Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 239 - 12. desember 2002 Nr. 239 - 12. desember 2002 11 Í dag letur nýggjur handil upp í Hósvík. Talan er um ein hand- il, sum selur bøkur og list HANDIL Ingrid Bjarnastein Nalvin er navnið á nýggja handlinum, sum í dag letur upp í Hósvík. Hetta er ein handil, sum selur bøkur og málningar. Orsøkin til navnið er, at áður hevur ein kiosk við hesum heitinum hildið til í hølunum. Hon er í dag hildin uppat, men navnið hevur fest seg við. At gera eitt framsýning- arhøli, har listafólk, kunnu sýna sína list fram uttanfyri Havnina hevur leingi verið ætlanin, men av ymsum or- søkum er seinasta stigið ongantíð tikið. Men nú verður so latið upp. Hølið liggur væl fyri – nær við landsvegin og sýnisglugga, sum vendir oman ímóti vegnum. Listaframsýning Á fyrstu framsýningini í handlinum verða tað tveir listarmenn, sum sýna fram. Suni F. Jacobsen, sum er ein royndur málari, og Uwe Brand, sum er týskari. Suni F. Jacobsen hevur tikist við at mála í meira enn fimmti ár. Hann hevur verið við á nógvum fram- sýningum, eisini uttan- lands. Suni er gøtumaður, borin í heim í 1950. Fyrstu ferð hann sýndi fram var í 1951, og hann var við á ólavsøkuframsýningini út í sekstiárini og nakrar ferðir seinni. Listarmaðurin úr Gøtu arbeiðir við olju, pastell, akvarell, penni, blýanti og koli. Annars hevur hann fingist við aðrar listagrein- ir, sum til dømis yrking og eitt sindur av tónasmíði, skriving og týðing. Uwe Brand er úr Týsk- landi, men hann hevur fleiri ferðir verið og vitjað í Før- oyum. Hann er gávuríkur listarmaður, sum hevur ferðast víða, og frá hesum ferður eru nógvu málningar hansara. Teir, sum hanga í Nalvanum, eru tó við før- oyskum evnum. Umframt at mála undir- vísir Uwe Brand eisini á einum miðnámsskúla. Hann byrjaði sum listamað- ur tíðliga í 80´unum, og hann royndi seg sum pall- málara, andlitsmálara og teknaði – myndprýddi – eisini nakrar bøkur. Síðani 1990 hevur hann havt 15 ymsar framsýning- ar í ymsum londum í Ev- ropa. Nalvin hevur opið yrka- dagar frá klokkan 18, og leygar- og sunnudagar frá 15 – 18. Aftur í ár skipar Fornminnissavnið fyri jólatiltaki í úti- savninum í Hoyvík. Tiltøkini verða leyg- ardagin og sunnu- dagin TÍÐINDASKRIV Solby A. Eliasen Mangt ymiskt verður á skránni á jólatiltakinum hjá Fornminnissavninum. Gamli Hoyvíksgarður verður jólaskrýddur og í úthúsunum fara kertuljós at hanga og lýsa upp í vetrarmyrkrinum. Frá Fornminnissavni- num verður sagt, at jóla- stákan og hugni eru lyklaorð í tí søguliga um- hvørvinum, nú tað stund- ar til jóla. Bakað verður á torv- veldi, so tað rýkur um all- ar geilar. Og eisini verða fólk boðin inn um at síggja, hvussu hugnaligt tað kann verða har. Uttanfyri verður eisini virksemi, har Kiwanis fer at selja jólatrø og børnini fáa ein møguleika til at sita á hestbaki. Teymaríð- ing við føroyskum ross- um verður báðar dagar- nar. Og í smiðjuni stendur eisini smiðurin sjálvur í glæmuni frá essuni og smíðar eitt hvørt smátt. Eisini verður høvi hjá fólki, sum vitja, at keypa heimavirkaðar lutir, sum verða seldir í Turkihúsi- num. Tað kann vera sera kalt hesa tíðina á árinum, og tá kann tað vera sera gott at fáa ein kaffimunn til keyps inni í Turkihúsi- num við heimabakaðum jólakøkum afturvið. Sjálvandi ber eisini til at fáa te og saft. Hesar báðar dagarnar verður eisini skipað fyri smáum ”granskingarferð- um”, har børn saman við foreldrunum kunnu