hósdagur 12. desember 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 239 - 12. desember 2002
Nr. 239 - 12. desember 2002
7
Hann er fjórða ættar-
lið, sum hevur rikið
siglingina um Vest-
mannasund, og tí var
tað ein heilt serlig
løta, tá hann sigldi
tann síðsta túrin um
sundið. Nú gongur
leiðin um Leirvíks-
fjørð, har næsti
undirsjóvartunnilin
skal gerast
SÍÐSTI TÚRUR
Ingi Rasmussen
»Eg eri ikki vanur við
annað.«
Karmal Olsen stendur á
brúnni umborð á Ternuni
og hyggur yvir móti vága-
landinum og Oyrargjógv,
hagar hann stýrir ferjuna
fyri síðstu ferð.
Eitt kapittul í føroyskari
samferðslusøgu endar, og
eitt annað byrjar hendan
týsdagin
10.
desember
2002. Vágatunnilin letur
upp, og sjóvegis farleiðin
um sundið er søga.
Harvið er eisini síðsta
punktum sett í søguni um
vestmannafamiljuna Olsen
og ferjusiglinginga um
Vestmannasund. Karmal er
fjórða ættarlið, sum siglir
millum Streymoy og Vágar.
Langabbin, abbin og pápin
og øll systkini, eisini
systirin, hava siglt her.
– Eg havi siglt her, síðan
eg var smádrongur, so hetta
er sjálvandi eitt heilt serligt
upplivilsi fyri meg. Familj-
an hevur nøkur serlig bond
til Vestmannasund, men vit
eru líka glað sum øll onnur
fyri Vágatunnilin, og tí er
hetta ein góð hending. Vit
hava vant okkum við, at tað
nú er liðugt, men sjálvandi
er hetta ein øðrvísi túrur,
sigur Karmal.
Hann hyggur út á sjógvin
mest sum alla tíðina. Tað er
líkasum vil hann drekka
sær eyguni full, meðan
hann kann.
Pápin, sum var elst av
seks systkjum, var bara 18
ár, tá hann yvirtók rutuna
eftir abban. Onkur syrgilig
hending fylgir eisini við.
Pápabeiggin doyði í ferju-
tænastuni í 1958, tá ein bát-
ur koppaði við lendingina,
og Karmal er uppkallaður
eftir honum.
Meðan vit tosa, verða vit
brotnir av alla tíðina. Løg-
maður og landsstýrismenn
koma at taka í hondina, og
Jóannes Eidesgaard, sum
hevur verið óteljandi ferðir
umborð, tá hann hevur ver-
ið í fólkatingsørindum,
takkar fyri mangan góðan
túrin.
– Babba, sigur ein lítil
drongur, sum hálar í buksu-
brókina á Karmali. Sonur
Karmal eitur Kim og er
fimta ættarliðið, sum er við
um Sundið. Hann fer so
ikki at sigla um Vestmanna-
sund, tá hann verður vaks-
in, eins og fýra ættarfaðir
undan honum hava gjørt.
Spurningurin er so, hvag-
ar Karmal fer, nú hansara
heimasjógvur verður lagd-
ur fyri sigling.
– Vit skulu allir sigla um
Leirvíksfjørð, sigur hann
og smílist eitt sindur við
tankan.
Næsta fasta sambandið í
Føroyum verður um Leir-
víksfjørð, og tí er ikki
óhugsandi, at sama søgan
endurtekur seg, so Karmal
og hinir mugu finna nýggj-
ar farleiðir.
– Tá hava vit so roynt tað
einaferð fyrr, men tað er
eitt upplivilsi, sum eg
gjarna vil fáa aftur, sigur
Karmal.
Hann takkaði í eystur
og vestur, nú tunnilin
um Vestmannasund
lat upp. Helst takkar
hann eisini fyri seg
sum formaður fyri
Vágatunnilin, nú
verkætlanin er liðug.
Hann sigur seg hava
harða húð, men
viðgongur í somu
vending, at tað hevur
staðið á sær persón-
liga
VÁGATUNNILIN
Ingi Rasmussen
Tá tú stendur í fremstu røð,
so verður tú ikki spardur.
