hósdagur 12. desember 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 239 • hósdagur • 12. desember 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Fyrrverandi ÍF
spælarin roynir seg á
fyrsta sinni í bestu
donsku deildini, har
hon heldur støðið
vera eitt sindur hægri
enn í Føroyum, men
hon heldur ikki, at
munurin er so stórur
millum venjingarnar í
Fuglafirði og á Frede-
riksberg
ÚTISETA FLOGBÓLTUR
Jóannes Hansen
Onkuntíð
hava
fleiri
kvinnuligir flogbóltsspæl-
arar verið í bestu donsku
deildini, sum verður nevnd
elitudeildin, men nú eru tær
ikki nógvar. Tá ið tað eftir
ársskiftið verður farið undir
endaspælið í elitudeildini,
verður tað bara ein kvinnu-
ligur føroyskur flogbólts-
spælari millum luttakarar-
nar.
Talan er um Helen á
Lakjuni Jacobsen. Sunnu-
dagin var hon á liðnum hjá
Frederiksberg, sum í síðsta
umfarinum í grundspælin-
um tryggjaði sær fimta og
seinasta plássið í endaspæl-
inum. Dysturin var rættu-
liga tættur og spennandi
ímóti Aabyhøj. Tað er fe-
lagið, sum Juanna S. Joen-
sen spælir við, men hon var
ikki á liðnum sunnudagin.
Frederiksberg vann 3–2,
og settúrslitini vóru 23–25,
25–20, 25–17, 16–25 og
15–9. Frederiksberg vann
fýra av níggju dystum í
grundspælinum, og tær
høvdu saman við Fortuna
átta stig. Settmunurin hjá
Frederiksberg var eitt betri,
enn hann var hjá Fortuna,
sum tískil var akkurát ov
stutt at sleppa upp í part í
endaspælinum.
Tað verður farið undir
endaspælið eina ferð eftir
ársskiftið.
Saman
við
Frederiksberg
eru
fýra
onnur feløg við í telvingini
um DM. Tey eru Holte,
AIK Aalborg, Rosenlund
og DHG Odense.
Gamlir kenningar
Sunnukvøldið vísti DR1
ítrótturin brot úr síðsta
dystinum hjá Frederiksberg
í grundspælinum. Tá var
Helen á Lakjuni Jacobsen
at síggja mitt fyri netinum.
Tá ið vit týsdagin fingu
fatur á henni, hevði hon frí
frá venjing.
– Vit venja fýra ferðir um
vikuna. Vit venja mánadag,
mikudag, hósdag og leygar-
morgun. Vit venja í trimum
ymiskum hallum á Frede-
riksberg. Tvær ferðir um
vikuna venja við í Büllows-
vejhøllini, og tað er har, at
vit spæla heimadystirnar,
sigur Helen á Lakjuni Ja-
cobsen. Hon er í útbúgv-
ingarørindum
í
Keyp-
mannahavn. Hon lærir til
politist, og tá ið við tosaðu
við hana, var hon júst kom-
in til hús, eftir at hon og
hini, sum ganga í politista-
skúlanum, høvdu hjálpt til
við nógva vaktarhaldinum,
sum er í Keypmannahavn í
hesi vikuni, nú tað er ES
toppfundur í danska høv-
uðsstaðnum.
Hvussu ber tað til, at tú
valdi júst at spæla við
Frederiksberg?
– Tá ið eg kom til Keyp-
mannahavnar í summar,
vildi eg fegin royna meg
sum flogbóltsspælari. Eg
hevði samband við Alvildu
Ólavsdóttir. Hon, Hjørdis
Mortensen og Annika Joen-
sen hava spælt við Frede-
riksberg. Tær leggja ikki so
nógv í venjingina longur,
men spæla í lægru deildun-
um. Alvilda spurdi fyri
meg, um tað bar til at venja
við. Tað var beinanvegin í
lagi, og síðani havi eg verið
á liðnum í elitudeildini. Í
fyrstu dystunum var eg eitt
sindur
uttanfyri,
men
nógvu tær seinastu ferð-
irnar havi eg spælt so at
siga alla tíðina.
Eru tit nógvar, sum kapp-
ast um plássini?
– Vit eru trettan, sum
hoyra til liðið. Ein av hin-
um hevur verið skadd
mesta partin av tíðini,
síðani eg kom í felagið.
Viðhvørt eru opnar venj-
ingar, har tær, sum hava
hug at royna seg fyri at
sleppa upp í part, hava
møguleika at royna seg.
