hósdagur 23. apríl 1987síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 45 — 23. apríl 1987
6 Í
SÍ
Til Tommy Petersen,
stjóra á Almannastovuni
Nú nærkast summarfrítíð-
in, og hon fær meg at
hugsa um okkara gomlu
og sjúku, ið búgva heima
og hava heimahjálp, og so
teirra bern, ið ætla sær at
vitja heim.
Eg upplivdi nógvar
summarfrítíðir, tá ið
heimahjálpin varð tikin
frá mínum gamla pápa og
sjúka beiggja, tí eg kom
heim at ferðast við tveim-
um bernum.
Eg búði í Danmark í
nógv ár, og mær og bern-
unum dámdi væl at koma
heim at halda summarfri.
Pápi og beiggi gleddu seg
eisini nógv til, at vit
skuldu koma. Ikki vóru
ráð heldur at fara aðra-
staðni sum einlig mamma
við tveimum bernum.
Pápi og beiggi hildu tað
vera smáligt av Almanna-
stovuni at hava slíka lóg
at arbeiða eftir, at teir
skuldu missa heimahjálp-
ina, bara tí at vit komu at
ferðast. Eg spurdi eisini
heimahjálpirnar, hvat tær
hildu um slíka lóg. Tær
vóru av somu áskoðan, at
tað var órímiligt, at gomul
og sjúk ikki kundu hava
sína heimahjálp, og at tey
skuldu fela seg ótrygg, tá
ið summarið nærkadist.
Tað er so nógv í einum
heimi, ið heimahjálpin ikk:
skal gear. Tá ið so fólk
koma at ferðast, ið kundu
ger tað arbeiði, var tað
uttan meining, at tey eis-
ini noyddust at gera tað,
sum var arbeiðið hjá
heimahjálpini burturav.
Tað eru nógv, ið ikki
tora at taka ábyrgdina av
at rekta síni gomlu og
sjúku. Okkara gomlu og
sjúku eru eisini vana-
tilfar til alihyljar.
Heil- og smásgia
Vit geva fegnir tilboð.
bundin, tey eru glaðast at
verða rektað av teimum
heimahjálpum, sum tey
eru vorðin trygg við.
Eg haldi, at tað líkist
ongum, at virðingin fyri
tryggleikanum hjá okkara
gomlu og sjúku er so lítil,
sum henda regla ger hana
til.
Øll tey nógvu árini, eg
vitjaði heima, var altíð
nóg nógv at gera at hjálpa
upp á teir og heimið.
Heimahjálparskipanin er
soleiðis, at heimahjálpin
bert skal halda tann
partin av heiminum, sum
tey gomlu og sjúku uppi-
halda sær í. Hin parturin
av heiminum kann so
standa og fyllast við dusti
og verður sum ein útdeyð-
ur partur av heiminum.
Tað var ikki hugnaligt at
uppliva, tí sjálvt um pápi
ikki fór úr stovuni, so var
beiggi glaður fyri, at
heimið var reint, og
honum hevði eisini dámt
væl at kunnað latið hurðar
upp til onnur rúm, tá ið
fólk komu inn á gólvið, og
tá ið stovan kendist ov
trong.
Hjá mær var bara eitt at
gera, at fara í holt við at
gera alt húsið reint, mála
vindeygu, kálka grund,
gera mat, passa bernini og
rudda. Mangt annað var
eisini at taka hond í. Onki
var stoppað ella bótt,
eingin troyggja bundin,
heldur eingin hosa, og so
alt hitt við rekt, sum
heimahjálpin hevði bestu
hylling á. Hetta skuldi eg
eisini royna at fáa at
rigga, men tað var ongan-
tíð gott, heimahjálpin
dugdi nógv betur, visti
altíð nágreiniliga, hvussu
P/F North Atlantic Plast
PLASTRORVIRKIÐ
Vit framleiða og selja vatnleiðingar og kloakrør
Kloak frá ø 40 mm til ø 500 mm.
Vatnleiðingar frá ø 25 mm til ø 500 mm i trýstklassa TNG — TN10.
Septictangar og reinsibrunnar ø 200 —250 —315 mm, um ynskist
gera vit reinsibrunnar eftir måti.
Vit hava allar tilhoyrandi rørdeildir å goymslu, eisini framleida vit
Ma DA RNRERERENRNNRRNNENENEVNDARNNRNNUNRNRADARNRERERENNNERONRNRENRRRRRNDRANERRRERKENRERAARERKRANRARAARARUATERT
P/F North Atlantic Plast
hetta og hitt skuldi ger-
ast. So stóð eg sum kånus
og ynskti hesa reglu av
tramanum til.
