týsdagur 31. mars 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Dagpeningaskipanin
TAÐ er eingin ivi um, at eitt tað
størsta framstig hjá verkamonn-
um nakrantíð er dagpeningaskip-
anin. Hon gav verkamonnum eina
trygd við sjúku, sum teir als íkki
áttu frammanundan.
MEN NÚ fara at nærkast tíggju
árum, síðan dagpeningaskipanin
varð sett í verk og stórt sæð einki
er broytt við henni alla hesa tíð.
Tað er tí greitt, at skipanin hevur
brek, og tí er tað als ikki ov tíðliga
at fara at endurskoða alla hesa
skipan, sum hon er.
STØRSTA brek við skipanini er,
at hon ger mun millum tey, sum
eru i føstum starvi og timalønt.
Medan tey fyrru fåa fulla løn frå
fyrsta degi av, tå tey gerast sjúk,
so fáa tey timaløntu bert 80%
eftir 3. degi.
HESIN mismunur er so skilligur,
at tað er heilt upplagt, at hetta
skal verða broytt, og skuldi tað
eisini verið ein sjålvsøgd uppgáva
hjá einum verkamannavinarligum
landsstýri sum hesum.
MEN SJÁLV lógin er eisini langt
frá fullkomin. Tað hava verið fleiri
tulkingarspurningar, sum leingi
hevur verið bíðað eftir at fáa
avgreitt, og í lógini eru eisini heilt
órímiligar reglur. Ein av hesum er,
at kemur umsókn um dagpening
ikki inn í seinasta lagi 8 vikur
aftaná, at sjúkan er byrjað, so
fæst als eingin dagpeningur uttan
frá tí degi, umsóknin er komin
inn.
HENDA reglan hevur havt heilt
órímiligar fylgjur við sær. Tað
kunnu jú vera fleiri orsøkir til, at
ein umsókn ikki er komin inn nóg
tíðliga. T.d. kann tað væl henda,
at tann sum er vorðin sjúkur,
hevur latið umsóknina inn til
læknan fyri at fáa læknaváttan. Er
læknin so ov seinur at senda
umsóknina víðari, verður tað
sjúki verkamaðurin, sum kemur
at fáa sviðan av hesum. Og hann
kemur at spæla av við tað sindri
av peningi, sum hann skuldi havt
at liva av meðan sjúkan er. Men
er læknin eitt sindur snildur, so
kann hann klára hendan
spurning. Taka vit sum dømi
mann, sum er vorðin sjúkur 1.
februar, so skal hansara umsókn
vera inni hjá almannastovuni í
seinasta lagi 8 vikur aftan á ella
29. mars. Kemur umsóknin inn
29. mars, er alt í lagi, men kemur
hon inn 30. mars fær maðurin
einki oyra. Men um læknin nú í
staðin skrivar mannin at vera
sjúkan frá 2. februar í staðin, so er
framvegis alt í lagi. Hetta merkirk
at tað eru tilvildir sum gera, um
maður fær sjúkradagpening ella
ikki. Og tað kann sjálvsagt ikki
vera rætt. Tað skal viðmerkjast,
at umsitingin á Dagpeninga-
skipanini kann einki gera her, tí
tað er lógin sum er so kloddut
orðað.
TAÐ ER einki at ivast i, at tað eru
fleiri brek við galdandi skipan.
Nakað herfyri frættist at lands-
stýrið hevði sett eina nevnd at
endurskoða hana, men meira
frættist tó ikki frá hesum.
VIT FARA at mæla til, at lands-
stýrið beinanvegin setir eina
nevnd við umboðum frá fyrisit-
ingini og frá brúkarunum, t.v.s.
teimum fakfeløgum, hvers limir
tað eru, sum eiga at vera tryggj-
aðir av dagpeningaskipanini.
Henda nevnd skal fáa til uppgávu
at endurskoða lóg. reglugerð og
kunngerð. Lutvíst fyri at bóta um
ta trygd, sum longu nú verður
veitt, og lutvíst fyri at fáa eina
meira smidliga skipan, so
sleppast kann undan tvørleikum,
sum greitt er frá her. Henda
samgongan hevur so mikið av tíð
eftir, at hon eisini kann náa at fáa
sett slíkar broytingar í verk.
VIT META at viljin eisini er til
staðar, so tað er bert at fara til
verka!
ALLAR ALARU
Nr. 38 — 31. mars 1987
Orð við á vegnum
Tað er kanska nyttuleyst
at tjakast við Adolf
Hansen, men av tí at eg
rokni við at vera ein
teirra. sum kemur undir
nevningina »kommunist-
ur« og sostatt havi fingið
ábyrgd lagda á herðar
mínar og samvitsku fyri
einum »stridi móti teim
trigvandi« sum verður
fer fram i Sovjett
kann eg
taka til
sagt
samveldinum,
ikki annad enn
orðanna
Ég veit væl, at hetta er
ein gamal travari, men: er
Adolf til reiðar at fylgja
avleiðingunum av hansara
egna hugsunarhátti? Vit
kunnu tá nevna hópin av
londum í veraldarsoguni.
har kristna læran er ella
hevur verið ráðandi moral-
ur. Og so nevna ymiskar
beistagerðir sum hesi lond
hava framt moti manna-
ettini. Summi uttan,
onnur við kristindóminum
sum opinlýst segdum
grundarlagi
Spurningurin verður tá
heilt einfaldur: Eru Adolf
og hugsanarfelagar hans-
ara til reiðar at geva hesi
læru ábyrgdina av beista-
gerðum hjá valdsmonnum
í hesum londum, og
kanska enntá meta hesar
gerðir sum rættvísar av-
leiðingar av hesi læru?
