hósdagur 23. apríl 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
tíðindablaðið
Nýggj lóg um dagpening í sam
band við barnsburð og sjúku:
Allar kvinnur sama
rætt til barnsburðar-
hvíld og dagpening
— annaðhvort tær hava stóra lønarinntøku, lítla ella als
onga. Tann heimaarbeiðandi fær við nýggju lógini somu
sømdir sum hon, ið arbeiðir úti
Tingið samtykti fyri
páskir uppskotið hjá
landsstýrinum um
dagpening í samband við
barnsburð og sjúku.
Uppskotið gevur
kvinnu, ið hevur átt, rætt
til eykadagpening í 24
vikur aftaná barnsburð.
T.v.s. at barnakona eigur
rætt til hægstu dagpen-
ingaupphæddina og ikki
bert í mun til len undan
barnsburði. Tær
barnakonur, sum eru
undir sjálvbodnu dagpen-
ingaskipanini við hálvari
dagpeningaupphædd, eru
eisini við í uppskotinum.
Tær fáa tí eisini rætt til
hægstu dagpeningaupp-
hæddina.
Sambært nýggju lógini
so skulu barnakonur, sum
ikki eru lentakarar (og ikki
eru í sjálvbodnu dagpen-
ingaskipanini), fáa hægstu
dagpeningaupphædd í 24
vikur.
Løgin gevur sum nakað
heilt nýtt hjúnafelaga hjá
kvinnu, sum hevur átt,
rætt til dagpening í tvær
vikur við somu upphædd
sum kvinnan. Tá verður so
vikutalið hjá kvinnuni
lækkað samsvarandi,
t.v.s. við tveimum vikum
niður í 22 vikur.
Annars verður ættleið-
ing (adoptión) í ellum fer-
um javnmett við barns-
burð í nýggju lógini, bert
treytað av, at ættleiðing-
armyndugleikarnir
krevja, at foreldur verða
heima hjá barninum og
ikki í vinnuligum arbeiði.
Nýggja lógin fær gildi
frá 1. oktober í ár og er
fyri barnsburðir frá og við
hesum degi. Tó verður
leingjanin av barnsburðar-
hvildini gjørd so líðandi,
t.v.s. til 20 vikur frá 1. ok-
tober 1987 og til 24 vikur
frá 1. juni 1988.
Viðmerkingarnar til
uppskotið eru annars
hesar:
Viðmerkingar:
„3. partur av 16. grein í
fráboðanini hjá ST um
mannarættindi talar um
familjuna sum ta náttúr-
ligu og grundleggjandi
. eindina í samfelagnum.
Tá ið samgonguskjalið
hjá núverandi
landsstýrisflokkum varð
undirskrivað í januar
1985, var ásannað, at
familjan er hornasteinurin
í samfelagnum, og at
lóggávan má verja heimið.
Tað er sjálvsagt, at
samgonguskjalið í tí sam-
bandi nevnir barnsburðar-
farloyvi við len, har vit
hava verið eftirbátur í
mun til onnur norðurlond.
Við hesum uppskoti við
landsstýrið, at vit koma á
hædd við og í hevuðs-
regluni enntá stíga fram
um hini norðurlondini.
Hevuðsreglan er, at allar
kvinnur, ið eiga, fáa sama
rætt til barnsburðarhvíld
og fáa somu dagpeninga-
upphædd, annaðhvert tey
so hava stóra lenarinn-
teku, lítla ella als onga.
Tann heimaarbeiðandi
fær við hesum uppskoti
somu semdir sum hon, ið
arbeiðir úti.
Dentur er lagdur á at
geva nyfødingum megu-
leikar at vera so nógv sum
gjørligt saman við sínum,
tí at hetta gevur tann
tryggleika, eingin okkara
kann vera fyriuttan, og
eina barlast fyri lívið. Tað
eru alt fleiri og fleiri, ið
gera vart við, hvuss um-
ráðandi tann fyrsta tíðin
saman við mammuni og
familjuni er fyri barnið.
Hetta uppskot um
longda barnsburðarhvíld
veitir mammuni nevnda
meguleika, og i landsstyr-
inum verður eisini arbeitt
við, hvussu vit á bestan
hátt kunnu tryggja kvinn-
um móti uppsegn á ar-
beiðsplássinum, hálvdags-
sterv og rætt til at vera
mamma fyri bern síni.
Landsstýrið heldur tað
vera av eins stórum
týdningi, at ættleidd bern
koma í dagpeninga-
skipanina, og somuleiðis
at hjúnafelagin fær
meguleika til at vera við.
Eisini sjåkradagpen-
ingatíðina heldur lands-
stýrið tað vera neyðugt at
broyta, tí at núverandi 13
vikur (3 mánaðir) tykjast
vera heldur stutt tíð og
koma teimum illa við, ið
einki kunnu fáa eftir
forsorgarlógini.
