Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-03-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Kommunalt sjálvstýri — men bert vidhvørt Í SAMBANDI vid ætladu brenni- stødina hjå IRF i Leirvik eru tvey uppskot løgd fyri tingið. Annað uppskotið er framlagt av Fólka- flokkinum, har mælt verður til at IRF bíðar við at byggja brennisteð fyribils. Hitt uppskotið er frá Framsóknarflokkinum, har mælt verður til at skipa fyri vegleiðandi félkaatkvødu i Leirvikar Kommunu. Í FYRRADAGIN vóru hesi bæði uppskotini til 1. viðgerð á Tingi. Tey vórðu vidgjørd undir einum. Undir orðaskiftinum kom fram, at Sjálvstýrisflokkurin tók undir við uppskotinum frá Framsóknarflokkinum um at skipa fyri vegleiðandi félkaatkvødu í Leirvík. VIT HAVA í hesum valskeiðnum havt eitt annað dómi um fólka- atkvødu, ella rættari uratkvødu. Hetta var í sambandi við vatnorkuútbyggingina hjá SEV á Eiði. Har samdust sam- gonguflokkarnir um at skipast skuldi fyri vegleiðandi uratkvødu millum allar kommunustýrislimir í Føroyum. Hetta varð avrátt undir samgongusamráingunum um árs- skiftið 1984/85. Sjálvstýrisflokk- urin gekk við til hesa vegleiðandi uratkvødu. Men tå úrslitið kom, sýndi hetta, at meiriluti var ímóti ætladu vatnorkuútbyggingini. Kortini sýtti Sjálvstýrisflokkurin fyri at taka hetta úrslitið til eftir- tektar. SPURNINGURIN um at byggja brennistød er ikki nýggjur her á landi. Ætlanin hjá IRF er umleið 10 ára gomul. Í fyrstuni legði felagsskapurin upp til at byggja eina felags brennistød fyri alt landið. Men her setti Tórshavnar Kommuna slíkar treytir, at loysnin gjørdist ómegulig. Havnar Kommuna kravdi meiri- lutan í einum møguligum felag, soleiðis at hon í minsta lagi kom at eiga 51% og harvið kom at hava allan avgerðarrættin. Hetta vildu hinar kommunurnar í IRF ikki ganga við til. Úrslitið er síðani, at Tórshavnar Kommuna hevur bygt sína egnu brennistød, og at IRF hevur fingið tey enda- ligu loyvini til at byggja sína egnu brennistød í Leirvik. SPURNINGURIN um byggjan av brennistød var eisini frammi undir samráðingunum um skipan av landsstýrinum. Tá legði Javnaðarflokkurin upp til, at landsstýrið skuldi yvirtaka spurningin um byggjan av brenni- stød og at ein brennistød skuldi „byggjast centralt, og at hon ” skuldi vera so mikið stór, at hon kundi taka ímóti øllum burtur- kasti úr llum Føroyum. Tað varð eisini sagt, at hvar hon skuldi byggjast og í hesum sambandi varð Glyvursnes nevnt. Hesum tók t.d. Sjálvstýrisflokkurin ikki undir við, tí hann metti ikki hetta at vera tað sama sum at leggja seg út í tað kommunala sjálv- stýrið. Tískil varð hetta av ongum. TÁ HAVNAR KOMMUNA bygdi sína brennistød á Sandvíkarhjalla, var eingin politiskur áhugi fyri at grípa inn. Hetta, hóast mótmælir, eins og nú, komu frá borgarum sagt S* nærhendis brennisteðini, bæði til landsstýrið og løgtingid. Nú tað sama hendir í Leirvík, tykist Sjálvstýrisflokkurin at hava skift stúku og gongur inn fyri, at løg- tingið leggur seg út í tað kommunala sjálvsstýrið. LEIRVÍKAR kommuna hevur samtykt at geva loyvi til at brennistødin verður bygd í kommununi. Heilsunevndin hev- ur góðkent byggiætlanina og tá borgarar í Leirvíkar kommunu hava kært, hevur Heilsufrødiiiga Starvsstovan sum fyrsti kæru- stovnur givið heilsunevndini í Leirvikar = kommunu viðhald. Síðani varð kæran send lands- stýrinum, sum er endaligi kæru- stovnur, og landsstýrið hevur ikki sæð nakra serliga grund fyri at geva kravinum viðhald. Sostatt hevur tað kommunala sjálvstýrið tikið stóðu og fingið viðhald hjá teimum kærustovnum, sum eru á gkinum. TAÐ TYKIST rættiliga legið, at Sjálvstýrisflokkurin, sum altíð hevur hálovað kommunala sjálvstýrinum, sum íkki vildi ganga við til, at landsstýrið ikki mátti yvirtaka byggingina av brennistødini, tí hetta gekk út yvir tað kommunala sjálvstýrið, bráddliga skal hava kúvent og tekur undir við einum uppskoti frá Framsóknarflokkinum um at "skipa fyri vegleiðandi fólkaat- kvødu, sum kann vera við til at seta avgerðirnar hjá demokratiskt valdum bygdarráði og Heilsnevnd úr gildi. Ljótt álop á Haraldssundsfólk Klaksvík, miljónir, Í Dimmalætting 5. mars hevur Andrass Miðskarð eitt óndsinnað álop á bygd okkara, sum vit kenna okkum noyddar at svara aftur, tí tað er helst onkur, sum lesur Dimma- lætting. sum tekur tað fyri fult, sum maðurin skrivar. Í Haraldssundi búgva 50 fólk. Av teimum eru 12 fiskimenn burturav. 