Men tað er ikki skift út á
besta liðnum, síðani eg
kom á liðið, sigur Helen á
Lakjuni Jacobsen.
Eitt sindur hægri støði
Fyri tað mesta hevur Helen
spælt flogbólt við ÍF. Tá ið
vit spyrja hana, um støðið,
sum hon nú kappast á, er
hægri, enn tað er í bestu
deildini í Føroyum, so svar-
ar hon soleiðis:
– Tað gongur eitt sindur
skjótari, og bóltførleikin er
eitt sindur betri, enn hann
er í føroysku kappingini.
Vit venja fýra ferðir um
vikuna, og vit venja tveir
tímar hvørja ferð. Tað er
full ferð á alla tíðina, og tað
er undantakið, at onkur ikki
møtir upp. Í Fuglafirði
vandu vit tríggjar ferðir um
vikuna, og vit vandu hálvan
annan tíma hvørja ferð.
Men eg haldi ikki, at venj-
ingin er nakað serligt betri,
enn hon var í ÍF í fjør. Tá
høvdu vit Boban til venj-
ara, og hann var og er ein
sera góður venjari.
Helen er miðspælari.
Hennara lutur er at blokera
álopsroyndirnar hjá mót-
støðuliðnum, og so er hon
við í álopsspælinum eisini.
Hon vil ikki siga nakað um
sínar egnu dygdir. Men á
heimasíðuni hjá flogbólts-
felagnum á Frederiksberg
verður hon saman við hin-
um miðspælaranum søgd at
vera trygdin fyri hårde
smash og listige lobs!
Oyggjaleikirnir
Helen var við landsliðnum
á
oyggjaleikunum
fyri
hálvum øðrum ári síðani.
Tá ið við spyrja hana, um
hon ætlar sær at vera á
landsliðnum, sum komandi
summar fer á oyggjaleik-
irnar, so svarar hon so-
leiðis:
– Eg havi ikki hoyrt so
nógv um landsliðið. Fyri
stuttum fekk eg teldupost
frá Niclasi Joensen, venjar-
anum. Hann fregnaðist um
flogbóltspælið hjá mær.
Um eg verði úttikin til
landsliðið, so vil eg fegin
vera við, um tað ber til. Eg
veit ikki enn, hvussu tað
verður við summarfrí frá
útbúgvingini, men eg vil
fegin vera við á oyggja-
leikalandsliðnum,
sigur
Helen á Lakjuni Jacobsen.
Hon er 25 ára gomul og
liggur um miðalaldurin á
liðnum hjá Frederiksberg.
Yngsti spælarin er átjan ára
gomul, og tann elsta er 32
ára gomul.
Helen á Lakjuni í danska
endaspælinum
Fyrrverandi ÍF-leikarin, Helen á Lakjuni, roynir seg nú í donskum flogbólti, og saman við liðfeløgunum úr Frederiksberg er hon
nú komin í endaspælið
23
22
Nr. 239 - 12. desember 2002
Tað er ikki rætt, tá
sagt verður, at alarm-
centralurin ikki virk-
ar, sigur varapoliti-
kommiserurin í
Havn. Trupulleikar
hava hinvegin verið
við eini tilkalliskipan
til sløkkiliðini
TILKALLING
Edvard Joensen
Alarmcentralurin er púra
tryggur, og fólk hava onga
grund til at óttast, at hann
ikki riggar, tá brúk er fyri
honum, sigur Jón Klein
Olsen, varapolitikommiser-
ur.
Í samrøðu við sløkkiliðs-
leiðaran í Miðvági- Sanda-
vági
í
týsdagsblaðnum
skrivaðu vit, at alarm-
centralurin ikki riggaði, tá
venjing var í undirsjóvar-
tunlinum sunnukvøldið.
Har er bland komið í
hugtøkini, vísir Jón Klein
Olsen á. Talan er ikki um
alarmcentralin, men um
eina tilkalliskipan, sum nýtt
verður á politistøðini at
kalla sløkkiliðsmenninar til
arbeiðis við.
Tað er soleiðis, sigur Jón
Klein Olsen, at alarmcen-
tralinum fæst fatur á við at
ringja 112. Hin skipanin,
sum ikki virkar optimalt,
við gongur hann, er ein
skipan, har ringt verður út
aftur, eftir at alarmcentral-
urin hevur fingið boð.
Hann ásannar, at trupul-
leikar hava verið við hesi
skipanini, og at arbeitt
verður við at loysa teir.
Fólk frá Føroya Tele hava
gjørt, og gera framvegis,
stórarbeiði fyri at finna
fram til, hvat tað er, sum er
galið.