Soleiðis sigur Klæmint
Weihe, nú Vágatunnilin
loksins stendur koyribúgv-
in. Hann hevur sum for-
maður í nevndini fyri Vága-
tunnilin
havt
høvuðs-
ábyrgdina fyri stóru verk-
ætlanini at sprongja føroy-
ingum farleið undir Vest-
mannasund. Hann hevur
eisini verið ein nógv um-
røddur persónur í sambandi
við tunnilsarbeiðið, og eitt
nú hevur spurnartekn verið
sett við hansara gegni, tí
hann eisini er stjóri í SEV.
Illa viðfarin
Tað hevur staðið nógv á
persónliga,
viðgongur
Klæmint Weihe.
– Eg haldi, at mín persón-
ur hevur verið nokk so illa
viðfarin. Men eg havi harða
húð, so tað skal eg nokk
klára. Tá tú torir at taka
stórar uppgávur á teg, mást
tú eisini tola eitt sindur,
men eg havi stundum
saknað sakligheit, tá mín
persónur
er
viðgjørdur
alment,
sigur
Klæmint
Weihe við Sosialin.
Ákoyringarnar førdu til
stríð innanhýsis í SEV, og
alt endaði við, at Klæmint
Weihe mátti víkja sessin í
næstu stóru verkætlanini
undir sjónum, Norðoyatunl-
inum.
Sosialurin skilir, at ein
partur av semjuni millum
stjóran, stýrið og umboðsráð-
ið í SEV var, at hann eisini
skuldi fara úr formans-
sessinum í Vágatunlinum, tá
hann alment lat upp. Klæmint
Weihe viðgongur, at hann
umhugsar at leggja frá sær.
– Tankin er ikki fremm-
andur, og eg havi biðið um eitt
prát við Bjarna Djurholm
landsstýrismann um málið,
men eg havi ikki endaliga
tikið avgerðina. Eg kundi
hugsað
mær
at
fingið
Vágatunnilin
heilt
lidnan
fyrst, og har eru nakrir snøklar
eftir enn. Innanhýsis í SEV er
ongin trupulleiki, havi eg skilt,
sigur Klæmint Weihe.
Kontantur prísur
Á degnum, tá Vágatunnilin lat
upp, hevði hann bara tað besta
at bera øllum og takkaði í
eystur og vestur. Hann takkaði
Landsverkfrøðinginum,
politikarum, arbeiðstakarum
og ikki minst stjóranum fyri
Vágatunnilin, Dávid Reinert
Hansen, sum hann segði hava
gjørt eitt stórarbeiði fyri at fáa
alt at glíða so smidliga.
Teir báðir komu í eitt satt
ódnarveður, tá teir kunngjørdu
prísirnar
fyri
at
koyra
ígjøgnum Vágatunnilin. Fólk
hildu, at 250 krónur fyri báðar
vegir var alt ov høgt sett, og
seinni boygdi nevndin seg eftir
hart trýst frá almenningi og
politikarum.
– Vit høvdu ikki roknað við
so kontantari reaktión. Nýggj
tøl fyri, hvussu nógv ferðast
um sundið, góvu okkum høvi
til at endurskoða prísirnar, og
nýggju prísirnir hava fingið
nógv betri móttøku. So mugu
vit vóna, at fólk fara at gera
sítt til at vísa, at tølini fara at
halda, sigur Klæmint Weihe.
Hann kann bara staðfesta, at
stórur áhugi er fyri nógv
umrødda
kubbanum,
sum
gevur stóran avsláttur. Serliga
teir við 40 túrum ganga sum
heitt breyð.
Væl nøgdur
Klæmint Weihe er sjálvur
ættaður úr Vágunum, og nú
tunnilin er latin upp, minnist
hann afturá gamlar dagar, tá
hann koyrdi eftir tí smala
vegnum oman á Fútaklett.
Hann minnist manga baldruta
ferð
til
Havnar,
og
tá
hjálpsomu
ferjumenninir
turkaðu spýggjuna upp.
– Tað er alt søga. Tað, sum
fyrr tók eina heilan dag, tekur
nú 40 minuttir, og tað gevur
stórar
møguleikar
mentanarliga, vinnuliga og
sosialt. Persónliga gleði eg
meg til at vitja oftari aftur á
røturnar,
sigur
Klæmint
Weihe.