3 ar- beiða í idnaðinum. 5 ar- beiða í tunellini. Her eru 4 sum fáa fólkapensjón, 3 gamlir fiskimenn og 1 kona Hetta er eitt sunt og fyritaksamt samfelag. sum letur sín lutfalsliga part til landsbúskapin. Klaksvíkin plagar av rett- um at breggja sær av at vera tað stórplássið, sum uppá seg hevur stersta partin av útflutningsvirð- inum. Skuldi býtið av fólkinum í Klaksvík verið tað sama sum í Harald- sundi, skuldi har verið 1200 aktivir fiskimenn og 300 fólk í idnadinum. Manningartalið á øllum skipunum, sum sigla út frá Klaksvíkini, liggur millum 6 og 700. Og av hesum eru uml. 400 bú- sitandi í Klaksvík So vit kenna ikki, at vit hava nakað at skammast um i so máta, heldur ikki mótvegis klaksvíkingum. Tað er nógv fyri, at hesin alment lenti land- krabbin skal kasta okkum fyri, at „fólkið livir alt av almennari løn« Unnir hann ikki hesum 4 fólkunum sína fólka- pensjón? Teir 3 gomlu fiskimenninir hava siglt øll teirra góðu ár, eisini siglt vandasjógv í stríðs- árunum, og teir hava verið við at leggja manga gylta veiðuna upp í Klaksvík. Hetta eru alt fólk, sum hava latið teirra part til samfelagið, og vit eru illa við, at tey nú verða hongd út í blødunum á henda hátt. sum høvdu tey havt gjørt okkurt illavorðið. Tað eru hesir og mangir aðrir úr ellum útoyggj- unum, sum í stóran mun hava lagt lunnar undir Klaksvíkina. Og so at fáa hesa skoluna frá einum super-klaksvíkingi úr sum hevur til starv at taka ímóti endan- um, tá rættir menn koma við fongi til lands! Tað er óhoyrt Andrass er farin heilt Svinoy, yvir gevind av, at tridj- størsta oyggin í Norð- oyggjum nu langt um leingi fær samband við meginøkid her norðanfyri. Og tað, at sundið er typt eitt stytri skeið, fær nú skuldina fyri allar ólukkur. Tá hann sigur, at hetta hevur longt sigling- arleiðina av Norðhavinum við 2 tímum, so kundi hetta bent á, at hann ikki hevur verið norðanfyri síðan glødiheysarnir vóru í vælmaktini Og útflutningsvirðið er minkað við 100 miljónum. Samlaða útflutningsvirðið av øllum útróðrarfiski, sum kemur upp á land í liggur um 100 og vísir hetta eisini, hvussu heilt burt- urvið maðurin er í pá- standum sínum. Nei, Andrass, einki liva vit av tunellarbeiði burt- urav. Har arbeiða 5 haraldssundsmenn, með- an meginparturin av hin- um er úr Klaksvík. Tað skal skoytast uppí, at teir hava gjert eitt gott arbeiði her í oynni, og vit unna teimum hjartaliga hverja krónu i Tað er eingin loyna, at sambandsmenn altíð hava sett føtur í spenni ímóti ollum framburði her á landi. Ikki minst tá talan hevur verið um at beta um vega- og samferðslu- kervið. Tað skal tó sigast, at tað hevur glógvað í onkrum. Tað skal Eli Nolsee eiga, at hann royndi at fella í við okkum við at fáa landafast. Og takk fái hann fyri tað. Vit eru fegin um, at ar- beiðið er komið so langt sum tað er. Tað hevur alla tíðina verið ætlanin at gera siglingarrennu í byrgingina. Og tá Tjóð- veldisflokkurin stríðist á odda fyri at gera rennuna hava vit gott mót um, at hon skjótt verður veru- leiki ln; í Haraldssundi, 20. mars 1987 Haraldssundsme.n Skal politistaturin nú — setast á stovn í Føroyum? Nú ein dagin fall eg niður á eitt Dagblað, sjáldan er tað, men har stóð á for- síðuni forvitnislig grein um skráseting av persón- um, soleiðis at eisini bankakonti skulu hava persónnummar. Nú veit eg væl, at sjáld- an skal tú trúgva hesum blað, men eg vil heldur ikki vóna fyri sitandi sam- gongu, at teir finna uppá slíkt. Øll eru vit í Før- oyum góð við okkara dýr- keypta frælsi, og eitt skulu tit vita sum stýra nú. at tað kemur aftur eitt val, og hver veit um ikki tá aðrir koma til, tá er eitt slíkt amboð sum skrá seting av ellum peninga viðurskiftum einstakling- sins gott at nýta imóti >Ó- ynsktum« motstødu- monnum Tit, sum hava myndað hetta landsstýrið. hava fingið nógv gott og gagn- ligt a skafti, men skal hetta verða varðin um tykkara skeið, so var betur, at tit ongantíð vóru komnir framat. Ti eitt er vist, at tit koma at bløda dýrt til eitt komandi val fyri eina sovorðna gerð. Okkara góði vinur Jó- annes Dalsgaard var ikki glaður tá samtíðarskatta- skipanin kom við hennara skrásetingum. Hvat sigur hann nú. Vónandi Onki fai eg n svar er ein jåttan. Vónandi skal henda ger ikki kosta Javnaðarflokk inum atkveður til kom- andi val, men kemur eitt tílíkt uppskot igjøgnum samtykt av millum eðrum javnaðarmonnum, so rúka nógvar javnadaratkvødur, eisini mín. H.