Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | Ábyrgdarblaðstjóri: Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn P/f Sosialurin Jan Miter Krisjan Dahi Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smitt Kalmar Lindenskov P/f Sosialurin P/f Pressan 1981 Útgevari Fyritaksstjóri: Blaðfótk : ljósmyndari: Uppseting: Prent: Fiskivinnuútbúgving TAÐ ER ikki so langt síðan, at føroyingar hildu tað vera nakað fjas við útbúgving á fiski- og sjó- vinnuøkinum. Feroyingar vóru føddir »vid ár i hond «, og so var ikki neyðugt at læra nakað! MEN her eru við at henda stór- broytingar. Seinastu árini hava fleiri nevndir sitið, sum hava við- gjørt framtíðar útbúgvingar, bæði fyri fólk í fiskivinnuni á landi og á sjónum. TÍSKIL fingu vit fyrr í hesi ting- setuni uppskot á ting um fiski- ídnaðarskúla, og fyri stuttum fingu vit uppskot um sjóvinnu- skúla. Tað hevur leingi verið frammi, at tørvur hevur verið á eini ískoytisútbúgving til verandi navigatgrútbúgving. Vit vita, at vit hava eina 3 ára skipsførara- útbúgving, sum fult út er ein farmaskipaútbúgving. Víst hava vit eisini eina fiskiskiparaút- búgving, men higartil hevur hon bert vart hålvt ár fyri heima- skiparar og eitt ár fyri fiski- skiparar. Metast má, at henda út- búgving heldur ikki lýkur tær treytir, sum vit framyvir mugu seta til yvirmenn á fiskiskipum. VERANDI uppskot avhjálpir hesar trupulleikar fyri ein stóran part. Tí grundskeiðið kemur at vera ein treyt fyri at sleppa á navigatiónsskúla, og kemur hetta at merkja, at teir sum í dag fáa eina 100% farmaskipaútbúgving. nú koma at fáa eitt ískoyti til hesa útbúgving, sum tekur hædd fyri teimum viðurskiftum, sum ger eitt fiskiskip ødrvisi enn eitt farmaskip. HETTA er eitt stórt framstig og fáa vit hendan partin av uppskot- inum upp at standa í nærmastu framtíð, so er heilt nógv vunnið á hesum økinum. MEN álitið frá teirri nevndini, sum hevur fyrireikað hetta uppskot er eisini grundað á, at sjómansskúli skal vera neyðugur fyri yvirhøvur at fara við fiskiskipi, og síðan verður lagt upp til eina skúla- skipan, sum minnir nakað um ein uppdragilsisanstalt. Og har tað verður lagt upp til, at tað skal vera ein uppgáva hjá sjómans- skúlanum óegnaðar persónar frá sjómansstættini. VIT VILJA mæla frá, at lopið verður framav á hesum eki. Vit vita, at í Føroyum hava vit eina serstakliga feksibla arbeiðsmegi, og tískil hava vit ikki somu arbeiðsloysistrupulleikar sum aðrar tjóðir. Tí eru tað rættiliga nógvir, sum fara til skips eitt longri eila styttri tíðarskeið, frá nøkrum túrum og til nøkur ár, inntil teir fara í annað starv. Og meira enn so vita vit, at menn, og nú kvinnur við, kunnu fara úr starvi á landi og til skips aftur. Tað er einki at ivast i, at hesin fleksibilitetur = hevur bjargað manningartrupulleikum hjá mongum skipi mangan túr. EIN tvungin skúlagongd fyri at sleppa til skips kemur at broyta alt hetta. Og vit meta at skal nakað slíkt setast í verk, skal tað vera í neyvum samstarvi við vinnuna. Og eisini skal kunna vís- ast á, at verandi skipan er til baga fyri fiskivinnuna. Og tá enntá lagt verður upp til, at sjómansskúlin skal avgera framtíðina sum sjómaður hjá einum ungfólki, so eru enn fleiri orsøkir til at steðga á, so vit ikki vassa so langt út, at vit ikki grynna. Á fiskivinnugkinum hava vit tvinnar hevuðsuppgávur hvat útbúgving viðvíkur. Onnur er fiskiídnaðarútbúgvingin, og hin er ein sjómannaútbúgving, sum skal vera obligatorisk fyri allar yvir- menn. Lat hesa útbúgving fyri frí- villiga fyri allar aðrar. Tá so ein tíð er fráliðin síggja vit hvussu skipanin roynist, og kunnu so virka víðari út frá tí VIT SKULU heldur íkki okkum so nógv fyri, at kemur burtur úr seta einki —— | I I Nr. 42 — 9. april 1987 Undir tjak og meiningum i Sosialinum nr. 38 frå 31. mars i ár skrivar ein, ið kallar seg >Ein kristin grein í blaðnum. Tað eru ivaleyst fleiri, ið ikki vilja ella halda seg ikki til at svara persåni, ið ikki hirðir at seta rætta navn sítt