hósdagur 2. apríl 1987síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 39 — 2. apríl 1987
————
Henda dagin var ikki so
nógu at gera í havnini hjá
Eirikki Teir flestu
bátarnir vóru úti
þðseigari
kúgar tey
Enn eru ikki øll jardarbruk-
ini i
Góðseigarin
Nicaragua almenn. + æð
mótarbeiðir
miðvíst sandinistisku
stjórnini, greiðir ein kvinna
frá
Matagalpa,
Nicaragua 7. mars
Saman við fleiri nicaragu-
anskum kvinnum siti eg i
gongini í helunum hjá
jarðararbeiðarafakfelag-
num og bíði eftir at ein
lastbilur skal koma eftir
okkum og koyra okkum á
ein skúla uttanfyri býin
har vit skulu á kvinnu-
fund
Undir liðini á mær situr
ein kvinna um 30 ára
aldur. Hóast unga aldur
hennara, bera rukkurnar í
andlitinum skillig boð um,
at lív hennara ikki altíð
hevur verið lætt. Fegin
um, at eg havi áhuga fyri
at frætta um viðurskifti
hennara, greiðir hon mær
lívliga frá um óskilið á
privatu »haciendaini«, har
hon arbeidir.
ÞÁ St. Rita hava vit
hverki fingið sukur, mat-
olju ella såpu i fleiri vikur.
Vit hava nú leingi einans
kunnað vaskað klæði okk-
ara í berum vatni«.
Sukur og matolja eru
neyðsynjarverur, allir
nicaraguanarar meta sum
lívsneyðugar. Allur matur
frá rísi til hesnarungar,
verður stoktur í matolju;
og sukur verður latið í
allar drykkjuverur frá
kaffi til saft. So nógv
sukur, at mangan er ilt at
vita, hvat tað er, tú
drekkur. Tað bera tær
mongu brendu tenninar —
fyri ikki at tosa um tær,
sum langt síðani eru
dotnar úr munnunum
síni skilligu boð um.
Eru sukur ella matolja
ikki at fáa, kann hetta fáa
hvenn nicaraguanara at
gera uppreistur. Tað
tykist góðseigarin á St.
Rita at vita. Tí hevur hann
latið handilin standa hálv-
tóman so leingi. Heldur
ikki klæði hava verið at
fingið í óminniligar tíðir,
greiðir Carmen mær frá.
Sýtir at útgjalda løn
Men hetta er ikki alt,
hóast verutrot er tað
fyrsta, fólk í Nicaragua
gremja seg um. >Partar av
kaffiøkrunum liggja í
órekt og tær dýru maskin-
urnar verða ikki hildnar«.
Mary Ann
úr Nicaragua
Í
Carmen er uppest
Meðan hon leitar í taskuni
eftir kambinum, greiðir
hon mær frá, at góðseig-
arin ger hetta fyri at
venda arbeiðarunum á St.
Rita móti sandinistisku
stjórnini. Matin, sum
verður latin sum partur av
lenini, hevur hann noktað
teimum fleiri ferðir, og tá
hava tey noyðst at klárað
seg við tí sindrinum av
meisi og benum, tey dyrka
sjálvi, og tí, tey kunnu
finna í náttúruni av frukt-
um 0.ø. Lønina rindar
hann, tá hann sjálvur vil.
„Men okkum skal hann
ikki lumpa!< sigur hon
avgjerd á málinum,
meðan hon tekur bláa
silkibandið úr hárinum og
roynir at pynta seg.
Stríðsandin = lýsir av
henni, meðan hon greiðir
mær frá at tey nú vilja
hava statin at gera St.
Rita um til statsfarm. Har
er onki fantilsi á, heldur
hon, og skilið gerst alt
verri, meðan hesin
maðurin sleppur at týggja
sær sum honum lystir.
Fer sjálv til
forsetan
Carmen greiðir mær erpin
frá, at hon situr í nevndini
fyri deildina, sum fakfelag
hennara ATC hevur á
góðsinum. Tá eg spyrji
hana, hverji ábyrgdareki,
hon hevur, svarar hon
mær »organisation« — ja,
nú má eg bíða, tí hitt
hevur hon gloymt — hon
hevur júst fingið eitt
ábyrgdareki afturat. Hon
hyggur í lítla skrivihefti
sítt og sigur so smílandi:
»framleidsla«. Fyri henni
hava heiti ikki nógv at
Fleiri jardskjålvtar hava rakt landið, og hot uðsstaðurin Managua er heldur ikki
sloppin undan. Ráðini eru ikki tey bestu at byggja upp aftur
siga tað eru gerðirnar,
sum telja.
