hósdagur 12. desember 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10. desember 2002 ein
týðandi dagur fyri
sambinding av oyggj-
unum og fyri at betra
um livimøguleikar og
trivnað í øllum land
inum
UNDIRSJÓVAR-
TUNLAR
Jan Müller
- Eg eri sera fegin um
henda fyrsta undirsjóvar-
tunnilin, og ikki minst, at
hann er framdur í breiðari
politiskari semju og so gott
sum innan fyri tann fíggjar-
liga kostnað, sum tosað
hevur verið um. Vit hava
fingið eitt vælaverk sigur
ein avgjørdur og fegin løg-
maður, nú fyrsti føroyski
undirsjóvartunnilin er veru-
leiki. Hann heldur eisini
hesa sannroynd vera eina
góða fortreyt fyri at kunna
fara víðari við slíkum verk-
ætlanum.
- Tað er nú vit skulu til-
rættaleggja víðari og at
sambinda oyggjar okkara
við hesum nýggja møgu-
leikanum vit hava fingið.
10. desember 2002 var ein
stórur, avgerandi og týð-
andi dagur fyri sambinding
av oyggjunum og fyri at
betra um livimøguleikar og
trivnað í øllum landinum.
Anfinnur Kallsberg, løgmaður:
Vága-
tunnilin
eitt vælaverk
Anfinnur Kallsberg,
løgmaður er heilt
vísur í, at undirsjóv-
artunnil til Sands er
ikki langt vekk og
somuleiðis at eitt
ferðasamband til
Suðuroynna yvir
Sandoynna við fleiri
fráferðum um dagin
UNDIRSJÓVAR-
TUNLAR
Jan Müller
- Tað kann gott vera, at tað
tøkniliga í dag ikki er gjør-
ligt at fara undir Suður-
oyarfjørð, men eg ivist ikki
í, at tað verða ikki nógv ár,
áðrenn tann møguleikin er
til steðar. So tað suður-
oyarskipið, sum nú verður
bygt, og sum verður eitt
sera framkomið og nútím-
ans skip, verður ikki ein
nøktandi loysn fyri Suður-
oynna nógv ár fram -
kanska bara tey fyrstu 10
árini, men eftir tað fara tað
eisini at liggja onnur al-
ternativ á borðinum sigur
Anfinnur Kallsberg, løg-
maður.
Hann heldur tó ikki, at
tað er nøkur skeiv íløga at
byggja hetta skipið nú. -Vit
mugu hava tað fyri eygað,
at tað siglir ein Smyril, sum
kom til landið fyri gott og
væl 25 árum síðani. Útvikl-
ingurin krevur, at tú end-
urnýggjar har eisini. Men
næstu ferð tað verður end-
urnýggjað, so verður tað
møguliga ein tunnil undir
Suðuroyarfjørð.
Løgmaður ásannar, at
eisini
hvalbingar
hava
somu trupulleikar sum tey í
Norðoyggjum, tá talan er
um verandi tunlar. So tað
verður helst neyðugt at
endurnýggja tunlarnar har
suðuri eins væl og í Norð-
oyggjum.
Anfinnur Kallsberg dylur
tó ikki fyri at koma verri
tíðir, so fer hetta sjálvandi
at ganga seinni. Men nett-
upp tí er týdningarmikið, at
man raðfestir tað skilagott.
Vit mugu tó hava ein yvir-
skipaðan samferðslupoli-
tikk fyri eygað, so tað man
ger er í eini heild. So má
man tosa um, hvussu ára-
málið verður, og tað avger
bara peningapungurin.
Føroyingar meira við
Sær løgmaður møguleika
fyri, at føroyingar sjálvir
fáa ein meira virknan lut í
framtíðar tunnilsgerðum?
- Tað geri eg so avgjørt.
