Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-03-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 1987síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tórshavnar kommuna kalt og kyniskt kroyst bygdirnar til at byggja brennistød Hevdi Tórshavnar kommuna gingið ynskinum hjá landsstýr- inum á moti í 1985 um at taka upp samráðingar við IRF um at byggja eina felags brennistød, so høvdu vit ikki fingið tvær brennistoðir, vístu fleiri tingmenn á undir 1. viðgerðini av upp- skotinum um at stedga IRF. Adolf Hansen visti å, at IRF longu hevur brukt 23 milj. kr. i samband vid ætlanina at byggja brennistød. Kári Petersen segði, at samfelagið fer at spara 10 milj. kr. um árið komandi 15 árini, um vit lata vera við at byggja enn eina brennistød. Tad er helst eingin ivi longur um — aftaná orða- skiftið á tingi týsdagin — at IRF nú sleppur at byggja ta nógv umreddu brennisteðina úti á Vík í Lorvík. Orðaskiftið bendir á, at tað er ikki meirluti á tingi fyri tveimum uppskotum, sum miða ímóti at steðga byggingini av brennistød- ini i Lorvik. Annað uppskotið er sett fram av Adolf Hansen ur Framsóknarflokkinum. Tað miðar ímóti at skipa fyri eini fólkaatkveðu í Lorvík — fyri ella ímóti brennistødini. Hitt uppskotid, sum Fólkaflokkurin hevur sett fram, snýr seg um at tingið skal samtykkja at heita á IRF um at steðga við byggingini, meðan tað kannar meguleikan fyri at brenna saman við Tórs- havnar Kommunu. Adolf Hansen: — Landsstýrið gjert IRF eina bjarna- Olaf Olsen: Nógvar meiningar Tað gjordist skjótt greitt, at flokkarnir á tingi eru ikki allir samdir innan- hýsis um eina og somu steðutakan í hesum mál- inum. Hilmar Kass fyri Sjálv- stýrisflokkin boðaði frá, at hann fór at taka undir við uppskotinum hjá Adolfi Hansen, men hann kundi ikki atkvøda fyri fólkafloksuppskotinum. Signar Hansen úr Tjóð- veldisflokkinum helt ikki, at tað var rætt at broyta loyvini IRF hevur fingið. Ivan Johannesen úr Sambandsflokkinum kundi ikki atkveða fyri uppskotunum, men segði annars, at sambandsmenn vóru ikki á einum máli. Kári Petersen úr Javn- aðarflokkinum segði seg kunna taka undir við báðum uppskotunum. At enda segði Fólka- tænastu við at lata teir sleppa at byggja í Lorvík flokkurin seg ikki kunna atkveða fyri uppskotinum hjá Adolfi Hansen, so samanumtikið fæst neyv- an nakað fleirtal fyri umreddu uppskotum, og IRF sleppur at halda fram við at byggja brennistød í Lorvík. Havnin forðaði loysn Signar Hansen, tj.fl., var fyrstur at taka orðið undir 1. viðgerð. Hann kundi ikki taka undir við, at løg- tingið nú skuldi fara at taka myndugleikan frá IRF. Men persónliga var hann fyri, at tað bert er ein brennisteð i Føroyum. Hann metti to, at Tórs- havnar Kommuna hevði forðað fyri hesum við ikki at ganga ynskinum hjá landsstýrinum í 1985 a meti um, at IRF og Tórs- havnar Kommuna skuldu leggja saman og byggja eina brennisteð. — Tað tykir mær legið, at tá Tórshavnar Komm- una nú hevur fingið sina egnu brennisteð, at løg- tingið so skal áleggja IRF at leggja saman við Havn- ini Signar Hansen metti uppskot Fólkafloksins at vera eitt paraduuppskot og teir beru lótir. Tordur Niclasen úr KFFF-fl. kundi heldur ikki taka undir við nøkrum av uppskotunum. Hann vísti á ta demo- kratisku mannagongd, tá bygdarráð og fyri tað løg- tingslimir verða valdir 4. hvert ár. Bygdarráðið í Lorvík hevur einmælt samtykt at taka undir við ynskinum hjá IRF um at byggja brennistød í Lor- vík. Hetta er tí ein demo- kratisk avgerð Hann helt tó, at fer brennistødin at skapa nakrar trupulleikar fyri Vit spara stórar ílegur við at leggja saman og bert brenna á eini steð eitt nu ferðsluna i k mmununi, so i landið at hjálpa við hesum. Tordur Niclasen takk- aði landsstýrismanninum í kommunumálum fyri at hava verið stødufastur í hesum máli og takkaði somuleiðis Lassa Klein, landsstýrismanni fyri ikki at hava sett fót fyri eina avgerð og loysn í lands á Hilmar Kass: — Vit eru fyri fólkaatkveðu Nr. 36 — 26. mars 1987 stýrinum. — Hetta er so ikki bert ein loysn, sum gagnar eysturoyingum, men hon gagnar so sanniliga el'um landinum. Tað er í tokum tíma, at vit finna eina loysn, sum kann vera til felags gagn fyri alt Feroya fólk Annars helt Tordur Niclasen fólkafloksupp Framhald á síðu 19 á Á TA———————————