leygardagur 4. apríl 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Alivinnan gevur |
nógv arbeiði til 4
Kaldbaks bygd |
- =
*;Ái moh A; Á
LL UAV AA
Alivinnan gevur arbeiði til
nógvar hendur í Kaldbak.
Síðani í januar mánað
hava umleið 12 kaldbaks-
fólk arbeitt alifisk í tí
gamla fiskahúsinum niðri
á Skriðubakka teir rópa.
Tað er partafelagið
„Faroe Sea Product
Commercial<, sum stend-
ur fyri arbeiðnum. Hetta
felagið hevur leigað seg
inn í ein part av tí gamla
fiskahúsinum og hevur
innrættað helini til enda-
málið.
Tað eru Mortan Jo-
hannesen, Aksel Begarð
0.0., sum standa fyri hesi
nýggju fyritekuni, ið
tekur ímóti alifiski frá
fleiri alibrúkum. Higartil
hava tey reinsað og
pakkað góð 100 tons av
alifiski. Fiskurin kemur
serliga frá alisteðini hjá
Havlaksi á Kaldbaksfirði
umframt frå eðrum ali-
steðum á fjørdinum og
aðrastaðni kring landið.
Henda dagin Sosialurin
vitjaði á virkinum, vóru
tey í ferð við at reinsa og
pakka fisk fyri eina alistød
í Sundalagnum.
Tey avheinta sjálvi
fiskin, sum síðani verður
kruvdur, reinsaður, pakk-
aður og síðani avskipaður
í isoporkassum.
Tá nógvur fiskur er sum
nú fyri páskir, verður
arbeitt frá tíðliga á morgni
til seint á kveldi. Har eru
8 konufólk, sum reinsa
tvey mannfólk, sum
kryvja og tvey sum
pakka. Alt hetta arbeiði
verður gjørt i tí gamla
fiskahúsinum. Brúkt er
umleið hálv mill. kr. til at
umvæla og innrætta helini
av nýggjum. Á loftinum
er skrivstova, kantina og
goymsluheli, og sjálv ar-
beiðshellin er í neðra.
Fólkini, sum arbeiða á
virkinum, hava nógvar
royndir at arbeiða við ali-
fiski. Fleiri teirra arbeiddu
í síni tíð hjá Salmo, tá teir
byrjaðu at ala á fjørdin-
um. Tá reinsaðu tey fiskin
í einum kjallara i bygdini.
Nú seta heilsumyndug-
leikarnir strangari krev til
umsteðurnar at arbeiða
fisk í og er hetta nýggja
virkið eisini góðkent av
heilsumyndugleikunum.
Hóast alingin er seson-
arbeiði, so verður kortini
Tey reinsa alifisk í Kald-
bak
Mortan isar fiskin í isopor-
kassar
Kjartan Jacobsen er elsta
starvsfólkið á virkinum.
Hann kryvur fiskin
4
me
4. apríl 1987
EØS
i
RETTE