Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 239 - 12. desember 2002 Nr. 239 - 12. desember 2002 15 UTTAN ÚR HEIMI Lekur framvegis Sponsku myndugleikarnir siga, at 125 tons av olju renna úr tangunum á tangaskipinum "Prestige", sum sakk einar 120 fjórðingar úr sponsku útnyrðings- strondini tann 19. november. Umleið 60.000 tons vóru í skipinum, tá tað sakk. Onnur 17.000 tons eru riknin inn á land og hava havt umfatandi dálking við sær. Bjargingarfólk og fiskimenn hava funnist hvass- liga at myndugleikunum í Madrid, sum verða lagdir undir at hava undirmett vanlukkuna, og fyrrakvøldið mátti Jose Maria Aznar, forsætisráðharri viðganga í sjónvarpinum, at mistøk hava verið. Samstundis varð upplýst, at myndir hjá einum fronskum kavbáti vísa, at 15 hol eru á skrokkinum á "Prestige", og at olja rennur úr fleiri teirra. Sponsku myndugleikarnir høvdu vónað, at oljan fór at storkna í tangunum orsakað av tí stóra trýstin- um niðri á 1900 favna dýpi, men hetta tykist ikki vera so, og tí stúra fiskimenninir í Galicia fyri, at teirra vinna fer at liggja lamin mong ár fram í tíðina. Samstundis eru Spania, Portugal, Frakland og Bretland farin at keglast um, hvussu rætt tað var at toga tangaskipið út frá landi. Tað vóru spaniumenn, sum gjørdu av at toga skipið til havs, áðrenn tað sakk. Forðar neyvan kríggi Serfrøðingar vænta ikki, at vápnafrágreiðingin, sum irakar hava latið ST, fer at fáa amerikanarar at sleppa ætlanini at leypa á Irak og at reka Saddam Hussein frá. Magnus Ranstorp, sum starvast á granskingar- stovninum St. Andrew í Skotlandi, sigur, at tað slepst ikki undan kríggi. Hann sigur, at tann rúgvus- mikla irakska frágreiðingin er ein roynd at draga tíðina út, men at hon forðar ikki álopsætlanini. Tíðindastovan Reuters hevur spurt 18 granskarar, hvussu teir meta útlitini. Tíggju svaraðu, at teir vænta amerikanskt álop á Irak. Hinir átta siga, at møguleikin fyri friði er líka stórur sum møguleikin fyri kríggi. Hótta við verkfalli Starvsfólk í felagnum BAA, sum rekur sjey av teimum stóru floghavnunum í Bretlandi, hótta nú við at fara í verkfall á jólum, fáa tey ikki ta lønar- hækking, sum tey hava biðið um. BAA rekur millum annað tær báðar stóru flog- havnirnar við London, Heathrow og Gatwick, og eitt verkfall kann tí fáa sera stórar avleiðingar fyri bretska sambandið við umheimin. Leiðslan í BAA og umboð fyri fakfeløgini hjá starvsfólkunum hava játtað at gera eina roynd afturat at finna eina semju um lønarspurningin. BAA hevur boðið starvsfólkunum sjey prosent lønarhækking í einum tvey ára skeiði, men tað tilboðið vilja starvsfólkini ikki góðtaka. Hótti við bumbu Ein 16 ára gamal drongur í einum býi í Småland í Svøríki skilti einki, tá løgreglan brádliga kom og tók hann nú ein dagin. Á løgreglustøðini fekk drongurin at vita, at at tað var amerikanska samveldisløgreglan FBI, sum hevði givið boðini um at taka hann. FBI segði seg hava fingið eitt teldubræv frá dronginum, har hann hótti við at spreingja eina bumbu í einari floghavn í Los Angeles. Tann 16 ára gamli drongurin játtaði, at hann hevði sent teldubrævið. Løgreglan í Jønkøping sigur, at drongurin hevði ikki givið sær far um, hvussu álvarssamt teldu- brævið var, og tí dugir løgreglan heldur ikki at siga, um hann verður revsaður. ES-formaðurin And- ers Fogh Rasmussen væntar, at øll tey tíggju umsøkjara- londini fara at góð- taka treytirnar fyri limaskapi á topp- fundinum í Keyp- mannahavn ES-VÍÐKAN Árni Joensen Seinastu dagarnar hava diplomatarnir hjá danska uttanríkisráðnum við Per Stig Møller, uttanríkisráð- harra á odda arbeitt undir stórum trýsti fyri at fáa umsøkjaralondini at góð- taka tað seinasta tilboðið, sum londini fingu fyri átta døgum síðani. Alt skal fáast