Eg haldi, at føroyingar hava
víst, at teir standa ikki aftan
fyri nakrar aðrar. Um vit
ikki sleppa at royna okkum,
so hava vit heldur ikki
møguleika at fáa tað síðsta
við, sum skal til. Føroy-
ingar eru jú í leiðsluni hjá
nógvum av fyritøkunum og
eru primus motor. Tað, sum
manglar, og sum John
Petersen eisini hevur verið
inni á, er, at vit eru ikki nóg
kapitalsterkir til at taka
allan váðan bara uppá eina
fyritøku. Man má royna at
skapa hesum fyritøkum
sjálvum teir møguleikarnar,
at tær kunnu blíva stórar og
sterkar. Eg ivist ikki í, at
tær fyritøkurnar kunnu gera
seg galdandi uttanlands
eisini.
- Er tað hugsandi, at tað
verður ein føroysk fyritøka
sum saman við útlendskum
kemur at standa á odda fyri
gerðini av Norðoyartunlin-
um?
- Tað var jú ein treyt við
hesum projektinum um
Vestmannasund, at før-
oyskir partnarnir skuldu
vera við. So er tað bara ein
spurningur
um
hvussu
nógv og lítið. Eg ivist ikki
í, at hevði J & K. Petersen
verið í eini samarbeiði, sum
fekk arbeiðið - teir vórðu
ov stuttir - so eg ivist ikki í,
at tað felagið hevði verið
meira virkið enn tað vit
hava sæð til aktiva luttøku
leiðsluni av tí arbeiði, sum
nú er gjørt.
- So tað er ikki vist, at tað
verður NCC, sum kemur at
gera Norðoyartunnilin?
-Tað veit eg ikki. Tað er
ringt at siga, hvat hendir. Tí
tær politisku treytirnar eru
ikki endaliga avgreiddar.
Løgmaður um framtíðar samferðsluútbygging:
Undirsjóvartunnil til
Sands ikki langt burturi
Løgmaður var millum tey fyrstu, sum fóru gjøgnum tunnilin
Sum undanfarna ár
skipar Fornminnis-
savnið fyri jólatiltaki
í útisavninum í
Hoyvík
JÓL
Tíðindaskriv
Tveir dagar eru settir av til
tiltakið: leygardagin 14.
des. frá kl. 12 til 18 og
sunnudagin 15. des. frá kl.
14 til 18.
Gamli
Hoyvíksgarður
verður jólaskrýddur, og í
úthúsunum hanga kertuljós
og lýsa upp í vetrarmyrkr-
inum.
Jólastákan og hugni í tí
søguliga umhvørvinum eru
lyklaorð, hesar dagar inn
undir jól.
Bakað verður á torveldi,
so tað rýkur um allar geilar.
Fólk verða boðin innum at
práta og síggja, hvussu
hugnaligt, her kann vera.
Uttanfyri er eisini virk-
semi. Í túninum selir Ki-
wanis jólatrø. Teymaríðing
við
føroyskum
rossum
verður báðar dagarnar, so at
børnini kunnu sleppa ein
túr á rossabaki.
Í smiðjuni stendur smið-
urin í glæmuni frá essuni
og smíðar eitthvørt smátt.
Søla av heimavirkaðum
lutum verður í Turkihúsin-
um.
Tá ið kalt og ráligt er úti,
er gott at fáa ein kaffi-
munnur til keyps í Turki-
húsinum við heimabakað-
um jólakøkum afturvið.
Eisini ber til at fáa te og
saft.
Skipað verður fyri smá-
um"granskingarferðum",
har børn saman við for-
eldrum kunna kanna, hvat
fjalir seg í úthúsunum.
Fornminnissavnið hevur
gjørt av, at tiltakið skal
verða ókeypis í ár.
Hetta skal verða eitt høvi
hjá fólki at smoyggja sær
burtur úr jólastressinum og
finna eina hugnalig og
friðarliga løtu í náttúru-
vakra umhvørvinum niðri í
Hoyvíkini.
Jól heima
á Garði
í Hoyvík
4
Nr. 239 - 12. desember 2002
Nr. 239 - 12. desember 2002
5
C
M
Y
K
5
4