Landsstýrið er vitandi
um, at ell eru ikki tryggj-
að í eini sjúkradag-
peningaskipan, og kannar
meguleikan fyri, at hetta
verður so, og vónar at
koma í legtingið við einum
lógaruppskoti hesum
viðvíkjandi innan alt ov
langa tíð.
Hjálagda lógaruppskot
miðar ímóti:
1) at kvinnur, sum eru ikki
lentakarar, fáa sama rætt
til barnsburðarhvíld við
dagpeningi sum lentak-
arar,
2) at dagpeningur eftir
barnsburð í hverjum feri
verður útgoldin við
hægstu dagpeningaupp-
hædd,
3) at ættleiðing verður
javnmett við barnsburð,
4) at hjúnafelagi fær rætt
til dagpening í 2 vikur,
5) at longsta dagpeninga-
tíðin við sjúku verður
longd frá 13 vikum til 20
vikur (5 mánaðir),
6) og at landskassin ber
útreiðslurnar.
Semja er í blokkstuðuls-
samráðingunum fingin við
ríkisstýrið um at broyta
dagpeningalógina, soleiðis
at barnsburðarhvíldin
verður longd frá 8 vikum
til 24 vikur. Fram til 1. juli
1988 verður tó bert talan
um 20 vikur sbrt. uppskot
landsstýrisins.
Tað er ætlan landsstýri-
sins at broyta dagpen-
ingakunngerðina (kunn-
gerð nr. 51 frá 26. juni
1979 um dagpening),
soleiðis at paragraf 2, 3.
stk., í kunngerðini við
heimild í paragraf 1, 5.
stk., í dagpeningalógini
verður orðað soleiðis, at
barnakona, sum sambært
sáttmála, sið ella lóg eigur
rætt til len í samband við
barnsburð í tíðarskeiði,
sum er styttri enn 24
vikur, fær rætt til dagpen-
ing sambært hesi lóg fyri
tað tíðarskeið, sum eftir er
til 24 vikur.
Legtingslógaruppskotið
er bygt upp sum uppi-
skoyti til galdandi dag-
peningalóg >Lov nr. 644 af
13. december 1978 for
Færøerne om dagpenge
ved sygdom eller fødsel«
vid nevndu ætladu broyt-
ing, og verður fyrisitingin
av nýggju
sama hátt sum
galdandi reglum
Meirútreiðslurnar
reglunum á
undir
uppskotinum um
barnsburðarhvíld sum
eru meirútreiðslur hjá
landskassanum, verða
mettar til 21.400.000 kr.
árliga við núverandi lenar-
lagi, tá ið talan er um
leingjan til 20 vikur, og
28.150.000 kr. árliga, tá ið
talan er um leingjan til 24
vikur.
Hægsta dagpeninga-
upphædd er frá 1. apríl
1987: 2.205 kr. um vikuna.
Meirútreiðslur av upp-
skotinum í paragraf 5 um
leingjan av dagpeninga-
tíðini í samband við sjúku
kunnu ikki roknast út so
gjølla, at tað er eisini
trupult at meta um tær.
Um tað verður lagt til
grund, at títtleikin av
sjúku í seinna tíðarskeið-
inum (tær 7 vikurnar) er
um helvtina av títtleikan-
um í fyrra tíðarskeiðinum,
kunnu meirútreiðslurnar
setast til o.u. 8 mió. kr.
árliga.
Í nekrum ferum verður
sum er veitt hjálp eftir
forsorgarlógini til fólk,
sum koma undir paragraf
5. Roknast kann við, at
sparingin her verður o.u. 4
mió. kr. harav lands-
kassin eigur 3/4 ella o.u. 3
mió. kr.
Meirútreiðslurnar, sum
nevndar eru frammanfyri,
kunnu setast upp soleiðis:
Nr. 45 —
23. apríl 1987
Barnsburðarhvíld í 20 vikur og sjúkradagpening.
Leingjan av sjúkradagpeningaskeiði
— sparing viðvíkjandi forsorgarhjålp
Nettoútreiðsla av leingja av sjúkra-
dagpeningaskeiði
Barnsburðarhvíld í 20 vikur
Nettomeirútreiðslan av uppskotinum
8,0 mió. kr.
3,0 mió. kr.
5,0 mió. kr.
21,4 mió. kr.
26,4 mió. kr.
Barnsburðarhvíld í 24 vikur og sjúkrapening:
Leingjan av sjúkradagpeningaskeiði
— sparing viðvíkjandi forsorgarhjålp
Nettoútreiðsla av leingjan av
sjúkradagpeningaskeiði
Barnsburðarhvíld 24 vikur
Nettomeirútreiðslan av uppskotinum
Fyrisitingarútreiðslur-
nar hjá almannastovuni,
sum uppskotið hevur við
sær, kunnu metast til
umleið 300.000 kr.,
heruppii lenarútreiðslur
til 1 starvsfólk afturat«.
8,0 mió. kr.
3,0 mió. kr.
5,0 mió. kr.
28,1 mió. kr.
33,1 mió. kr.