hósdagur 23. apríl 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fólkaheimið Føroyar
LANDSHÚSARHALDIÐ hevur
eins og onnur vanlig húsarhald
eina inntøkusidåu og eina út
reiðslusíðu.
INNTØKUSIDAN er fyri mesta
partin grundað á inntøkur, ið
koma inn frá landsins borgarum
sum skattur og tollur.
ÚTREIÐSLUSÍÐAN tekur sær
m.a. av at geva fíggjarligan styrk
til teirra, sum veikast eru stillað í
samfelagnum og til teirra, sum
hava tung húsarhald — stórar
familjur.
INNTØKUPOLITIKKUR hjá eini
hvørji sitandi stjórn má síggjast
út frá tí tíðarskeiði, ið tann
stjórnin situr.
SITANDI landsstýri hevur havt
ávísar inntøkulégir á tingi, ið hava
havt til endamáls at fáa pening í
landskassan og harafturat hava
lógirnar havt til endamáls at býta
avgjaldstrýstið sosialt rættvíst í
samfelagnum.
TAÐ ER NÚ einaferð soleiðis, at
ávís avgjald altíð verða borin av
øllum landsins íbúgvum og slíkar
lógir hava eisini verið framlagdar
av sitandi samgongu.
SAMGONGUSKEIÐIÐ byrjaði við
smáum reguleringum av tollsats-
um og broytingum í avskrivingar-
lógum og skattlegging av inn-
tøkum, ið ikki fyrr hava verið
skattaðar. Í hesum síðsta bólkin-
um vóru inntøkur við sølu av
vinnulívsbygningum 0.s.fr.
Í FJØR heyst vórðu so aðrar lógir
lagdar fram, ið fyri stóran part
skuldu berast av øllum landsins
skattaborgarum. Mest umtalaða
lógin var lógin um avgjald á olju,
avgjald á orkunýtslu og hevði
hon tvey endamál. Annað var at
tálma nýtsluni í samfelagnum og
hitt var at fáa betri stýri á
oljuprísum í framtíðini, ið og við
at borgarin í samfelagnum ikki
fær tann fulla prisvøksturin, tå ið
oljan fer upp um eitt ávíst mark í
prísi.
NÚ HAVA so aftur skattalógar-
vidtøkur verið fyri í tinginum og
eru hesar skattalógir gjørdar fyri
at fáa meira inntøku til lands-
kassan, kanska ikki í løtuni, men
upp á longri sikt meira inntøku ti
landskassan frå einum bólki í
samfelagnum, ið mettur verður at
sleppa ov lætt, tá tað snýr seg um
gjøld til landshúsarhaldið.
TANN PARTURIN av tinginum, ið
vanliga verjir inntøkur, ið ikki eru
løntakarainntøkur, leikar ófert í,
so her man samgongan hava rakt
rættiliga væl og eru hesar lógir
fult í tráð við stevnuskrá
Javnaðarfloksins.
HINAR lógirnar, sum lógu á ting-
borði herfyri og sum vórðu sam-
tyktar, eru framhald av teimum
sosiallógum, ið vórðu lagdar fyri
tingið uppundir jól. Tá bleiv
skattafrádrátturin hjá pension-
istum øktur soleiðis, at pension-
istar í teimum flestu kommunum
í landinum í dag eru skattafríir —
eisini eitt hjartamál hjá Javnaðar-
flokkinum.
NÚ ER SO esiini samtyktar lógir í
tinginum, sum lætta um byrðar-
nar hjá yngra fólkinum, fólki í
bestu árum, ið eiga børn. Hesar
lógir eru munandi ábetur fyri
barnaríkar familjur og við ser-
stakari vekt lagt á tann niðara
endan av lønarinntøkunum. Sam-
stundis umfata lógaruppskotini
eisini barnsburðarfarloyvi,
soleiðis at tann parturin av fólki,
ið her verður timaløntur og eigur
børn, eisini fær løn fyri åvist tíðar-
skeið.
HETTA eru stórir framburðir í tí
føroysku samfelagsskipanini. Alt
í tráð við javnaðarfloksskránna.
Men hetta er ikki nokk. Vit eiga
framhaldandi at gera skipanir fyri
tann minni menta betur, og
ætlanin er so seinni at koma við
lættaskattatrysti á tí niðara
endanum og gera umstødurnar
hjá pensionistum enn betur, men
tað er soleiðis, at tíð skal til alt,
men um alt tað, sum er gjøgnum-
ført og ætlanin er at gjøgnumføra
á hesum umtalaðu gkjum, so
kann henda samgonga siga, at
tað er væl vunnið áleiðis, og vit
eru komnir eitt stig víðari í
royndunum at uppbyggja fólka-
heimið Føroyar.
T.A.
Foreldrafelagið í Vági
hevur ta síðstu tíðina
verið lagt undir at vera
orsek til allar trupulleikar
í Vágs Skúla og at vera
orsek til óvinskap og
skilnað i bygdini.
Lat tað standa rimmar-
fast, at tað hverki vóru
foreldrini ella Foreldra-
felagið, sum vóru orsek til,
at varaskúlastjórin í jan.
1985 sá seg noyddan til at
fara úr skúlanum. Heldur
ikki hevur Foreldrafelagið
havt nakra ávirkan á
skilaleysu leiðslu skúlans.
