hósdagur 12. desember 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 239 - 12. desember 2002
Nr. 239 - 12. desember 2002
19
Ein nýggjur heimur
Forðingarnar vórðu
gjørdar til avbjóðing-
ar, og øll misnøgd
gjørd til gleði, tá fólk
í túsundatali fagnaðu
Vágatunlinum
VÀGATUNNILIN
Orð:Heri á Rógvi
Myndir: Jens Kristian Vang
Vágaoyggin
hevur
ongantíð og fer heldur
ongantíð aftur at uppliva
nakran dag sum hendan.
10. desember 2002 var
dagurin, tá Vágatunnilin
alment skuldi takast í
nýtslu.
Vikuskiftið undan høvdu
fleiri enn tveytúsund fólk
runnið gjøgnum tunnilin,
og mannamúgvan, sum var
komin saman við tunnils-
munnan við Marknará var
mestur ikki minni enn tann,
ið runnið hevði.
Ynski um fast samband
og tunnil ganga langt aftur í
tíðina. Jonhild Jørgensen,
formaður í felagskommun-
uni í Vágum, hevði á orði í
sínari røðu, at bretar undir
krígnum høvdu ætlanir um
fast samband við Vágarnar.
Hvussu er og ikki, so er
gamla hugskotið og gamli
dreymurin um undirsjóvar-
tunnil nú vorðin veruleiki.
Í 1998 varð vent aftur til
verkætlanina, og P/F
Vágatunnilin settur á stovn.
hin 28. september ár 2000
varð fyrsta skotið latið av,
og síðani tá hevur tað
gingið slag í slag til
týsdagin 10. desember, tá
tunnilin lat upp.
Og er tað nakað, ið kann
savn vágafólk, so er tað
Vágatunnilin. Fólk í øllum
aldri vóru farin frá húsum
hendan merkisdagin. Sam-
an við innbodnum gestum
og áhugaðum aðrastaðni
frá varð tunnilin fagnaður
sum
eitt
tað
týdningarmiklasta stigið í
menningini av føroysku
samferðsluni – saman-
bindingin av Vágoynni og
Streymoynni.
Ein stórur partur av gest-
unum til tiltakið høvdu valt
at koma við Ternuni síðsta
túri frá Vestmanna til Oyra-
gjógv. Í mong ár hevur Ter-
nan – og ikki minst mann-
ingarnar – og hini skipini,
sum siglt hava millum Vest-
manna og Oyragjógv, verið
álitið hjá vágafólki.
Á Oyragjógv varð skipað
fyri móttøku, har hornor-
kestur spældi, tá Ternan
legði at. Vágafólk í stórum
tali vóru savnaði fyri at
taka ímóti hesa síðstu ferð,
og tað var ikki sørt kenslu-
borið hjá summum.
Innbodnu
gestirnir
–
landsstýris- og løgtingsfólk
og onnur – fóru við ellisak-
førum til tunnilsmunnan
við Marknará. Akførini
vóru mong í tali, og tað
tóktist ikki sum um, at nak-
ar vildi vera hesa uppliving
fyri uttan.
Restin av stóru manna-
múgvuni fóru síðani til
gongu ella við bili til tunn-
ilsmunnan. Skrúðgongan
av svinginum mundi telja
tey allarflestu av vágafólk-
unum, sum á nakran hátt
høvdu møguleikan at vera
til staðar. Sjálvt av Ellis-
heiminum vóru tey komin
at vera við til hátíðarhaldi-
num. Framvið við vegnum
móti
tunnilsmunnanum
tóktist hvør einasti bilur í
allari Vágoynni at standa
parkeraður.
Líka mikið hvønn, tú
vendi tær, var hýrurin á
fólki góður. Hetta var tann
løtan, ið vágafólk høvdu
bíðað so leingi eftir, og hó-
ast tað kanska kendist svárt
at siga farvæl við trúgva
tænastumenninar umborð á
Ternuni, so var fagnaðurin
um framstigið tað størsta av
øllum henda dagin. Eftir ár
við ósemjum og ónøgd var
alt leyst og liðugt, og øll
vóru nøgd.
Við
tunnilsmunnan
steðgaði fólki til hátíðar-
hald,
áðrenn
snórurin
skuldi klippast.
Hornorkestur, felagskór
og barnakór spældu og
sungu.
Felagskórið
og
hornorkestrið var sett sam-
an av vestmenningum og
vágafólki.
Røðarar vóru Klæmint
Weihe, Bjarni Djurholm,
Jonhild Jørgensen og Dávid
Reinert Hansen.
Øll fegnaðust tey um
hendan nýggja møguleika
hjá vágafólki og øllum før-
oyingum.
Jonhild
Jørgensen
nevndi, at hetta fór at gerast
til størstu avbjóðingina fyri
Vágoynna. Hetta fór at
geva øktar møguleikar,
men einki fór at koma av
sær sjálvum, og Vágoyggin
sleppur nú rættiliga at
royna seg, helt hon.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í samferðslu-
málum, vísti í sínari røðu á,
at eitt stórt arbeiði frá øll-
um síðum varð lagt í tunn-
ilin. Hann fegnaðist um, at
fólk høvdu sæð avbjóðing-
ar í forðingunum, sum hann
tók til.
Eftir røðurnar fylgdist øll
mannamúgvan niðan til
gjaldstøðina, har Bjarni
Djurholm
skuldi
skera
snórin yvir, soleiðis at
Vágatunnilin alment varð
tikin í nýtslu.
—At skera snórin av er
eitt lítið átak í sjálvum,
men ein stór hending fyri
føroyska samferðslu og
aldarinnar
átak
fyri
Vágoynni.
Hesi vóru so væl valdu
orðini hjá Bjarni Djurholm,
tá hann alment kundi opna
størstu verkætlanini av sín-
um slag í Føroyum og helst
ein av størstu hendingunum
í nýggjari føroyskari søgu.
Eftir at snórurin varð
skorin, fór bilafylgi við
ellisakførum ein túr í tunn-
ilin. Vent varð í Leynum og
koyrt aftur. Fólk fingu eis-
ini møguleikan at royna
metstóru tunnilskøkuna, ið
varð gjørd til endamálið.
So var opið fyri ferðslu á
havsins botni...
C
M
Y
K
19
18