hósdagur 12. desember 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 12. desember 2002
9
- Stundum er stilt, og
alt gongur eftir vild,
og stundum eru
brotasjógvar og
nógvur mótvindur. At
fiskiskapurin er
misjavnur, hava vit
lært at liva við, segði
býráðsformaðurin í
Runavíkar kommunu,
tá ið hann beyð Baki
og Stelki vælkomnum
sunnudagin
MÓTTØKA
Vilmund Jacobsen
Rodmundur Nielsen, bý-
ráðsformaður í Runavíkar
kommunu, helt móttøku-
røðuna seinnapartin sunnu-
dagin, tá ið nýggju Beta-
skipini, Bakur og Stelkur,
løgdu til bryggju í Sal-
tangará.
- Fyrst av øllum vil eg
ynskja reiðarínum hjarta-
liga tillukku við skipunum
og bjóða teimum at vera
vælkomnum.
Hann vísti á, at tað var
ein sera vøkur sjón at síggja
Bak og Stelk koma inn um
Saltnes.
- Og vónandi verður tað
bert ein stór vika, til vit
aftur síggja skipini koma
inn um aftur - tyngri í
sjónum.
Havaldan sjálv
- Dagurin í dag verður
mintur sum ein av teimum,
har fiskivinnan aftur gjørdi
stór framstig. Hesaferð var
tað reiðaríið, Beta, sum
uttan serligan háva, men
helst sera gjølla umhugsað,
tók avgerð um at lata tvey
nýggj skip byggja í Spaniu.
Vit fegnast eisini um, at
maskinverkstaðurin, FJM í
Runavík, hevur verið við til
at útvega ð verksmiðjuna,
at Radiobúðin í Saltangará
hevur latið tey nautisku
tólini, og at Vónavirkið í
Fuglafirði
hevur
gjørt
trolini.
Og
Rodmundur
helt
fram:
- Tað at vera virkin í
fiskivinnuni, er sum hav-
aldan sjálv. Stundum er
stilt, og alt gongur eftir
vild,
og
stundum
eru
brotasjógvar og nógvur
mótvindur. At fiskiskapurin
er misjavnur, hava vit lært
at liva við.
Hann helt tað vera rós
vert, at tað eru reiðaríir, ið
hava slíkt árræði at seta
gongd á nýggjar verkætl-
anir sum hesa.
- Karmarnir hjá mann-
ingini eru settir í hásæti, og
hvør smálutur er væl gjøg-
num hugsaður. At gagnnýta
alt, sum kemur á trol-
dekkið, er málið.
Rodmundur segði, at hjá
Beta eins og øðrum reiða-
ríum hevur gingið upp og
niður.
- Eg veit, at tað skulu
sterkir herðar til at bera
uppgangstíðir og niður-
gangstíðir.
Hann vísti á, at tað aftur
hesaferð er Olaf Olsen
saman við sínum mongu
góðu fólkum, ið hevur
verið "motorurin" undir
hesi mennandi framtíðar
verkætlan, sum kemur at
gagna øllum tí føroyska
samfelagnum.
Fram ella aftur
- Vit fegnast sjálvandi um,
at Runavíkar kommuna
hevur
havt
framskrúvu
seinastu árini, tí einki er,
sum eitur at standa í stað.
Antin gongur fram ella
gongur aftur. Vinnulívið
her um okkara leiðir er sera
virkið á øllum frontum. Øll
ynskja at gera sítt til, at her
verður gott at búleikast.
Rodmundur segði seg
fegnast um, at tey, sum
starvast í vinnuni, ár eftir ár
mennast og áhaldandi gera
betringar á vinnutól, so-
leiðis at arbeiðsfólk og
sjófólk fáa bestu kor at
virka undir.
Hann vísti á, at komm-
unan hevur havt ógvuliga
gott og fyrimyndarligt sam-
starv við reiðaríið, Beta.
- Eitt av hesum førdi til
landingarmiðstøðina
á
havnalagnum, sum hevur
verið ein týðandi liður í
menningini av felagnum. Í
november 1996 varð land-
ingarhúsið tikið í nýtslu,
har Beta hevur sítt virk-
semi. Síðan tá hevur nógv
virksemi verið í húsinum
og við bryggjukantin við
fólki úr allari oynni.