Hann heldur seg og øll
onnur, sum hava stríðst fyri
verkætlanini, hava alla orsøk
er vera errin.
– Vit vórðu liðug væl áðrenn
tíðina, og tað er sjáldan
upplivað í Føroyum. Pengarnir
passaðu eisini rættiliga væl, so
vit hava góðar grundir at vera
nøgd, sigur Klæmint Weihe.
Við fasta samband-
inum verður tað
munandi bíligari at
leiga sær ein hýru-
vogn, eitt nú á flog-
vøllin. Bæði hjá Auto
og Bil vænta tey sær
fleiri túrar vestur í
Vágar
FAST SAMBAND
Jón Brian Hvidtfeldt
Úti í heimi eru flogvøllir
vanliga eitt gott mið hjá
einum hýruvognsførara. Og
nú Vágar er vorðin partur
av meginøkinum, vænta
eisini føroysku hýruvogns-
støðurnar fleiri túrar við
ferðafólki til og frá flog-
vøllinum.
Fasta sambandið ger tað
nevniliga munandi bíligari
at leiga sær ein hýruvogn,
t.d. úr Havn vestur á flog-
vøllin ella hinvegin. Ein
hýruvognur úr Havn á flog-
vøllin kostar vanligar dagar
526 krónur umframt tunn-
ilsgjaldið, um kvøldið er
kostnaðurin 611 krónur
meðan túrurin kostar 687
krónur um náttina. Viku-
skiftini er prísurin 661
krónur um dagin, og 687
krónur um kvøldið og nátt-
ina.
Til samanberingar hevur
ein túrur við hýruvogni
higartil kostað 1038 krónur
um dagin og 1163 krónur
um kvøldið. Vikuskiftini
hevur tað kostað 1163
krónur um dagin og 1299
krónur um kvøldið. Har-
umframt kemur so billettin
til Strandferðsluna, ið er 30
krónur fyri fólkið.
Bæði hjá Auto og Bil
vænta tey sær fleiri túrar
vestur í Vágar, nú fasta
sambandið er veruleiki. Á
báðum støðum hava hýru-
vognsførarirnir eisini tosað
um at fáa sær sonevnda
kubban í bilin, tí so gerst
túrurin undir Sundið væl
bíligari.
Eitt serligt punktum
Klæmint takkar fyri seg
Nýggjur marknaður
fyri hýruvognarnar
Klæmint Weihe er væl
nøgdur við arbeiðið,
sum hann hevur gjørt í
Vágatunlinum, hóast
ákoyringarnar hava
verið nógvar
Mynd: Jens K. Vang
– Tað hevur verið ein
framíhjárættur hjá
mær at hava havt
møguleikan fyri at
standa fyri arbeið-
inum við tunnlinum,
sigur ein væl nøgdur
Dávid Reinert
Hansen, stjóri fyri
P/F Vágatunnilin, nú
málið er rokkið
FAST SAMBAND
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað var ein væl nøgdur
stjóri fyri P/F Vágatunnilin,
ið seinnapartin týsdagin
kundi
eygleiða
stóru
mannamúgvuna, ið var
komin saman at hátíðar-
halda stórhendingina, tá
undirsjóvartunnilin undir
Vestmannasund varð tikin í
nýtslu.
– Hetta hevur verið ein
framíhjárættur hjá mær at
hava havt møguleikan at
standa á odda fyri hesum
stórarbeiði, sigur Dávid
Reinert Hansen. Hansara
leiklutur undir almenna há-
tíðarhaldinum týsdagin var
avmarkaðaur til at bjóða
fólki vælkomin, og annars,
saman
við
nevndarfor-
manninum í P/F Vágatunn-
ilin, at halda í, tá Bjarni
Djurholm við grindaknívi
skar snórin, ið alment lat
tunnilin upp fyri almennari
ferðslu.
Eftir at P/F Vágatunnilin
varð stovnað á ársins
stytsta degi fyri skjótt fýra
árum síðan, varð Dávid
Reinert Hansen settur sum
fyribilsstjóri í felagnum 1.
mars 1999. 13 mánaðir
seinni varð hann settur í
fast starv í felagnum. Hann
hevur sostatt staðið á odda
fyri arbeiðinum at gera
undirsjóvartunnilin undir
Vestmannasund, frá byrjan
til enda.