Trupulleikarnir eru nevni-
liga nógv eldri enn so. 4
tær seinastu skulanevnd-
irnar hava skrivliga og
munnliga átalað embætis-
ferslu skúlastjórans yvir
fyri teimum hægru skúla-
myndugleikunum, sum
illa nokk hava ent aftur.
Og trupulleikarnir eru so
mikið stórir, at Vágs Skúli
nú sum tann einasti í land-
inum verður stýrdur úr
Landsstýrinum. Tað
mátti talað fyri seg!
Tann 31.3.87 varð
stovnað eitt stuðulsfelag í
Vági á einum fundi fyri
afturlatnum hurðum. Sagt
verður í Dimmalætting
4.4.87, at uml. 400 limir
hevdu teknað seg framm-
anundan, men onki varð
sagt um, hvussu nógv av
hesum 400 limunum komu
á fund, ella hvat ið semja
varð um á fundinum.
Fólkaflokkurin steðgaði
Heldur = ongar langar
fundarfrágreiðingar hava
verið at sæð í bleðunum.
Men vit vita, at roynt varð
at fáa semju um at steðga
tænastumannakanning-
ini. f hesum felagnum eru
eisini teir somu persónar,
sum hava roynt at spilla
Foreldrafelagið í Vági,
hava sent bleðum og
myndugleikum ósannar
og avlagaðar fundarfrá-
sagnir um fundin hjá For-
eldrafelagnum og í long-
um, dulnevndum lesara-
brevum dálkað einkult-
persónar, sum hava sam-
band við Foreldrafelagið.
Foreldrafelagið er eitt á-
hugefelag, ið ferð eftir ferð
hevur vent sær til
myndugleikarnar og
sakliga hevur víst á
trupulleikarnar í
skúlanum, tó higartil
uttan úrslit. Nevndin í
Foreldrafelagnum inn-
kallaði til fund 20.3.87 fyri
at vísa, at nevndin ikki
stóð einsamell ivð síni
meting av steðuni í
skúlanum.
Nógv bendir á, at
myndugleikarnir hava
latið seg ávirkað av tí
skriving, sum hevur verið
í bleðunum. Vit høvdu
væntað, at myndugleikar-
nir vóru so mikið at sær
komnir, at teir dugdu at
síggja mun millum sak-
ligar áheitanir frá For-
eldrafelagnum mótvegis
útviklinginum á
eystaru síðu
á Norðstreymoy
Tað er ikki forsvarligt at
koyra eftir vegnum
millum Hósvík og Kolla-
fjørd, sigur Bjarni í grein,
sum hann skrivar í Dag-
blaðnum 1. apríl.
Og so vil Bjarni vera
við, at tað er Javnaðar-
flokkurin, ið vil steðga all-
ari útbygging í Noré-
streymoy, men tað man
vera tað mótsetta. Tað er
Fólkaflokkurin, ið hevur
roynt alt, hvat hann kann
fyri at eingin útvikling-
urin skal verða í Norð-
streymi.
Teir hava roynt alt hvat
teir kundu fyri at steðga
bergholsgerðini = millum
Kaldbaksbotn og Signabe,
men tað er kanska av
vissum grundum teir gera
tað, men tað klára teir
ikki.
Men Bjarni, tú mans
nokk far at fáa ein breiðan
veg at koyra eftir millum
Hósvík og Kollafjorð,
áðrenn næsta val, so tú
fært onga stemmu fyri
hatta uppskotið. Og
verður tað ikki gjert,
meðan hetta landsstýrið
ræður, so verður tað ikki
gjørt. Ti, um tað hendir, at
Fólkaflokkurin kemur
aftur í samgongu, so
gloyma teir eystursíðuna
av Norðstreymoy, tí tað
hava teir gjert ta tíðina
teir sótu úti í Tinganesi.
Nr. 45 — 23. apríl 1987
ljótum, ósakligum lesara-
brevum i blødunum.
Vit kunnu staðfesta, at
viljin til at loysa trupul-
leikarnar áðrenn 7.4.87, tá
freistin at søkja lærara-
størvini var úti, ikki var til
stadar, hvørki å Lands-
skúlafyrisitingini ella i
Landsstýrinum. Foreldra-
felagið harmast um, at
myndugleikarnir hava
slept endanum
viðvíkjandi trupulleikun-
um í Vágs Skúla. For-
svarlig undirvísing er ikki
tryggjað bernunum
aftaná summarfrítíðina.
Tað man ikki bert er-
kymla foreldur í Vági, at
Landsstýrisins avgerð
fyri 1 1/2 ári síðani um
eina tænastumannakann-
ing av viðurskiftunum í
Vágs Skúla enn ikki er
sett í verk. Tað hevur ikki
verið meguligt at fáa eina
grundgeving hverki frá
Landsstýrinum ella frá
dómarafulltrúanum.
Nær verða viðurskiftini
kannað av einum uttan-
veltaðum myndugleika?
Hvat er ætlanin hjá
Landsstýrinum í hesum
máli?
Nevndin fyri Foreldra-
felagið í Vági
Men tað man javnaðar-
umboðið í Norðstreymi
nokk fara at rætta upp
aftur.
Men Bjarni veit kanska
ikki, at tað var Fólka
flokkurin, ið sat úti Í
Tinganesi síðsta valskeid,
so teir høvdu møguleikan
at breiðka vegin tå, men tå
hoyrdist ikki eitt orð, t'
tað er ikki so nógv meire
trafikkur nú, enn tað var
tá.
javnaðarmaður