Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 1987síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Býráðslimir fáa koyrilin frá formanninum Sum kunnugt fáa býráðs- limirnir í Klaksvík dupult so nógvan fundarpening sum starvsfelagar teirra kring landið Tað er meguliga hetta sum hevur fingið onkran teirra at taka býráðs- arbeiðið í enn sterri álvara enn vanligt og gott er Onkur er enntá farin sc vítt, at hann, av sínur eintingun hevur set arbeiði í verk uttan um nakra býráðssamtykt, byrådsformani byråds skrivara ella nevnd Hetta hevur fingið bý ráðsformannir við Keldu, at koyrlinum og hevur sent øllum starvsfólki og arbeiðs- formonnum harðligt bræv I brævinum sigur býráðsformaðurin m.a., at hann veit um býráðslimir, sum hava gjert royndir við at seta arbeiði í verk, uttan um hann ella deildarleiðaran. Hann ger býráðslimum tí greitt, at tað er býráðsformaðurin, sum hevur dagligu leiðsl- una av kommunalu um- sitingini og at tað bert er hann, saman við deildar- leiðara, nevndarformanni og arbeiðsformanni, sum kann seta í verk arbeiði, sum eru samtykt av býráðnum. Í brævinum leggur Jógvan við Keldu dent á, at hann ikki vil góðtaka, at býráðslimir biðja starvsfólk gera arbeiðir Jógvan sveiggja við fyri seg ella sína nevnd Harafturat sigur hann, at starvsfólk bert eiga at taka ímóti boðum frá sínum deildarleiðara Innanflokka uppgerð Christian Olsen, býráðs- limur fyri Javnaðarflokk- in, váttar, at teir hava fingið eitt tílíkt bræv frá býráðsformanninum, og leggur afturat, at hetta var eitt ógvuliga óupp- drigið bræv. Christian Olsen heldur hetta tað vera legið, at bræv er sent ellum býráðs- limum, tí allir vita, hver býráðslimurin er, sum brævið verður sipað til Hetta er ein av býráðsfor- mannsins egnu, og tí hevði verið betri um býráðsformaðurin hevði vent sær beinleiðis til hin séka, heldur Christian Olsen fyri og leggur afturat, at hetta er ein inn- anflokkatrupulleiki hjá Fólkaflokkinum í Klaks- vík. tór.- MAÐUR HEVUR VANDAN VID- SUM IKKI AKTAR KOYRISID! tidindabladid gsialurin i Nr. 39 — 2. april 1987 Barnsburdarhvild til øll i 24 vikur Uppskot á veg i Logtingið Verður tað, sum lands stýrið vil, verður barns- burðarhvíldin longd til heystar. 1. oktober verður hon longd til 20 vikur, og 1. juli næsta ár til 24 vikur. Hetta hevur lands- stýrið samtykt, og uppskotið verður lagt fyri Legtingið fyrsta dagin. Kanska longu í morgin, sigur Niels Pauli Daniel- sen, landsstýrismaður. Hjá tímalentum er barnsburðartíðin nú átta vikur, hjá eðrum longri, men tað er ymist. Eftir uppskotinum kunnu menninir eisin fáa barnsburðarhvíld. Upp til tvær vikur. Men so verða tær virkurnar drignar av barnsburðarhvíldini hjá mammuni. Allar kvinnur fáa rættin til ta longdu barnsburðar- hvíldina. Eisini mammur. sum arbeiða heima. Verður uppskotið samtykt, verður hetta ein- dømi í Norðurlondum. sigur Niels Pauli Daniel- sen. Skeitt verður ikki upp á nakran máta eftir inntøku. tá dagpengar verða latnir í sambandi við barns- burðarhvíld. Allar mammur fáa 2200 krónur um vikuna í dagpengum. Samstundis verður lógin um dagpengar broytt, soleiðis at dagpengar kunnu fáast í upp til fimm mánaðar. Nú er markið tríggjar vikur. Heimaarbeiðandi kvinn- kunnu tekna sjálv- bodna dagpengatrygging. Tað fellur nú burtur í sambandi við barnsburð. randi ur