leygardagur 4. apríl 1987síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 40 — 4. apríl 1987
Skúlaóskilið í Vági, og hví?
Aftaná at hava verið á
fundinum, sum
foreldrafelagið í Vági
hevði boðið til í Framtíð-
ini, og síðan lisið hvat
Hans Joensen og aðrir
skriva í bleðunum, kunnu
vit sum foreldur ikki tiga
longur.
At Niels Petur Nolsee
og Marna Olsen tosa um
skúlaviðurskiftini = ímóti
betri vitan, eru vit greið
yvir, men at menn sum
Heri Hjelm, Hans Joen-
sen, Kaj Vágfjall, Jacob
Jacobsen og aðrir gera seg
til talsmann fyri skúla-
stjóran, er okkum ófati-
ligt. Hava teir gjørt sær
tann ómak at kanna,
hvussu viðurskiftini í
skúlanum veruliga eru,
ella er steðan tann sama,
sum hjá einum pápa aftan
á fundin at líka visti hann,
hvat síni bern gjerdu í
skúlanum. TEir eru so
bangnir fyri, at skúla-
stjórin skal verða koyrdur
frá, men hevur maðurin
onki skeivt gjert, verður
hann ikki loystur úr starvi
sínum, um so foreldra-
felagið hevur fleiri fundir.
Tit siga so nógv foreldur
vóru mett á fundi, av tí at
evnið fyri fundinum var:
Hvussu skulu vit tryggja
bernum okkara skúla-
gongd aftaná summarfrí-
tíðina. Um øll hesi foreld-
ur vóru líka væl negd við
skúlan sum tit, so máttu
tey ikki tímað at farið á
fund og tíansheldur tikið
undir við einari so harð-
ligari fundarsamtykt.
Nei, góðu menn, hava tit
kannað hvussu tímar og
lærugreinir verða býttar í
skúlanum? Hví hava
SPURNINGAR UM |
LÍVSTRYGGING ? |
SET TEG Í
SAMBAND VIÐ
UMBOÐ OKKARA:
Klaksvik
Agnar á Dul, tit. 580 26
Tryggingarsvarsiðslan í Vígstúni. tit. 561 90
Þugatjarður
Ober: Ehasen, 1 44085
here
Havstein Elingsgaard ! 47 056
Tryggingarnvgreiðsian | Saltangarb. tt. 48 190
Voswrarre
Johan E. Poulsen, tf. 24211
sn
Joen Jákup Thomsen. 1. 32 487
MR
Tryggingarsvgreiðslan, tf. 33 090
harer
Stærtór Fagradel 1! 61 046
Tvøroyri
Hjørleif og Torur Enni, 11. 71 061
Erling Poulsen, 111. 73 044
vage
Tryggingaravgreiðslan. tf. 73896
Tónar.
Kærar Dølngasri
Moydsisvegur 6. 1. 15222
ella stokkið inn á gólvið á
tryggingaravgreiðslum okkara
i-Klaksvik, Runavík, Miðvági
Vági og Tórshavn
FØROYA
LIVSTRYGGING
tíf. 14590- 12919
summir flokkar 2-3
lærarar i somu lærugrein?
Hvi hava flokkar i fram-
haldsdeildini havt 5-6
lærarar i somu lærugrein
hetta síðsta árið? Vita tit
hvussu serundirvísingin í
skúlanum fer fram, og
hver hevur hesar tímar?
Gjerdu tit tykkum tann
ómak at fara á Tveroyri at
lurta eftir, hvat varð fram-
ført á panelfundi har? Tit
hava jú so stóran áhuga
fyri skúlanum, og um so
er, halda tit, at tað sum
har varð fert fram, sam-
svarar við tað, sum fer
fram í skúlanum í Vági?
Hví fáa bernini í Vági
altíð frí, um ein lærari er
sjúkur, sjálvt um vit
ongan sjúkravikar hava,
hava vit so ikki nakað sum
eitur vikartímar, ella tað
er kanska onki skema yvir
hesar tímar heldur? Hví
hava summir flokkar onga
skúlastovu, sum er teirra,
men reika runt skúlan,
sum eisini varð fert fram á
fudninum, at ein tridi
flokkur skifti stovu fleiri
ferðir hvenn dag, ja, tann
eina dagin í viku heilar
fimm ferðir. Vit hava júst
bygt ein skúla fyri 40
mill. Er hetta skilagóð
tilrættalegging? Vit hava
ein tali- og hoyrilærara í
oynni, hví varð hann
vistur inn á W.C. við
sínum næmingum av
stjóranum? Hví fara
skúlabarnakanningar ikki
fram í skúlanum í Vagi
sum í gellum eðrum
skúlum? Hví nýtir H.F.
ikki tey heli í skúlanum,
sum vórðu gjerd til tess?