Hetta vóru strævnar
summarfrítíðir, men eg
hevði onki annað val uttan
at fara í arbeiðslegu,
skuldu bern míni og eg
hava meguleika at vitja
okkara kæru.
Onkur velur at búgva
hjá eðrum í familjuni, fyri
at foreldrini ikki skulu
missa heimahjálpina.
Heimið verður fyri tey,
sum foreldrini longu vóru
flutt á ellis- ella rektar-
heim. Í heiminum eru tað
ikki foreldrini, sum ráða,
men ein regla, ið Almanna-
stovan arbeiðir eftir.
Er hetta ein steða at
bjóða okkara familjum?
Hvar er virðingin fyri
okkara gomlu farin? Hava
tey ongan rætt longur at
gleða seg til at fáa síni
bern ella onnur avvarð-
andi á vitjan?
Vónandi verður henda
misskiljing rættað, so at
vit komandi summar
kunnu ynskja okkara
gomlu og sjúku nógvar
góðar og tryggar summar-
letur saman við teirra
kæru í frið og náðum.
Summarfrítíðin saman við
okkara gomlu og sjúku er
so stutt, so hví gera hesar
trupulleikar?
Tú, sum hevur ábyrgd
av hesi reglu, hvat heldur
tú um henda spurning, og
hvat kanst tú gera við
hann.
Eg vóni vegna okkara
gomlu og sjúku at fáa eitt
gott svar.
Maria Vilhelm
Plastrørvirkid
å Heygnum Mikla
Tlf. 12151
EINNA
Serlæraramál
i gåsareygum
— um eitt »sprogligt multihandikapp«
f Sosialinum nr. 20 var
eitt »innlegg« um
»ressursir« i Føroyum i
»forhold til« donsk »for-
hold< fyri »assisterandi
kreftir« sum skulu
»behandla« føroyingar
sum eru »multihandicapp-
aðir< í sínum >málútvikl-
ingi<, so at >behandlarar-
nir« eru »pregad« av
»desperati6n og rastloysi«
ut frå einum »psykoana-
lytiskum sjónarmiði“ sum
er tað >fundamentið< fyri
»idealum« so fólk kunnu
»sosialisera seg til vaksin-
tilveruna« vid at ganga i
»primær og sekundær-
bélkum« í eini »begrebs-
verå« við »abstraktar
normar« ti tad krevst
»kvalifikation« at vera
»human« og »vurdera« um
samfelagið hevur brúk
fyri »hamoniskum« fólki
við »felagsforståilsi« sum
er opið fyri »holdnings-
broytingum« í >forhold
til« føroyskar og danskar
»ressursir« .… (orð pilkað
úr nevndu grein).
Fyrst fari eg at biðja
neyðars setaran á
blaðnum umbera mær øll
hesi gásareyguni, men tað
man eisini hava verið stríð
at seta nevndu grein um
serundirvísing, tí satt at
siga kundi eg ikki lata
vera at spyrja meg sjálv-
an um hví slíkir >serlær-
arar« ikki bara skriva alt í
gásareygum, so sluppu vit
í hvussu so er undan at
leita eftir teim fáu
»føroysku« orðunum, sum
standa inni millum tey
gásareygnakleddu.
Álvaratos — eiga vit
eitt føroyskt mál? Um so
er, at vit noyðast at klæða
nærum alt sum vit skriva,
eitt nú um terv barna í
lívinum, í gásareygu, so
mugu vit ell vera »sprog-
liga multihandikappad« —
og ikki minst serlærarar-
nir sjålvir. Kunnu teir ikki
skriva sina hugsan uttan
gåsareygu, so tad sær ut
sum ein står skemtisøga,
hvuss tosa teir tå? Og
hvørja åvirkan man tad
hava å næma hugaheim
barna, um »serlærarar«
teirra ikki eru førir fyri at
hugsa á sínum egna
móðurmáli? At teir hava
ein hugtaksheim sum allur
er í gásareygum? Satt at
siga haldi eg at eg kundi
blivið meir enn
»handikappadur«, noydd-
ist eg at hugsa i gåsar-
eygum um ålvarslig mål.
Eg eri langt frå at vera
fanatiskur målreinsanar-
maður, men álvaratos!
Heldur ikki eri eg ímóti
altjóða freðiorðum, og við-
urkenni at føroyskt mál
fyri ein stóran part er
skapað í einum bónda- og
fiskimannasamfelagi og
tess vegna ikki altíð hevur
orð til reiðar um aðrar
síður av tilveruni. Men
álvaratos!