Hon sigur mær, at fak-
felagsdeild teirra hevur
skipað fyri fundum mill-
um allar arbeiðarar á
haciendaini, har tey hava
tosað um, hvussu loysn
skal fáast á óskilinum
Úrslitið er ein frágreiðing
um steðuna, sum tey hava
skrivað. Og hesa frá-
greiðing ætlar hon, um
neyðugt, sjálv at lata for-
setanum Daniel Ortega!
Onkur starvsfelagi
hennara hevur biðið hana
sýna eitt sindur meiri
hógv — kanska trupulleik-
arnir koma í rættlag av
sær sjálvum. Tí trýr hon
ikki. >Nú hevur hetta
staðið við so leingi« heldur
hon avgjerd fyri, at hon
skjótt ætlar sær at ferðast
allan vegin til Managua
fyri persónliga at lata
forsetanum frágreiðing-
ina.
Sandinistarnir
tola góðseigarar
Eg hugsi, at hóast jarðar-
arbeiðararnir manga
ferðina hava fingið sín
vilja, tá teir hava hersett
og tikið góðs, er tað ikki
vist, at hesi fáa viðhald.
Beint eftir kollveltingina í
1979 varð ein dómstólur
settur á stovn undir land-
i€ 7
Miðamerikanska landið Nicaragua. Mary Ann er stodd í Matagalpa landspartinum
A MN
norðuri í landinum
búnaðarmálaráðnum til at
døma í slíkum málum. Og
fleiri ferðir fingu
góðseigararnir = viðhald,
har jarðararbeiðararnir
hevdu lagt góðs teirra
undir seg
Ruðulleikin, sum hevur
hótt búskapin hjá landin-
um eftir kollveltingina,
fekk sandinistarnar at
lata nógvar góðseigarar
halda fram, um bert
raksturin av góðsunum
gav nakað av sær (næst-
an) alt fyri framleiðsluna;
so máttu teir heldur halda
eitt >lunkað< samband við
borgaraskapin og pengar-
nar
Men henda kvinnan er
fult sannferd um, at sandi-
nistarnir munnu geva
teimum viðhald. Og var eg
Daniel Ortega, hevði eg
ikki torað at verið ósamd
við henni.
Hevði hon rátt ...
Hon hevur sína óreingi-
ligu hugsan um borgara-
skapin, og langt lív hevði
ikki verið
borgaraskapinum lagað,
um hon sat í >Dirección
Nacional« — ovastu leiðsl-
uni i sandinistaflokkinum.
»Hetta kann ikki halda
fram«, heldur hon avgjørd
fyri, og kemur til ta niður-
stødu, at borgaraskapurin
ikki er gott fyri annað enn
at mergsúgva manna-
ættina.
Ein skúlað kvinna
Eg hugsi, hvar hon man
hava lært so fín orð?
Hevur alt lív sítt livað á
ymsum góðsum og fram
til kollveltingina var tað
ikki tann stóra skúla
gongdin, sum eyðkendi
jarðararbeiðararnar og
bendurnar. Men at tey á
St. Rita yvirhevur hava
verið fer fyri at skrivað
eina frágreiðing um steð-
una, vitnar um eina stóra
framgongd í einum landi,
har analfabetisman
millum kvinnur fyri
einans 10 árum síðani var
93%, og 56% fyri alt
landið. Og kanska hevur
Carmen eisini verið á
politiskum skeiði á
skúlanum St. Emilia, sum
danska fakfelagið SID
hevur latið byggjað til
fakfelag hennara.
Tá lastbilurin endiliga
kemur, takkar Carmen
mær fyri, at eg tímdi at
lurta eftir henni, á henda
undirbrotliga mátan, sum
so mangir nicaraguanarar
hava mótvegis útlend-
ingum. Eg svari, at tað eri
eg, sum takki.
Hon undrast.