At hjálpa sær hava teir
heitt á sløkkiliðsmenninar
um at ringja til eitt ávíst
nummar hjá Føroya Tele,
fyri á tann hátt at lokalisera
eina møguliga linju, sum
svíkur.
– Men eg má ásanna,
sigur Jón Klein Olsen, at
ikki allir sløkkiliðsmenn
taka tað í nóg stórum álv-
ara. Tí eftir venjingina
sunnukvøldið varð aftur
heitt á sløkkiliðsmenninar
um at ringja og kanna eftir,
hvussu til stóð. Men tað
vóru bara tríggir, sum
ringdu mánadagin, sigur
hann.
Tað
áliggur
annars
sløkkiliðunum eftir grein
12 í brunalógini at hava
slíka skipan, men bara
Tórshavnar- og Klaksvíkar
Kommunan hava gjørt hesa
skipan til síni sløkkilið,
sigur Jón Klein Olsen.
Alarm-
centralurin
virkar væl
Alarmcentraluirn er púra tryggur at brúka, um vanlukka hendir. Hinvegin eru trupulleikar við
eini tilkalliskipan, sum skal fáa boð út aftur frá politistøðini til sløkkiliðsmenninar
Mynd: Jens Kristian Vang
Tað vóru so nógvir
bilar, sum helst ong-
antíð fyrr hava verið
ein dag, í Vágum, eftir
at Vágatunnilin lat
upp týsdagin. Handl-
ar og fyritøkur í
Vágum høvdu nógva
vitjan
FERÐSLA
Edvard Joensen
Vágar: Tað var rættiligt
trýst á veganetinum í Vág-
um, eftir at latið var upp
undir Vestmannasundi týs-
dagin. Bilar í helst túsund-
tali koyrdu gjøgnum bygd-
irnar.
Tað vóru sjálvandi nógv
tiltøk í oynni hendan dagin,
og nógv fólk ymsastaðni úr
landinum nýtti hetta høvið
at koyra gjøgnum tunnilin,
nú einki skuldi gjaldast fyri
tað. Sama lagið var miku-
dagin.
Frá tí, latið varð upp um
hálvgum fýratíðina seinna-
partin og til langt út á
kvøldið slitnaði røðin av
bilum, sum koyrdi fram við
vindeyganum hjá Vága-
redaktiónini hjá Sosialinum
í Sandavági, ongantíð sund-
ur.
Á skrivstovuni hjá Vága-
tunlinum var tó ikki gjørt
upp, tá vit høvdu samband
við tey, áðrenn blaðið fór til
prentingar, hvussu nógvir
bilar vóru farnir gjøgnum
tunnilin fyrsta dagin, opið
var.
Í Vágum merktu handlar
og fyritøkur eisini, at latið
var upp. Eitt nú segði bak-
arin í Sandavági, at tað tykt-
ist, sum fólk vóru svong
hinumegin Sundið, tí tey
komu til Sandavágs at keypa
bakstur. Tá kvøldið kom, var
handilin dustsog-in, sum
tikið veðru til. Ikki ein bolli
var eftir, segði hann.
Á Hotel Vágum var fult. Í
orðsins rætta týdningi. So
fult, at tað fleyt yvir. So-
leiðis at skilja, at fólk mátti
bíða eftir borði, siga tey av
hotellinum.
Hotel Vágar hevði so-
nevnt buffet, og fólk, sum
komu av oynni, hildu tað
vera eitt gott hugskot, siga
tey av hotellinum, tí tey
stóðu nógv og bíðaðu eftir
borði.
Seinni var eisini dansur á
hotellinum, og nógv fólk
var í dansi. Eisini hevur væl
av fólki gist á hotellinum
fyrstu náttina eftir, at
tunnilin lat upp.
Aftur mikukvøldið skuldi
buffet vera á Hotel Vágum,
og nógv fólk hevði bílagt
sær borð frammanundan,
varð sagt.
Hotel Vágar hevur annars
væl at gera nú upp undir
jól. Vanligu jólaborðhaldini
eru fleiri, og nógv verður
eisini latið út úr húsinum.
Týskvøldið stóð Hotel
Vágar fyri allari matgerð
og servering, tá parta-
felagið Vágatunnilin hevði
veitslu fyri 400 fólkum í
ítróttarhøllini á Giljanesi.
Innrás í Vágum
Bilar í túsundtali vóru í Vágum týsdagin, eftir at Vágatunnilin var latin upp
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
22