Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Teiefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn Ábyrgdarblaðstjóri: Útgevari: Fyritaksstjóri: Blaðfótk - ljósmyndari Uppseting Prent: PÅ Sosialurin P'1 Pressan 1981 Kalmar Lindenskov Logtingið heim SO VARÐ tingsetan endað eina ferð enn. Nógv mál hava verið til viðgerðar, og stórt sæð kann sigast. at framd eru fleiri tydn- ingarmiklar lóggávur, sum fara at beta um okkara samfelag fram yvir ALT GOTT um tað, men tingslitið kann vera eitt gott hevi til eisini at viðgera arbeiðslagið hjá tingin- um. Vit hava jú eina tingskipan sum skuldi tryggjað okkum øllum, at tey mål, sum tingið av- greiðir, eru vidgjørd til lítar. Øll lógarmál skulu hava tríggjar við- gerðir og verða samtykt við tveimum atkveðugreiðslum. Og síðan eru ásettar tíðarfreistir, sum áseta eina ávísa tíð fyri tey ymsu viðgerðarstigini, og skuldi hetta eisini tryggjað, at mál ikki verða skundað igjøgnum uttan at fáa ta neyðugu viðgerðina. MEGINPARTIN av tíðini, sum tingið er saman, fáa málini eisini ta neyðugu viðgerðina og tingið hevur sera góða tíð, tí landsstýrið arbeiðir so skjótt sum tingið kann avgreiða mál. Men móti endanum av tingsetuni kemur vend í. Tá seinasta freist fyri at leggja upp- skot fram er farin afturkom, koma uppskot í hópatali fram á ting. og tá tingformaðurin hevur ásett eina ávísa tíð fyri heim- sending av tinginum, skulu øll hesi uppskot avgreiðast í størsta skundi. Gívið verður frávik frá øllum tíðarfreistum, fundast verður dag og nátt atkvett verður uppá strípu, so tað er ikki altíð, at allir tingmenn vita, hvat teir í veruleikanum atkveða fyri. HETTA TYKIST at vera manna- gongdin, nærum uttan mun til hver ið er legtingsformaður, og tað hevur ongantíð verið verri enn hesa ferð. TAÐ SKAL sláast fast, at hetta er eitt óansvarligt arbeiðslag. Vit hava jú eina tingskipan, sum skal tryggja eina trygga viðgerð av oddagrein málum. og tað kann íkki vera rætt, at ein stórur partur av ting- málum skal verða avgreiddur uttan at henda tingskipan verður fylgd. Talan er jú ofta um rættiliga umfatandi lógir, sum t.d skattalégin, sum varð avgreidd eftir fáum degum. Og sum mong meta ikki at hon eftir hesi tíð kundi fáa ta viðgerð, sum ein slík lóg hevur krav uppá. Allar royndir visa, at tað er ikki altíð at máls um koma úr landsstýrinum so fullkomin, at ikki kann bøtast um tey við teirri viðgerð, sum tey kunnu fáa í tinginum. Tað eru nógvar royndir av tí. Men tá má tingið fáa ta neyðugu viðgerðar- tíðina. eru TINGMENN fáa jú løn fyri allar mánaðar í árinum, og tí ber als ikki til at skilja, at tingið ikki eins væl kundi farið heim til hvítu- sunnu sum til páskir. Undir øllum umsteðum vildu tingmenn fingið eina heilt fitta summarfrí fram til ólavseku. Og tingið kann tá ikki hava áhuga fyri, at nakar sum helst ivi verður um, hvert tað ar- beiðir forsvarliga ella ikki. VIT VILJA mæla til, at hetta arbeiðslag verður broytt. Fyrsta stig kundi verið, at tingið samdist um, at halda tær tíðarfreistir, sum tingskipanin ásetir, og bert gera undantak í heilt serligum førum. LANDSSTÝRIÐ eigur eisini at fáa eina avgjørt einastu freist fyri framlegu av sínum uppskotum, men tá hesi uppskot eru komin eigur legtingið at taka sær ta neyðugu tíðina fyri at fáa tey viðgjerd á ein forsvarligan hátt. SOLEIÐIS at vissa kann fáast fyri, at ikki skal komast aftur um aftur, tí tingmenn ikki rættiliga vistu, hvat tað var, sum teir vóru við til at samtykkja. So heldur taka nakrar vikur afturat sum tingið skal vera saman. 