Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 1987síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 45 — 23. apríl 1987 garerere 2 5 Jóannes Dalsgaard, tingmaður, skjýtur upp: Latið okkum seta barna- og ungdóms- nevnd at endavenda spurninginum um hvussu okkara børn og ungu hava tað! — Uppskotið um dagpening í samband við barnsburð og sjúku er íkki nøkur kollvelting, hóast tað er eitt stig á rottu leiðini. Við hesum upp- skoti liggja vit á hædd við Norðanlond, men vit liggja enn langt aftan- fyri ein stóran part av heiminum, segði Jóannes Dalsgaard, fram- søgumaåur Javnaðarfloksins, m.a., tå tingið herfyri viågjørdi upp- skotið hjá landsstýrinum um dagpening í samband við barnsburð og sjúku. Hann segði annars: Javnaðarflokkurin fegn- ast um, at hetta málið nú er komið á tingborð, og flokkurin hevur sjálvsagt verið við til at viðgera hetta málið í landsstýrin- um. Tað snýr seg um eitt uppskot, sum í hevuðs- heitum hevur tvey enda- mál, nevniliga at leingja um barnsburðarfarloyvi og at leingja um dagpen- ing í samband við sjúku. Útreiðslurnar eru mettar til 26,4 mió. kr., og hetta eru útreiðslur, sum vit eru fegnir um at vera við til at bera. Jóannes Dalsgaard vísti síðani á, at tað leingi hevur verið misnegd við verandi skipan, og helt hann, at tað er nógv, sum bendir á, at steðan serliga fyri tær tímalentu kvinnurnar hevur verið heilt óforsvarlig — við 8 viku barnsburðarfarloyvi — serliga tá innteku- grundarlagið eitt víst tíðarskeið frammanundan skuldi vera avgerandi fyri hvat ið fólk fingu út- goldið. Meira vidgongt uppskot í 1983 Tí hevur verið stórt ynski frammi um at fáa broytt hesar reglur, og sum landsstýrið nú hevur gingið á meti. Jóannes Dalsgaard vísti annars á, at hetta málið hevur verið frammi á tingið fyrr. — Javnaðarflokkurin legði, eftir ynski frá m.a. fakfelagsrersluni, eitt næstan einsljóðandi upp- skot fyri legtingið í 1983. Men tá hevði pípan eitt annað ljóð — uppskotið fekk eina sera kalliga mót- teku. Tað var enntá eitt uppskot, sum var meira víttgangandi enn hetta við tað, at tað eisini hevði innbygt eina trygd fyri kvinnuna til rætt til far- loyvi. Henda lógin, vit nú skulu samtykkja, gevur ikki rættindi til farloyvi, men gevur rættindi til dagpengar. Tí fegnist eg vegna Javnaðarflokkin um, at tað í viðmerkingun- um verður nevnt, at tað kemur ein fylgilóggáva, sum skal tryggja kvinnum verulig rættindi til farloyvi. Tað hevur hon nevniliga ikki rætt til í dag. Hon hevur sum er bert rætt til dagpening og tí hava vit onga trygd fyri, at arbeiðsgevarin ikki framvegis, soleiðis sum tað tíverri er alt ov vanligt, fer at misbrúka ta stødu, sum ein kvinna er i, tå hon er við barni Jóannes Dalsgaard segði víðari, at tá javnað- aruppskotið var fyri á tingi á sinni, tá varð víst á, at tímalentar kvinnur ikki brúktu ta tíð tær hevdu rætt til fult út av ótta fyri at missa sítt ar- beiði. — Men nú er so semja um at stea hesa lógina í gildi, og tað fegnast vit um. Serliga síggja vit, at nógvar av teimum reddunum, sum í 1983 vóru serdeilis atfinningar- samar, tær eru nú samdar um at fagna hesum upp- skotinum. Tingmenn broytt støðu Jóannes Dalsgaard segði víðari: — Uppskotið snýr seg um at leingja farloyvs- skeiðið til 20 vikur, fyri so í 1988 at fara upp í 24 vikur fyri allar kvinnur, og tað meta vit sum eitt stórt framstig. Tað er eisini loyvt påpanum at fåa ein part av hesum