Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 1987síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Úrslit av tveimum árum í landsstýrinum: Betri býti av skyldum bóru mest. Hóast alt tos um annað, og hóast vit hava lagt byrðar á allar herðar, stendur rimmarfast, at eitt betri býti aftur er byrjað, segði Atli Dam, floksformaður, m.a. á landsfundi g rættindum — Vit duldu ikki fyri, at tað bleiv ikki lotuverk at fáa henda politikk til vega, at hann kom at kosta, men vit lovaðu, at tað skuldi ikki verða veikastu herðarnar, sum floksins í Vestmanna um vikuskiftið. Á landsfundinum í 1984 dró eg fram tað, sum eyð- kendi undanfarnu sam- gongu og arbeiðslag henn- ara, og nevndi serliga, hvussu ólíka hon setti borgaran fyri lógini, hvussu hon — beitt av nekrum fáum — virkaði so til fyrimuns fyri ein- staklingar, at hesir fingu eini 30% meira av sam- felagsorkuni at ráða yvir og umsita sum síni egnu, meðan partur lentakar- anna samstundis minkaði við 30%. Hvussu djúpt hon van- virdi borgara og viðskifta- fólk, og hvussu veldug gjógvin var ímillum tað, teir segdu seg vilja gera, og tað teir gjørdu. Hvussu meistarliga ser- liga fólkafloksmenn og sambandsmenn dugdu at spæla samgongu og and- stødu ísenn, soleiðis at innanhýsisklandrið fjaldi út yvir tey tervandi úr- slitini. Hetta sum kortini varð kallað framgongd, fíggjar- lig menning, sum lættliga skuldi rinda risaveksturin í skuld fyri okkara eftir- komarar. Alt hetta skýrdi eg e'n »låtan sum um«politikk og lovadi vegna flokk okkara ein annan politikk, komu vit aftur i sam- gongu. Ein — politikk, sum vissaði eldru borgarum okkara so væl sum teim ungu, fiskimonnum og skiparum, vinnulívsfókli og fakrerslu, arbeiðarum og virkisleiðarum størri trygd, sterri álit, rætts- sikkurheit og líkheit fyri lógini, ein stabilari útvikl- ing og part útviklingurin skapar av tí ágóða, Betri fordeiling Vit duldu ikki fyri, at tað ikki bleiv letuverk at fáa henda politikk til vega, duldu ikki, at hann kom at kostað, duldu ikki, at tek skuldu takast og byrðar berast, men vit lovaðu, at tað skuldu ikki verða veikastu herarnir, sum bóru mest. Hóast alt tos um annað, og hóast vit hava lagt byrðar á allar herðar, stendur rimmarfast, at ein betri fordeiling aftur er byrjað, og prógvið fyri hesum er, at bæði árini, henda samgonga hevur virkað, hevur munandi reallønarvøkstur verið ollum lenarfólkinum fyri, og hetta uttan mun til broytingar í tolli og eðrum gjeldum. Áðrenn valið í 1984 stungu vit nágreiniliga út í kortið, hvenn politikk, vit í samgongusamráð- ingum vildu royna at fáa semju um. Samgonguskjalið bleiv eisini i størsta mun merkt av hesum politikki, og serliga var tað búskapar- politikkin og neyðug tiltøk i samband vid hann sum vit løgdu dent å. Tori at siga, at politikk ur okkara síðani nærum til fulnar hevur fylgt hesi kós, og tað eisini har spá- dómar okkara framman- undan í óhugnaligan mun komu at gerast veruleikar, so sum viðvíkjandi teim trupulleikum fleiri av nýggju farmaskipunum fóru at koma í. Vit vildu í gerning svara til áljóðandi í orðum og hava tí lagt til rættis, so sum vit segdu undan valinum. Tátta í Táttast skuldi í á so mongum økjum. Í studninginum til fiski- vinnuna, sum fyri stóran part elvdi til ílegur í ov dýr og órationel skip. Í studningum til skipa- smíð, tí hann spakuliga brýtur niður kappingar- føri okkara. Í avskrivingunum, ti tær fremja eitt steðugt órættvísari býti av sam- felagságóðanum og økja einstaklinganýtsluna, samstundis sum skúgva ábyrgdina vánaligum einstaklinga projektum yvir á lands- kassan, og avskepla fleiri skipanum tær fyri av sosialu okkara. Í einstaklinganýtsluni, bæði lentakarans og hana burtur úr feløgum, sum henni óskattaðari. Í spekulatiónini í rentu skattaskipan okkara, ein spekulatión, sum í ring- fall lættliga kann tøma landskassan. Í peningastreyminum og låntøkunum til Føroya, sum oyðiliggja meguleikar okkara fyri at stýra úr búskaparligu trupulleikunum. Í óproduktivu ílegunum. á landi og í talingm ax. iløgum til sjóvinnum, hafs; hugurin er nærum Oavs markaður. lovvi asta áð . eina * nýttfat Nr. 41 — 7. apríl 1987 Hentzar Joensen úr Vági er altíð at síggja millum landsfundarluttakararnar Her saman við floksfor- manninum Nýggjar lógir Nógv er gjert hesum viðvíkjandi, t.d. eru framdar skattalógarbroyt- ingar og broytingar í av- skrivingarmeguleikum, sum minka nakað um trýstið og gevur samfelag- num ein lítlan part aftur av samfelagsskaptum vinningi. Avgjaldslógirnar skuldu tálma nýtsluna nakað, men rukku vit ikki longri enn 180 milliónum, har vit áttu at bundið einar 300 milliónir. Virk- anin av hesum lógum er lýst serliga, og skal eg koma nærri inn á hetta undir orðaskiftinum Veksturin í uttanlands- skuld gongur spakuligari, men er ikki steðgaður. Skuldin var við 3.600 milliónir og ikki sum væntað, tá ið vit tók við 1.600 - 5.00 milliónir. Týdningarmest er tó, at vit hava vent gongdini, so uttanlandsskuldin í mun til bruttotjóðarúrtekuna nú minkar spakuliga, tað er jú úr henni, rentingin og afturgjaldingin skal koma. Nakað er eftir at fremja av lóggávu á skattaøkin- um, og enn er langt á mál, árslok áðrenn umsitingin til búskaparstýring er út- bygd nóg mikið. Í hesi tingsetu kemur lóggáva, sum avmarkar privatnýtsluna úr felog- um, og sum ger tað møgu- ligt at fylgja við í rentu skattaspekulatiónini. Smærri broytingar í landsbankalógini = skulu Politiska Í steðgar fundurin orðaskiftið ikki hóast er niðurlagdur tu. Hver lota verður viðgera okkur evni, sum fundarfólk ha serligan áhuga fyri. Her prátar Atli við Jónsveir Hovgaard, Tórgerð Suður oy, Marner Lisberg, Karlu Gaard og Birnu Dahl