Hví sendir Læraraskúlin
ikki næmingar í praktikk í
Tann,
andi yrkisfelag.
1987.
Leyst starv
Á Fróðskaparsetri
skrivstovuni, er nýskipað starv sum
fulltrúi leyst at søkja pr. 1. august
1987, fyribils fyri 2 ár.
ið verður settur,
cand. jur.-útbúgving ella fyrisitingar-
útbúgving á hægri stigi.
Starvslýsing er til skjals. Løn sbrt.
avtalu millum landsstýrið og avvarð-
Umsóknir við prógvum og megulig-
um viðmælum skulu vera setursráð-
num í hendi í seinasta lagi 1. mei
FRODSKAPARSETUR FØROYA
Debesartrød, Torshavn
Vags skula?
Hevur Hans Joensen
kannað alt hetta, áðrenn
hann fer runt við lista ella
heingir fólk út í bleðunum,
sum gera vart við hesi
viðurskifti? Men hann er
kanska so vanur at ganga
við listum nú?
Síðan Jákup Olsen varð
settur skúlastjóri, hevur
fleiri ferðir verið roynt at
stovna foreldrafeleg, við tí
eina endamáli at fáa betri
skil í skúlanum. Men
hetta hevur kona stjórans
fingið steðgað við at meta
upp á hverjum fundi. Tað,
sum nívir hesi fólk nú er,
at sjálvt um Marna Olsen
situr fremst á hverjum
fundi, so fær hon ikki
steðgað formanninum í at
framfera tað, hon hevur at
siga. Hetta kom jú eisini
fram á síðsta aðalfundi í
felagnum, frá einum fyrr-
verandi formanni. Annars
halda vit, at vit hava lisið
so nógv í bleðunum um
henda skúlastjóran. Fyri
stuttum lósu vit, at hann
hevði tikið borgmeistaran
í Vági sum gísil. Í einum
eðrum blaði at tað vóru so
nógvar klagur frá and-
steðuni í býráðnum til
Landsstýrið sum onga
aðrastaðni frá, so kann ein
spyrja seg sjálvan, hevur
hesin maður onki annað at
gera enn at klaga hampa-
fólk.
Til seinast vilja vit inni-
liga heita á avvarðandi
myndugleikar um at loysa
hetta málið nú, tí bern
okkara líða undir hesum
viðurskiftum.
Foreldur í Vági
Føroya, seturs-
skal hava
Síða 7
FØROYA HANDILSSKULI |
Marknagilsvegur 77
100 Tórshavn - tlf. 1 71 77 |
Hægri
handilsútbúgving
Innskrivingin til komandi skúlaár, sum byrjar í august, fer fram
nú.
Vanligu fortreytirnar eru FHS-útbúgving (stødisårid), handils-
ella skrivstovumedhjálparaprógv, HF- ella studentsprógv.
Onnur, sum hava royndir í vinnulivinum ella annan serligan
forkunnleika, kunnu tó koma upp á tal.
Undirvísingin fevnir yvir 2 ár hjá teimum, sum hava FHS ella
HMX og 1 ár hjá teimum, sum hava HF- ella studentsprógv.
Eisini ber til, um pláss er tøkt, at taka einstakar lærugreinir.
Áhugað verða biðin um skjótast gjørligt at ringja ella skriva til
handilsskúlan, sum sendir bókling við upplýsingum og inn-
skrivingarblað, sum skal vera skúlanum í hendi aftur í seinasta
lagi 15. mei 1987.
HANDILSSKÚLIN Í HAVN
Roynið 15 minniligar dagar í
EGYPTALANDI
— við staðkendum ferðaleiðara (Karl Nolsøe)
Fráferð: 11. juli
Prísur: Danmark — Egyptaland — Danmark
við øllum útferðum og fullum kosti ........--.---
Ja — eg tekni meg til ferðina
() Sendið mær nærri uppl. um ferðina |
Navn/nøvn: |
Bústaður :
Karl Nolsge, Hvidovrevej 548
DK - 2650 Hvidovre - Tlf. (01) 49 1339
— bestur at hitta å morgni og å kvøldi.