hósdagur 2. apríl 1987síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
pr
nsar eftir
skipum
og båtum
I illvedri stendur nógv á Eirikki Justinus-
sen, havnarmeistara í Leirvík
Havnarskrivstovan í Leir-
vík er ikki nakað stórt
arbeiðspláss. Har arbeiðir
bara ein maður. Tað er
Eirikkur Justinussen,
sum hevur verið á havnar-
skrivstovuni frá fyrsta
degi fyri 14 árum síðan.
Meginpartin av degnum
er hann á havnarskriv-
stovuni. Men tað er ikki
meira bundið enn so, at
hann kann fara heim ímill-
um, um einki serligt er á
vási.
Vanliga fer hann til ar-
beiðis um 8-9 tíðina um
morgunin. Tað hendir tó
meira enn so, at hann fer
út fyrr at hyggja eftir
skipum og bátum.
Um náttina og um
kveldið hevur hann ikki
vakt, men ofta koma skip-
ini ikki inn fyrr enn eftir
vanliga arbeiðstíð, og
nekur koma um náttina.
Tá plagar Eirikkur at
standa fyri teimum og
vísa teimum á eitt stað at
leggja skipið ella bátin.
Havnin í Leirvík er
trong. Hon varð bygd við
teimum fíggjarligu megu-
leikum, sum vóru, til
útróðrarbátar og smærri
skip. Síðan eru fleiri sterri
skip komin.
Strandfaraskipið Tern-
an leggur ikki at longur
inni í sjálvari havnini. Tað
munar nakað. Men torfert
er ofta at finna pláss til
ferini, sum skulu inn at
liggja við bryggju, sigur
Erikkur Justinussen. Ofta
er havnin full, men enn
hevur ikki verið neyðugt
at avvíst forum, sum hava
ætlað inn.
Til dagligt er arbeiðið
ikki so troyttandi. Og
onkuntíð kann tað vera
eitt sindur keðiligt. Men í
illveðri fær Eirikkur ikki
loyvi til at keða seg.
— Tað stendur nógv á
mær, tá lágættarstormar-
nir eru, sigur Eirikkur.
Tá fer hann út at
hyggja, um ell skip og allir
bátar eru forsvarliga
bundin. Slítur onkur,
ræður um at fáa fólk til
hjálpar sum skjótast.
Skrivar rokningar
Arbeiðið hjá Eirikki er
eisini at skriva ell skip
upp, sum koma at
bryggju. Rokningarnar
fyri havnargjaldið skrivar
hann eisini, krevur peng-
arnar inn, men sjálvt bók-
haldið hevur kommunu-
skrivstovan.
Stundum er Eirikkur úti
og spular alla havnina —
og ruddar. Hetta er
neyðugt, tí tari og annað
legst á bryggjuna av trol-
unum, sum skipini leggja
upp á land.
Henda dagin vóru ikki
so nógvir bátar í havnini.
Fleiri teirra vóru á útróðri.
Men tá allir eru inni í senn,
er havnin stúgvandi full.
Fólk vitja ofta inn á
gólvið í havnarskrivstov-
uni. Tey prátini eru við til
at gera arbeiðið gott,
heldur Eirikkur.
Arbeiðsdagarnir kunnu
vera langir. Og bundið er
tað at vera einsamallur
um havnarskrivstovuna.
Betri hevði verið, um vit
vóru tveir, sum skiftust,
sigur Eirikkur.
Sjálvt um hann hesi 14
árini mangan hevur verið
til arbeiðis um kveldið og
um náttina, hevur hann
ongantíð kravt so mikið
sum eitt oyra í yvirtíð.
Tað hevur hann ikki
dugað, men orsekin er
ikki, at lenin er nakað at
reypa av.
Nr. 39 — 2. apríl 1987
Utvarp og WHF eru
neyðug at hava á haunar-
skrivstovuni, har Eirikkur
Justinussen eisini hevur
sum arbeiði at skriva
ferini upp og skriva rokn-
ingar