Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-03-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 1987síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

“ < + Aindahla SiÅ — — - — Nr. 38 — 31. mars 1987 Síða 5 i Oljan er farin 30 oyru upp og fimm niður í prístalsskeiðinum. Nettoprishækkingin, 25 oyru, ávirkar prístalið uppeftir Onga åvirkan á lønina Pristalid hækkar 1,4 stig Prístalið 1. apríl fer ikki at ávirka lenirnar. Prístalið er roknað til 113,8 stig. Tað var 112,4 1. januar. Tað er fyrst og fremst oljan, sum hækkar prístalið hesaferå. Oljan er vorðin 25 oyru dýrari i farna pristalsskeidi. Hverja ferð prístalið hækkar soleiðis, at trý stig koma afturat teimum 100 frá 1. januar 1983, hækka lenirnar, tímalenin 60 oyru og mánaðarlenin 105 kr. Hetta hendir ikki. fyrr enn prístalið rundar 115. Hinvegin er ikki semja um, antin lenin skal lækka, tá prístalið fer niður um trý heil stig. Hetta hendi fyri fyrstu ferð 1. juli í fjør, tá pris- talið fór úr 115,4 niður i 113,9. Arbeidsgevarar lækk- aðu lenina. Men hetta hevdu teir ikki heimild til, segdu fakfelegini. Ti hendan heimildin finst ikki í prístalslógini. Fakfelegini avgjørdu seinasta summar at lata rættin avgera málið og Feroya Arbeiðarafelag hevur stevnt Feroya Arbeiðsgevarafelag. hd Stovna nýtt felag — Føroya útróðrarvirki í Klaksvík fer undir hamaran 7. mei. Foroya Banki hevur sagt seg hava keypara. Men onn- ur boð vera eisini Tann 7. mei verður Feroya útróðrarvirki í Klaksvík selt á tvingsilsuppboði í Feroya fútarætti Roknað verður við, at Feroya banki fer at bjóða, tí bankin sigur seg hava »seriøsan« keypara til virkið. Men væntandi koma eisini onnur boð. Tí á eykaaðalfundi í partafe- lagnum, sum nú eigur virkið, sunnudagin varð avgjert at stovna nýtt felag. Hetta felag skal so royna at fáa virkið á tvingsilsuppboðnum. Fundurin álegði nevndini at arbeiða við málinum, upplýsir formaðurin, Ísak Matras Læt aftur í november Feroya útróðrarvirki byrjaði í mei 1985. Seinna hálvár 1985 gekk raksturin ikki so væl, ella tvær milliónir skeiva vegin. Í fjør lá betur fyri, at keypa virkið men í heyst fór stersti kreditorurin, Feroya Banki, at gera vart við seg. Og 12. november læt virkið aftur. Og tað er framvegis afturlatið. Tey 60 fólkini, sum arbeiddu har, noyddust at fara aðrastaðni. Øll hava tó ikki fingið sær annað arbeiði enn, men bíða til virkið letur upp aftur. Níggju útróðrarbátar av- reiddu til virkið. Danska kredittfelagið BRF eigur fyrsta veðrætt í Utróðrarvirkinum og síðani koma Feroya banki og landskassin. Feroya Banki eigur mest í virkin- um, einar 8 mill. kr. til- samans. BRF eigur 5 mill. kr. og landið einar tvær. Virkið stendur í letuni í 15 „1 mill. kr. Ísak Matras sigur, at teir skuldu brúka lands- kassaveðhald upp á 5 mill. kr. fyri at kunna halda fram. Men, sum tað skilst, hevur Feroya banki ikki álit á virkinum og hevur tí ongan hug at hjálpa tí at halda fram. Ikki sjálvboðið A eykaaðalfundinum sunnudagin varð tosað um, at lata virkið fara í sjålvbodna likvidatión. Men hetta fekk ikki undir- teku. Hinvegin var full semja um at royna at stovna nýtt felag og keypa virkið aftur. Sterstu partaeigarar í P/f Føroya útróðrarvirki eru Klaksvíkar útróðrarfe- lag og Selumiðsteð útróðr- armanna. Partapeningurin er 904.000 kr. og hann má sigast at vera mistur. hd Víkingaferðir til Íslands Nú er enn ein útlendsk ferðamannastova komin til Feroya við tilboðum til ferðahugaðar fer- oyingar. Viking Travel úr Njarðvík bjóðar sær til at leggja til rættis ferðir fyri hópar og einstaklingar á suðurvesturlandinum. | Til demis bjóðar Viking Travel eina 10 daga ferð. sum umfatar Reykjanes, Reykjavík og tey klassisku steðini, Þingvell, Geysir, Gullfoss og Hveragerði. Ferðin kostar 4.000 kr. og fólk skulu búgva á Hotel Kristina í Njarðavík. Ferðamannastovan, sum hevur sambandi við Viking Travel, vísir á, at vatnið Bláa Lónið er á útferðarskránni hjá Viking Travel. Hetta vatnið er serliga gott hjá teimum, sum hava húðsjúkuna psoriasis. Vatnið er lekjandi og Ferðamannastovan hevur sent psoriasisfelagnum i Feroyum tilboð um at senda limir til Íslands við Viking Travel. Njarðvík er lítil fiskivinnubýur, sum liggur millum Reykjavík og Keflavík, tó nærri Keflavík. Samstarv um filmar Tey stóru Norðurlondini hava síðani 1976 arbeitt saman um at gera filmar teirra kendar og harvið fáa teir seldar í eðrum londum. Hvert landið sær hevur so fáar filmar. Men saman hava hesi londini einar hálvthundrað filmar at senda á stóru altjóða filmsstevnurnar hvert ár. Meguleikin at ein ella tveir vekja ans er munin stærri, tá londini eru saman á hesum stevn- um, har nýggir filmar verða seldir og keyptir og summir fáa virðislen. Londini brúka orðini „Scandinavian Films« sum eyðkenni, tí orðið Scandinavian er kendari í útlondum enn Nordic, sum er tað rættara orðið. Ísland og Finnland eru eisini við. Eisini heima Men eitt er at gera norðurlendskar filmar kendar í ti stóra útlandinum. Eitt annað er at gear teir kendar í Norðurlondum. Fyrst í áttatiárunum varð av álvara gjert vart við. at steðan hesum viðvíkjandi var als ikki ov góð. Ein kanning í Danmark avdúkaði, at tað eina árið kom ongin íslendskur og ongin finskur filmur til Danmarkar. Tveir norskir komu og seks svenskir. Ein frágreiðing varð skrivað um hetta skilið og latin norðurlendska ráðharraráðnum í 1982, sum játtaði pengar. Kommunefilm, sum 20 kommunur eiga, í Danmark gjørdi »pakkar« við norður- lendskum filmum. Ein tílíkur pakki er nú hevuðs- parturin av norðurlendsku filmsdegunum í Norðurlandahúsinum. hd 28 | | a - Í * } …… 30», 13 ere me y åg | | —— NORRØNA z Ll Norrøna komin Fyrrapartin í gjár sást eitt stórt hvítt skip stevna inn á Skålafjørdin. Hetta var Norrøna, sum kom år Dundee i Skotlandi. Hon legði at á Hulki og har liggu rhon til tann 11. apríl. Tá kemur hon á Havnina eftir teimum stívliga 600 fólkunum, sum skulu til Bretlands á páskum. Meðan Norrena liggur á Hulki, hevur Brødrasam- koman stevnu umborð. Hon verður komandi vikuskifti hd