Merkt Runavík
Býráðsformaðurin segði, at
nýggju og stásiligu skipini
eru ein sera vøkur sjón.
- Ikki kann sigast annað
enn, at munurin millum
hesi bæði skipini og gomlu
Kuba-bátarnar
er
sera
stórur. At nýggju skipini
eru merkt, Runavík, eiga
vit øll at vera errin av – og
ikki minst tit, sum varða av.
Rodmundur segði, at bý-
ráðið ikki bert hendan
dagin er errið at virksem-
inum hjá Beta.
- Tað eru vit hvønn
einasta dag. Mítt ynski er,
at
samstarvið
millum
kommununa og reiðaríið
kemur at styrkjast enn
meira, okkum øllum at
gagni.
Hann las síðan eina
yrking upp, sum Edmund í
Garði, sáli, skrivaði í 1957.
»Tað er sum havaldan sjálv…«
- Tað var ein vøkur sjón at
síggja nýggju Beta-skipini,
Bak og Stelk, stevna inn um
Saltnes, segði býráðsformað-
urin í Runavíkar kommunu,
Rodmundur Nielsen í røðu
síni, tá ið móttøkan var fyri
nýggju ísfiskatrolarunum
sunnudagin
Mín bátur er lítil, títt hav er so stórt.
Hoyr, Harri, eg rópi til tín!
Tá bárurnar bróta, og náttin er svørt,
O, lít tú í náði til mín!
Eg veit væl, at eina tín frelsarahond,
kann føra um havið mítt far.
Til vitarnir lýsa á kendari strond,
og havnina eyga mítt sær.
Ja, fylg okkum, Harri um hav og um fjørð,
og signa várt dagliga strev.
So prýði várt yrki ber fosturlandsjørð,
ta eydnuna tú okkum gev.
Mín bátur er lítil, títt hav er so stórt,
men Harri vár, tú ert várt ljós.
Tín stjørna oss lýsir, um náttin er svørt.
Tí sigla vit tryggastu kós.
At enda ynskti Rodmundur Nielsen, at reiðarí, skiparar og
manning saman seta sítt álit á hann, ið øllum valdar.
Umbering til Hjalta
Í serblaðnum, Fiskur &
Olja, næstsíðsta mikudag
var áhugaverd samrøða við
útróðrarmann um eitt nú
gróður, fiskiskap og útlit.
Í samrøðuni vísti útróð-
rarmaðurin á, at okkara
fiskifrøðingar fyri nøkrum
árum síðan mæltu til eina
árliga toskaveiði uppá nøk-
ur fá túsund tons. Lands-
stýrið avgjørdi kortini at
seta kvotuna eitt sindur
hægri.
Síðan tók útróðrarm-
aðurin til, at "seinni kom
ein kendur fiskifrøðingur
úr Kanada til Føroyar og
eftir nakrar øl á Café Natúr,
fingu føroyingar at vita, at
nógv meira toskur kundi
veiðast undir Føroyum…"
Undirritaði, sum skrivaði
greinina, ásannar, at mál-
burðurin kann skiljast sum
niðurgering av arbeiðnum
hjá Fiskirannsóknarstovuni.
Tað var ikki endamál-ið
við greinini.
Sosialurin hevur fingið
upplýst, at kanadiumaðurin
og umboð fyri Fiskirann-
sóknarstovuna
umrøddu
støðuna hjá eitt nú toska-
stovninum hetta árið í
tríggjar vikur - og ikki bara
yvir nakrar øl á Café Natúr.
Fiski-og útróðrarmenn
duga væl at taka til - uttan
at nakað "óreint" neyð-
turviliga liggur aftanfyri.
Men eitt er blaðmál, har
tú vandar tær um vending-
arnar, eitt annað er messu-
prát.
Vilmund Jacobsen
9
8
Nr. 239 - 12. desember 2002
- TÍÐINDI TIL SJÓFÓ
á
C
M
Y
K
8