Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 239 - 12. desember 2002 Nr. 239 - 12. desember 2002 13 Vágatunnilin er óivað størsta frambrotið í føroyskari samferðslu síðani tvørámenn fyri stívliga hundrað árum síðani bygdu tann fyrsta Smirilin. Hann bant allar bygdirnar í Føroyum knappliga saman. Harafturat sigldi hann einaferð um mánaðin til Skotlands sambært tí fyrstu ferðaætlanini. Hvønn týdning hann fekk, kunnu vit bara ímynda okkum. Men vit kunnu heldur ikki annað enn ímynda okkum, hvussu stóran týdning okkara fyrsti undirsjóvartunnil fer at fáa fyri føroyska samfelagið. Men nú kunnu vit staðfesta, at tríggjar oyggjar afturat eru bundnar saman. Gongur sum ætlað við Norðoyatunnlinum verða seks oyggjar bundnar saman um eini fýra-fimm ár. Og tá skuldu virkis- og trivnaðarmøguleikarnir hjá flest øllum føroyskum fyritøkum verið so góðir sum ongatíð áður. Harafturat verða vinnu- og flutnings- møguleikarnir hjá 80 prosentum av fólkinum so góðir sum teir nú einaferð kunnu gerast. Hava vit so í huga, at vit hava fingið eina nýggja ferju at sigla millum Streymoynna og Sandoynna, at nýggja ferja til Suðuroynna er í gerð, at nýggj ferjulega skal gerast í Kallsoynni, ja, so manglar okkum bara at fáa tíðarhóskandi skip at sigla í Kalsoynna og um Svínoyar- og Fugloyarfjørð. Tá hesar ætlanir væntandi eru framdar um nøkur ar, kunnu vit ikki klaga. Meðan vit enn eru í gleðisróminum kunnu vit ikki annað enn fegnast um, at alt gekk so væl, tá Vága- tunnilin alment lat upp í gjár, hóast skráin var sein á veg. Veitslurómurin var stórur og tað skilst, at allar veitslurnar vóru góðar. Bæði tann á flogvøllinum, á hotellinum, SÍF-húsinum og so tann fínara veitslan í høllini á Giljanesi. Bert spell, at tá so stór veitsla verður hildin, at arbeiðsfólkið - teir og tær, sum hava gjørt tunnilin - ikki vórðu bjóðað við til ta stóru veitsluna. Tað sama er at siga um manningarnar á ferjunum, sum hava siglt um Vestmannasund. Slíkt líkist ongum, men hetta hendir ferð eftir ferð. Til á midnátt kundu so fólk koyra ókeypis. Men hetta var ikki tí, at p.f. Vágatunnilin helt, at nú skuldi hann bjóða fólki ein ókeypis túr at royna tunnilin. Nei, hetta var tí, at eingir kubbar vóru eftir. Nú skulu vit minnast til, at vit skattgjaldarar - tú og eg - hava goldið tveir triðingar av kostnaðinum. Tí hevði tað ikki verið annað enn rætt og rímuligt, at landsstýrið og nevndin fyri tunnilin komu ásamt um, at tað var ókeypis at koyra hesa vikuna og til sunnukvøldið. Um ikki annað, so hevði tað verið ein lítil jólagáva til skattgjaldararnar, sum bæði gjalda hetta og tað fínara gildið! DAGSINS MEINING Sosialurin Størsta framstigið síðani fyrsta Smiril VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. JACOB PEDERSEN HF-lesandi, í Aalborg Nú er alt rákið um rættindi hjá teimun samkyndu í Før- oyum, at skáseta seg í par- lag, eitt sindur avdempað, men tíbetur er spurningurin enn aktuellur. Eg havi leingi hugsað, um eg skuldi skrivað eitt lesarabræv, og blandað meg upp í kjakið, sjálvt um ein situr 1500 km. burturi, men eg mátti bara gera tað. (hetta gav mær sanniligani eitt kick, at fara undir at skriva lesarabrævið) Nú havi eg lisið lesara- brævið hjá einum ávísum Ragnari S. Olsen. Tað er nú langt síðani, tú hevdi bræv- ið í Dimmu og Sosialinum, (1. oktober haldi eg tað var) men betri seint enn ongan- tíð. Eg havi lisið brævið hjá tær væl ígjøgnum. Eg ivist ikki í, at tú ert ein fittur og fryntiligur persónur, men tá ið tað kemur til tínar mein- ingar um tey samkyndu, so haldi eg, at tú ert (sum dan- ir siga) ”langt ude i hamp- en”. Tú sigur orðarætt, at tú ikki fordømir nakran. Í brævinum