Um íkki, so kunnu
Adolf og hugsanarfelagar
ikki við reinum morali og
rættvisiskenslu geva
sosialistiskum og komm-
unistiskum hugsjónum —
sum munnu vera eldri enn
kristindómurin — ábyrgd-
ina av øllum sum fer fram
í londum, sum (i eðrum
londum) nevnast <sosial-
istisk« ella »kommunist-
isk« og hava
nakrar av
kanska
hesum hug
sjónum í stevnuskrá síni
Ella enn verri: geva fólki í
Føroyum, sum taka undir
við sosialistiskum hug-
sjónum. ábyrgdina av tí
sum onkrir valdshavarar í
Russlandi nú kunnu finna
Slíkt er
rættvisis-
upp á at
fjart frá
kenslu
Væl veit eg, at fólk eru
til sum ikki hugsa serliga
gera
allari
nógv áðrenn tey fara í
blødini. men við tað at
hesir hegramenn halda
fram i somu sporum,
hóast teir verða rættaðir
og leidbeindir, má tað
haldast at teir antin ikki
læra av veruleikanum ella
skriva móti betri vitan.
Og so er tað tíverri ógjer-
ligt at tjakast við hesar
menn, vit mugu bara tiga
og kanska biðja fyri teim-
um, at teir skulu opna
eyguni.
Eg havi aldri hoyrt
nakran sosialist i Før-
oyum ákært nakran føroy-
ing fyri »heksabrenning« í
miðeldini ella tær mis-
gerðir sum >kristnir<
politiskir flokkar fremja
kring heimin. Og eg vil fáa
frið fyri ákærur fyri ti sum
onkur harðstjórn fremur í
navni »sosialismunnar«
Það er ikki mitt borð
Sosialistiskar hugsjónir
kunnu misbrúkast og mis-
skiljast. men sum heild
kunnu tær tæna manna-
ættini, verða tær rætt fat-
aðar og virkaðar. Sama er
við kristnu læruni. Summi
síga Jesus hava verið
sosialist, og tað tjak skal
eg ikki blanda meg í. Men
nakrir av bestu vinum
mínum eru kristnir og
sosialistar samstundis —
og tað gongur bara væl
hjá teimum
Góðan byr
tongul
Villleiðandi
gleðiboðskapur
Soleiðis var yvirskriftin
av greinastubba 2. mars í
Sosialinum undirskrivað
av H. Joensen. Aftaná at
hava lisið greinina, má eg
siga, at eg eri samdur við
H. Joensen um megin-
partin. Tað, sum hann
kanska mest saknaði, var
tað, sum hann hevði
skrivað fyri ári síðani við
yvirskriftini: »Er fjøldin
av Føroya fólki kristin«,
men hetta hevði so eingin
svarað til. Gud gævi at
fjøldin var kristin, men
tað er bara ikki so bíligt at
blíva kristin, sum tað
verður gjert til
Lat tað standa rimmar
fast, tað hverki verður
barna- ella vaksnamanna-
dópur, sum frelsir eitt
menniskja, tó eigur dópur
at fara fram samb.
Bíbliuni. Men
grundarlagið undir frels-
uni er tann persónliga
trúgvin á tann harra
Jesus, les apostlas. 16,31
Hebr. 11,6. Soleiðis kundu
vit hildið fram at nevnt
aðrastaðir í Bíbliuni.
Tað er tí sera álvarsamt
at boða ein skeivan og
villleiðandi boðskap. Vit,
sum ganga í kirkju, vita,
at treytin fyri at verða
doyptur, er spurningurin
um trúgv á harra Jesus og
avnoktan av djevlinum og
gerningum hansara. Hvat
hendir so?? Mær tykir, at
presturin i sjónvarpinum
3. seinasta sunnudag var á
rættari leið, tá hann m.a.
segði: »Spurningurin var
um ikki skuldi stedgast
við dópi til ein sjálvur tók
ábyrgdina“.
Nú vita vit eisini, hví
hann segði Hetta.
H. Joensen hevur rætt,
tá hann sigur, at hann ikki
minnist teir gomlu
prædikumenninar tala um
dóp sum frelsugrundar-
lagið. Teir, sum vóru
komnir til persónliga
trúgv á tann harra Jesus,
vistu gott, at tað skuldi
meir enn dópur til. Teir
vistu, at Jesus byrjaði sín
gerning við orðunum
»Vendid um« Math. 4,17.
Vit, sum eru frelst, eiga
at minnast til, okkara er
åbyrgdin, um vit boða ein
skeivan boðskap, Bíblian
sigur: >Bannaður er tann,
sum kemur við einum
eðrum bodskapi«. Sera
álvarsamt. Les annars
Rom. 10.9.-11. Eg ivist um
tað er rætt at fara úr eini
samkomu í eina aðra? Eg
spyrji meg mangan, eru
ikki brek í ellum samkom-
um? Lat okkum kanna
skriftina og royna at fáa
rættað brekini í okkara
egnu samkomu so hon
samsvarar við Bíbliuna.
Eins og H. Joensen vil
eg eisini heita á prestar
okkara: boðið eitt
evangelium so menniskju
venda um og lata Jesus
koma inn í hjartað. Nú
páskahátíðin er í nánd,
skal mítt ynski vera fyri
Føroya fólk, at hann, sum
varð krossfestur tína og
mína vegna, men reis upp
frá deyðum, má blíva ein
livandi frelsari í tínum
hjarta, prísaður veri
Jesus, sum livir í dag.
Ein kristin