hósdagur 2. apríl 1987síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 39 — 2. apríl 198
== mL Es
Karin Kjølbro:
Hava vit als
onga lands-
planlegging!!!
— Hver stýrir landin-
um í dag? Er tað so, at
ein tilvildarligur
Hanus ella Janus í
Suðurstreymi hevur
funnið út av, at tað er
eitt gott hugskot at
gera ein Sundsdepil, og
at har skal vera ditten
og datten — at hann
skal gera hetta til eitt
kommunumál, og at vit
ell skulu hyggja at,
meðan als eingin plan-
legging er í, spurdi
Karin Kjelbro, úr
Tjóðveldisflokkinum,
tá uppskotið um út-
bygging á Sundi var til
viðgerðar á tingi í
síðstu viku!
Hon segði víðari: —
Vit vita, at tað er
nakað, sum eitur vina-
og kenningapolitikkur
og eisini nakað sum
eitur junglulóg. Hvat
hava vit eitt legting til,
um eitt land kann stýr-
roynt at skapa slíkar
heilatrustar við starvs-
stovum 0.ø., tí teir nú
vildu fremja tað menning-
ararbeiði og ta gransking,
sum annars natúrliga
verður gjert antin av tí
almenna ella saman við tí
almenna, og teir flestu av
hesum hava brotið hálsin
uppá tað.
— So tað luftiga pro-
jektið, sum eitur Kjarnin á
Sundi, vil eg als ikki tosa
um í hesum sambandi,
legði Atli Dam afturat.
Hann vísti annars aftur
atfinningum frá andsteð-
uni um, at landsstýrið
hevur forðað Tórshavnar
kommunu í at gera láni-
avtalur og hevur roynt at
forða kommununi í at
byggja sína egnu brenni-
stød.
Til hetta segði hann, at
landsstýrið hevur havt ta
fatan, at lántekurnar hava
verið alt ov stórar og
hevur tað verið politikkur-
in at royna at fáa hesar
lántekur inn í ein ávísan
karm, og er komið hartil,
at Tórshavnar kommuna
hevur givið tilsegn um at
vera við til at gera eitt
ávíst planleggingararbeiði
á hesum eki, soleiðis at tað
fæst at vita, hvussu nógv
ein tolir at læna og soleiðis
at Tórshavnar kommuna
eisini kann fáa sin tørv inn
í ein karm, sum samfe-
lagið annars tolir at bera
ast upp á henda
mátan? Skulu vit ikki
vera við til at plan-
leggja útviklingin í
hesum sambandi, hvar
ætlanin er at byggja
ídnaðardeplar, brenni-
steðir, útbygging av
sjúkrahúsum o.s.fr.,
enn at lata menn koma
og spæla við
musklunum ferð eftir
ferð?
Er tað veruliga so, at
hetta er so langt á leið-
komna land okkara
onga sum helst lands-
planlegging hevur av
nekrum sum helst
handaslag, spurdi tjóð-
veldiskvinnan á tingi!
jan.
Brennistødin
Hvat viðvíkur brenni-
steðini, so er tað eitt tal-
andi demi um tervandi
samstarv millum komm-
unur og fyri tað næsta
tervandi evni ella vilja ella
meguleikar frá almennari
síðu at fyriskipa eina
skilagóða útbygging av
samfelagnum.
— Tað vil so aftur siga,
at tað hevði verið rætt
bert at havt eina brenni-
steð.
Vit bjóðaðu okkum til, í
samband við skipanina av
landsstýrinum, at gera
spurningin um brennisteð
til eitt landsmál og so lata
kommunurnar fremja
útbyggingina og hava
raksturin av steðini, og
vístu á eki á Glyvursnesi,
har ein so eisini hevði
kunnað lagt ídnað og
havn
Men henda ætlan varð
kveistrað til viks av ávís-
um politikarum júst tí teir
vildu verja tað sokallaða
kommunala sjálvstýrið og
ti at lokalpolitikarar ikki
vildu hava alt burturkast-
ið til Havnar, segði Atli
Dam m.a. á tingi í síðstu
viku, tá uppskotið um at
geva loyvi til vinnubygg-
ing á Sundi var til 1
viðgerð
jan.
Jóannes Dalsgaard, tingmaður:
— Nei til at miðsavna
ognarrættin til alt
vinnuliv í Føroyum
— Verður loyvi givið til
vinnuútbygging á Sundi,
so verður Sundsdepilin úr-
slitið, og hann er so ikki
nakað lokalt mál fyri
Havnina, men hevur við
alt landið at gera. Vit
kenna einki til tær fylgjur,
sum standast av tí veld-
uga kraftsentri, ið har
verður, og vit vita heldur
einki um, hvat fyri fylgjur
hetta vinnulívssentur fær
fyri sjálvan vinnulívs-
bygnaðin í landinum. Men
vit vita, at kemur hetta
ígjegnum, sum ein ávísur
maður ætlar og sum hans-
ara klæðsekks dreingir í
býráðnum í Havn ætla, so
fær hetta ómetaliga stórar
fylgjur fyri íbúðarviður-
skiftini í Havnini. Tað
verður eitt egiligt trýst á
tí sosiala ekinum, á barna-
ansingarøkinum, skulaøk-
inum 0.s.fr.