hjá, haldi eg tvørturímóti, at tú ert sera fordømandi. Tað er alt í lagi og ein erlig sak, at tú ikki góðtekur ”liviháttinum” hjá okkum samkyndu. Men síðani fer tú at taka ymisk skriftstøð burturúr Bíblini. Bíblian er ein sera spennandi bók, men hon er skrivað fyri tveimun túsund árum síðani, og nógvar av teimun lógunum, sum vóru galdandi tá, eru tíbetur ikki galdandi í dag. Tað at tað skuldi vera synd at vera samkyntur í dag, tað er akkurát sum eisini farið í søguna, men enn hava fólk tann hugburð, at tað at vera samkyntur skuldi vera ein synd, bara tí tað stendur í Bíbliuni. Eg meini bara tað, at tað ber ikki til at hava Bíbluna sum lógarbók, í einum nú- tíðar føroyskum samfelag. Vit eru skjótt 3 ár inni í tað nýggja áratúsundáraskiftið. Bíblian er ein halgibók ikki, ein lógarbók So fer tú at skriva um moral og ómoral. Tað mást tú sjálvur um, hvat tú legg- ur í tað. Eg vil bara siga, at eg haldi, tað er totalt ómo- ralskt at siga, hvussu man velur at liva, og hvørjum kynið man velur at liva saman við, tað má vera fólks egna sak. Eitt tað mest áloypandi er, tá tú fer at skriva, at tað at vera samkyntur skuldi vera trendy og IN. Tað er tað reina tvætl og nonsens. Tað kann væl vera, at tá ið tú tosar um, at tað skal vera trendy at vera samkyntur, so hevur tú kanska sæð tað í sjónvarpinum, t.d í sam- band við einum Hollywood produseraðum filmi (ella hvat veit eg). Orsøkin er allarhelst eisini tann, at tað at vera samkyntur tíbetur ikki longur er tabu-evni, og tí ”síggjast” og hoyrast samkynt meira nú enn fyrr. Homoseksuallitetur er ikki nakað sum kemur og fer. Tað hevur altíð verið til, og fer altíð at vera til. Og eitt annað er, at ein ikki verður samkyntur, tað er nakað ein verður føddur við. Men tað allarmest áloyp- andi, tú skrivar, er tá ið tú nevnir tey pedofilu, og tey sum hava seksuellan um- gang við djór. Skuldu tey hava viðurkenning og fara í skrásett parlag ? Tá má eg siga, at eg ikki havi nakra hóming av, hvat tú meinar við!? Tað virkar, sum tú vilt seta pedofili, sodomi og homoseksualitet í eina katagori? Hesi kunnu als ikki sam- anberast. Sodomi er tað reina djóraplágarí, og við- víkjandi pedofili, so er hetta tað mest andstyggi- liga og vamlisligasta, sum yvirhøvur finst. Og eg vóni, at eg havi tikið feil, tá tú setur samkynd í sama rás sum tey pedofilu og tey, sum útinna sodomi. Fyri at venda aftur til, tá tú skrivar at homoseksuali- tetur er synd og ómoralskt. Eg vil bara siga, at tað er onkin synd at vera sam- kyntur. Tað, sum er synd (haldi eg), er tá, um ein nú er samkyntur, ”velur“ at fortroyngja tað alt lívið og so velur at gifta seg við ein- ari kvinnu (um ein nú er maður), og síðani fær sær børn. Hetta er ”synd” fyri bæði børn og konu, men so sanniligani eisini fyri seg sjálvan. Tí man lýgur ikki bara fyri seg sjálvan, men eisini fyri sítt umhvørvið. Tað er alt ov hart at ganga og goyma seg fyri sínum verðuliga persóni. Eg veit ikki, um ein skal vera stolt- ur av at vera samkyntur. Ein er bara tað, sum ein er. Men ein er kanska blivin eitt sindur meira positivur og optimistiskur, aftaná ein hevur fortalt, Gud og hvønn mann tað. Nú veit eg sjálvandi ikki um tú ert giftur og hevur børn. Men um tey t.d komu yvir til tín ein dagin, og søgdu,: Babba eg eri samkynt/ur, tá vóni eg at tú fert at siga. Góða/i tað er alt í lagi, eg elski teg kortini, og góðtaki teg, sum tann, tú ert, (ella sum tað oftani er við foreldrum, so gongur tað oftani eitt sindur tíð, við at venja seg við tankan). Samkyndur - og hvat so? Hergeir Nielsen Johan Dahl sigur meg loypa framav, og at hava mistikið meg í sambandi við villleiðandi umrøðu hansara av einum brævi frá