kanna, hvat fjalir seg í út- húsunum. Fornminnissavnið hev- ur gjørt av, at tiltakið í ár verður ókeypis. Har verð- ur sagt, at hetta skal verða eitt høvi hjá fólki at smoyggja sær burtur úr jólastressinum og fáa eina hugnaliga og friðar- liga løtu í náttúruvakra umhvørvinum niðri í Hoyvík. Plátufelagið Tutl hevur nú givið út nýggja fløgu við heitinum Tutl 25 Live 2002 ÚTGÁVA Ingrid Bjarnastein Henda útgávan er fjórða fløgan í røðini »Rockur í Føroyum«, tó við einum øðrvísi heiti: TUTL 25 LIVE 2002. Men júst henda fløgan er øðrvísi, tí talan er bert um konsert- upptøkur, sum fóru fram í sambandi við tiltakið »Tutl 25 ár« í januar og september 2002. Bólkarnir, ið við eru á fløguni, eru Clickhaze, Týr, 200, Krit, Flux, Gestir, MC-Hár, Hate- speech, Mold, Pete & Brian og íslendski bólk- urin Úlpa. Bestu upptøkurnar eru valdar út, og ljóðblandað- ar til útgávuna. Jan Zachariassen hevur staðið fyri ljóðblandi- num, meðan Finnur Han- sen hevur masterað. Hús- an hava Niels Arge Galan og Uni Árting gjørt. Sól- arn Solmunde og Kristian Blak hava samskipað út- gávuna. Upptøkurnar eru allar farnar fram í samstarvi við Útvarp Føroya. Nú taka trý Norður- lond lógvatak um at bjóða sjóvinnum á okkara leiðum, nýggj- ar samskiftismøgu- leikar. Tele Green- land, Landsími og Føroya Tele mynda útnorðurpartin av Iridium, ið veitir fjar- skifti um fylgisvein. Tíðindaskriv Fyri fáum árum síðan var Iridium frammi í føroysk- um fjølmiðlum, men bogin var spentur ov hart teimum. Tá megnaði felagið ikki einsamalt at fyrisita skipan- ina í øllum londum og arb- eiðið datt niðurfyri. Síðan hava einstakar telefyritøkur kring allan heim tikið tráð- in upp og tær hava skipað seg í samstarvseindir, ið bjóða Iridium samskifti. Samstarvið millum Grøn- land, Ísland og Føroyar er eitt slíkt samstarv. Iridium er ein skipan við 66 lágtflúgvandi fylgi- sveinum, ið sveima kring jørðina. Fylgisveinarnir eru bundnir saman, soleiðis at hvør blettur í jørðini er inn- an fyri arbeiðsøkið hjá skipanini. Tað, ið er einamest spennandi við Iridium er, at uttan mun til hvar ein er staddur í verðini, er óbrotið samband millum partarnar, ið samskifta. Eingin relé- støð, ella transformari á jørðini, er við í samskiftis- ketuni. Tá ringt verður við einari Iridium telefon, fer signalið beinleiðis upp í ein fylgi- svein og síðan beinleiðis niður í telefonina hjá mót- takaranum. Hetta gevur tann fyrimun, at dekningur er alla staðni - eisini har, ið aðrar telefonskipanir ikki røkka. Serliga her hjá okkum, á norðaru hálvu, er ofta trup- ult at fáa samband við skip og bátar, tí vanligu sam- skiftisrásirnar, hava ilt við at røkka. Tað er ein væl kendur trupulleiki, fyri tey, ið hava sítt virkið á fjarleið- um, at hóast sambandið var so sum so, varð rokningin púra ítøkilig. Men er hetta ein svunnin tíð, tí samskifti um Iridium fer fram á einari príslegu, ið liggur væl niðanfyri tað, vit eru von við. Iridium telefonir fáast bæði hondbornar og til at seta fastar á brúnni ella aðrastaðni. Til skipanina fæst eisini eitt forrit, ið kann avrokna samrøður um so er at fleiri brúka telefon- ina. Avrokningarskipanin, ið nevnist Tel-Log, er grundað á Windows skipanina og er bæði einføld og løtt at fáast við. Um ynskiligt er at vita meiri um skipanina eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Føroya Tele, Hendrik Olsen, tlf. 30 30 30 Tutl Live í 25 ár Jól heima á Garði í Hoyvík Tutl gevur nú