Vit etast í dag, tá vit
lesa um snobbið fyri
donskum máli og presta-
latíni í gomlum degum, tá
Várharra ikki tyktist
skilja føroyskt. Í
Danmark var tað summa-
staðni siður at tey tosaðu
týskt við tænaran, franskt
við greivan og bert danskt
við hundin. Eru nútímans
føroyskir barnauppalarar
so »frustreradir« at teir
mugu tosa danskt við
gásareygnaljóði við bern-
ini? Sanniliga munnu teir
so skapa stóran terv fyri
»serføroyskum serfreð-
ingum« og ikki minst »ser-
freðingum fyri serfreðing-
arnar« og so rullar kava-
bólturin áfram.
Nú er hetta alt yvirhev-
ur ikki til at grína at. Tað
er ikki skemtiligt, men
grátbrosligt (»tragi-
komiskt«), eitt ålvarsligt
vandamål i einum landi, at
serútbúgvið fólk íkki
dugir at tosa, hvat tá at
skriva, móðurmál sítt.
Sjálvandi fer hetta fólk
nú í verjusteðu, tí eymt er
at taka við atfinningum
móti málburði, og sostatt
stórum parti av sjálvs-
mynd síni. Og spurt
verður, hvat henda stætt
skal gera? Nógv er, sum
vit ikki beinleiðis eiga
føroyskt orð fyri. Í mínum
eygum er nevnda grein
eitt lýsandi demi um, at
málreinsarar og málsmiðir
eru á skeivari kós. Málið,
teir smíða, er oftast so
ónýtiligt, tað sæst bart út
av ti at fjøldin tekur ikki
við tí — hvat tá >ser-
frødingar«. Tað riggar
stutt sagt ikki í manna-
munni.
Men tað ger tað inn-
flutta hálvdanska heldur
ikki. Tí tað margháttliga
fyribrigdið, at vit fara at
skriva í gásareygum.
Sálarfreðisliga skilt kann
hetta hugsast at hava sum
avleiðing at vit fara at
hugsa í gásareygum. Tá
missir hugsanin álvarsemi
og orku. Daniseraðu føroy-
ingarnir mugu eftir øllum
at døma ofta glíma við eini
- synning,
»sjålvs-kreppu« (identity
crisis) um teir ikki taka
hugaheim sín í fullum álv-
ara, men skammast so
nógv av sínum egnu
orðum og máli at tað
verður alt sett í gásar-
eygum.
Væl veit eg, at nógvir
føroyingar tykjast síggja
reytt og fara í verjusteðu,
tá onkur nevnir »tad at
læra av íslendingum-.
Men íslendingar hava
havt — og hava — trupul-
leikar sum líkjast okkara,
eisini hvat tervinum fyri
nýggjum orðum viðvíkur.
Teir smíða orð, men >dóm-
stélurin« er oftast vanliga
fólkið, sum avger um ný-
orðini fella til í málbrúki,-
ella um innflutt orð kunnu
fáast at rigga í bendingar-
eisini uppalingarfreði, á
teirra egna máli. Tó verða
altjóða freðiorð nýtt av og
á, men ikki so at greinir
hava fleiri orð í gásar-
eygum enn uttan, tí fólk ó-
meðvitað skammast av
orðunum. Kanska kundi
tað hjálpt serfreðingum
okkara onkuntíð at skeita
í aðrar ættir enn lands-
tá teim vantar
orð í verki sínum.
Tað er ofta so, at feroy-
ingar misskilja viðmerk-
ingar sum hesar, og tolka
tær sum > »éndsinnad
ålop«. Ikki hevur hesin
stubbi verið ætlaður so, og
fari eg at biðja viðkom-
andi greinarhevund um
ikki at taka kritikk illa
upp. (Á íslendskum eitur
kritikkur „gagnrýni“ og
eigur sostatt at gera gagn.
»Atfinning« á føroyskum
hevur tíverri fingið dám
av nøkrum >niðurbrót-
andi«). Meiri at siga, hann
ið hetta skrivar hevur
sjálvur stríðst við hesi
vandamál uttan at finna
nakra patent-loysn. Vilja
vit koma okkum út úr
målsliga hurlivasanum
sum galdandi er á freði-
marknaðinum, noyðast vit
at taka demi fram, sum
klárt vísa okkum at
vandamálini eru til, og
ikki = bert ímyndaðar
hvervisjónir.
kári p.