hósdagur 12. desember 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 239 - 12. desember 2002
Nr. 239 - 12. desember 2002
21
Sosialurin var á
fremstu røð, tá bila-
fylgi við ellisakførum
koyrdi fyrsta almenna
túrin gjøgnum tann
lidna Vágatunnilin
VÁGATUNNILIN
Orð:Heri á Rógvi
Myndir: Jens Kristian Vang
Hin fyrsti túrurin undir júst
opnaða Vágatunnilin gjørdi
eitt bilafylgi við ellisakfør-
um. Í teimum fremstu bil-
unum vóru innbodnir gestir
við.
Bilafylgi
taldi
eisini
bussar og onnur akfør, og
saman koyrdu tey teir 4,9
kilometrarnar til Leynar og
vendu í rundkoyringini.
Fremst í fylginum var ein
Ford TT lastbilur. Hann er
júst sama slag sum tann
fyrsti bilurin, ið kom til
Føroya í 1922. Tað er Hans
Elmar Poulsen á Vatnsoyr-
um, sum eigur hendan bilin
umframt nógvar aðrar, har-
av fleiri eisini vóru í fylgi-
num gjøgnum tunnilin.
Hans Elmar koyrdi sjálv-
ur Ford TT lastbilin.
Tann næsti bilurin í røð-
ini var ein Buick við m.a.
løgmanni í. Síðani kom ein
Bentley, Chevrolet Styline,
ein Jaguar og hin sætti í
røðini var aftur ein Ford hjá
Hans Elmari. Hesin er frá
1931. Í teimum fyrstu bil-
unum sótu m.a. løgtings-
formaðurin, Edmund Joen-
sen, ríkisumboðini, Birgit
Klejst, umframt onnur.
Við í Ford TT lastbilinum
var eisini Jens Kristian
Vang frá Sosialinum, og vit
lata hansara myndir leiða
okkum gjøgnum kendasta
tunnilin í Føroyum.
Hin fyrsti túrurin...
C
M
Y
K
21
20