Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Í *;A md } 1 uOindaDiaK jálvsagt áttu vit at sett byggikvotur * — Vit hava ongan møguleika at stýra virkseminum, og mugu vit bert sita og hyggja at, hóast okta virksemi ger sítt til, at tað, sum longu er sett í verk, verður seinkað enn meira, sigur Gunnar Hoydal, býararkitektur í Havn. — Vit, sum arbeiða á byggideildini, og sama er helst eisini galdandi fyri býráðslimir, merkja, at tað er ein misnegd og óvissa hjá fólki. Talið á umsóknum er stórt og veksur hvenn dag. og nú standa ikki færri enn 1100 fólk á bíðilista hjá komm- ununi við tí eina ynski, at fáa eina íbúð ella grund- stykki. Tað einasta, sum vit kunnu svara í letuni er, at fólk mugu hava tol og bíða til okkurt verður, sigur byararkitekturin i Havn, Gunnar Hoydal. Hann viðgongur, at tað gongur ikki sum ætla. Her hugsar hann serliga um byggingina á Berjabrekku. — Hevuðsgrundin til trupulleikarnar á Berja- brekku er, at tíðarætlanin heldur ikki og hesin trupulleiki skal ikki undir- metast. Fólk fingu at vita, at tye kundu vænta at flyta inn til eina ávísa tíð. Tey búgva kanska við eini dýrari leigu í letuni, sam- stundis sum tey skulu gjalda inn til byggingina og fyri hvenn dag tað verður seinkað, verður tað alt tyngri hjá hesum fólkum. Tá seinasta tíðar- ætlanin ikki helt, tora vit næstan ikki at siga, nær byggingin verður liðug, sigur Gunnar Hoydal. Stórt virksemi — Hetta er av teirri orsek, at arbeiðsmarknaðurin í Havn er so hart fyrispent- ur. Tað hevur ongantíð verið tílíkt virksemi sum nú, sigur Gunnar og legg- ur afturat, at teir í letuni viðgera umsóknir í býráð- num fyri mangar miljónir í vinnu- og handilsbygning- ar, sum krevur nógv ar- beiðsfólk. Tað er tí í letuni ein stór kapping eftir ar- beiðsfólki, og hetta gongur eisini útyvir Berja- brekku. — Tað vísir seg at vera nærum ógjerligt hjá hand- verksmeistarum at halda fólk, tí meistarar yvir- bjóða hvenn annan, sigur Gunnar Hoydal. Spurdur um ein meistari ikki undirskrivar sáttmála og tíðarætlan áðrenn farið verður undir bygging, sigur Gunnar, at hetta er so, men í ellum tílíkum sáttmálum er eitt fyri- varni, sum sigur, at fær meistarin ikki fólk á staðnum, hevur hann rætt til at leingja tíðina. Hetta seinasta hálva árið hava verið tíggju handverkarar ov fáir á Berjabrekku. Tað, sum nú verður gjørt, er at leita eftir handverk- arum aðrastaðni. Bæði í Íslandi og Danmark, men hetta er dýrt. — Men fáa vit ikki nóg mikið av fólki, kunnu vit als ikki siga nær bygging- in verður liðug, leggur Gunnar Hoydal afturat. Í sambandi við tær mongu byggiumsóknir- nar, sum kommunan viðger í letuni, kann tað tykjast legið at geva loyvi til enn sterri virksemi, tá vit ikki hava fólk til tað sum er. Til hetta sigur Gunnar Hoydal. — Tað hava vit ongan meguleika til. Tað vit kanna, eru umsóknir m.a. frá privatum, og um hesar umsóknir eru innan verandi lógarkarmar, hava vit ongan meguleika at steðga hesum. — Vit hava ongan meguleika at stýra virkseminum og vit mugu bert sita og hyggja at, hóast enn sterri virksemi ger sítt til, at tað, sum longu er sett í gongd, verður seinkað enn meiri, sigur Gunnar. Hann legg- Gunnar Hoydal, býararki tektur. Ikki fle Konmansmyrur ur afturat, at hvør seink- ing er dyr og rokningina fåa tey, sum skulu hava husini, ti alt tad, sum kommunan byggir og ger byggiklårt, skal hvila i sær sjålvum. Tad er sjålv- andi ein politiskur spurn- ingur, men soleiðis hava treytirnar altíð verið. Byggikvotur Alla aðrastaðni hava tey eina stýring av t.d. byggivirkseminum. So- kallaðar byggikvotur verða settar, men ikki her í Feroyum. Gunnar sigur, at í Nuuk í Grenlandi til demis arbeiða teir við byggikvotum. Annað- y) hvert talan er um almenna ella privata bygging. |] Grenlandi ásetir lands- stýrið byggikvoturnar, og sum steðan er í Feroyum, skuldi ein trúð, at hetta hevði verið sjálvsagt í Feroyum Spurdur um hver skuldi ásett hesar kvotur, sigur Gunnar, at tað skuldi verið landsstýrið saman við kommununum. Býráðið hevur sína egnu langtíðarætlan, men henda ætlan kann lættliga gerast Ørealistisk, um tann privata byggingin ikki eisini kann verða stýrd, sigur Gunnar. Gunnar Hoydal vísir á vandan við at lata út- lendingar standa fyri stórum parti av byggi- virkseminum í býnum. — Tað verða útlend- ingarnir, sum fáa roynd- irnar av hesum virksemi ístaðin fyri, at tað vóru vit sjálvi. Eitt gott byggjarí — einaferð Hóast allar trupulleikar hevur Gunnar Hoydal ikki mist allar vónir um at fáa okkurt gott burtur úr byggingini á Berjabrekku. Bygging n á Beriat ekk rður tkad, men ta ll ðugt er. 1 IST ey kki í t fólk eru nogd 100 fólk standa á bíðilista til Berja brekku, sigur Gunnar Hoydal Nr. 39 — 2. apríl 1987 Tad týdningarmesta við ellum er, at eg ikki í, at tá arbeiðið er liðugt og fólk eru flutt inn, hava vit eina bygging og fólk er nøgd, hóast alt. Og IVISL sjálvt um hetta hevur kostað teimum meiri enn ætlað, verður virðið av hesum húsum nógv sterri enn tað, sum verður goldið fyri tey, sigur Gunnar og leggur afturat, at áhugin er so stórur fyri hesi bygging. at 400 fólk standa á bíðilista og vóna, at tey, sum nú hava fingið eina íbúð á Berjabrekku í boði, leypa frá. — Ætlanin á Berja- brekku er fyrireikað í eini seks ella sjey ára og hevur alla tíðina verið ætlað sum ein annar meguleiki hjá fólki at búgva og byggja enn tað, sum hevur verið vanligt. Nevniliga vanlig sethúsabygging, sum var einasta tilboðið fyrr. Aðrir ibudartørvir Sum sagt vóru grund- stykkini einasta tilboðið býráði hevði at bjóða fólki, men tá byggideildin fór at kanna eitt sindur eftir, vísti tað seg skjótt, at fólk høvdu eisini nógv onnur ynski um íbúð enn eitt grundstykki At byggja síni egnu sethús krevur eitt ógvuliga stórt tak hjá eini familju. Tað krevur tvær hampuliga góðar inn tekur, men tað hava ikki oll. Tey eru so mong, sum ikki hetta, men hava íbúðarterv mp megna ein