Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 1987síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 39 — 2. apríl 1987 Fyrsta royndin at gera eitt annaðleiðis byggjarí var Tórsbyrgi, sum varð liðugt fyri einum 10 árum síðani. Hetta fekk stóra mótsteðu frá mongum, men hóast hetta eydnaðist hetta bara væl, sigur Gunnar, sum heldur, at mótsteðan, sum tá var, gjørdi at kommunan ikki vildi halda fram beinan- vegin. — Tí kom ein tíð, har allur dentur aftur varð lagdur á tey vanligu set- húsini. Sjálvandi skulu vit eisini í framtíðini hava eitt útboð av grundstykkjum, tí hesin byggiháttur hevur stórar fyrimunir, m.a. tí fólk kunnu sjálvi arbeiða og gjøgnum sítt arbeiði útvega sær eginpening og harafturat laga seg eftir nær tey hava meguleika at byggja, sigur Gunnar Hoydal, men vit skulu eisini hava ein annan meguleika at bjóða fólki, leggur hann afturat. Hesir aðrir meguleikar vóru fyrst á Tórsbyrgi, nú á Berjabrekku og tað næsta verður byggingin í Hoyvikshaganum. > Har ein heilur byur verður bygdur, og ikki eitt nytt íbúðareki, sum leggur seg afturat tí sum longu er. — Hevðstankin við hesi nýggju bygging í Hoy- víkshaganum er, at hesin »byur« — á stedd við Tveroyri — skal virka sum ein eind við øllum ti, sum ein tílíkur býur skal hava. — Um vit skulu ganga ynskjunum, sum eru í dag á meti, mugu vit gera okkum greitt, at ein heilur býur skal byggjast afturat, sigur Gunnar. Í hesi ætlan er dentur lagdur á at útvega fólki, ikki bert vanlig grund- stykki, sum verður tað stóra talið, men eisini nógvar aðrar møguleikar. Ikki býtast sundur Gunnar Hoydal heldur tað ikki vera beint at býta býarpartar eins nógv sundur sum higartil hevur verið gjørt. Í sethús, handlar, arbeiðspláss o.s.fr. Á tann hátt fáa vit ein ógvuliga deildan bý við nógvari ferðslu og gevur hetta eitt býar- mynstur, har stór eki standa tóm um dagin og onnur tóm um náttina. At blanda hetta meira saman fáa vit ein meiri livandi bý, heldur hann. Her skulu vit eisini hava íbúðir av ymiskum slag, so fólk fáa ein valmegu- leika. Sterri hús, smærri hús, randarhús, sambygd hús o.s.fr. Randarhúsini til demis er ein meguleiki, sum liggur millum liðug hús og eitt grundstykki. Her verður miðað ímóti, at fólk kunnu gera tað í felag, sum er dýrt og torfert. Planera og gera byggi- búgvið og kanska stoypa veggirnar upp og so kunnu tey sjálvi byggja húsini liðug og harvið avgera hvussu húsið skal síggja út. Hetta fer at geva eina livandi og fjel- broytta bygging, heldur Gunnar fyri. Eg havi broytt hugsan Tá Gunnar talar um fjel- broytta bygging, har fólk sjálvi í sterst meguligan mun avgera hvussu húsini skulu síggja út, er vert at vísa á Konmansmýru, sum Gunnar eisini stóð fyri. Tá vóru ógvuliga fastar rammur um hvussu alt skuldi síggja út. Tekini skuldu øll vera svert, eingin bilhurð, einki mátti leigast út o.s.fr. Hevur Gunnar Hoydal broytt hugsan? — Avgjert ja. Feroyskir arkitektar læra í útheim- inum. Í okkara útbúgving læra vit hvussu bygt verður uttanlands, og tað er ikki so legið, at ein tekur hetta mynstur við sær heimaftur. Men tað er vorðið heilt greitt fyri mær at lata fólk avgera so nógv sum gjerligt innan fyri ein felags karm, sum verður lagdur saman við teimum fólkum, sum