danska verjumálaráðharr- anum, Svend Aage Jensby. Soleiðis er sjálvandi ikki. Á internetinum hoyra vit framvegis útvarpið, og tey, ið leggja í, kunna har lurta uppaftur eftir Johan Dahl. Leygardagin 30. nov. kl. 18.30 hoyra vit Johan Dahl í útvarpinum siga: "Og har var Anfinn eisini á fundi, løgmaður, og bleiv spurdur um hetta skrivið, sum var komið frá Jensby." Tórsdagin 4. des. lesa vit Johan Dahl í Dimmalætt- ing: "Tað skriv, sum eg vísti til í samrøðu míni við út- varpið og segði, var ókent fyri meg inntil fundin í løg- tingshúsinum , - var tað skriv, sum Hergeir Nielsen seinni hevur sent til løg- mann, …" Í báðum førum er tað Jo- han Dahl, sum tosar og skrivar, og ongum nýtist at leggja seg út í hetta orða- skifti hansara. Tað er ringt at vita, hvørj- um Johan Dahl trýr, og verri at vita, hvørjum vit onnur skulu trúgva? Leygardags- ella tórs- dagsjohan. Leygardags- ella tórsdagsjohan? Hanna Vang Í skúlanum hevur mann mangan hoyrt og hoyrir tað enn "Hatta er ikki før- oyskt". Orsøkin til at mann hoyrir tað er, at næming- arnir brúka onkur orð, sum lærarin ikki metir eru føroysk men donsk. Men so er spurningur, hvat er før- oyskt? Er tað ikki tað, sum føroyingar snakka? Høvuðstrupulleikin í hes- um liggur í skriftmálinum, tí tað er ein almennur hugburður, at skriftmálið er rættari enn talumálið, men hetta er púra skeivt. Skriftmálið er til fyri at úttrykkja talumálið. Hesin almenni hugburðurin kemur av, at føroyingar so leingi vóru uttan skriftmál. Og tí var tað vigtugt, tá føroyingar endiliga fingu sítt egna skriftmál, at mann royndi at varðveita tað serføroyska. Men at málið tá var ávirkað av donskum er eitt faktum. Menn royndu so at fáa øll hesi "donsku" orðini úr málinum og seta føroysk í staðin, men tað hevur enn ikki eydnast, og tí er tað eisini uppá tíðina, at mann aksepterar, at í føroyskum eru orð, sum hava sín upp- runa í donskum, men sum nú kunnu kallast føroysk. Tey hava verið brúkt í fleiri hundrað ár og eru tí so- mikið inngrógvin í tað før- oyska málið, at mann gott kann kalla tey føroysk. Tað eru nógv dømi uppá tílík orð, her kunnu nevnast nøkur: "ferdugt", "fjern- syn", "behandla", "betala", "begynna", "tonkja", "for- standa", "viss" o.o. Eitt er at mann roynir at seta mørk og at verja móð- urmálið, og tað er eisini púra rætt, men eitt annað er at akseptera, at í føroyskum eru ein rúgva av uppruna- liga donskum orðum, líka sum tað eru ein rúgva av upprunaliga norrønum ella íslendskum orðum. Tað er snedugt, at fólk flest halda, at orð úr norrønum ella ís- lendskum skulu vera rættari enn orð úr donskum. Tað má vera orsakað av, at føroyingar hava verið undir donskum valdi so leingi, at ein illvilji er ímóti donsk- um. Men harafturímóti hava fólk virðing fyri ís- lendingum, tí teir hava varðveitt sítt upprunaliga mál alla tíðina, eisini undir tí danska valdinum; men teir hava eisini havt eitt skriftmál at styðja seg til í mun til føroyingar. Eg havi her víst á, at danskt hevur havt stóra ávirkan á føroyskt, og tað mugu vit akseptera. Um vit ikki gera tað, fer tað at føl- ast ónatúrligt og møðsamt at skula úttrykkja seg á føroyskum. Málið skal helst ikki vera "so føroyskt, at mann ikki forstendur tað". Tað er lítil ivi um, hvørji jólaynskir vit føroyingar hava, hóast vit kunnu verða ósamd á mongum økjum, segði Lasse Klein m.a. í røðu sínari tá jóla- træið í Saltangará var tendra. Lasse Klein Vit halda jól, tí ein søgu- ligur tilburður fór fram fyri meira enn 2000 árum síðani, og fekk avleiðingar, íð fevndi langt út um søg- urnar mark, og sum hevur tídning fyri hvørt einstakt menniskja. Tí er øll vón um eina gleðiliga framtíð eisini knýtt