týsdagur 24. mars 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Foreldrafelagið í Vági:
Stødan í
Vágs skúla
katastrofal
Foreldur í Vági krevja, at hægru skúla-
myndugleikarnir gera skyldur sínar
Tilsamans 168 fólk
mettu til fundin, sum
Foreldrafelagið í Vági
skipaði fyri í síðstu
viku. Samtykt var at
stuðla nevndini í For-
eldrafelagnum i
hennara kravi um at
loysa Jákup Olsen,
skúlastjóra, úr starvi.
Í skrivi frá nevndini
fyri Foreldrafelagið
verður m. a. sagt:
„Á fundinum í Framtíðini
í Vági tann 20.3.87, har
168 fólk vóru mett, varð
samtykt við stórum meiri-
luta at stuðla nevndini í
Foreldrafelagnum í henn-
ara kravi um at loysa
Jákup Olsen, skúlastjóra,
úr starvi hansara.
Tað, at so nógv fólk
taka eina so álvarsama
avgerð, sýnir bert, at fólk
meta steðuna í skúlanum
at vera katastrolfala.
Nevndin í Foreldrafelag-
Framhald av síðu 7
at ídnaðarútbyggingin í
kommununi lá betur í
hondunum hjá t.d. Hans
Mortensen enn hjá by-
ráðnum.
Sigast kann sjálvandi,
at hann við hesum hevur
kent sína avmarking við
ikki at lata teirri komm-
unu eina tílíka uppgávu
til, sum hann sjálvur
stendur á odda fyri, men
hinvegin eigur kommunan
(enn!!!) eina góða tekniska
umsiting, sum íivaleyst
hevði megnað hetta ar-
beiði.
Við útbygdari tekn-
iskari umsiting var megu-
ligt at meta um projektini,
sum koma fram, eru á
sakligum grundarlagi og
hevdu komið burturúr
hesum ein-manns-sjón-
leikinum, sum higartil
hevur forðað einhverjari
sakligari og skilagóðari
loysn her i býnum.
num skal harðliga átala
mannagongdina hjá
hægru skúlamyndugleik-
um í hesum máli. Tann
fólkavaldi skúlamyndug-
leikin á staðnum hevur,
líka síðan Jákup Olsen
bleiv stjóri, átalað em-
bætisførslu hansara yvir
fyri teimum hægru skúla-
myndugleikunum, sum
illa nokk hava ønt aftur,
tíansheldur gjørt nakað
fyri at rætta uppá viður-
skiftini. Hendan mangl-
andi stødutakan hevur
Vaskitoy tygara fáa
skjótt og væl hjá okkum!
fort til hesa reaktión frá
bygdarfólkinum.
Landsskúlafyrisitingin,
Landsskúlaráðið og
Landsstýrið mugu tí
átaka sær alla ábyrgd av
ti spliti og skomm, sum
bygdin er tvingað út í og
má liva við í langa tíð
framyvir.
Vit skulu tí fyri vónandi
seinastu ferð krevja, at
hægri skúlamyndugleik-
arnir gera sínar skyldur
alt fyri eitt«.
Vaskaríið í Trondargøtu
v Henry “Róðá
Tróndargeta 57 - Tlf. 172 14
Postsmoga 1276 -
FR-110 Tórshavn
Opið: Mánadag — friggjadag frá 9-19.30
(eisini í døgurdatimanum). Leygardag frá 9-13
Alt ella einki
Sleppi eg ikki at råda
einsamallur, so eingin
áhugi. Fái eg ikki alt, so
vil eg einki hava. Hetta
tykist vera steðan í
Sundsmálinum og hetta er
politiska steðan í býnum.
Virksemið her í býnum
er stórt í dag. Alt ov stórt.
Og arbeiði er til allar
hendur. Men vit vita
eisini, at um vit ikki longu
nú fyrireika okkum til ein
sunnari vinnulívsstruktur
enn vit hava í dag. kunnu
vit um ikki so nógv ár
koma í eina ógvuliga 6-
hepna steðu. Ti skulu ráð
mini til byrådsformannin
vera: Slepp hasum »eg
veit alt« politikkinum og
slepp negativa tvangs-
tankanum mótvegis øllum
ti, sum liggur uttanfyri
Havnina.
Hetta landið er ikki
sterri enn ein lítil útlendsk
kommuna og vinnulívið er
viðbrekið.
Ti hava vit ikki ráð til
høvudkambalyndi og
kunnu heldur ikki billa
okkum inn, at alt vit byr i
einum hevdi. Hetta átti
sjálvt Poul Michelsen at
verið greiður yvir
Lat okkum tí byggja út
vinnuliga her í Suður-
streymoy og tað við skili
og í besta samljóð við
tilka útbygging í landin-
um annars.
At tey ymsu økini i
landinum skulu kappast
hvert við annað hoyrir
ongastaðni heima. Í eini
tílíkari kapping taka vit
bert frá hverjum eðrum,
men í samvinnu kunnu vit
styrkja hvønn annan
Tórfinn Smith
Til øll røsk
børn i Føroyum
Ti luta vit burtur
Nr. 35 — 24. mars 1987
Í samband við Bingo'ið, ið byrjar í blaðnum leygardagin 28.
mars, hava vit gjørt av eisini at hava nakað til tykkara at kapp-
ast um.
2 SÚKKLUR
(eina gentu- og eina dreingjasúkklu)
millum øll tykkara, ið selja blaðið kring landið.
Men okkum tørvar fleiri seljarar — eitt nú í
Suðuroy: Eysturoy:
Tvøroyri Norðskála
Hvalba Oyri/Oyrabakka
Sumba Elduvik
Hovi Funningsfirdi
Skåla
Sandoy: Strondum
Dali Selatrad
Húsavík Fuglafirði
Hellunum
Hesti Skipanesi
Søldarfirdi
Skúvoy Saltangará
Runavík
Vágoy: Toftum
Sandavági Nesi
Miðvági Rituvík
Sørvågi
Nordoyggjum:
Streymoy: Vidareidi
Vestmanna Klaksvik
Kvivik/Leynum
/Stykkinum
Kollafirði /Signabo
Tjørnuvik
So ringið til okkara — tlf. 11820 — beinanvegin.
Grundarlag er kanska fyri bladsølu í onkrari bygd sum ikki er
nevnd omanfyri — og býrt tú í onkrari av hesum bygdum og
hevur tú hug at royna teg, so lat okkum frætta frá tær sum
skjótast.
Kappingartreytirnar eru einfaldar: Sjálvsagt vinna ikki tey,
sum bara selja flest blød, tí bygdirnar eru so ymiskar til stødd-
ar. Men tey vinna, sum við lutakasti verða drigin millum teirra,
ið sum frægast ava røkt sína bygd — lítla ella stóra