skulu búgva har, sigur Gunnar og vónar, at vit síða 17 einaferå kunnu siga, at fólk fáa so nógv at siga viðvíkjandi teirra egnu bygging, at vit kunnu kalla hana demokratiska. — Tú hevði ikki gjert eina nýggja Konmansmyru í dag? — Nei, ikki tær åseting- arnar og strengu krøvini, sum vóru tå. Góður byur? — Heldur byararkitektur- in, at Havnin er ein g6dur byur i dag? — Eg hevði ta fatan fyri einum ári síðani, at Havnin var blivin ein góður býur. Ein vakur býur, har nógv av tí, sum var so sjónskt fyri 10-15 árum síðani, ruðulleiki og tilvild, var skil komið á. Havnin var blivin vakrari og ein betri býur. Men hetta seinasta árið er gingið tann evugta vegin. — Vit síggja nú hvussu tað verður arbeitt, grivið og grópað alla staðni í senn og ferðslan er alt ov mikil. Asfaldustið, sum borgarar hvenn dag draga niður í lunguni. Á vind- eyguni liggur ein skón av beinleiðis dusti frá bilum. Fyri býin eru píkadekkini ein stórur trupulleiki. — Vit tosa nógv um verandi og komandi ídnað. Um brennisteðina á Sand- víkarhjalla. Dálkar alt hetta? — Vit hugsa minni um ta dagligu dálkingina. Hvert minutt, vit ganga í býnum, vita vit, at vit draga lort niður í lunguni. Hetta er óneyðugt. Tað hevði hjálpt nógv, um vit sluppu undan píkadekk- unum. Tað vit nú mugu hugsa heilt álvarsliga um, er ein umskipan av ferðsluni, soleiðis at býarpartar verða avlastaðir fyri ferðslu. Um ikki beinleiðis nokta allari ferðslu í mið- býnum, men avmarka hana, og fáa hevuðsveg- irnar gjørdar, ongantíð ov skjótt, sigur Hoydal og hugsar her serliga um ringvegakervið. — Allar helst vildi eg, at friður var í eini tvey ár, men hetta letur seg ikki gera, serliga tá vit hugsa um tað stóra trýstið, sum liggur á Havnini frá øllum Feroyum. — So leingi landsstýrið ikki kann koma við einum landsplani = ella fekk meguleika at ávirka plaseringar av virksemi, mugu vit liva við hesum. — ein tílíkur landsplan- ur skal fyrst og fremst byggja á hvar hetta og hatta virkið liggur best alt eftir hvat grundarlagið er vit byggja á. Tað verður so mangan sagt, at ógjer- ligt er at gera ein lands- plan, tí tað eru so nógv ymisk lokal áhugamál, og tað einasta vit hoyra, er at flyta ein ella annan stovn, men tað hevur lítið við bygdamenning at gera. Um vit ikki koma longri enn at tingast um at flyta onkran stovn ella ikki, verður ongantíð nekur skilagóð planlegging í, sigur Gunnar Hoydal. Hann leggur afturat, at sjálvandi verður torfert at gera oll samd, men høvdu vit so, um ikki annað, fingið eina ætlan á pappírið, so høvdu vit eitt grundarlag at tingast út frá. — Hvat liva vit av í hesum landinum. Hverjar møguleikar hava vit. Hvussu kundu vit best ut frå hesum bygt samfelagid upp. Hetta må vera grundarlagið undir eini landsplanlegging. sigur Gunnar, og leggur afturat, at Sundsætlanin og flogvallarætlanin eru landsplansavgerðir burt- urav. Hetta hevur týdning fyri alt landið, men tað er meguligt, at Sundsdepilin er náttúrligur í hesum ekinum, men tað átti at verið mett í einum saman- hangi fyri alt landið. Men, leggur Gunnar afturat, so leingi vit ongan landsplan hava, skilji eg kommun- una væl, at hon roynir at tryggja sær framleiðslu- alternativ í hesum býi. tór.- Ætlanin við randarhús- unum er spennandi B45/ Kr