hósdagur 12. desember 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 239 - 12. desember 2002
Nr. 239 - 12. desember 2002
3
C
M
Y
K
3
2
Sløk 80 ár eftir, at
fyrsti bilur kom í
Vágoynna, varð
loksins »landfast«
millum Vágoynna og
meginlandið í
Føroyum
BILASØGU
Eirikur Lindenskov
Í
junimánaði
komandi
verða liðin 80 ár síðani, at
fyrsti bilur kom til Vágar.
Tað var ein Fort T lastbilur
– helst av sama slagi, sum
bilurin hjá Hans Elmar
Poulsen á Vatnsoyrum, sum
var týsdagin var hin fyrsti,
ið alment koyrdi gjøgnum
Vágatunnilin.
Einar Petersen, sáli, í
Sørvági, hevur latið Føroya
Ellisakførum
sera
for-
kunnugt tilfar um bilasøg-
una í Vágum. Har greiðir
hann m. a. frá um fyrsta bil-
in, sum skjótt fekk navnið
Lázarus.
Bilurin
varð
keyptur
gjøgnum Vilhelm Nielsen
og Wenzel Petersen í Havn.
Hetta var í juni í 1923.
Dimmalætting skrivar 6.
juni í 1923, at tveir bilar
hesaferð komu við Mýlingi
til Føroya. Annan fekk Ják-
up Hendrik Isaksen í Søld-
arfirði, meðan hin var til
eitt til endamálið stovnað
partafelag í Vágum.
Partafelagið í Vágum er
felagi »Krúnan«, ið Mið-
vingar stovnaðu til tess at
keypa bil til oynna.
Bilurin kostaði 5.000
krónur.
Nógv fólk varð komið
saman við atløgubrúnna hjá
Andriasi, tey róptu, ið lá
upp við Tóra-pakkúsi, tá
skipið kom á Miðvág við
bilinum. Hann varð førdur í
land við lossijaktini.
Tíverri vita vit ikki um
nakra mynd frá hesi stóru
hending í Vágum, men um
onkur eigur eina, frætta vit
fegin.
Við snildum og handa-
makt varð bilurin fingin
upp á land. Brúgvin var
rættuliga góð og sterk, tog-
endar vórðu lagdi rum
bilin, og so varð hálað og
skumpað undir, og lagt var
undir hjólini sohvørt.
Sum vera man var eingin,
ið dugdi at koyra bilin í
Vágum, men hann var
kortini fingin niðanfrá, og
seinni var ein bilskúrur
bygdur á leið har, sum
skúlin er í dag.
Hvat var av Lazarusi, vita
vit ikki at siga, men Krúnan
í Miðvági keypti so ein ann
an bil í 1930.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum
at okkara elskaði maður, pápi, verfaðir og abbi
Leivur Elias Joensen
Oyri
andaðist í heiminum mánadagin 9. desember,
59 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr heiminum í kirkjuna
hósdagin 12. desember kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Knúdina, Anna, Jóannis, Sámal, Maria og Elias
Tey, ið vilja minnast Leivur kunnu lata eina gávu til
Føroya Felag móti Krabbameini. Konto í peningastovnunum.
Lazarus, róptu vágafólk fyrsta bilin í oynni, sum kom til Miðvágs fyri skjótt 80 árum síðani.
Tað var ein 1/2 tons lastbilur, ein Ford T, sum her sæst uttan fyri snikkaravirkið við Gjónna
Lazarus – fyrsti
bilur í Vágum
Vágalæknin og løg-
tingsmaðurin, Marjus
Dam var, millum
eirra, sum á motor-
súkklu koyrdi gjøg-
num Vágatunnilin,
eftir at latið var upp
týsdagin
VÁGATUNNILIN
Edvard Joensen
Vágar: Marjus Dam er
farin at koyra á motor-
súkklu. Men tað er ikki fyri
at spara bummpengar í
Vágatunlinum, leggur hann
dent á.
Tað hevur verið skemtað
dúgliga við, at løgtings-
maðurin hevur fingið sær
motorsúkklu, eftir at tað
gjørdist greitt, at motor-
súkklur ikki skulu gjalda
fyri at koyra gjøgnum
Vágatunnilin.
Jú, hasa søguna hevur
Marjus Dam eisini sjálvur
hoyrt, og hann hevði vænt-
að hana, sigur hann.
Men søgan er nú kortini
heldur øðrvísi, greiðir hann
frá.
– Tað er ein gamal
dreymur, eg havi havt,
síðan eg var eini 17-18 ára
gamal, at eg skuldi hava
eina motorsúkklu. Í summ-
ar, tá tað var greitt, at
tunnilin
fór
at
gerast
veruleiki, gjørdi eg av at
keypa eina motorsúkklu,
sigur hann, og leggur aftur
at, at hann veruliga vónaði,
tá prísirnir fyri ferðslu
gjøgnum
Vágatunnmilin
komu fram, at tað eisini fór
at kosta nakað fyri motor-
súkklur. Júst fyri at sleppa
undan nøkrum tosi um, at
hann vildi koyra fyri einki.
Marjus Dam sigur, at
hann keypti e na 10 ára
gamal súkklu, sum er
mestsum ein japansk eftir-
gerða av eini Harley David-
son, og at hann hevur koyrt
við henni í summar og í
heyst.
– Tað vísir seg, at børnini
eru eisini áhugað í henni,
so tað er ein stuttleiki at
hava hana í húsinum, tá
fleiri vilja brúka hana.
Nú vetur er, stendur hon
inni, sigur Marjus Dam,
men týsdagin var hon kort-
ini tikin fram í samband
við, at Vágatunnilin varð
latin upp.
Hann koyrdi við súkkluni
í einum motorsúkklufylgi,
sum fór ígjøgnum tunnilin.
Fremstur í tí fylginum var
tann 82 ára gamli Sverri
Mortensen av Argjum á
eini súkklu frá 1939.
Marjus Dam var ikki
einsamallur á motorsúkklu
síni hendan dagin. Við sær
hevði hann 12 ára gamla
sonin, sum eisini er áhug-
aður í súkkluni hjá pápan-
um.
MC Marjus
Marjus Dam koyrdi á motorsúkklu gjøgmum, Vágatunnilin týsdagin
Mynd: Jens Kristian Dam