hósdagur 12. desember 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 239 - 12. desember 2002
Nr. 239 - 12. desember 2002
17
Nú Vágatunnilin
loksins er vorðin
veruleiki heldur
Anfinnur Kallsberg,
løgmaður, at tað
skuldi ligið ræðið fyri
at farið víðari. Ein
verkætlan liggur so
gott sum klár. Tað
restar nú bara tann
seinasta politiska
avpussingin, sum
tingið nú skal taka
støðu til. Síðani er at
fáa sjálvt projektið
púra klárt, bæði
fíggjarliga og tekn-
iskt. Løgmaður sigur,
at tað verður arbeitt
við hesum og er
komið rættiliga langt
á mál
UNDIRSJÓVAR-
TUNLAR
Jan Müller
Løgmaður hevur ikki í
løtuni nakað endaligt boð
uppá, nær Norðoyatunnilin
kann gerast veruleiki. Men
hann metir tað ganga hálv-
triðja ár frá tí byrjað verður
til koyrandi er ella kanska
nakað stytri. Anfinnur
Kallsberg ivast ikki í, at
politisku spurningarnir við-
víkjandi Norðoyatunlinum
verða avkláraðir fyri jól.
Broytingaruppskot til an-
legglógina liggur í tingin-
um, har liggur so ein eyka-
fíggjarlóg, sum eisini er
tann fíggjarligi parturin av
tí, og síðani er tað Lorvíks
bygd og vegaføringin har,
sum skal fáast uppá pláss,
og sum eisini hevur fingið
eina drúgva politiska við-
gerð. Løgmaður roknar
sjálvur við, at hon verður
avgreidd um ikki so heilt
langa tíð. Tá tað er klárt
hevur partafelagið Norð-
oyatunnilin møguleika at
gera projektið heilt liðugt
tvs. fáa tey neyðugu loyvini
og ta endaligu fíggingina
uppá pláss. Og tá tá verður
so farið í gongd av álvara
legtur løgmaður aftrat.
Gongur alt sum ynskt og
ætlað, so heldur løgmaður,
at fyrsta skotið í Norð-
oyartunlinum kann verða
latið av fram móti sumri
næsta ár. Og tað merkir so
aftur, at koyrandi kann
verða í tunlinum um hesa
tíðina í ár 2005 ella kanska
eitt sindur fyrr. Løgmaður
tekur tó tað fyrivarni, at øll
tingini tá skulu ganga uttan
stórvegis
trupulleikar.
Spurningurin er so eisini
um man kann gera tað til-
svarandi skjótari eins og
gjørt var um Vestmanna-
sund. Tað er ringt at siga
nakað um nú, tí man veit
ikki, hvussu fer at gangast.
Hjartamál
Anfinnur Kallsberg, sum
sjálvur er valdur í Norð-
oyggjum, dylur ikki fyri, at
Norðoyartunnilin er eitt av
hansara fremstu hjarta-
málum. Hesin tunnilin fer
at fáa ómetaliga stóran
týdning fyri Norðoyggjar. -
Vit hava sera gott ferða-
samband í dag, har vit
kunnu ferðast frá tíðliga á
morgni til seint á kvøldið,
og tað hevur stóran týdn-
ing. Men ein tunnil fer at
hava við sær, at tú ongantíð
verður bundin av eini
ferðaætlan. Hann styttir
farleiðina. Í dag tekur tað
hálvan tíma at sigla, og
gjøgnum tunnilin fer tað at
taka fýra minuttir við bili.
Fyri vinnulívið fær hetta
ómetaliga stóran týdning.
Tað setir so eisini krøv. Tú
er minni vardur og fer at fáa
størri kapping frá megin-
økinum, og tá ræður um í
økinum norðan fyri eins og
í Vágum at taka tann spurn-
ingin, ta kappingina upp.
Tað ivist eg heldur ikki, at
man fer at megna, tí kapp-
ingin verður eisini meira
javnbjóðis tá.
Tað er greitt, at tað verð-
ur ein heilt nýggj verð, tá
koyrast kann av Viðareiði
til Gásadals eftir bara hálv-
um øðrum tíma. Tað sannar
løgmaður. - Hetta fer at
hava so stóran týdning fyri
okkum øll, at eg trúgvi ikki
vit geva okkum far um tað í
dag. Vit hava lyndi til at
gloyma so skjótt, men tað
er áhugavert at steðga á og
hugsa, hvussu viðurskiftini
vóru fyri t.d. 30 árum síð-
ani og hvussu tey eru í dag.
Vit hugsa ikki ein gang um,
hvussu tey vóru fyri fimm
árum síðani. Hugsa vit so
um, hvussu tað verður um
30 ár, so er tað ein uppaftur
áhugaverdari spurningur.
Tøknin galloperar avstað.
Tað, sum als ikki kundi
koma uppá tal fyri 20 árum
síðani, tað er bara veruleiki
í dag, og tí trúgvi eg, at vit
hava eina sera spennandi
framtíð fyri okkum. Stórar
avbjóðingar men uppgávur,
sum avgjørt eru møguligar
at loysa. Løgmaður sær
eisini teir stóru møguleikar
hesin útviklingurin fer at
hava fyri ferðavinnuna.
Endurnýggja tunlar
Annars staðfestir løgmaður
eisini, at neyðugt verður at
gera nakað við tunlarnar,
sum vórðu bygdir fyrst tvs.
í Norðoyggjum og í Suður-
oynni. Teir vóru bygdir í
eini tíð, tá tann størsti
bilurin var 3,5 tons. Í dag
sleppur meginparturin av
bussum og treylarum als
ikki ígjøgnum og er tað ein
sera stórur bági fyri tey
økini. Har verður so neyð-
ugt at gera tær umstøðurnar
betri, so longu nú mugu vit
til at endurnýggja tey risa-
stóru framstig, sum vórðu
gjørd tá. Helst verður bí-
ligari at bora nýggjar tunl-
ar. Tað stendur so eisini í
langtíðarætlanini hjá lands-
stýrinum.
Gongur alt sum ætlað:
Koyrandi undir Lorvíksfjørð um trý ár
Tónleikarar í Vágum settu
serstakan dám á
hátíðarhaldið í høllini á
Giljanesi tunnilskvøldið 10.
desember
Mynd: Jan Müller
Eitt vælmannað og vælhýrt tónleikalið í Vágum spældi fyri
teimum uml. 400 gestunum í høllini á Giljanesi
Mynd: Jan Müller
Søguligur dagur í Vágum
Sosialurin var við til
hátíðarhaldið í sambandi við
stóra dagin hjá vágafólki og
øllum Føroya fólki. Lesið
reportasju á komandi
síðunum
Bjarni Djurholm skerur snórin
við grindaknívinum, ið hann
hevur fingið til endamálið
C
M
Y
K
17
16