Jóannes Dalsgaard
segði, at tað, sum er við at
henda inni á Sundi, er eitt
talandi demi um mangl-
andi landsplanlegging
Gíslar!
Eg haldi ikki, at tað er
nakar ivi um, soleiðis sum
Depilin nú er ætlaður og
við tí sindri vit vita um
hann, at hann ikki verður
nakað gagnligt tiltak fyri
Suðurstreymoy og Havn-
ina, so eg haldi, at Hilmar
Kass eigur at vera meira
varin. Hann eigur ikki at
»rasla so hart við såplin-
um“. Vit hava verið gíslar
hjá Hilmari Kass fyrr, so
tað kann vera, at eisini
aðrir missa tolið — við
Hilmar Kass og Sjálvstýr-
isflokkinum.
Vit hava upplivað Sjálv-
stýrisflokkin í SEV-málin-
um, í málinum um barna-
ansing í Havn 0.ø., og eg
ætli mær ikki lata meg
stýra av Hilmari Kass'sa
partamonnum í býráðnum
í Havn og í samgonguni
Tað kann hann fáa at vita
her og nú.
Jóannes Dalsgaard helt
tað vera rættari at tosa
um avleiðingarnar av ætl-
aða deplinum á Sundi, um
Jóannes Dalsgaard, tingmaður úr Javn-
aðarflokkinum, heuði lítið gott at bera
ætlanini við Sundsdeplinum og hann
segði viðgerðina av uppskoti sambands-
manna um at loyva slíkari bygging m.a.
p
GG HINUM
S ið að
hvat skal vera har og hver
skal eiga.
Detail-handilin
umaftur
Tað tykist sum, at tað, ið
skal henda við Sundsdepl-
inum er tað sama, sum er
við at henda við detail-
handlinum í Havn og sum
nú er við at fara um alt
landið: at ein maður í
Havn skal ogna sær
stóran part av ídnaðinum
eins og hann hevur gjert
viðvíkjandi detailhandlin-
um bæði í Havn og nú
eisini um alt landið.
Jóannes Dalsgaard
segði seg vera ímóti einum
slíkum útviklingi og segði,
at hetta hevur heldur ikki
nógv at gera við ta liberal-
ismu, sum Pauli Ellefsen
hevur tosað um, uttan so
um vit hugsa um tær
fylgjur, sum liberalisman
oftani fær uppá longri
sikt.
— Tað er jú soleiðis, at
tann klassiska liberal-
isman oftani byrjar við
fríari = kapping millum
virki, men hon endar ofta
við, at ein vinnugrein ella
eitt heilt vinnulív verður
monopoliserað.
Gongur tað, sum ein
ávísur maður ætlar, fær
hann makt sum akt, so
ætlar hann at miðsavna
ognarrættin til alt vinnu-
lív í Feroyum.
Jóannes Dalsgaard vísti á,
at ognarrætturin til fiski-
ídnaðin í Feroyum er
rættiliga spjaddur
Tað eru bert nekur
heilt fá flakavirki, sum eru
a privatum hondum
Restin er fyri ein stóran
part ogn hjá
kommunum, fakfelegum
og einstaklingum, men
kemur henda serstaka
Ellefsens liberalisman at
galda fyri Sund, so verður
tað ein álvarsom hóttan
móti tí spjadda ognarrætt-
inum vit hava innan fiski-
ídnaðin á landi og tað
gangi eg ikki við til.
— Tann vinnuliga út-
byggingin, ið skal vera í
Suðurstreymoy, skal vera
eftir eini ella aðrari skip-
aðari ætlan. Í tí sambandi
fari eg at minna tingmenn
á, at vit eru komnir heilt
langt við ætlanunum um
eina menningarstovu.
Hon hevur í stóran mun
sama endamál sum ætlaði
kjarnin á Sundi, og tað er
klárt, at hesin sami
maður, antin tað so eru
hansara egnu pengar ella
EF-pengar, hann
arbeiðir við, ætlar at koma
tí almenna í forkeypi og
seta seg á tær uppgávur,
sum menningarstovan
skal hava og á tann hátt at
monopolisera alla vitan,
alla produktútvikling og
alla marknaðarfering og
soleiðis seta seg á alla
framtíðarútbygging, segði
Jóannes Dalsgaard,
tingmaður Javnaðarflok-
sins í Suðurstreymi, m.a
undir oråaskiftinum
útbygging á Sundi.
felags
um