4. I dag, 23. april. letur nytt handils- og tænastuvirki upp úti á Argjum. Tað er Kantor á Data Føroyar Pf. og um navniå kundi bent . fer virkið at standa yri sølu av skrivstovu- útgerð umframt at fr sm a fyr Kantor & Data Føroy- ar P'f fer at umboða so kend merki sum Minolta kopimaskinur), ITT (telefax), Casio írokni- maskinur), Time Manag- er International tilrættaleggingarskeið) og Nobe iskrivstovuinn- búgv Virkið hevur fingið einaumboð í Fer- oyum fyri ell hesi merki. Í fyrstu atløvu fer Kantór á Data Feroyar at leggja alla orku umboðanina av hesum merkjum. soleiðis at tænastan verður best megulig. Seinni er ætlan- in at økja um útboðið av skrivstovuútgerðini og av aðrari datatekniskari útgerð. Dagligur leiðari av Kontór á Data Feroyar P/f verður Preben Wich- mann. Preben hevur i mong år starvast sum teknikari, og seinastu 4 árini hevur hann verið tekniskur leiðari hjá Nýtt handils- og tænastuvirki í Argjum Copystat As í Dan- mark. Hann hevur verið við til at leitt hesa stór- fyritøku til ta fyri- tekuna, sum innan sitt eki sigst at veita bestu og skjotastu tænastu service) i danska konga- vaksin á flatlondum hevur Preben Wichmann sínar retur heima í Fer- ovum. Móðir hansara er ættað av Glyvrum, og kona hansara Jose- fina — er úr Klaksvík. Í fleiri ár hevur Preben havt sum mál at flyta til Feroya við familjuni, og nú tá Copystat beyð honum einaumboð í Fer- oyum fyri Minolta kopi- maskinur, avgjerdu tey at flyta. Sum nakað nýtt fer Kontór á Data Feroyar Andrass Jensen, datafrødingur og stjórin Preb- en Wichmann 2 melis Nr. 46 24. apríl 1987 % Sjúkrahús í Eysturoynni — kunning um málið umsiting Utreiðslurnar av hesum bera kommunal- og landsmyndugleikar í fe- lag. Fyrimunurin við hesum er, at tá ein borgari hevur okkurt mótvegis tí al- menna, kann tað gerast í heimasóknini, í staðin fyri at skula fara til ella ringja til Havnar ella onnur stór- pláss. Annars haldi eg, at tann samlaða umsitingini — bæði tann privata og tann almenna — er ov stór Hetta er við til at halda ar- beiðara- og verka- mannalønini niðri. Umleið 15.000 fólk búgva í Havn, og kortini er umleið landssins skrivi- og rokni- maskinum har Hvat skal tað vera gott Vinarliga Viggo Holm, Skali P'f at veita eina lands- umfatandi tænastuskip- an, ið skal skipast ut frá miðstaðarekjum land- sins — Tórshavn, Klaks- vík og Tveroyri. Pret :n Wichmann hevur frá tíð- ini hjá Copystat As drúgvar royndir sum lærari innan teknisku út- búgvingina av fólki, ið skal taka sær av tænastuarbeiðinum av Minolta kopimaskinum og longu nú er teknikari undir útbúgving her heima. Nýggja partafelagið er føroyskt, og nevndar- limirnir eru Preben Wichmann, stjóri, Tórshavn, Klæmint Jacobsen, stjóri, Glyvr- ar, Andrass Jensen, dataverkfreðingur, Túrs- havn og Olgar Petersen, elektrikari, Klaksvík. -