Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 42 — 9. apríl 1987 - 1. tíðindahlaðið Innsavnan av brúktum battaríum Flestum kunnugt er nógv vandamikið rusk frá okk- ara dagliga húsarhaldið. T.d. tóm ílet við smáu restum av evnafreðisligum legum, eitt nú terpentin, petroleum, målingarestir o.a. Men serstakliga nógv battarí koma fyri, tí m.a. framkomin leika, ur og aðrir lutir hava hetta fyri neyðini. Sum er í dag ber til at lata tey smáu kyksilvur- battaríini inn á apotekum og fotohandlum, men ikki tey vanligu, stóru battarí ini. Fleiri eru sera eitrandi fyri umhvervið, tí kyksilv- onnur tungmetall verða ur og sevja burturúr og til okkara fødigoymslu. Próvfast er ferd út á sjógv at kyksilvurinnihaldið í hvalakjeti og serstakliga innvelum er vaksandi, og kunnu vit allarhelst rokna við at fullkomið forboð verður sett fyri hvalakjeti sum mannafeði um eini 50 ar Endurnýtslubólkurin í Føroya Náttúru- og Umhvervisverndarfelag fylgir væl við hvat fer fram í grannalondunum tá tað snýr seg um tiltek, ið kunnu forða og seinni heilt steðga dálkingarvand- anum frá okkara ruski og eðrum burturkasti. Okk- ara fremsta áhugamál er at upplýsa og geva góð ráð um hvussu kann farast fram, soleiðis at m.a. rusk- trupulleikin verður loystur við skili Hver einstakur borgari í samfelagnum hevur sína ábyrgd fyri at komandi ættarlið hava so góðar liviumsteður sum til ber M.a. tí skulu vit í Endur- nýtslubólkinum heita á ell vælmeint fólk í landinum um ikki at koyra brúkt battarí, brotin termo- metur o.a. vandamikið rusk í ruskposan. Sum er, sær tað út til at nýggja brennisteðin á Sandvíkar- hjalla skal brenna alt, ið fer í posarnar uttan nakra skiljing. Hetta er sambært krevunum frá Heilsufreðisligu Starvs- stovuni ikki loyvt, og má tí roknast við, at brennisteðin verður stongd sama dag hon annars skuldi verðið latin Ipp Hverja etlanir Tórshavnar kommuna NEO POWER Panasonic skiljing av vandamiklum ruskið, er heilt óvist, í hvussu er hevur ikki tað allarminsta verið upplýst fyri fólki í kommununi um hvat og hvussu tey skulu bera seg at, soleiðis at hetta vandamikla ruskið ikki kemur aftur sum eitur fyri fólk og fæ Vit hava havt Ung- dómsár og Friðarár í Europa og er 1987 sett til at vera Náttúru- og Um- hvervisár. Tiltek eru sett í gongd í Frederiks- ber og Keypmannahavnar kommunu til innsavnan av brúktum battaríum. Til ber at lata inn í ellum keypssamtekum og flestu fotohandlum frá 27. apríl. Hetta kunnu vit feroying- ar eisini gera. Ikki skulu vit lata okkum tálma av mannminkandi og van- virðandi úttalilsi hjá Jógvan Isaksen, formanni í IRF, um hvussu tapuligir og ódugnaligir føroyingar eru til at skilja ruskið. Hetta eigur bert at takast sum eyðkenni um mannin sjálvan — og IRF. Endurnýtslubólkurin vísti á fyri stuttum, hvussu pappír og papp á sera snildisligan máta kundi brúkast aftur sum bjálving í m.a. sethúsum. i gjørt skal hevur um m.a. Eisini hava vit uppskot til ílat, ið taka brúkt battarí av øll- um slag. Ílatið er av út- sjónd eitt yvirvaksið battarí við holi í toppin- um. Hetta skal setast í allar handlar, ið selja battari. Tá fólk koma at keypa nýggj battarí, skulu tey brúktu latast inn aftur — í hetta ser- gjørda ílatið. Hereftir er so ætlanin at kommunal ruskmanning/skipan skal syrgja fyri at heinta tað fylta ílatið meguliga aðru hverja viku. Sum sagt ferð eftir ferð: vit hava eina heilt aðra rusk- skipan fyri neyðini enn ta brennistaðarætlan, ið menn hava ligið á í skjótt hálvan mannsaldur. Endurnýtslubólkurin í Feroya Náttúru- og Umhvervisverndar- felag Síða 7 Er á goymslu avsláttur 40.000,, TAMD41A P/F ALFRED JOHANNESEN | Rasmussargøta 4 - 100 Tórshavn - tlf. 1 1735 Føroya Handverks- meistarafelag AÐALFUNDURIN verður á Hotel Hafnia »Parnassinum« fríggjadagin tann 10. apríl 1987, kl. 19.30. Fundarskrá samb. grein 8 í lógini. Allir meistarar hava rætt — og eiga eis- ini at møta til fundin. FØROYA HANDVERKSMEISTARAFELAG NEVNDIN