at teirri fyri okkum so hugtakandi frásøgnini um føðing Jesusar í fjósinum og eingla-songinum úti á markini. Hví júst Bethlehems- barnið Tá íð vit hugsa um, hvussu nógv stórmenni heimurin hevur fostrað, bæði á ein- um og øðrum øki,so er tað, sum vit ikki sleppa frá spurningunum, hvat tað er, sum júst gerð jólaboð- skapin til nakað serligt. Tað eru so nógv børn fødd síð- ani barnið føddist í Bethle- hem, so hví júst halda føðingardagin hjá Bethle- hemsbarninum? Og svarið er heilt einfalt hetta, at við føðing Krists var nakað av- gerandi hent mannaættini. Tað kemur heilt av sær sjálvum, at tann sum er glaður, eisini letur gleði sína koma fram í ljósmála. Geva vit burtur av henni til onnur, tá verður gleðin enn størri. Vit minnast til orðini í Halgubók: ”gevið øðrum lut í gleði tykkara”. Og jólini bera okkum boð um eina gleði, og sum skal vera fyri alt fólkið. Ikki bara okkum sjálvi Men latum okkum kortini minnast til, at friður á jørð, so sum hann verður fráboð- aður í jólaboðskapinum, er ikki nakað sum kemur av sær sjálvum. Søgan vísur okkum, at aðaltreytin fyri friði er tann: at vit tosað við hvønn annan, at vit skilja hvønn annan, at vit hugsað um onnur enn okkum sjálvi. Ja heilt greitt, at vit eru góð við hvønn annan. Vit síggja tað í teimum vøkru og friðsælu barna- eygunum, og í barnadøgum okkara kendu vit nakað av hesum sama, tá íð hjarta bankaði í barmi, og eyðuni hugdu at jólanna durum. Í fyrstuni hómaðu vit bert smáar glottar. Men so læt ljósið seg upp, og hin mikla halga stundin dalaði oman úr erva. Ikki okkurt ljós, sum onkur sá í myrkrinum. Ikki onkur, íð sigur okkurt orðið. Hvørji eru vit? Í hesum jólaljósinum hend- ir altíð nakað umráðandi í okkara lívi: Tað sær ljós á okkum, so vit síggja at ganga, og eisini síggja í tí ljósinum, hvørjar menn- iskjur vit í verunleikanum eru. Jólaevangeliið man vera kendasta søga í øllum bók- mentum okkara. Øld eftir øld hevur hesin boðskapur ljóðað víða hvar í heimin- um sum ein boðberi til okkara um eina gleði og um ein frið, ikki fyrireikaður av mannahondum, men av Gudi sjálvum, tá hann læt son sín taka búgv okkara millum. Ynski um frið og gleði Í jólaevangelinum møta vit soleiðis allar størsta ynski mannaættanar: ynski um frið og ynski um gleði í einum heimi, har íð hesi bæði so ofta eru avloyst av haturi, kríggi, neyð, hungri og sorg. Síðani hetta evangeliið ljóðaði av fyrstan tíð er einki vorðið øðrvísi: Í stað- in fyri tann nógv ynskta friðin hava vit støðugt havt kríggj, og tann manna- heimur, íð upprunarliga vildi bjarga sær sjálvum við tekniskum framstigum, er ivandi og ráðaleysur. Og tí kann sonn gleði bert valda har, íð vit kenna gleði av at gleða onnur, tí gleðiboð- skapurin er ætlaður okkum øllum. Lyklaorðið komandi dag- arnar telur seks bókstavir: F R I Ð U R. Hetta orðið trýnur inn í hvønn krók í landinum, sprettur út úr kirkjum, samkomuhúsum, fjølmiðlum og úr barmin- um hjá øllum kristnum fólkum. Hóast alt Vit eru mong vaksin og børn sum eru komin saman her í kvøld. Um eina løtu verða ljósini tendraði á jólatræðnum. Men hvønn dag hoyra vit um ørskapin úti í heimi: um verju av londum, vápn, kríggj, dráp, píngin, hungur, ótta og sorg, og syrgilista av øllum er at hoyra um hungrandi børn orsaka av mannaøði, og tí man lítil ivi verða um, hvørji jólaynskir vit Føroy- ingar hava, hóast vit kunnu verða ósamd á mongum økjum: ósamd politiskt, ósamd átrúnarliga, ósamd í gerandisdegnum, men kort ini er eingin ivi um, at eitt av okkara felags jólaynskj- um er hetta: at friður á jørð og í menniskjum góður tokki má valda í heiminum nú og í framtíðini! Og tí kunnu vit eisini fegnast um, at Jesu barnið kom til