nýggja fløgu út. Hetta er ein live fløga, sum er tikin upp á konsertunum, ið vóru hildnar í sambandi við 25 ára dagin hjá Tutl Nalvin er í Hósvík Í dag, hósdag, letur upp nýggjur handil við heitinum Nalvin upp í Hósvík. Nalvin selur bøkur og málningar Iridium - eitt nýtt ættarlið innan samskifti Rættiliga nógv av botninum framvið Tinganesi má sprongjast burtur fyri at gera tað nóg rúmsátt hjá nýggja Suðuroyarskipinum. Samstundis má okk- urt gerast afturat framvið Tinganesi, so at skipið hevur okkurt at detta inn at SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Tað verður ikki bara sum at siga tað at fáa pláss fyri tí nýggja suðuroyarskipinum við bryggju í Havn. Ætlanin hevur verið, at nýggja suðuroyarskipið skal hava fast pláss í krók- inum við Kongabrúnna, heilt inni í Havnini. Eitt er, at Landsstýrið og Tórshavnar Býráð ikki enn hava fingið loyst trupul- leikan um, hvør skal gjalda ferjuhavnina til nýggja suð- uroyarskipið. Eitt heilt annað er, at skal tað verða nóg rúmsátt hjá tí nyggja skipinum, verður tað neyðugt at spreingja heilt nógv burturúr Tinga- nesi undir sjóvarmálanum. Umboð fyri Tórshavnar Býráð og Strandferðsluna vóru fyri stuttum í Dan- mark, har royndir vórðu gjørdar fyri at vita, hvussu umstøðurnar vera hjá teim- um stóru skipunum í Tórs- havnar Havn, eftir at ferju- legan til Nýggju Norrønu og nýggja Smyril er gjørd. Royndirnar vístu, at tað er neyðugt at spreingja munandi burturúr botnin- um framvið Tinganesi fyri at tað skal vera nóg rúmsátt hjá nýggja suðuroyarskip- inum at leggja at, sigur Magnus Magnussen, tekn- iskur stjóri á Strandferðsl- uni. Hann sigur, at samstund- is verður neyðugt at gera eitthvørt afturat so at nýggja skipið hevur okkurt at detta inn ímóti. Verða pullartir ikki gjørdir á Tinganesi, má okkurt ger- ast undir vatni, so at skipið hevur nakað at detta at. – Verður tað gjørt, ber til at manøvrera við nýggju Suðuroyarskipinum í Tórs- havnar Havn, hóast tað er meiri enn 40 metrar longri enn Smyril, sum nú er og eisini nakrar metrar longri enn Norrøna, sum nú er. Magnus Magnussen sig- ur, at verður tað hinvegin ikki gjørt, er støðan ein heilt onnur, tí tað er ov grunt og ov trongt, sum er. 18 metrar um sekundið Annars vístu royndirnar, at tað ber væl til at manøvrera við nýggja Suðuroyarskip- inum á Eystaruvág, hóast vindurin kemur upp á 18 metrar um sekundið. Royndir vórðu gjørdar við utsynningi og land- synningi, sum eru ringastu ættir í Havn. Kanska er tað onkur, sum heldur, at 18 metrar um sekundið er ikki serliga nógv. Men hetta verður roknað út uppá ein serligan máta og 18 metrar um sek- undið er eitt sindur meiri enn Smyril, sum nú er, tolir, tí hann fær ikki manøvrera, fer tað upp um 13-14 metr- ar um sekundið. Annars varð upplýst, at tað eru í meðal 26 tímar um árið, at nýggja Suðuroyar- skipið ikki kann manøvrera á Eystaru Vág- og tað er ikki sagt, at tær løturnar passa akkurát so, at Smyril skal av Havnini, ella kemur til Havnar, júst tá. Ætlanin er nú at søkja friðingarmyndugleikarnar um loyvi at sprongja bur- turúr Tinganesi undir sjóv- armálanum. Jan Christiansen, borgar- stjóri, væntar ikki, at tað verður nakar trupulleiki, tí tað, sum skal gerast er undir sjóvarmálanum og fer ikki at skemma Tinganes sum er, tí tað fer ikki at síggjast. Skal játtanin til Strandferðsluna ikki hækka næsta ár, verð- ur neyðugt at hækka ferðaseðlakostnaðin , ella at lækka tænastu- støðið STRANDFERÐSLA Áki Bertholdsen Næsta ár verður tað helst eitt sindur dýrari at sigla við skipunum hjá Strand- ferðsluni og at koyra við bussunum hjá Strandferðsl- uni. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at skal játtanin til Strand- ferðsluna ikki hækka næsta ár, verður tað neyðugt at hækka prísirnar á ferða- seðlunum. – Vit ætla ikki, at tað skal vera neyðugt at hækka játtanina. Men vil Løgting- ið sleppa undan tí, verður tað neyðugt at útvega Strandferðsluni størri inn- tøkur ella at lækka túratal- ið. Tí hevur Strandferðslan skotið upp at hækka ferða- seðlaprísirnir soleiðis, at stovnurin fær einar seks milliónir afturat í inntøk- um. Tað svarar til, at prísirnir á ferðaseðlum koma at hækka eini 15% í miðal. Hann sigur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu hækkingin skal být- ast ímillum tey ymsu sløg- ini av ferðaseðlum, men talan verður bæði um at hækka prísirnar við Bygda- leiðum og við Oyggjaleið- um. Stjórin á Strandferðsluni sigur, at prísirnir á Strand- ferðsluni eru ikki hækkaðir í 10 ár, samstundis sum all- ar útreiðslur eru munandi hækkaðar. Eitt nú er oljan nú so dýr, at tað kostar Strandferðsluni einar níggju milliónir meiri um árið nú, enn tað gjørdi fyri nøkrum árum síðani, um- framt at lønirnar eru nógv hækkaðar. – Samstundis er tæn- astustøðið hjá Strandferðsl- uni nógv hækkað við fleiri túrum og gongdin við hækkandi útreiðslum og hækkandi tænastustøði kann ikki halda fram uttan at Strandferðslan eisini fær fleiri inntøkur. – Og tað eru bara tveir møguleikar: Antin má játt- anin alsamt hækkast, ella mugu prísirnir á ferðaseðl- um dagførast. – Hvørgin kosturin er mjúkur, men rokningin skal gjaldast, antin so ella so, antin rindar landið rokning- ina við skattakrónum, ella rinda tey, sum brúka Strandferðsluna. – Higartil hava politikar- ar ikki vilja hoyra talan um, at túratalið skal lækka ella at prísirnir skulu upp, men nú halda vit, at vit eru kom- in hartil, at ein støða má takast. Í løtuni er fíggjarlógin til politiska viðgerð, so Reidar Nónfjall veit ikki enn, hvør endin verður. Í ár er játtanin til Strand- ferðsluna 75,1 millión. Upprunaliga var játtanin 70,7 milliónir, men harum- framt hevur Strandferðslan fingið 4,4 milliónir í eyka- játtan. Dámar ikki suðuroyingum Tað dámar ikki suðuroying- um, at ferðaseðlaprísirnir hækka. Á Fundi í Porkeri herfyri, hava allir sjey borg- arstjórarnir í oynni skrivað undir eina áheitan á Strand- ferðsluna um ikki at hækka prísirnar á Smyrli, tí teir meta, at hann er nóg høgur sum er. Teir vísa á, at hetta er einasta farleið, suðuroying- ar hava og at tað helst ikki skuldi verðið so, atr fólk setast aftur av tí at prísirnir eru ov høgir. Teir skuldu heldur lækkað, siga borgar- stjórarnir í Suðuroy í bræv- inum, teir eisini hava sent fíggjarnevndini hjá Løg- tinginum. Spreingja burturúr Tinganesi at fáa pláss fyri nýggja suðuroyarskipinum Har, sum ætlanin er at nýggja suðuroyarskipið skal liggja, er bæði ov grunt og ov troingt og tí verður neyðugt at sprongja rættiliga nógv burturúr botninum framvið Tinganesi. Borgarstjórin í Havn heldur ikki, at tað verður nakar trupulleiki, tí tað er undir sjónum og onki fer at síggjast til tað Prísirnir hjá Strandferðsluni mugu hækka 15% – Ferðaseðlaprísirnir hjá Strandferðsluni eru ikki hækkaðir í 10 árog gongdin, sum nú er, kann ikki halda fram, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni C M Y K 11 10