týsdagur 7. apríl 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 41 — 7. apríl 1987
Útgevari:
Ábyrgdarblaðstjóri:
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Fyritaksstjóri:
Blaðfótk :
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
Katamaranar og smittuvandi
BETUR fyrivarin enn eftir-
snarin sigur orðatakið og
megu tað vera mong av
okkum, sum fyrr ella seinni
hava sannað hesi orð. Og
neyvan er heldur nakar ivi
um, at tey kunnu verða
brúkt ikki bert i
persónligum, men i flest øll-
um samfelagsins vidurskift-
um.
FYRIBYRGING av og eftirlit
við sjúkum i teirri rættiliga
nýggju vinnuni — fiskaal-
ingini — er nakað, sum
nógv hevur verið tosað um,
men tianverri ov lítið gjørt
við. Áhaldandi ávaringar og
varskó frá vinnuni sjálvari
og fakfólki á økinum hava
so havt við sær, at myndug-
leikarnir hava sett pengar
av til fólk, sum skulu ar-
beiða við tí endamáli at fyri-
byrgja og hava eftirlit við
sjúkum hjá alifiski.
HÓAST setan av nýggjum
størvum og nýggjum fólki
kann tykjast at tyngja á
fíggjarlógini, so megu vit
gera okkum heilt greitt, at
hesin peningur kann vera
vunnin inn aftur nógvar
ferðir — um úrslitið av fyri-
byrgjandi arbeiðinum
verður tað, at vit sleppa
undan sjúkum, ið lutvíst ella
heilt taka grundarlagið
undan alivinnuni. Tað var tí
at fegnast um, tá vit nú um
dagarnar frættu, at nýggjur
djóralækni í fiskasjúkum er
settur. Vónandi fær hann
góðar umstødur at virka
undir, og vónandi fáa vit
ein vælvirkandi stovn, sum
kann taka sær av øllum
spurningum viðvíkjandi
sjúkum í alivinnuni.
NAKAÐ um somu tíð vit
frætta tey gleðiligu tíðindini
at serlækni í fiskasjúkum er
settur, frætta vit, at før-
oyingar eru farnir at senda
alifisk av landinum við
norskum katamaranbáti.
Hóast tað helst íkki eru
mong, sum hava givið sær
far um henda bátin, so er
einki at ivast í, at okkara
heilsumyndugleikar eiga at
liggja framvið og forða fyri,
at ikki hesin báturin gerst
vandamikil smittuberari. Vit
siga ikki at so er og hava als
eingi prógv fyri tí heldur.
Men vit gera vart við, at
tann vandin kann vera til
staðar, um hesin katama-
ranbátur eisini leggur at
norskum alistødum og har
uppskipar alifisk.
JUST ein av orsøkunum til,
at vit hava fingid henda
katamaranin til Føroya eftir
fiski sigst vera tann, at
norðmenn stríðast við
sjúkum í alivinnuni og
kunnu tí ikki uppfylla teir
sáttmálar, sum teir hava
gjørt eitt nú í USA. Í sam-
starvi við føroyskar alarar
og føroyskar fiskaseljarar
er ti borið so í bandi, at
aldur fiskur verður sendur
úr Føroyum til meginlandið,
har hann so fer víðari til
USA. Vit vilja hervið ávara
okkara heilsumyndugleikar
og gera teir varugar við, at
smittuvandi kann vera til
staðar, tá slíkir norskir »ali-
katamaranbåtar« leggja at
teimum føroysku alistødun-
um. Eru hesi vidurskifti ikki
kannað, tå gerið tað.
BETUR er at vera fyrivarin
enn eftirsnarin.
jamii.
|
Ungmannafelagið
Samband
Niðursteða, gjørd á lands-
fundi í Klaksvík hin 4.
apríl 1987:
Ungmannafelagið Sam-
band hevur á landsfundi í
Klaksvík viðgjert spurn-
ingin um ókeypis skúla-
bekur til HF- og studenta-
skúlanæmingar.
Sambandsflokkurin
legði uppskot fram á ting
um hetta mál, og tók tað
eisini við í álitið til sein-
astu legtingsfíggjarlóg,
men verandi samgonga
feldi uppskotið við tí
undanferslu, at lands-
stýrið arbeiddi við málin-
um. Landsstýrið er ikki
enn komið við nekrum
uppskoti, og vit ivast tí í,
um landsstýrið hevur vilja
til at gera nakað við málið.
Nú eru skjótt tvey ár
liðin, síðani uppskotið
fyrstu ferð varð sett fram,
og tí heitir Ungmannafe-
lagið Samband á Sam-
bandsflokkin um at seta
uppskotið fram aftur, so
tað kann verða samtykt
og fáast at virka. Nú kann
ikki longur bíðast eftir
einum landsstýrisupp-
skoti, ið neyvan kemur.
Niðursteða, gjørd á lands-
fundi í Klaksvík hin 4.
apríl 1987:
Ungmannafelagið Sam-
band hevur á landsfundi í
Klaksvík viðgjert
spurningin um NATO í
Feroyum.
NATO-steðin í Mjerka-
dali má sigast at vera
friðarvarðveitandi, heldur
enn ein hóttan móti frið-
inum, sum ávísar »fridar-
rørslur« vilja vera við.
NATO varð sett á stovn
í 1947 fyri at varðveita
friðin í Europa, og ein
veruleiki er, at hetta hevur
eydnast.
NATO-steðin í Mjerka-
dali er ein ávaringarsteð,
og hevur tí eingi tung
vápn, tíansheldur kjarn-
orkuvápn á goymslu. Tað
er eisini heilt burturvið at
halda, at nakar fer at nýta
kjarnorkubumbur móti
steðini, tá hendan kann
beinast av vegnum við
rættiliga løttum våpnum.
Ungmannafelagið Sam-
band ynskir, at NATO-
stødin i Feroyum verður
varðveitt, sum ein liður i
eini sterri friðarvarð-
veitandi
og harvið vera við til at
tryggja, at vit framvegis
kunnu liva í einum fræls-
um, demokratiskum sam-
felagi.
ávaringarketu,
S&K
Skrivstovan
Tradavegur 20
Tórshavn
Stongt vegna
feriu frá
8. - 27. apríl
Tlf. 1 6837
opið: kl.9-11
Roynið 15 minniligar dagar í
EGYPTALANDI
— við staðkendum ferðaleiðara (Karl Nolsøe)
Fráferð: 11. juli
Prísur: Danmark — Egyptaland — Danmark
við øllum útferðum og fullum kosti
Ja — eg tekni meg til ferðina
Sendið mær nærri uppl. um ferðina
Navn/nøvn
Bustadur
Byur/bygd
Tif
Karl Nolsøe, Hvidovrevej 548
DK - 2650 Hvidovre - Tlf. (01) 491339
Destur at hitta å morgni og å kvøldi