far- loyvi, og eisini tad høvdu vit i uppskotinum i 1983. Og eg skal spara ting- menn fyri alt tad vånaliga skemti, sum tað uppskotið tá skapti her í tingsal- inum. — Men mangt broytist á mannsins ævi og uppá try ár hevur tingið full- komiliga broytt steðuna til allar hesar spurning- arnar. Í 1983 var okkara uppskot kallað fyri klodd- ut og ótrivaligt av somu reðarum, sum nú lovprisa hesum uppskotinum. Skal ein tosa um partapolitikk, so má ein siga, at ein sterri sigur fyri javnaðar- politikk og javnaðar- sjónarmið hevur ein ikki sæð síðani vit fingu fólka- pensiónina í 1959. Tørvur á kanning — Tað hevur eisini verið tosað nógv um steðuna hjá barninum. Hetta upp- skotið kemur sjálvandi at styrkja um steðuna hjá barninum, mammuni og pápanum, men hetta gevur so onga varandi trygd fyri, at okkara børn liva undir tryggum um- siødum. Vit eru helst ein- asta land i Norðanlondum, Síða 9 Jóannes Dalsgaard, tingmaður: — Tingmenn hava fullkomiliga broytt steðu. Í 1983, tá Javnaðarflokkurin legði eitt meira víðgongt uppskot fram, varð tað kallað kloddut og ótrivaligt av somu reðarum, sum nú lovprisa hesum uppskotinum, so skal ein tosa um partapolitikk, so má ein siga, at ein sterri sigur fyri javnaðarpolitikk og javnaðar- sjónarmið hevur ein ikki sæð síðani vit fingu fólkapensiónina í 1959. sum mangla eina grund- leggjandi kanning av støduni hjå pinkubørnum, børnum og ungum i sam- felagnum, og tad skuldi verið mær ein gleði, um hetta landsstýrið kundi ført henda tráðin vi0ari og sett eina barna- og ungdómsnevnd, sum kundi endavent spurning- unum, soleiðis at vit veru- liga fáa at vita, hvussu bernina hava tað, hvat tey gera, tá tey hava frí, hvussu tað ber til, at tað ganga heilir flokkar av ungum runt í Havnar getum langt út á nætur- nar, hvussu brúka tey til- boðini samfelagið gevur teimum 0.s.fr. Við hesum umredda uppskoti, sum ikki er nøkur kollvelting, so liggja vit nú á hædd við Norðanlond, men vit liggja langt aftanfyri ein stóran part av heiminum. Eg kann t.d. nevna, at í Sovjetsamveldinum er barnburðarfarloyvi 3 ár, og í nógvum statum í USA er tað 1 ár, í flestu eystureuropeiskum lond- um er tað 12 mánaðir og við nógv sterri rættindum til faðirin eisini. Men hetta uppskotið er eitt gott stig á leiðini fram, og tað er at vóna, at hetta fer at gagna bern- unum og ftískil eisini teimum, kvinnum, sum eru í tímalentu vinnuni og sum oftast hava tað harð- asta og ónossligasta ar- beiðið. Dagpeningurin Vit fegnast ikki minni um, at nú verður dagpeninga- skipanin fyri vanliga len- takaran munandi bøtt. Hetta hevur verið eitt sterkt ynski frá feroysku fakfelagsrersluni, og giti eg. at tey eru fegin um hesi framstigini. Góðar royndir við pedagogum Í samband við tjakið um pedagogar, so vísti Jóannes Dalsgaard á, at hann hevði havt trý bern á dagstovni og hevði hann bert havt góðar royndir av pedagogunum. — Eg haldi, at pedagog- ar hava ta sterstu virðing fyri foreldrum eins og fyri børnunum og at teir út- inna sítt arbeiði við stórari åbyrgdarkenslu, oftani undir sera truplum um- steðum. Tað er einki duls- mál, at flestu av okkara barnaansingarstovnum eru undirnormeraðir, soleiðis at tað er eitt rætti- liga strævið lív at virka á slíkum stovni, segði Jóannes Dalsgaard m.a undir orðaskiftinum um barnsburðarfarloyvi og dagpening. Bensinsøla kiosk verkstadur dekk/dekkskift JA 3 Tlf Service =, Tradargøta 41 160 Argir