Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 1987síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 45 — 23. april 1987 rækarismessu- haldið í Trongisvagi Gott grækarismessufólk! Góðu skótar! Eins og aðrastaðni í Feroyum, hevur verið tann siður at skipa verður fyri grækaris- messuhaldi fyri at taka ímóti tjaldrinum, soleiðis eisini her, og vóni eg at hesin siður kemur at halda fram. Hesin dagur er ein a teim mongu, ið tú serliga leggur merki til. Tað tykist long tíð at bíða eftir grækarismessu- degi, men áðrenn tú varnast, so er hann her, og soleiðois eisini hesu ferð. Grækarismessudagur 12. mars ber okkum boð um, at nú er veturin við at fara aftur um bak, hesin veturin, sum so ofta gav okkum manga svevnleysa nátt, tó hevur henda seinasta tíðin ikki verið so ring. Grækarismessan sigur okkum, at nú er várið byrjað og dagarnir verða longri og nú gongur av álvara ímóti ljósari tíðum. Dagurin minnir okkum á, at nú eiga flyti- fuglarnir at koma og har ímillum tjeldrini. Tá tjaldið so er komið, liggja ofta fannir á fjell- um, soleiðis aftur í ár. Tjaldrið tolir kulda, men ikki hungur, og er nógv brim, so fær tjaldrið ikki nógv at eta. Sum oftast síggjast bara nekur fá tjøldur saman, men skjótt síggjast flokkar í fjøruni og haganum. Tá okur koma út í summar- mála minka tjaldursflokkarnir. Tá eru tey meiri tigandi og fara at reiðrast. Began verpur vanliga 3 egg, og began vermir fyri tað mesta. Steggin situr skamt frá reiðrinum og skimast, um onkur skuldi komið. Kemur fólk til reiðrið, plaga bæði at látast at vera særd og royna á henda hátt at lokka tey burtur frá reiðrinum. Ungarnir koma út eftir 2 1/2 viku, og duga skjótt at renna í kring. Koma teir í vanda, flekja teir seg niður á heiðina og eru ringir at síggja. Tá teir eru floygdir, fara teir oman í fjøruna við foreldrunum. Bæði tjaldur og tjaldurs- ungin duga at svimja. Ungarnir duga sera væl at kava. Um miðan sep- tember síggja vit aftur tjaldursflokkar, tá fyri at gera seg klárar til rýmingina. Ungarnir rýma seinni. Tað hendir at nakrir ungar verða veturin yvir. Sjálvt um tað í hesum døgum enn eru letur við bæði kava, regni og kulda, so slota vit eftir tjaldursklippinum, tí vit gleða okkum at síggja tað fyrsta tjaldrið og hoyra tað fyrsta klippið. Eg leitaði mær oman á sandin dagin fyri grækarismessudasg fyri at síggja okkurt tjaldur. Jú, sanniliga sá eg eitt. Tað gekk har og leitaði eftir onkrum til matna. Hetta fekk meg at hugsa um tað tjaldrið, sum gekk einsamalt á heysti eftir at hini vóru farin orsakað av veingjabroti, og við longsli og vón um at árið skjótt fór at halla og at várið skjótt fór at nærkast og tey aftur hittast. Eftir eina letu sá eg hinumegin ósan ein flokk upp á umleið hálvt hundrað tjeldur. Eg gekk nærri at tjaldrinum fyri at vita hvat kundi feila tí, og fór tað á flog yvir um ósan ímóti hinum flokkinum, men setti seg burtur frá hinum. Hví mundi nú hetta eina tjaldrið ganga har púra einsamalt, oghvat hevur hetta at siga okkum? Er tað ikki eisini soleiðis við menn- iskjuni. Tað eru nekur, ið fela seg útistoyttan av eini hverjari orsek, ella verða útistoytt av hinum. Ella kanska hetta tjaldur eins og vit av og á koma út fyri at missa okkara besta vin, og vilja sostatt vera í einingi. Ella kann tað hugsast, at búrkropp- urin, menniskjan, ið er so klók, hevur verið upp á spæl. Vit kenna jú seguna um ternubeguna og ungar hennara. Í dag taka vit ímóti tjóðfugli okkara. Væl er valt, tí mong eru fugla- slegini og vekur eru tey øll at sjá. Tó eru ikki øll samd um tjaldrið, sum tjóðfugl. Onkur vildi heldur, at tað skuldi verið lundin, onnur súlan, likkan ella hví ikki starin, sum alt árið er hjá okkum. Sigskvaldur sigur í yrking síni um tjóð- fuglin: títt flog er hitt friðleysa títt klipp karvar mítt sinn, tín litur er fremmandur og víkur frå bønum, tú ert ikki hin búfasti fuglurin, tú ert ikki hin ljóðfagri fuglurin, tú ert ikki hin vakrasti fuglurin. Nógv fólk varð samankomið til grækarismessuhaldið í Trongisvági herfyri. Skótarnir gingu skrúðgongu og hornorkestrið spældi. Bergur Stórhamar, skótaleiðari, helt røduna, sum vit prenta í dag. Jú, ymiskar eru mein- ingarnar. Í øllum førum er tjaldrið ein verja hjá smáfuglinum ímóti ágangi av rovfuglum og eðrum sterri og sterkari fugli. Hetta verjustríð, sum tjaldrið vísir, skilja vit øll. Tjaldrið vekir í mannabarmi eina kenslu og eitt ynski og vón um frælsi. Frælsi fyri tey minni mentu og frælsi fyri fólk sum heild. Fyri hetta