okkara jólanátt við friði og er ljóslivandi og máttmikil. Í okkara trúgv finna vit sjálva gleðina og kunnu tí syngja saman av fullum huga: GLEÐILIG JÓL! Kai Vágfjall At danskir politikarar altíð hava kent trongd til at til at leggja seg út í bæði føroyskan og grøn- lendskan politik er einki nýtt. Tað er heldur einki nýtt, at teir hava lagt seg út í bæði føroyskt og grønlendskt valstríð - síðsta grønlendska val- stríðið var einki eindømi. Men eindømi er tað, at føroyskir politikkarar blanda seg uppí grøn- lendskt valstríð. Hetta hendi nú formaðurin í føroysku deildini av Sosialdemokratiet, bein- leiðis legði seg út í grøn- lendska valstríðið, sjálv- an valdagin. Eftir at hava hugsa meg um eina løtu, spurdi eg meg sjálvan, um Jó- annes Eidesgaard kanska var vorðin valdur til for- mann í Sosialdemokra- tiet??? Tankar mínir leit- aðu aftur til einaferð í 70-árini, tá hesin im- perialistiski flokkur var, sum ikki einaferð, í leið- arakreppu, og onkur til stuttleikar hevði skotið upp at biða Atla Dam taka um endan. Danski flokkurin Vinstri legði seg eisini uppí grønlendska val- stríðið, og bjóðaði seg til at fáa Grønland aftur upp í ES. Sosialdemokratiet hevur sum er ongan for- mann, og sjálvandi vildu hesir imperialistar ikki vera verri fyri enn Vinstri, so tað næsta vit síggja er grein frá for- manninum í deildini í Føroyum. Tað er gott at seta sær høg mál. Jóannes hevur nú í eini 10 ár droymt um at gerðast føroya løg- maður, men nú hesar vónir tykjast at fjarða burtur, sær tað út, sum at hann í staðin hevur latið seg lokkað at skriva hesa niðurgerðandi grein um landsmenn sínar, við tí vón kanska at gerast for- maður í móðurflokkinum - ja kansta forsætisráð- harri. Grønlendingar hava eina meira virðiliga viðferð uppiborna, enn hesa frá sosial- demo- kratiet og formanninum í føroysku deildini. Jú harra forsætisráð- harri. (Javel, hr. minister) Livst so spyrst. Kenna gleði av at gleða onnur Eitur nýggi formað- urin í Sosialdemo- kratiet Eidesgaard? Hvat er føroyskt? Hví vera ungur, tá ein ikki fær loyvi til tess? 10. a í Tórshavnar kommunuskúla Fyri okkum 16-17 ára gomlu er als einki stað at fara í vikuskiftinum. Ein- asta staðið, vit sleppa inn, er uppi í Badmintonhøllini millum 12-13 ára gomul. Áður vóru bólkar, ið spældu, sum fekk tey eldru at koma, men hetta síðsta árið hevur einans »Dj- show« verið, sum er alt ov einstáttað. Áður byrjaði dansurin eisini kl. 23 og endaði kl. 04. Nú byrjar dansurin kl. 22 og endar longu kl. 02, sum fær enn yngri børn at koma. Og hvar fer ein so millum kl. 02 og 04, tá man fer oman í býin at hitta vinir og kenningar? Á henda hátt, kann hugsast, fer harðskapur og krimi- nalitetur at vaksa í Havnini. Okkara ynski er, at okk- urt stað verður fyri okkum 16-17 ára gomlu í viku- skiftinum; og ikki skal ein noyðast at gjalda 150 kr. fyri nakrar fáar tímar, tí hetta er alt ov kostnaðar- mikið. Og so er eisini spurning- urin um sjónvarpið. Rás Tórshavn var ein rás, sum vit ungu vóru ógvuliga glað fyri, av tí at SVF ongar ungdómssendingar og –filmar hevur at bjóða. Ístaðin hava tey óteljandi endursendingar fyri børn og tey vaksnu. Men so var RásTórshavn eisini tikin frá okkum. Hetta bert fyri nakrar fáar krónur eyka um mánaðin. Borgarstjórin hevur sjálvur alment sagt, at býráðið ikki skal veita borgarunum tænastur; men hvat sita teir har so fyri?? Bara tí at býráðið ikki tímir at takast við hesa sak long- ur, noyðist hetta ikki at ganga út yvir okkum øll! Og fleiri av okkum hava heldur ikki ráð til nýggju loysnina, býráðið hevur givið. Vónandi verður hetta tikið til eftirtektar. Opið bræv til býráðið: Taka alt frá okkum! C M Y K 13 12