undir Men av tí, at hatta eftir minum tykki er skrivað í einum reinum mentaðum tóna. fari eg at siga takk fyri aftursvarið. Bræv tygara byrjar avbera við- mælandi tí. ið eg hevði sóknast eftir Men so er tað tó eitt men. Rætt skal vera rætt, tað er hatta við prisinum, sum tygum draga nakað á. Sum eyðvitað. er tað ikki í krónum og oyrum, hasin prisurin. Tað hevur drúgvan ljóð- að fyri minum oyrum um. at vit eiga at betra og væla so væl um okkum. at tað soleiðis skal bera til at halda fram við ferðini, til vit náa himnastrondini handan gravarbakkan. Eg sigi fyri mítt viðkomandi. at eg á ongum sinni blívi liðugur at rigga til ta sein- astu ferðina um lívshavið. Eg vil í andaligum tydn- ingi halda. at tað eg sjálv- ur royni at gera av tilrigg- ingini. dugir lítið og onki, tá ástendur. Her skal og má meira til. enn hvat vit kunna. Har skal trúgv og álit við í myndina. Hatta tygum peika til í Apostlaseguni 16.31 er ein vælkend sega um fangavaktaran og Paulus og Silas. Eisini hitt. ið tygum nevna í sama andadråtti, Hebr. 11,6. Tað er rætt, at Bíblian er full av tílík- um hendingum, ið bera dám og boð um, hvussu lívsneyðugt tað er at hava og at egia trúnna á Harran Jesus. Bert í áður umredda 11 kap. er byrjanin av 22. versinum: >Við trúgv...< Vit, tygum og eg, eru so samd. og á einum máli fyri so vítt. Trúgva fyrst, lat so dópin verða sum inn- sigli á einum fullgildigum skjali. Vátta og undirskriva við Jesusar dýra blóði. Hetta og einki lappari vid, at eitt ella nógv fleiri skulu blandast upp í ein frelstan syndara av náði Guds. Eg eri glaður um tað, at vit, tygum og eg, eru samd/ir higartil. Hatta við ábyrgdini, og um at boða ein skeivan boðskap. skulu ikki standa fyri mína rokning. Eg segði villleiðandi og hatta er ikki tað sama sum orðið skeivan, hvat viðvíkur ti, at fara úr eini samkomu, Har fari eg at viðmerkja, at hatta kann valdast. Hann, ið hevur staðið lim- ur omanvert tey 70 árini. Tað kann ikki sigast, at hann ella hon skiftir sam- komu, eins og ein skiftir hosur. Mín viðmerking til hetta áðurumredda skal samanberast við tá ið ein hver eigur 2 per av góðum skóm, men annað parið pínir viðkomandi stak illa. Man hon/hann ikki skifta til tað betra nýtiliga? At enda vil eg heilt og fult taka undir við hasum seinasta stykkinum: „Eins og H. Joensen vil eg eisini heita á prestar okk- ara.« Endurtøka enda. Minm góði vinur, brekunum sleppa vit ikki undan, tey eru í holdinum borin. Er tað ikki best at gev- ast á hesum sinni! Við tøkk Vågur, 2.4.1987 Hentzar Joensen Aftursvar til Haldu Olsen i Dagbladnum 8. april At tu nu ert farin at vidganga, at okkurt kundi verið betri á Ellisheim- inum. er altíð eitt fram- stig. Tað vístu vit á fyri langari tíð síðan, men tú gjørdi einki fyri at beta um steðuna. Tað er ikki rætt, tá tú sigur, at starvsfólkini hava fingið í boði at beta um býtið av arbeiðstímum eftir sáttmálanum. Vit fingu onga innbjóðing. og tit hava ongantíð fylgt sáttmálanum. Vit kravdu, at sáttmálin varð fylgdur Tú hevur víst á sáttmálan frá 1974 — og ikki á tann frå 1985. sum er galdand! gáta, hví eg ikki havi brúkt míni egnu eðrvísi. Halda, har er nevniliga munurin á okkum báðum. Eg brúki ikki mínar starvsfelagar. Eg stuðli og arbeiði saman við teimum. Tað er ikki so legið, at alt hevur fingið væl í nógv ár. Hverja ferð fólkið hevur sagt okkurt, hava eygu verið kastað eftir teimum, og so er ikki hent meira. So væl dresseraðar hava tær verið. Tú sigur, at hverki - við Sukklu frá J.W FIRMA | Sukklugledin breidir seg JOHN W. THOMSEN TELEFON 5 5858 5 5256 + POSTBOX 10 + 3870 KLAKSVÍK Á spurningurin um arbeiðs tímarnar ella annað í tí tiltikna brævinum er lagt fram fyri teg. Sum fyri- steðukvinna kanst tú ikki vaska tínar hendur við at siga, at tú einki visti um nakað. Væl visti tú. Sum fyristeðukvinna ert tú leiðari á stovninum og hevur alla ábyrgd. So hetta kann bert vera tekin um, at leiðslan er ov vána- lig. Petra Hansen Tann besta knallertin PUCH 4XL í gear