eigur tjaldrið rættin at vera tjóðfuglur okkara. Og lat okkum øll hjálpa tjaldrinum, við at taka orðini hjá Sverra Patursyni til okkum og gera nakað við tað, orðini hvar hann sigur >Latið smáfuglin og heiðafuglin fáa frid«. Tað er onki at ivast í, at her er gott at vera. Og tí venda tjeldrini heim- aftur til teirra heim. Sjálvt um tað var ov mikið av mati og góðum veðurlagi við sólríkum strondum í mun til okk- ara, so gjørdu tey seg ferðabúgvin og stevndu móti norði, ímóti teim fjarskotnu klettum, har tey á fyrsta sinni sóu dagsins ljós, og fingu at kenna tað blíða fólk, sum har býr. Eins og tjaldrið, so eru aðrir fuglar, so sum súlan og lomvigin longu komin og eru hesir fuglar eisini eitt av vár- teknum okkara. Tit, sum eldri eru, minnast tá ið men nfóru at rigga sluppirnar til, tá vistu tit at várið var komið. Hyggja vit at treunum, síggja vit, at tær fyrstu nálirnar eru komnar fram, og fólk eru eisini so smátt farin at hyggja at urtagarðinum. Jú, tað er nú ikki so leingi eftir til náttúran er vaknað og lív er komið í. Fyri hvenn dag sum gongur, síggja vit hvussu beurin og hagin grønkast, dalar og líðir fríðkast. Um ein mánað ella so, eru tey fyrstu smálombini komin og stuttligt verður at síggja tey spæla og renna dyst. Í Feroyum er vakurt og ikki minni her ið vit búgva rundan um Trongisvágsfjerð. Tó er hugstoytt at síggja tann ljóta blett á suðursíðuni av Stórá innan fyri viða- lundina. Hetta er ein skammilig gerð ímóti tí vekru náttúru har við Sterling. Spyrt tú, so verður svarið, at hetta var ein neyðloysn og bert ein fyribilsloysn. Um hetta er ein góð loysn, kemur tíðin at vísa. Í ellum ferum er tað ikki vakurt at síggja og merkja roykin koma oman igjøgnum dalin ein góðan summardag. A sandinum og annars farm við strondini er ikki besta skilið. Ta letuni eg gekk á sandinum komu tvey smábern, og gingu tey eins og eg og hugdu at øllum óruddinum, sum var blakað fyri bakkan og rikið upp á land. Smágentan spurdi drongin, um tað ikki var egiliga skitið, og játtaði hann og segði, at her mugu menn fara at rudda. Sjálvur mátti eg geva teimum rætt í, at har sá ikki nossligt út og at har mátti okkurt gerast. Og hetta kann hjálpast uppá, men bert um allir borgararnir taka seg saman, hond í hond, so ongin fær meguleikan at kasta óruddið fyri bakkan. Tað skal vera bannað skipum, ið sigla inn og út av teim feroysku firðunum, at blaka órudd fyri borð inni á firðunum. Tað mundi mangur maður standa spyrjandi, tá tað frættist at fjørdurin var ein teirra, ið ikki mátti drepast grind á, vegna dálking. Tí er at gleðast yvir, at menn eru í ferð við at gera reinsiverk niðri á sandinum. Latið okkum ell saman seta okkum tað fyri, at Trongisvágs- fjørdur skal verða tann reinasti fjørdur i Føroyum. Um ikki ov langa tíð, so fara summargestirnir at koma. Lat okkum taka væl ímóti teimum. Ístaðin fyri at seta seg framman fyri sjónvarps- kassanum, so heldur saman við teimum leita út í náttúruna. Tí, sum eg segði í áðni, so er náttúran sera vekur í Feroyum. Hvat er betur enn ein still summarleta at ganga rundan um eitt av vetnum okkara, har lómar og aðrir fuglar halda til, og kanska vit síggja sílini springa. Ella tú leitar vestur á eiðini ella gongur upp á fjøllini og nýtur útsýni yvir á hinar oyggjarnar. Um tú bert fer niðan í hagan, kemur tú at upp- liva tað ríka fuglalívið, ið har er. Fuglalívið har gevur ein vissan hátíðar- dám av sær. Fuglarnir eru fegnir, hver á sín hátt. Men kemur tú ov nær, so gera teir vart við seg. Likkurnar eins og ternurnar skjóta seg eftir tær. Um tú tekur tínar gestir í bát, so kanst tú vísa teimum fuglalívið og náttúruna frá sjónum. Ella skuldi tú verið heppin og slopp.ð við onkrum bjargamanni niður í bakkan, so verður seinur dagur, tá tú gavst at fortelja tíni upplivilsi har frá. Bjargamaður hevur sagt mær, hvussu teir fara um tað dýra virðið og laga sína veiðu eftir broytingunum í náttúr- uni. Hann segði, at tað er gamalt at lata sild- berarnar fara, tí so svelta pisurnar ikki. Tað eru fleiri, ið hava borið fram um at friða fuglin, meðan hann byggir = sær reiður, meðan hann liggur á eggum og hevur ungar. Og farið eg eisini at taka undir við hesum, tí tað er ein rættur at vera til, eisini hjá teimum verju- leysu ungunum. Góðu skótar og annars øll. Farið væl um náttúr- una, og dálkið hana ikki. Tú veit, at tú eigur at fara frá tí staðið eins og tú komst til tað, latið einki rekast eftir tær. Vit eiga t rekta og fara væl um Guds gávu. Gott summar! —