hósdagur 23. apríl 1987síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A A 0555 ep NSS an
7
Nr. 45 — 23. april 1987
ir Farmaskipini vóru
komin, og á goymsluni
fingust teir við at fáa ver
urnar til heldar. Fleiri
handilsmenn vóru eisini
og fingu tær seinastu
verurnar til hegtíðina og
ein koyrdi út til handl-
arnar í býnum.
Utróðrarbátarnir keypa
eisini allir frá heilseluni,
bæði matverur og fiski-
reiðskap.
Nógvir biðja
um arbeiði
Tað eru bæði ungir og
meira tilkomnir, sum ar-
beiða á heilseluni
Summir eru eina tíð, til
teir fara til skips ella at
læra. Og summir koma
aftur. Og nógvir biðja um
arbeiði á heilseluni.
Joen P. Hansen hevur
verið á heilseluni frá
fyrsta degi — í 21 ár.
Onkuntíð hevur hann
verið frá, men heilselan
hevur verið hansara fasta
arbeiðspláss hesi 21 árini.
Eins og hinir letur hann
væl at arbeiðinum.
Henda dagin fekst hann
við at seta verur á vognar.
Handlarnir bíleggja á
skrivstovuni og teir á
goymsluni fáa so bílegg-
ingarseðlarnar.
Umframt tey, sum
koma at keypa verur,
koma fólk eisini inn at
práta. Onkur stekkur
eisini inn á gólvið meðan
bíðað verður eftir Ternuni
13 ár á
heilsøluni
Sankey Joensen er millum
teir yngru. Hann byrjaði í
1974 at arbeiða nakrar
tímar aftaná skúlatíð sum
eplapakkari. Teir vóru
tríggir skúladreingir. Tá
komu eplini í sekkjum og
arbeiðið hjá skúladreingj-
unum var at pakka um í
minni posar. Hetta
arbeiðið hevði Sankey, til
hann í 1976 var liðugur
við skúlan og fór at ar-
beiða allan dagin á heilsel-
uni.
Sankey hevur koyrt
verur út fyri heilseluna,
bæði í Klaksvík og í
Eysturoynni. Men í heyst
fór hann at arbeiða á
frystigoymsluni, har hann
avloysti ein annan mann,
sum ikki toldi kuldan.
— Um veturin er tað
nógv betri at arbeiða inni.
Um summarið var ikki so
galið at sleppa meira út.
Langir
arbeiðsdagar
Arbeiðsdagarnir = kunnu
vera langir á heilseluni.
kana
Serliga sjaferarnir hava
langar dagar, tá teir eru
burturi á bygd. Tá verur
koma til heilseluna,
arbeiða teir eisini ofta út á
kveldið Fyrst i
månadinum er nógv at
gera, tí fleiri handlar
keypa verur inn fyri ein
mánað í senn. Annars
kunnu handlarnir í Klaks-
vík fáa verur, hvenn dag
teir vilja.
— Tá nógv er at gera,
kann arbeiðið vera stræv-
ið, men vit hava sanniliga
góðar letur eisini, sigur
Sankey.
Samanhaldið er gott,
sigur hann, og teir práta
nógv saman. Fótbóltur
hevur teirra stóra áhuga,
og bylgjurnar ganga høgt,
tá fótbóltur er á skránni.
Her verður bilurin fyltur,
sum skal út í handlar í
Klaksvík. Hesin bilurin er
av tí eldra slagnum. Í teir
stóru vørubilarnar, sum
fara longri, verða vørurnar
rullaðar inn á stativum
Sjálvir spæla teir eisini
fótbólt. Eitt kveld um
vikuna uttandura, 8-12
mans. Seinasta ar voru
teir við í eini kapping í
Klaksvík í firme
Tað var ein spen
kapping, sum teir
seluni vunnu við avbera
góðari málúrteku