. Hetta átti
hann at hugsað um áðrenn
hann gjørdi sáttmálan við
byggifelagið. Henda sátt-
málan undirskrivaði hann
við E. Pihl & Sen áðrenn
býráðið á nakran hátt
hevði ognað sær eki, og
áðrenn hann á nakran hátt
hevði fingið loyvi til nakað
sum helst.
At hetta sáttmálabrotið
nú kemur at kosta skatt-
gjaldaranum í Havn, er tí
bert Poul Michelsen og
hansara fólki at takka.
Tað kemur honum helst
eisini ógvuliga dátt við, at
hann ikki sleppur at
manøvrera so við lands-
stýrinum og eðrum
myndugleikum, sum hann
ger her í býnum. Tað man
eisini níva hann nógv enn,
at hann ikki slapp at
senda buldosaran eftir
bóndafólkunum uppi á
Sundi, sum ætlan hansara
var.
Fyrireikar
afturtøkuna
Nú byrådsformadurin sit-
ur og fyrireikar aftur-
tøkuna av byrjadu hertøk-
uni å Sundi, skal hann
sjålvandi finna onkran
syndabukk. Harafturat
skal nú landsstýrið longu
fáa skyldina fyri, at bý-
ráðið í Havn ikki sleppur
at skapa treytir fyri eini
idnadarutbygging i
kommununi. Harvið held-
ur hann seg eisini kunna
tvåda sinar hendur, um
vit koma at uppliva eitt
arbeiðsloysi i bynum.
Men so lætt skal harra
Poul Michelsen ikki
sleppa.
Býráðið ongar
vinnuligar ætlanir
Býráðsformaðurin sigur
so vakurt, at vinnekið á
Sundi liggur í langtíðar-
ætlanini hjá kommununi,
sum eisini fevnir um
barnaansingarstovnar,
ells- og sjúkrarekt, vegir,
kloakkir v.m., men
kommunan skal eisini
hava skapandi vinnu.
Tað man neyvan vera
nakar borgari í Suður-
streymoy, sum er ósamd-
ur í, at vit skulu hava
skapandi vinnu her. Tá
kommunan hevur tann
politikk, at hon sjálv ikki
vil vera við í vinnulívinum
er helst einasta at gera, at
skapa fortreytirnar. Tað
vil siga, at leggja eki til.
Hetta hevur kommunan
gjørt fleiri ferðir. Til
demis uppi á Hálsi. Har
eru nú bert heilselur, men
eingin vinna. Uppi í Hoy-
vík vórðu stór eki løgd av,
men har er lítið annað enn
import fremjandi fyritøk-
ur og nýggjasta ekið í
kommununi, avlagt til
vinnulig endamál, er
Sandvíkarhjalli, men mær
vitandi verður ógvuliga
smávegis við nakrari
skapandi vinnu har held-
ur.
At Fólkaflokkurin og
Poul Michelsen er farin at
hava áhuga fyri nakrari
skapandi vinnu er nakað
heilt nýtt.
Og hvat tað verður fyri
skapandi og útflutnings-
fremjandi vinna verður á
Sundi, er ógvuliga iva-
samt. Kommunan hevur í
hvussu er onga sum helst
trygd fyri, at so verður.
Og tað er júst hesin spurn-
ingurin, sum er tann mest
týðandi í ellum tí so-
kallaða Sundsmálinum.
Tað eru fleiri við mær,
sum í longri tíð hava
fregnast um hverjar
vinnuætlanir Hans Mort-
ensen hevur å Sundi, men
hetta uttan urslit. Somu-
leiðis hevur Poul Michel-
sen ådur gjørt pura greitt,
at hetta var ikki spurn-
ingur, sum kommunan
åtti at hava åhuga fyri.
Ti er tað bert at fegnast
yvir, at landsstyrid er so
mikið at sær komið, at tað
biður um nærri upplýs-
ingar um henda ídnað og
m.a. fyri at kanna tað
meguliga árin, sum hesin
hevurá ekið uttanum.
Harnæst hverjar fylgj-
ur hesin idnaður fer at
hava á verandi idnadar-
virki — eisini tey, sum
frammanundan eru í
Suðurstreymoy og her á
leið.
Lítið av keigki
Ein annar spurningur,
sum eisini er verdur at
hava í huga, er, at Havnar
Kommuna hevur ógvuliga
lítið av keiøki. Ti eiga vit
ikki at nýta hetta ekið til
annað enn tað, sum av-
gjørt er treytað av tilikum
øki.
Tað er einki at ivast i,
at i hvussu er partar av
Sundsætlanini hjå Hans
Mortensen eins væl kundu
ligid eitt sindur burtur frå
AA
712
GG.
A
Tórfinn Smith: Lat teknisku umsitingina hjá býráð-
num verða við í ídnaðarútbyggingini í Havn
sjónum. Til demis á Sand-
víkar hjalla, men um hetta
havi eg onga umsókn sæð
til.
Skulu skrivstovur so
avgjert liggja á einum
keiøki? Ella onkur verk-
smiðja til skipaútgerð? Og
tá handan kjarnan skal
vera ráðgevandi fyri øll
grannalond okkara, ivist
eg ikki í, at hon hevði
tolað at ligið nakrar
hundrað metrar frá sjóvar-
málanum.
Men tílíkir spurningar
hava ongantíð verið upp á
tal. Heldur ikki í serligu
Sundsdepulnevndini, har
bannlýst var at seta
spurningar!
Hetta mál hevur verið
merkt av hevuðkamba-
lyndi, treiskni og einum
ótrúligum frekleika úr
enda í annan, og tí verður
úrslitið hareftir.
Kommunan eftirlit
— kortanei!
Tað verður ongantíð sagt
ov greitt, at eingin hevur
nakað ímóti skapandi
ídnaði í kommununi. Men
at forera einum einstøkum
persóni ein hálvan fjørå at
skalta og valta við sum
honum lystir, eri eg í
hvussu er hart ímóti.
Just av hesi orsøk var
eg við til at seta fram
uppskot í býráðnum til at
seta á stovn ídnaðar- og
menningardeild innan
Teknisku umsitingina hjá
býráðnum fyri at hava
eftirlit, og um ynskiligt at
ganga á odda viðvíkjandi
idnaðarútbygging i
kommununi.
Men hetta uppskot fall
tiverri. Hetta vildi m.a.
býráðsformaðurin ikki
hoyra talan um. Hann helt
Framhald á síðu 8