– Mín fremsta uppgáva
hevur verið at samskipa ar-
beiðið – at fáa »timingina«
at passa, sigur Dávid Rein-
ert Hansen. At talan hevur
verið um stórarbeiðið er lít-
ið at taka seg aftur í, og
sjálvt stjórin hevur trupult
við at meta um, hvussu
nógv fólk hava tikið lut í
arbeiðinum, so ella so.
– Tá fleiri ymisk feløg
hava tikið lut í arbeiðinum,
eins og ymsu partarnir av
arbeiðinum hava verið tætt
bundnir hvør at øðrum, so
hevur tað alla tíðina verið
týdningarmikið at tryggja,
at ymsu partarnir hava ver-
ið klárir, tá teir skulu, so ar-
beiðið
ongantíð
hevur
steðgað upp, greiðir Dávid
Reinert Hansen frá.
Skjótari enn
tíðarætlanin
Upprunaliga hevði P/F
Vágatunnilin
mett,
at
undirsjóvartunnilin skuldi
vera liðugur á sumri 2003.
Tí var tað ein stór løta, tá
nevndin í summar boðaði
frá, at tunnilin kundi takast
í nýtslu 26. november í ár.
– Aftaná ber til at siga, at
tað var óheppið, at dagurin
26. november ikki helt
kortini. Í summar var rætt
at seta henda dato á, men
sum kunnugt máttu vit
seinni staðfesta, at hetta fór
ikki at halda. Men saman-
umtikið mugu vit fegnast
um, at vit kundu vera
frammanfyri upprunaligu
tíðarætlanina, sigur Dávid
Reinert Hansen.
Stjórin greiðir frá, at tey
frá fyrsta degi høvdu lagt
uppfyri møguligum seink-
ingum, men at arbeiðið
gekk betur enn væntað,
eins og forðingarnar vóru
færri.
– Eisini hava allir partar
gjørt sítt besta fyri at fáa
arbeiðið liðugt so skjótt
sum gjørligt, leggur Dávid
Reinert Hansen afturat.
Nógvar royndir
Tá Dávid Reinert Hansen
nú hyggur aftur á arbeiðið
við at gera undirsjóvar-
tunnilin, er hann sum heild
væl nøgdur við gongdina.
– Meðan arbeiðið hevur
verið ígongd, hava vit gjørt
fleiri eftirmetingar, m.a. tá
tunnilin varð skotin ígjøgn-
um, og sjálvandi kundu
onkrir smálutir verið gjørd-
ir øðrvísi. Men samanum-
tikið høvdu vit ikki gjørt so
nógv øðrvísi í dag, sigur
Dávid Reinert Hansen, ið
samtíðis vísir á, at felagið
hevur fingið nógvar royndir
av hesum arbeiði, ið er tað
fyrsta av sínum slag í Før-
oyum. Hesar royndir ber
sjálvandi til at nýta í sam-
band við onnur arbeiði av
hesum slag.
Leisturin við at lata eitt
alment partafelag standa
fyri arbeiði av hesum slag,
samtíðis sum felagið skal
virka leyst av politisku
skipanini er nýggjur í Før-
oyum. Dávid Reinert Han-
sen sigur, at hóast felagið
skal arbeiða óheft av polit-
isku skipanini, so er tað
natúrligt, at politikar vísa
áhuga fyri arbeiðinum.
Hann vísir samtíðis á, at
stóra diskussión um, hvørt
tað yvirhøvur var rætt at
nýta henda leist, var longu í
samband við anlegslógina,
tvs. áðrenn P/F Vágatunni-
lin fór til arbeiðis, og tað
hevur síðan lætt um hjá
leiðslu og nevnd í felagn-
um.
Dávid Reinert Hansen
sær tað heldur ikki sum
nakran trupulleika, at fólk
hava roynt at ávirka arbeið-
ið hjá almenna partafelagn-
um, m.a. í samband við tá
prísurin fyri at nýta tunnilin
skuldi ásetast.
Seinastu snøklar
Hóast tunnilin varð tikin í
nýtslu 10. desember, so er
framvegis okkurt smávegis
arbeiði at gera, áðrenn
tunnilin er heilt liðugur.