upp á pláss til toppfundin millum ríkis- og stjórnar- leiðararnar í Keypmanna- havn. Í gjár høvdu trý av teim- um tíggju umsøkjaralond- unum formliga góðkent tilboðið, men keldur í Keypmannahavn søgdu, at fimm onnur lond høvdu givið til kennar, at tey fara eisini at góðtaka tilboðið. Eftir stóðu Malta og Póland, sum bæði hava lagt nýggj krøv á borðið sein- astu dagarnar. Serliga Póland er komið við nýggjum krøvum. Krøvini snúgva seg í veruleikanum um meiri pengar, men Anders Fogh Rasmussen segði týskvøld- ið, at mappan er koyrd í lumman, og hon verður ikki tikin úr lummanum aftur, sum hann orðaði tað. For- maðurin í ES-nevndini, Romano Prodi, hevur har- afturímóti mælt ES til at lata umsøkjaralondunum meiri pengar, men danski forsætisráðharrin sigur, at hann hevur ikki heimild til at lata meiri enn tað, sum hann hevur latið londunum. Tað er tó vert at hava í huga, at ES hevur umleið 15 milliardir krónur eftir av játtanini til umsøkjaralond- ini, og eygleiðarar siga, at tað kann væl henda, at ríkis- og stjórnarleiðararnir á toppfundinum í Keyp- mannahavn fara at játta Pólandi ein part av hesum pengunum fyri at fáa landið uppí. Víst verður á, at Pó- land er nógv tað størsta av umsøkjaralondunum, og at tað fer at koma ES illa við, fer Póland at standa uttan fyri, tá saman um kemur. Turkaland Ein annar spurningur, sum stórur spenningur er um undan toppfundinum, er Turkaland. Stjórnin í Ank- ara leggur stórt trýst á ES fyri at fáa settan ein dag fyri, nær samráðingarnar um turkiskan limaskap kunnu byrja, men higartil hevur danski forsætisráð- harrin víst hesum aftur. Tað gjørdi hann eisini, tá for- maðurin í islamska stjórn- arflokkinum í Turkalandi var á vitjan í Keypmanna- havn fyrr í vikuni. Nú er USA komið upp í málið, og fyrradagin segði George W. Bush, at USA fer at gera sítt til at fáa ES at áseta ein samráðingar- dag. Sambært Bush hevur hetta týdning fyri USA, men eisini fyri Evropa. Týskland og Frakland hava eisini sagt, at tey eru fyri at áseta ein dag fyri samráð- ingum um turkiskan lima- skap. Áhugin fyri ES-lima- skapi er vaksin nógv í Noregi seinastu mán- aðarnar NOREG OG ES Árni Joensen Ein nýggj meiningakann- ing í Noregi vísir, at alt fleiri norðmenn eru fyri at fara upp í ES. Kanningin sigur, at 44 prosent av teimum, sum hava tikið støðu til spurningin, høvdu atkvøtt fyri limaskapi, var fólkaatkvøða nú. 37 pro- sent siga, at tey høvdu at- kvøtt ímóti. Samanborið við eina til- svarandi kanning, sum varð gjørd í september, er broyt- ingin stór. Tá svaraðu 36 prosent, at tey høvdu at- kvøtt fyri ES-limaskapi, meðan 45 prosent søgdu, at tey høvdu atkvøtt nei. Nú er myndin at kalla tann beint øvugta. Men aðrar kanningar hava seinastu tíðina bent á tað sama borðið. Allar hava víst, at tey, sum eru fyri limaskapi, gerast alt fleiri og fleiri í tali. Tann greið- asti munurin kom fram í einari kanning, sum Aften- posten gjørdi í síðsta mán- að. Har svaraðu 58 prosent, at tey vóru fyri limaskapi í ES, meðan 42 prosent søgdu seg vera ímóti. Norskir politikarar eru sum altíð varnir við at gera viðmerkingar til kanningar- nar, men formaðurin í Framburðsflokkinum, Carl I. Hagen, segði í síðstu viku, at spurningurin um ES-limaskap verður ein av høvuðsspurningunum í val- stríðnum til næsta stór- tingsvalið. Og hetta fer flokkurin at fyrireika seg til nú, segði hann. Veljara- kanningar hava leingi víst, at Framburðsflokkurin hevði verið landsins størsti, var val nú. Norðmenn siga ja til ES Nú skulu tíggju lond fáa limaskap í ES Anders Fogh Rasmussen leggur stóran dent á at fáa tey tíggju umsøkjaralondini upp í ES á toppfundinum í Keypmannahavn, men hann er ímóti at geva Turkalandi ein samráðingardag Mynd: Reuters C M Y K 15 14