hósdagur 2. apríl 1987síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 39 — 2, april 1987
Gott
lagaligt
tilboð
Global hevur fingið eitt
gott og lagaligt tilboð frá
landsstýrinum,
logmaður
Vit vilja ikki Global til
lívs. Vit hava tverturímóti
givið teimum eitt gott og
lagaligt tilboð um eitt lán,
sum verður fastfryst, og tí
ikki nervar raksturin í
hvussu er trý ár framyvir.
Hevur felagið hinvegin
ikki meguleika til at ar-
beiða seg nakað upp
undan í hesi trý árini, so
eru ikki nógv útlit fyri
vinnuni, sigur Atli Dam,
legmaður.
Hann heldur, at tað er
skeivt at siga, at felagið
sigur
ber uppá eina skuld uppá
240 miljónir. Skuldin hesi
trý árini er uppá 150
miljónir, tí pantið, sum
landsstýrið hevur í felag-
num, er bæði rentu- og
avdráttarfrítt í trý ár. Tað
vildi verið heilt skeivt at
strika, tí hetta er ikki fyri
at hjálpa privatmonnum
at gera privatar forrætn-
ingar ella útvega teimum
amboð, sum teir kunnu
liva við og gera við, sum
teimum lystir. Tvertur-
ímóti fer hetta at tryggja
SOUTHERN ISLAND
TORS RUN
okkum, so frægt vit
kunnu at skipini verða í
Feroyum, sigur legmaður.
Legmaður sigur, at tað
er eisini skeivt, sum onkur
hevur borið fram, at lands-
stýrið fyrr hevur boðið
sær til at seta 15 í felagið,
og at strika skuld. Tað
hevur ongantíð verið uppá
tal. Felagið bað uppruna-
liga landsstýrið at seta 10
miljónir í og at fastfrysta
skuldina. Tá svaraði
landsstýrið, at um fáast
kundi ein ábyrgdarfull
loysn, og helst ein loysn,
har onkur banki eisini
kundi vera við saman við
landsstýrinum, so vildi
landsstýrið vera positivt.
Nevnt hevur verið, at
stuðulsláni og veðhaldið
hjá landsstýrinum er 65
miljónir. Hetta er íkki
heilt beint, tí tær 12
miljónirnar av teimum 65
skulu partsreiðararnir
rinda.
Tá vit tosaðu við
legmann hevði landsstýrið
ikki fingið svar frá Global,
men legmaður roknaði við,
at tá teir, sum standa fyri
Global, hava umhugsað
tilboðið frá landsstýrinum
og sæð hvussu gott og
lagaligt tað er, fara at góð-
taka. Serliga tá hugsað
Tilboðið frá landsstýrin
um er ein roynð at
tryggja, at skipini fram
haldandi kunnu sigla
undir føroyskum flaggi,
sigur løgmadur
verður um, at eingin av
teimum nýggju investor-
unum bindur seg fyri
persónliga kautión fyri
gamla lánið, sigur leg-
maður.
tór.-
Javnaðarflokkurin
landsfund í Vestmanna
Fríggjakveldið byrjar
Javnaðarflokkurin sín
landsfund í Vestmanna.
Fundurin heldur fram
leygardagin og endar við
veitslu í Glæmuni í Kvívík
leygarkveldið.
Landsfundurin hjá
Javnaðarflokkinum verð-
ur í skúlaauluni í Vest-
manna. Fundurin byrjar
kl. 19.30 við at formaður
floksins, Atli Dam, leg-
maður, greiðir frá polit-
iskum viðurskiftum. Eftir
hesa frágreiðing verður
orðaskifti.
Leygarmorgunin verður
byrjað aftur kl. 9 og aftan
á ein kaffimunn
politiska orðaskiftið fram
Eftir hetta kemur frá-
greiðingin frá floksskriv-
aranum, Hans Jergensen
og síðani verður orðaskifti
um frágreiðing hansara
Eisini er frágreiðing frá
mp
heidur
feløgunum og val
starvsnevnd og
floksleiðslu
Innivist kann eisini
útvegast til avbygdafólk
Tey, sum hava soviposa
við, kunnu fáa rúm í
skúlanum, men annars ber
eisini til at gista privat.
Um hetta skal boðast frá
frammanundan til telefon-
irnar 22440, 22372 ella
24096.
Eisini er ætlanin at
skipa fyri busssambandi
av landsfundinum fríggja-
kveldið og frá veitsluni
leygarkveldið
Tað er Norðstreymoyar
Javnadarfelag, sum skipar
fyri landsfundarveitsluni
hesaferð. Veitslan verður
Glæmuni Kvivik kl
19.30 og er kostnaðurir
160 krónur
tor.
GOTT MALIÐ OKSAKJOT, BERT 17,-VIKUNA ÚT
— Vit hittast ;S M Æ | U N