Dávid
Reinert
Hansen
væntar, at seinastu snøkl-
arnir eru fingnir uppá
pláss, einaferð í januar
mánað.
Væl nøgdur stjóri
Dávid Reinert Hansen, stjóri
í P/F Vágatunlinum
Vágatunnilin kann gerast
eitt landnám fyri ung-
dómin.
Tað heldur Jónhild Jør-
gensen, forkvinna fyri fel-
agskommunurnar í Vágum,
sum eyðsæð fegnast stór-
liga um Vágatunnilin.
– Hetta kann føra til, at
okkara ungu búgva longri
heima. Tey hava ikki longri
til útbúgvingarstøðini enn
onnur norðan fyri Hóris-
gøtu, og vit sleppa undan
brimi og bilrøðum um
Oyrargjógv, sigur Jónhild.
Eins og nógv Vágafólk
heldur hon, at tann 10.
desember 2002 kanska er
tann størsti dagurin í Vág-
um.
– Hetta er ein gleðisdag-
ur, sum gevur vón eina
bjarta framtíð. Tunnilin er
ein mynd um, hvat vit
kunnu vinna, um vit hava
samstarvsevni og sam-
starvsvilja.
Við
hesum
kunnu vit sum fólk vinna
framá,
sigur
Jónhild
Jørgensen, sum vónaði, at
streymurin fer at ganga eins
nógv vestur í Vágar sum
eystureftir.
-ir
Eitt landnám fyri ungdómin
Avsláttarkort til
Vágatunnilin verða
ikki aftur at fáa fyrr
enn eftir nýggjár.
Bíleggingar verða
avgreiddar, meðan
hini mugu gjalda
fullan prís
FAST SAMBAND
Jón Brian Hvidtfeldt
Ferðast tú ofta millum
Vágar og Streymoynna, so
kunnu vera nógvir pengar
at spara við at keypa eitt
avsláttarkort, ein kubba.
Meðan vanligi kostnaðurin
aftur og fram er 188 krón-
ur, ber til at spara 38 krón-
ur fyri túrin aftur og fram
við einum 5-túra korti, og
76 krónur fyri túrin við 20-
túra kort.
P/F Vágatunnilin hevði
bílagt umleið 800 kubbar,
men áhugin hevur verið so
stórur, at avsláttarkortini
eru útseld og vera ikki
aftur at fáa fyrr enn eftir
nýggjár, sigur Dávid Rein-
ert Hansen, sum ásannar, at
ov fáir kubbar eru bílagdir.
Á midnátt mikukvøldið
verður byrjað at krevja
gjald fyri at koyra undir
Vestmannasund. Á skriv-
stovuni hjá P/F Vága-
tunnlinum eru umsøknirn-
ar nústaðni avgreiddar, og
tí vera kubbarnir helst ikki
í postkassanum fyrr enn
hósdagin. Og aftur onnur
kunnu als ikki vænta at fáa
nakran kubba fyribils, tí
eingir eru eftir.
– Tey, sum longu nú hava
biðið um eitt avsláttarkort
frá okkum, kunnu koyra
ígjøgnum við avsláttri, við
ella uttan kubba, sigur
Dávid Reinert Hansen.
Hetta letur seg gera við at
ein mynd verður tikin av
øllum bilum, ið koyra
ígjøgnum tunnilin, og hon
verður samanborin við um-
søknirnar um kubba. Síðan
verður túrurin trektur av
avsláttarkortinum,
antin
tað so er eitt 5-túra hald
ella eitt 20-túra hald. Hetta
letur seg gera, sambært
stjóranum.
Hóast tey, ið hava bílagt
kubbar, sostætt sleppa at
koyra ígjøgnum við av-
sláttri, óansæð um tey fáa
kubban ella ikki, so skulu
hini, ið hava verið nakað
sein á sjóvarfallinum og tí
enn ikki hava bílagt sær ein
kubba, fyribils rinda fullan
prís.
– Tey, ið ikki longu nú
hava biðið um avsláttar-
kort, noyðast næstu vik-
urnar at gjalda fullan prís,
sigur Dávid Reinert Han-
sen, ið ásannar at hetta elv-
ir til stóran meirkostnað
fyri tey, ið nýta tunnilin
ofta.
Kubbarnir
útseldir
C
M
Y
K
7
6