hósdagur 26. mars 1987síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 36 — 26. mars 1987
hevur vakt, til ein av hin-
um linjumonnunum, ti
teir fara ikki út einsa-
mallir, um okkurt stór-
vegis bagir. Hinir hava
ikki skyldu til at fara við,
men tað stendur ongantið
á at fáa nakran við sær.
— Tað er tó bara so, at
altíð hendir okkurt dagar
sum jólaaftan og annan
jóladag, men tað er ein
vani at skula út teir dag-
arnar eisini.
Tað er altíð okkurt at
gera. Ikki bara tá streym-
urin fer. Linjurnar skulu
haldast við líka og hyggj-
ast eftir. Nógv er nýgerð.
Vita hvar
káplarnir eru
Til teir nýggju býling-
arnar leggur SEV káplar.
SEV, Telefonverkið og
kommunan samarbeiða tá
og leggja káplarnar í somu
grøv. Av kåplunum er ikki
so nogv arbeidi sum av
linjunum, tå kåplarnir eru
komnir at liggja. Har er
ikki neyðugt at fara aftur
um aftur, uttan so at
onkur kvettir káplarnar
av. Tað hendir ikki ofta
longur, tí vit spyrja
okkum altíð fyri, siga
Eivin og Tryvi. Fyri at
kunna grava, skulu teir
eisini hava loyvi, og tá fáa
teir samstundis at vita,
hverjir aðrir káplar eru.
Har vegir verða gjerdir
av nýggjum, verða linjur-
nar eisini tiknar niður og
káplar lagdir. Tað varð
gjørt t.d. á Landavegnum
í Havn.
Arbeiðið av at leggja
káplar er nógv i Havn, ti
nógv verður bygt í
teimum nýggju býlingun-
um.
Nógv koyring er í sam-
bandi við arbeiðið hjá
linjumonnunum. Okkurt
kann vera at gera í Kirkju-
be og í næstu letu skulu
teir til Kaldbaks.
Arbeiðið dámar teimum
væl. Tað er fjølbroytt, og
vit eru nógv úti. Okkum
dámar betur at sleppa út
enn at skula sita inni allan
dagin, siga teir. Fólkinum
lata teir eisini væl at.
— Hinir linjumenninir
mugu halda tað sama, tí
fleiri hava arbeitt sum
linjumenn í nógv ár. Eivin
hevur verið linjumaður í
25 ár, og Trygvi í 12 ár.
Tað krevst ikki nøkur
útbúgving fyri at vera
linjumaður, men fleiri
teirra eru elektrikarar.
Annars verða teir góð-
kendir sum linjumenn,
sjálvt um teir ikki eru
Síða 13
elektrikarar, tá teir hava
arbeitt við linjum og
káplum í trý ár.
Oveður gevur
meira arbeiði
Tá veðrið er ringt, eru ofta
boð eftir linjumonnunum.
— Eingin noyðir okkum
at fara út í ringasta veðri,
men vit síggja sjálvir, at
streymurin fer, og fara
sjálvandi út at rætta brek-
ið. Tað er heldur ikki
stuttligt hjá nekrum at
sita í streymloysi, siga
teir.
Summi eki eru verri fyri
enn onnur. Serliga ofta fer
Í seinastu viku duttu fleiri
linjur niður orsakað at
klaka. Vidhvørt mugu linj-
urnar skiftast út, annars
verða tær skoyttar. Her er
Trygvi uppi í einum pela í
útjaðaranum av Havnini
streymurin á Norðasta
Horni, á Velbastað, í
Kirkjube og í Sandoynni
Tað eru háspenningslinj
urnar. sum fara, har vind-
hart er.
— Vit skilja væl, at tey
ilskast t.d. á Norðasta
Horni. Har búgva nógvar
familju: við smábernum,
og ringt er hjá teimum, tá
streymurin fer, og tað
samstundis verður kalt
Vit gera tað, vit kunnu,
fyri at fáa teimum streym-
in aftur sum skjótast.
Tað hendir næstan ikki,
at teir setast aftur fyri
veður. Onkuntíð eru tað
bara eini hús, sum hava
mist streymin, og so kann
tað vera, at bíðast kann til
morgunin eftir at fara út
Men nógvar ótespiligar
ferðir eru. Hesin veturin
hevur higartil verið av
teimum bestu, men kavin
í seinastu viku órógvaði
linjurnar. Ein dagin fóru
teir norðureftir tidliga á
morgni og arbeiddu uttan
steðg til klokkan eitt um
náttina. Tað ikki
tespiligt, men vit royna at
fáa gjort arbeiðið beinan-
vegin, so streymurin kann
setast til aftur. siga Eivin
og Trygvi
var
Grulva gjøgnum
fannir
Tann dagin var Oyggjar-
vegurin stongdur. Men
Landsverkfreðingurin gav
kortini = linjumonnunum
loyvi til at fara norður um.
Teir koyrdu aftan á gravi-
maskinunum hjá Lands-
verkfrødinginum, sum
ruddaðu fyri teimum. Tað
gekk alt væl. Men linjur-
nar standa ikki beint við
vegin. Ti noyddust teir at
ganga eitt fitt petti. Og
tað merkir ofta at skula
grulva seg fram gjøgnum
kavafannir.
Slíkar dagar er neyðugt
at vera væl ílatin. Tað eru
teir altið. Teir hava fingið
termodraktir, ið verja
móti vindi og kulda. Tær
eru tó ikki líka vatntættar
sum oljuklæðir.
Onkuntíð eru teir at
kroppi og fáa upp í stivl-
arnar. Teir hava kortini
ongantíð skiftiklæði við.
So leingi sum teir eru úti,
bilar tað ikki at vera
vátur, siga teir.
Ofta er klaki orsekin til,
at linjurnar fara. Klakin
leggur seg á linjurnar,
sum toygna niður og
slitna. Tað er hent, at teir
Framhald á síðu 17